Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 201 - 23. oktober 2003 Nr. 201 - 23. oktober 2003 11 Í morgin er altjóða ST dagur. Í ár nýtir altjóða felags- skapurin Amnesty International júst henda dagin til at seta ljóskastaran á brot á mannarættindi kring heimin. Í hesum sambandi er eisini føroyska deildin av felags- skapinum, sum ber orð fyri at vera sera virkin, við til at seta út í kortið av nýggjum. Føroyadeildin, sum hevur verið við í flestu stóru tiltøkunum mongu sein- astu árini og hevur umboðað okkara lítlu tjóð á altjóða pallinum í stórt mát og væl, hevur sett sær fyri at fáa so nógvar føroyingar til ber at senda áheitanir til stjórnir í londum, har brot á mannarættindini eru gerandiskostur. Áheitanir um at steða hesum brotum. Fríggjadagin 24. oktober fer felagsskapurin undir sína herferð, ið er eitt sera gott tiltak, sum vónandi nógvir føroyingar fara at taka undir við. Í lýsingum í bløð- unum í morgin verður greitt frá, hvussu hvør einstakur føroyingar kann geva teimum, sum líða undir manna- rættindabrotum kring heimin, eina hjálpandi hond. Amnestyátakið ber heitið "Skriva fyri Lívi" og er endamálið at fáa føroyingar at arbeiða beinleiðis fyri at steðga mannarættindabrotum. Átakið varir í góðan mánað og endar sjálvan mannarættindadagin 10. desember. Ætlanin er at fáa fólk inn á heimasíðuna hjá Amnesty at tekna seg til at fáa brøv sendandi eina ferð um mánaðin at senda til stjórnarleiðarar og myndugleikar í londum, har brot verða framd móti fólki. Brøvini, sum verða send, snúgva seg um manna- rættindabrot og –viðurskifti í londum kring allan heim. Tað finst neyvan nakar betri dagur enn júst ST-dagurin at seta slíkt átak í gongd. ST er nevniliga tann stóri menniskjansligi og virðiligi karmurin um allar heimsins íbúgvar. Hesin ópolitiski felagsskapurin, sum skal umboða okkum øll og ikki minst børnini, tey sjúku og veiku, tey gomlu og rætt og slætt teg og meg, er helst eitt tað skilabesta tiltakið í mannasøguni. Amnesty-felagsskapurin hevur eina ikki minni týðandi uppgávu at røkja, hóast hann ikki fevnir so víða sum ST og er ein nógv øðrvísi felagsskapur. Men felags fyri báðar hesar felagsskapir er, at teir stríðast fyri friði og mannarættindum á eini jørð, sum er fyri okkum øll uttan mun til húðalit, trúgv og sosialan status annars. Vit heilsa Amnesty í Føroyum og ynskja alt tað besta við hesum skilagóða átaki. Sum vónandi ber ávøkstur. Sum er við til at lata upp eygu okkara fyri tí órættvísi, sum fer fram so nógva aðrastaðni, samtíðis sum vónin er, at okkara íkast og áheitanir vera væl og rætt móttikin á rætta stað. Og vit vilja fegin endurtaka her, at eitt hitt størsta brotið á mannarættindini í heiminum, verður framt av tí tjóð, sum so mong síggja upp til, USA. Við at tvíhalda um deyðadóm í ár 2003 má sigast, at hetta landið, sum kallar seg fyri "Guds own country", er størsti skammbletturin á heimskorti mannarættinda- brotsins. DAGSINS MEINING Sosialurin ST og Amnesty VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Reimund Langgaard Fosturtøka er eitt sera eld- fimt evni, sum nógv hava sína greiðu meining um. Eg gangi fast á møti og trúgvi at Bíblian er Guds sanna orð, so lætt er at gita at eg eri ímóti fríari fosturtøku - eins og nógvir av mínum líkum. Tó hevur tað undrað meg nógv, at fosturtøka er blivið eitt stríð millum "fanatisk trúgvandi" og "restina". Um fostrið er eitt menn- iskja, so burdu øll verið ímóti - aktiv sum minni aktiv kristin - og er fostrið ein slímklumpur, ja men so er einki at kjakast um. Tí so skuldi fosturtøka sjálvsagt verið loyvd. Ja tað skuldi verið ein rættur hjá ein- hvørji kvinnu. Tískil er spurningurin í mínari verð, um fostrið er eitt menniskja ella um tað er ein slímklumpur. Ella sagt uppá ein annan máta, so er spurningurin nær barnið gerst menniskja - við giting ella føðing. Ella kanska tá ið tað er 12 vikur gamalt, hóast tað í mínari verð virkar púra ólogiskt. Eg eri ikki serfrøðingur innan læknavísindi, og tí kanska ikki tann rætti at taka støðu til hvat eitt fost- ur er, men vil her endur- geva nøkur læknavísunda- lig fakta, sum kunna hjálpa til at fáa tikið hesa altavger- andi støðuna. Hjartað hjá fostrinum byrjar at sláa, tá ið tað er millum 18-25 dagar gamalt (um 3 vikur). Heilin hjá tí byrjar at virka, tá ið tað er um 40 dagar gamalt (um 6 vikur). Tá fostrið er 12 vikur gamalt er tað 9cm langt. Hevur eygu, oyru, nøs, munn, armar, bein, fingrar og tær - ja tað hevur enntá fingið negl. Bjargar meira enn 3000 børnum Móður Teresa, sum flestu okkara helst høvdu sera stóra virðing fyri, brúkti nógva orku fyri at verja tey óføddu (børnini ella slím- klumparnir). Hon segði eisini "if you do not want your unborn child, bring it to us and we will raise it" (um tú ikki ynskir títt ófødda barn, so gev okkum tað og vit vilja taka okkum av tí). Hesi boðini hevur hon givið til nógv sjúkrahús, stovnar og fólk runt um allan heim, og hevur henn- ara hjálparfelagsskapur bjarga meir enn 3.000 børnum í Calcutta, India á henda hátt - umframt øll tey sum eru bjargaði í øllum hinum londinum, har henn- ara systrar eru virknar. Tey geva síðan hesi børnini víðari til familjur, har børn- ini eru ynskt. Tað týdn- ingarmesta er at børnini fáa lívið - gávuna, sum flest okkara eru glað fyri og halda fast í, men harum- framt eru tær eisini við til at breiða gleði í nógvar barnleysar familjur. Rætturin til lív Móður Teresa segði eisini: "Um fólk velja at hava samlegu, so skulu tey vita, at tað er ein møguleiki fyri at eitt barn verður fødd vegna hetta. Vaksin eru vaksin, tí at tey vita um møguleikan fyri avleiðing- ar av teirra handlingum. Tey kunna rokna út vinning og skaða og síðan handla eftir normum og reglum. Vaksin eru før fyri at taka hesa ábyrgdina, av tí at tey kunna halda eftir, stýra og útseta... Um eg veit at eitt flogfar fer at detta niður, so fari eg ikki umborð. Um eg veit at veturin verður kald- ur, so keypi eg heit klæði, og um eg veit at vegurin er hálur, so koyri eg spaku- liga. Í hesum førunum virkar tað so sjálvsagt. Men tá ið talan er um okkara kynslív, so føla vit full- komna fríheit og ongin avmarking skal stríða ímóti fríheitini" (leystliga um- sett). Eg eri persónliga sann- førdur um, at fostur eru menniskju frá tí tey eru gitin, og at eisini tey eiga rættin til lív. Eg takki Guði fyri, at hann skapti meg í móðurlívi, og mammu míni fyri, at hon ikki drap meg har, men gekk við mær í 9 mánaðir og síðan setti meg inn í heimin. Eg vil enda við at endur- geva Kim Larsen, tá ið hann syngur: "Det er godt, at vi blev født før aborten den blev fri." Fosturtøka Elin Lindenskov býráðslimur í Havn Á býráðsfundinum í kvøld, hóskvøldið 23. oktober, fer undirritaða at seta Jan Christiansen, borgarstjóra, soljóðandi fyrispurning: »Hvussu skal fram- haldsdeildin í fólkaskúl- unum skipast í framtíðini í Tórshavnar kommunu? Nær verður uppskotið um felags framhaldsdeild við- gjørt í mentamálanevnd- ini?« Í samband við at nýggjur 2- sporaður fólkaskúli skal byggjast í Hoyvíkshagan- um, verður sagt, at skúlin skal rúma 1.-9. flokk. Eisini er roknað við 1.-9. flokki í útbyggingini av skúlanum í Kollafirði. Tann 11.03.2002 sendi undirritaða uppskot um felags framhaldsdeild fyri skúlarnar í kommununi til býráðið. Hetta uppskotið er ongantíð viðgjørt av menta- málanevndini. Undirritaða legði uppskotið fyri bý- ráðið aftur tann 12.02. 2003. Tá bleiv málið uttan viðgerð beint aftur í menta- málanevndina. Staðfestast má, at málið er lagt til síðis uttan viðgerð. Tí vil eg fegin hava at vita, hvørjar ætlanir eru nú, og nær mítt uppskot verður viðgjørt í mentamálanevndini. Frá skúlastýrisformanni havi eg fingið at vita, at á fundi har allir skúlastýris- formenninir eru við, hevur umsitingin hjá Tórshavnar kommunu upplýst, at ongar ætlanir eru um felags framhaldsdeild, og at málið ikki kemur til viðgerðar í býráðnum aftur. Um hetta er rætt, so vil eg fegin hava at vita, hvar henda avgerðin er tikin og nær? Á opnum býráðsfundi hevur formaðurin í menta- málanevndini upplýst, at arbeitt verður við at skipa skúlaøkið soleiðis, at 10. árið møguliga skal skipast sum felagsskúli fyri alla kommununa. Um tað verð- ur arbeitt við hesum, hvat skal so verða av næming- unum sum í dag ganga í skúlum, har bert grund- deildir eru? Skulu teir næmingarnir flyta skúla tríggjar ferðir, frá grund- skúla í ein annan skúla at ganga 8. og 9. árið og so aftur ein nýggjan skúla 10. árið? Er tað soleiðis tit ímynda tykkum skúlaskip- anina í framtíðini? Ella er nøkur ætlan um at orða framtíðar skúlapolitikkin fyri kommununa? Um felags framhaldsdeild í Tórshavnar kommunu Meira fæst burtur úr at skera hýsuna við hond Tey er nokk at gera á flakavirkinum á Kós- ini. Tað er mest tosk- ur og hýsa, tey hava. Toskurin verður allur saltaður FISKIVINNA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Á flakavirkinum Kósini í Klaksvík er nokk at gera. Arbeitt hevur verið regluliga alt ár, og útlitini eru ikki so galin í løtuni. Tað er toskur og hýsa, tey arbeiða á Kósini, sigur Egil Johansen, innkeypari á vikinum. Hýsan verður fyri tað mesta skorin til flak. Tó verður tann smæsta hýsan send heil av landinum, sigur hann. Toskurin verður allur saltaður. Bæði flaktur og sum flak. Í seinastuni hevur nógvur banktoskur verið á virkinum. Hann er komin frá línubátunum, og hann verður allur flaktur. Saltfiskurin verður seld- ur til Spania, og hýsan fer á enska marknaðin. Tað er sera trupult at selja hýsu í løtuni, tí trýstið á enska marknaðin er vorðið so stórt, sigur Egil Johan- sen. Fyrr var nakað væl selt til USA eisini, men tá dollarin var fyri ógvuslig- um falli í fjør, steðgaði tað mestum upp, og alt fer nú til Bretlands. Tí er prísurin eisini hareftir, sigur hann. Egil Johansen letur at, at marknaðurin fyri frystan fisk er einki serligur í løt- uni. Feskfiskamarknaðurin er heldur betri, metir hann. Men á Kósini veður einki selt feskt. Hýsan verður fryst, og toskurin saltaður. Nú nógvur saltfiskur hevur verið á virkinum, verður arbeitt í tveimum vaktum. Tey hava tí tikið nakað av fólkinumá flaka- virkinum til at pakka salt- fisk, sigur Egil Johansen. Hýsuprísurin er sera lágur í løtuni. Smáa hýsan verður útflutt heil, tí tað loysir seg ikki at skera hana til flak. Bretar fáa meira burtur úr at skera hana við hond FISKAMARKNAÐUR Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Tað loysir seg ikki at skera smáu hýsuna til flak í Før- oyum. Úrtøkan úr maskin- skeringini verður ov lítil, og bretar fáa meira burtur úr at skera hana við hond. Tí verður hon seld heil av landinum, siga fólk í flaka- vinnuni. Føroyingar hava ein trup- ulleika í løtuni, halda fólk í flakavinnuni. Hann er, at vit duga ikki nóg væl at skera flak við hond. Alt er skorið við maksinum í so nógv ár, at vit hava mest- sum gloymt handverkið. Hetta bøta vit nú fyri við hýsuprísinum, sum er í botni. Tað loysir seg ikki at skera smáu hýsuna, sum vit fáa væl av undir Føroyum, til flak við maskinum. Úr- tøkan verður ov lítil til, at nakað av týdningi liggur eftir. Bretar hinvegin, sum keypa hýsuna frá okkum, fáa hana heila og skera so við hond. Tað duga teir og hava nógv meira eftir, enn maskinurnar klára. Tað letur seg gera, siga keldur í vinnuni, tí teir hava lægri tímaløn enn vit. Hin- vegin fá teir so nógv bonus, at inntøkan kortini er rætti- liga góð hjá teimum. Munur er eisini í fleiri førum á virkjunum, sum ar- beiða hýsuna í Føroyum og í Bretlandi. Í Føroyum hava vit fram- komin flakavirki. Í Bret- landi hinvegin er talan í fleiri førum um smáar kjallarafyritøkur, har nøkur fá fólk standa og skera fløk til Fish & Chips handlar í grannalagnum. Tað kann heldur ikki samanberast, siga keldur okkara í flaka- vinnuni. Nógv hevur seinnu tíðina veri tosað um heila fiskin, sum fluttur verður av land- inum. Hildið verður, at hann eigur at verða ar- beiddur her, so virðisøking- in veðru liggjandi eftir hjá okkum. Tað vísir seg í fleiri før- um at vera flakavirkini, sum annar skuldu arbeitt hendan fiskin her heima, sum selja hann heilan utt- anlands. Serliga er tað smáa hýsan, sum fer so- leiðis. Fólk í flakavinnuni, sum Sosialurin hevur toað við, siga, a tað kemst alt av vánaligu úrtøkuni, sum fæst úr smáari maskin- skornari hýsu. At virkini so yvirhøvur keypa hana, kemst av, siga tey, at tey keypa alla veið- una, sum hon er, frá útróðr- arbátunum fyri at fáa tann stóra fiskin. Tað smáa fylg- ir so við. Tað skilja virkini so og selja heilt í Bretlandi, verður sagt. Smáa hýsan má skerast við hond, um nøkur líkinda úrtøka skal fáast burtur úr henni. Maskinurnar eru ov ódrúgvar Nokk at gera á Kósini Á Kósini verður arbeitt hvønn dag. Í løtuni er nógvur saltfiskur á virkinum, og tey arbeiða í tveimum vaktum. Nakað av fólkinum á flakavirkinum er farið at pakka saltfisk C M Y K 11 10