hósdagur 6. februar 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8 tíðindablaðið
Nr. 25 — 6. FEBRUAR 1997
Átala framferðina
hjá Strandferðsluni
Men vit fáa ikk: gjørt
r 13
g y Stran R 3 k T
' K k k
ár } I k 3
| k t y t | i
Mict Sé PH s Of kk
Strandferðslur y M k
Vit I i | S anu
Strandferðs HO Str } i
KK Pptik
Tu
ri
in í
eidd ur Pou
Mi Í en I !
í Fisk et
Býraðið atalar
Lisbeth Petersen
hava verið vístar í
AK! BERTHOLDSEN at geva fyrrverandi býráðs sum
formanninm eina átalu fyri = Havn
A býráðs um seinasta = framferð hennara í málum Seks býráðslimir at
skvøld samtykti byråd um báðar BBC rásirnar, Kveddu fyri átaluni og tveir
ímóti
Tað vóru Leivur Hansen
og Elin Lindenskov, sum
løgdu málið fyri býráðið
Tað var eftir, at Lisbeth
Petersen av sínum ein
tingum broytti frá BBC
World til Prime beint eftir
býráðsvalið í fjør, at
býráðslimir handaðu henni
mótmælisskriv, tí hildið var,
at hetta var brot á
býráðssamtykt frå 20. juni
um, at World skuldi visast
ístaðin fyri Prime
Lisbeth Petersen vardi
seg við, at nógv fólk høvdu
heitt á hana um at skifta, og
at tað kundi hon gera, av tí
at talan var um eina roynd
Aðrir byrådslimir hava
fingið viðhald frå advokat
um, at hetta var brot á bý
ráðssamtyktina frá 20 nov
ember og at so tilvildarliga
kann ein býráðsformaður
ikki bera seg at
Leivur Hansen og Elin
Lindenskov mæltu tí by
ráðnum at taka undir við
mótmælinum, og tað varð
samtykt við 6-2
Samstundis samtykti bý
ráðið at keypa útgerð fyri
335.000 so at havnarborg
arar eisini sleppa at síggja
BBC World Tað fara at
ganga 3-5 mánaðir til 5
rásin eisini sæst í Havn
Sølufolk/planleggjari
Í sambandi við øktan aktivitet, verður søkt eftir
solufólki/planleggjara
til at arbeiða á skrivstovu okkara í Kollafirði.
Arbeiðið umfatar m.a.:
* At keypa inn alifisk og tilrættisleggja toku av alifiski
* At selja og marknaðarfora alifisk á europeiska marknað-
inum
Vit seta ikki serlig krov til útbúgving sum so, men vit rokna við
at tygum eru ågrytin og eru áhugað/ur í at náa góðum úrslitum
fyri virkið og okkara heimligu kundum. Av fremmandamáli er
neyðugt at duga enskt og danskt.
Tá tygum koma at arbeiða í tottum samstarvi við stjóra, virkis-
leiðara, góðskufólki, brunnbáti og alarum, er av týdningi, at
tygum eru fyrikomandi og leggja dent á samarbeiði.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Frímund Hansen,
stjóra, tlf. 21691.
Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum verður at senda
í seinasta lagi 14. februar 1997 til
P/F Vestsalmon
Postboks 82
410 Kollafjørður
att.: Frímund Hansen
P/F Vestsalmon er partur av Vestlax-bólkinum. Virkið hagreiðir
umleið 3500 tons av alifiski árliga og her arbeiða umleið 50 fólk
Heri ætlar ikki
at verða stjóri
AK! BERTHOLDSEN
Eg havi eisini hoyrt tað i
býnum. men eg veit einki
um tað
Heri Mortensen á Tver
oyri avsannar leysatíðindini
um, at hann verður næsti
stjóri á flakavirkinum á
Tvøroyri
Seinastu tíðina hevur
gingið sum rotasúpan í Suð-
uroynni, at Heri Mortensen
aftur hevur sett kósina ímóti
stjórasessinum á Flakavirk-
inum á Tvøroyri
Heri Mortensen var stjóri
á virkinum eitt langt áramál,
men fór frá í 1987, tá ið
hann bleiv stjóri á nystovn-
aða, føroyska flogfelagnum
Atlantsflog
Men nú á nýggárinum
søgdu báðir oddamenninir
å virkinum, Magnus Jesper
sen og Egil Olsen seg úr
starvi í mótmæli ímót at
virkið ikki bleiv loyst frá
Fiskavirking og selt teimum
privatfólkum á Tvøroyri,
sum høvdu bjóðað uppá
virkið
Men síðani hava leysatíð-
indi gingið um, at fyrrver-
andi stjørin, Heri Morten
sen, var biðin um at verða
virkisleiðari aftur
enf áheitan
Men hetta avsannar hann
Hann sigur, at hann ehvur
hoyrt tíðindini í býnum,
men at tað er einki hald í
teimum
Hann sigur, at eingin hev-
ur vent sær til sín um stjóra
starvið á flakavirkinum og
sjálvur hevur hann ongar
ætlanir um at liggja fram
við. Og verður sekt í blødu
num eftir leiðslu til virkið,
ætlar hann sær ikki at søkja
Men hann sigur, at fær
hann eina beinleiðis áheit-
an, fer hann at umhugsa
hana. Tí hann sigur, at hann
hevði fyri so vítt einki havt
ímóti at roynt seg aftur
Ég eri vanur at seta í
gongd. Eg setti flakavirkið
ígongd í síni tíð. Ég setti
flogfelagið ígongd. Tað sær
út til at verða blivin mín
lagna her í lívinum at seta
ígongd. Og fyri so vítt heyði
eg einki havt ímóti at seta
virkið á Tvøroyri igongd
einaferð afturat, sigur hann
Men tað verður ikki uttan
eina beinleiðis áheitan, sum
hann kann umhugsa, sigur
hann
Ikki keypt
Tverafólk hava verið
nógv upptikin av Hera
Mortensen, tí umframt flak
avirkið, gongur eisini sum
rótasúpan í býnum, at hann
skal liggja framvið at keypa
flakvirkið í Hvalba
Men eisini tað avsannar
Heri Mortensen
Hann sigur, at tað er langt
síðani at hann hoyrdi, at
hann skuldi longu havt
keypt virkið
Men tað verður av ong
um. fyri tað fyrsta havi eg
ikki ráð at keypa nakað
virki. Og hóast eg heyði ráð,
eri eg eisini ov gamal. 59
ára gamalur hevði eg ikki
fari og keypt eitt virki, um
eg so hevði ráð til tað, sigur
Heri Mortensen
Men var eg 30 ár, og
hevði eg pengar, var stødan
ein heilt onnur, leggur hann
afturat