Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-02-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. februar 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 26 — 7. FEBRUAR 1997 tíðindablaðið +) 7 11 Friggjadagur 7. februar 1997 Rokkredaksjónin, Beat-Box 328, Náttarravnarnir og Norðstjórnan. Hetta er bert nakrar av sendingunum, Birgir Kruse hevur skipað fyri í Utvarpi Føroya. Í løtuni er tað Vetrarbreytin, ið fer við mestu tíðina hjá Birgiri GRÆKARIS DJURHUUS MAGNUSSEN Tó at hann er útbúgvin lær- ari, og arbeiðir 3/4 tíð sum vikarur á Eysturskúlanum í Havn, so fer nógv tíð við útvarpsarbeiði. Arbeiði, sum mangir lurtarar frøast um hvønn einasta mánadag seinnapart so leingi vetrar- skráin heldur á. Tað er Vetrarbreytin. Ein hin besta mentunarsending, útvarpið hevur borðreitt við í longri tíð. Hetta er sending við tón- leiki, gesti, sum viðger eitt- hvert evni, sum frammi er í tíðini, bókaummæli, onkur fløga verður umrødd, og filmsummæli er eisini stundum at hoyra. Ein annar og sera áhugaverður táttur í sendingini er rithøvundurin Og júst hetta seinasta, rit- høvundurin, er ein táttur, Birgir heldur meira átti at verði gjørt við í Útvarpi Føroya - Vit'hava nógvar góðar føroyskar rithøvundar, og eg haldi Utvarpid hava gjørt ov líuð brúk av teimum gjøgnum tíðirnar, sigur Birgir Kruse Hann sigur, at í Vetrar breytini hevur tað stóran týdning at hava góðar og tryggar „leverandórar“. Og rithøvundarnir í Vetrar breytini hava verið rættiliga góðir leverandørar. Dámar útvarpsarbeiði Birgir Kruse dámar væl at arbeiða = við útvarpi. Arbeiðshátturin er serligur, og tað er júst tað serliga í arbeiðinum, honum dámar. - Tað er sum at skriva í sandin. Tá eitt brot legst yvir tað, tú hevur skrivað, so er tað burtur. Og so kanst tú byrja av nýggjum at skriva í sandin. - Júst soleiðis er tað við útvarpsarbeiði. Tú fyrireik- ar teg til eina sending, fært 'Sum eitt 40 ára ynski fari eg at vóna, at Utvarp Føroya næstu 40 årini fer at leggja størri dent å starvs- fólkapolitikk, so at millum annað arb- eiðið hjá free- lancarum verður betur skipað Birgir Kruse hana í luftina, og so byrjar tú av nýggjum, sigur hann Birgir Kruse er 39 ára gamal, og ættaður av Eiði Hann tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1985, og hev- ur síðani starvast sum vikar- ur. Men útvarpsarbeiðið hevur kortini verður stórur partur av lívi hansara Aðrenn Birgir fór á lær- araskúla, var hann í føstum starvi sum diskoteksfólk í Útvarpinum. Arbeiðið hans- ara var at halda skil á plátu- og bandasavninum. Hann var einsamallur um arbeiðið lá. Fyrstu tónleikasending- ina gjørdi Birgir Kruse í 1978, árið fyri, sum hann varð settur í starv sum disk- oteksfólk - Sendingin snúi seg um Millum og rokk Fleetwood Mac annað um blues minnist Birgir Til hesa sendingina, sum varð gjørd á Bryggjubakka, vóru allir plátuspælarar og bandupptakarar í húsinum bruktir. - Tvær útvarpsstovur vóru á Bryggjubakka tá. Torman Kruse var teknikari. Ég minnist, at í innsløgunum, har eg tosaði, skuldu vit hoyra fýra ymisk løg. Til hygg & hoyr Er ææ hetta høvdu vit brúk fyri seks plátuspælarum, band- upptakarum, og mikrofon- ini, sum eg las í. Og alt skuldi flóta inn í hvert ann- að. Og væl bar til. Eftir hetta gjørdi hann, og var við at gera, nógvar tón- leikasendingar. Birgir hevur eisini doypt nógvar send- ingar, sum flestu okkara minnast og hava hoyrt nógv ár eftir, at hann gavst sum vertur å vidkomandi send- ingum. Sonni Smith hevdi eina tid sendingina Post Popp. Tá hann gavst, varð Birgir biðin at taka yvir. Hann valdi so at broyta navnið til Beat-Box 328. Ein onnur sending var um tað mundið heitið tónleikur fyri hálvvaksin. Tónleikin til ta sendingina skipaði Birgir eisini í stóran mun fyri. Seinni byrjaði hann við sending, sum hann rópti Rokk-redaksjónin. Tann sendingin „livdi“ mong ár eftir at Birgir Kruse gavst. Meðan hann gekk á læraraskúla skipaði hann, saman við m.ø. Aref Olsen, Mortani Weihe og Ragnar Rubbeksen fyri eini ung- dómssending. Hetta var sending við samrødum og tónleiki. - Tað, vit fingu fyri send- ingarnar, fór í ein felags kassa. Peningurin skuldi nýtast til eina lestrarferð til Guernsey. Nú gingu fleiri ár, har vit Mánadagin er Birgir Kruse aftur í luftini við Vetrarbreytini. Á myndini sæst verturin saman við Martini Næs og Edvarði Fuglø Mynd: Jens Kristian Vang ongantid hoyrdu røddina å Birgiri í útvarpinum Náttarravnarnir Ikki fyrr enn væl umtókta sendingin vid Nåttarravnun- um kom á skránna fyri fáum árum síðani, byrjaði Birgir Kruse aftur at arbeiða við útvarpsarbeiði. Og tað varð nakað fyri seg. Å - Eg haldi ikki at Utvarp Føroya nakrantid ådur hev- ur havt sending fast å skránni, sum í vavi val so stór ella long, sigur hann. Saman við Heðini Arge Jensen skipaði Birgir fyri Náttarravnunum = nakrar vetrar. Síðani fór hann yvir til sendingar, sum ikki í so stóran mun hava verið dom- ineraðar av tónleiki. Í fjør summar hevði hann sendingina Opið hús, ið var ein blandingur av tónleiki og mentan, og í dag er skip- ar hann fyri Vetrarbreytini og eini tónleikasending leygardag fyrrapart. - Mær dámar hetta sera væl, men eg kundi ynskt, at starvsfólkapolitikkurin í Ut- varpinum var ødrvisi. Free- lancarar standa fyri umleið 40 prosentum av senditíð- ini. Kortini hava vit Ld. onki arbeiðsborð, onki rúm, ong- an sáttmál, og sleppa ikki á redaksjónsfundir. - Hasi tingini áttu at veri betri, heldur Birgir Kruse. Fyrrapartin í morgin verður frálíka rødd hansara aftur at hoyra í Utvarpinum