Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-02-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: http://www.cybernet dk/faroe-news Marjun Dalsgaard Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: Jan Miller Randi Jacobsen Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Lýsingar og sela: Áki Bertholdsen, Eiríkur Lindenskov, Dagny Joensen, Grækaris D. Magnussen Eyðun Klakkstein, Ljósmyndari: ! Jens Kristian Vang Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn : | Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: sosialur & olivant.fo Medåbyrgd Oddagrein MEDÅBYRGD er eitt orå, id finnst i før- oysku orðabókini. Tað tykist ikki sum orðið er til í Tinganesi. NÓLSOYARPÁLLSMÁLIÐ er í nógvar mátar bæði sorgarleikur og hugsunar- vert. Landsstýrismaðurin kemur fram í fjølmidlarnar og greiðir frå, at åbyrgdin er plaserað - 1 stk. stovnsleiðarahovd til pobulin, so er í lagi. Heldur lands- stýrismaðurin! SO einføld er verðin nú einaferð ikki. Vit ivast onga lotu í, at John Petersen hevur meðábyrgd. Tað eru fleiri orsøkir fyri hesum. Soleiðis sum hann hevur málborðið seg í pressuni vísir, at hann hevur ikki reint mjøl í posanum. FYRSTA trekkið at skylda uppá aðrar - í hesum førinum Ivan - tað er fólka- floksmonnum líkt. Hitt - at nú má málið steðgast, tí menniskjalagnur eru við í leikinum - tað er ikki júst J. P. líkt. Pilatus hevur ikki livað til fánýtis! Hevði sjón- varpið verið til á hansara døgum so høvdu vit sæð sama leik. STJÓRIN á V 8 B hevur nú fyri fyrstu ferð sagt sína søgu. Hon er áhugaverð. Vit hava her ein føroyskan embætis- mann, ið púra loyalt hevur roynt at loyst eina uppgávu, sum landsstýrið hevur givið honum - innan teir arbeiðskarmar, ið nú einaferð eru. FOROYSK umsiting er nú einaferð so, at alt liggur ikki í fostum reglum og ser- liga teknisku rakstrarstovnarnir kunnu koma út fyri frávikum í teirra virksemi. IKKI kann leggjast stilt, til teir í Tinganesi hava >pjakað< seg fram til eina avgerð. Tí handla stovnsleiðararnir, fyri at alt ikki skal steðga upp. Teir handla í tí treysti, at politikarin í Tinganesi er loyalur og tekur medåbyrgd »al den tíð, ið tað, sum gjørt verður, er i tråd við hovuðs- málsetningin hjá stovninum. SØGAN um Nólsoyar Páll er helst sog- an um ein stovnsleiðara, sum hevur virkað eftir bestu sannføring í tí treysti, at hann hevur haft ein loyalan lands- stýrismann. Tað hevur hann ikki haft. MÁLIÐ fer nú víðari men var nakað mansevni í J. P. so tók hann medåbyrgd. UNDANSTØKKINGAR hava ikki verið høgt í metum og her sær út til, at talan kundi verið um slíkt. NÚ verður áhugavert at síggja, hvat landsstyrismålanevndin kemur fram til. Pilatusupptradkanin hjå fiskimålaråd- harranum týðir uppá, at hettar kann blíva áhugavert. Sosialurin Vilhelm Johannesen, løgtingsma0ur: Fyrispurningur tl Sámal Petur í Grund, landsstýrismann Legtingsmál nr 100-/ 1996: Fyrispurningur um siglingina hjá strand- ferðsluni millum Klaksvík og Kalsoy „Hvat ætlar landsstýrið at gera, fyri at beta um ferð- amøguleikarnar millum Klaksvík og Kalsoy við einum meira tíðarhósk- andi fari enn tí umleið 70 ára gamla, sum nú røkir hesa sigling? < Viðmerkingar: Í umleið 40 ár hevur strand- ferðslubáturin >Barskor< nú røkt siglingina millum Klaksvik og Kalsoy. »Bar- skor< er bygdur á Akranesi í Íslandi í 1929. Báturin, sum varð bygdur til útróður, er sostatt 68 ára gamal Hann varð keyptur til Før- oyar í 1946 og varð fram- vegis nýttur til útróður í eini 10 til 12 ár eftir hetta. Í seinnu helvt av fimmti árun- um varð »Barskor« settur í sigling við ferðafólki, posti og farmi, millum Klaksvík, Kunoy, Kalsoy og millum Klaksvík og ávísar bygdir í Eysturoy I 1974 - fyri meira enn 22 árum síðani - vóru krøv- ini, ið sett vórðu til båtin so stór, at landsstýrið sum tá sat, av álvara umhugsaði, ikki at gera nakað við >Bar- skor<, men heldur at finna annað far til hesa sigling Um tað mundið, hevði bát- urin ein motor, ið bert heyði sjey ár á baki. So hóast tað, at motorurin tá var lutfals- liga nýggjur og í góðum standi, so varð eitt spurnar- tekin sett við sjálvan bátin Men avgerðin varð so kort- ini, at báturin varð umbygd- ur, og fekk ymiskar åbøtur. Í 1967 varð ein nýggjur Volvo-Penta motorur settur í »Barskor«. Hesin varð út- skiftur í 1983 við ein annan motor av sama merki. Tað vil siga at tann fyrri motor- urin hevði eina livitíð uppá umleið 16 ár. Motorurin, sum nú stendur í bátinum hevur sostatt umleið 14 ár á baki, og roknast kann tí við at >Barskor< um ikki so langa tíð, aftur skal hava nýggjan motor. Hvat ein slíkur kostar veit eg ikki, men onki er at ivast í, at verður motorurin skiftur, so koma aðrar ábótur eisini so alt í alt verður hetta helst sera kostnaðarmikið. Og tá koma vit kortini at halda fram við einum báti sum er 70 ár ella eldri Orsakað av teimum stóru sparingunum í sjúkrahús- verkinum, kom Klaksvíkar Sjúkrahús fyri nøkrum ár- um síðani til tað niðurstøðu, at figgjarligt grundarlag ikki longur var fyri, at sjúkra- húsið framhaldandi kundi hava læknabátin >Medicus< í sigling. Báturin varð fyrst seldur í Klaksvík og hevði sjúkrahúsið tá avtalu við nýggju eigararnar um sjúkr- aflutning millum annað úr Kalsoy. Men seinni er »Medicus« seldur av land- inum. Hetta merkir, at strandferðslubáturin, sum siglir millum Klaksvík og Kalsoy, eisini skal nýtast til sjúkraflutning. Og her er »Barskor« alt annað enn hóskandi til endamálið Nú veit eg fullvæl, at tann rætta framtíðarloysnin fyr Kalsoynna má verða, at ein ferjulega verður bygd á Syðradali, soleiðis at Kals- oyggin verður knýtt uppi ferðasambandið = millum Klaksvík og Lorvík. Hugs andi er, at ferjan, ið kemur at røkja siglingina millum Klaksvík og Lorvík tvær til tríggjar ferðir um dagin Annað far fyri Barskor leggur at í Syðradali. Men hendan loysnin, sum krevur at vegur verður gjørdur úr Knútsdali og oman á lend- ingina á Syðradali umframt fløguna í sjålva ferjuleguna, liggur helst nøkur ár frammi í tíðini Tí verður neyðugt at fáa annað far til siglingina mill- um Klaksvík og Kalsoy Besta loysnin er helst, at e1tt far verður bygt á føroyskar skipasmidju til endamálið, og at rímilig hædd verður tíkin fyri, at nýggi strand- ferðslubáturin til Kalsoynna eisini skal taka sær av sjúkr- aflutninginum úr oynni. Tá tann rætta framtidarloysnin, sum er ferjuletgu á Syðra- dali, gerst veruleiki, ber til at seta nýggja strandferðslu bátin í sigling millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy fyri »Måsan«, ið nú hevur 40 ár á baki, og sum heldur ikki er serliga væl hóskandi til sjúkraflutning Út frá hesum viðmerking- um loyvi eg mær at seta landsstýrismanninum hend- an spurning Á Feroya Legtingi, 5. februar 1997 Vilhelm Johannesen Froskmenn sláa tunnu Sum vant fer Torshavnar Froskmannafelag í ár at sláa tunnu, og tað verður leyg ardagin klokkan 14 á Bursa tanga Øll eru vælkomin at sláa tunnu við froskmonnunum Ikki er neyðugt at tekna seg Tað einasta, ið krevst er at verið i drakt og fitjum Og tað er neyðugt, ti tunnan fer at hanga niður úr einum krana eitt petti úr MAATTE 033 32 75 85 aAvLAMTIC FOROYAFERÐIR landi Vinnarin verður nevndur kongafiskur. Hann fær onkran vinning, men kann eisini vænta at verða tveittur upp á turt Aftaná tunnuslángina fáa øll heitt kakao á bryggjum Tað plagar at vera ein stuttligt løta á bryggjun!, tå froskmenninir sláa tunnu, tí áskoðararnir eru sum oftast nógvir . 779 0 heim - ella út í heim tað greiða vit. Svarar ALT SAMDØGURID N Vester Farlmagsgaðe 4 6, 1606 København V u túr Tlf. 33 32 75 85 - Fax. 33 32 75 80 *“ eee | Eisini 100 Tórshavn ÚTSÓLA| ALLA NÆSTU VIKUR á eru nógvar góðar restir! Spt MARJUN HEIMA C. Ployensgeta 4 Tlf. 12531