hósdagur 23. oktober 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 23. oktober 2003
15
14
Nr. 201 - 23. oktober 2003
Jens Marni Hansen
vann sær í august
mánaði pláss í
tónleikakappingini
Stjørna í eitt kvøld
hjá DR, og hann helt
hetta verða ein gyltan
møguleika at koma
fram í Danmark. Men
so broyttu fyriskip-
ararnir treytirnar fyri
luttøku og blakaðu
Jens Marna úr
kappingini. Eftir situr
ein nipin og
misnøgdur sangari,
sum kennir seg illa
viðfarnan
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Færingen.
Soleiðis hevur onkur skriv-
að á eitt pappír, sum Jens
Marni Hansen skuldi fylla
út í sambandi við luttøku
sína í donsku sangkapping-
ini Stjørna í eitt kvøld.
Færingen.
Soleiðis
verður
stóri
skurkurin í kenda danska
filminum »Blinkende lyg-
ter« eisini kallaður.
Tað er neyvan við hesum
í huga, at onkur stutt og
greitt hevur kallað Jens
Marna Hansen fyri færin-
gen, men nú danska sang-
kappingin er í gongd, sten-
dur tað í øllum førum eftir,
at føroyski sangarin kennir
seg illa viðfarnan av teim-
um, sum skipa fyri kapp-
ingini.
Orsøkin er, at Jens Marni
fyrst varð tikin út til kapp-
ingina, men síðani varð
hann tveittur út aftur, tí
fyrireikararnir hildu, at
hann livdi ikki upp krøvini,
sum vórðu sett luttakarun-
um.
– Eg kenni meg sera illa
viðfarnan av teimum, sum
skipa fyri Stjørna í eitt
kvøld, sigur Jens Marni
Hansen.
Brævið við boðum
Men sum allar aðrar søgur
byrjar alt øðrvísi, enn tað
endar í hesi søguni.
Jens
Marni
Hansen
gjørdi síðst í juni mánaði
av, at hann vildi royna at
sleppa upp í part, tá ið Dan-
marks Radio aftur fór at
senda
sangkappingina
Stjørna í eitt kvøld.
Eingin man hava gloymt,
at Guðrun Sólja Jacobsen
gjørdist vinnari av hesi
kappingini seinast, og tí
lógu ivaleyst fleiri føroy-
ingar fram við, tá ið nýggir
luttakarar skuldu finnast
millum tey mongu, sum
bjóðaðu seg fram.
Fyrsta filtrið í kappingini
er, at tey, sum ætla sær upp
í, skulu senda eina upptøku
av sær sjálvum til fyrireik-
ararnar.
Í juli mánaði fekk Jens
Marni eitt bræv sendandi í
postinum, og tá ið hann
spentur læt brævbjálvan
upp, fekk hann at vita, at
hann var valdur út at verða
við í upptøkuroyndini til
Stjørna í eitt kvøld. Upp-
tøkuroyndin skuldi vera
leygardagin 2. august á
Betty Nansen Teatret í
Keypmannahavn.
Skuldi vátta sína
støðu
Jens Marni hevði valt sær
sangirnar »Desperado« hjá
The Eagles og »Summer of
69« hjá Bryan Adams at
syngja, og tað gjørdi hann
so væl, at hann var ein av
teimum, sum varð kosin at
verða við í endaligu kapp-
ingini á Danmarks Radio.
Tá ið Jens Marni møtti til
upptøkuroyndina í Keyp-
mannahavn, skuldi hann
fylla nøkur pappír út. Her
skuldi hann greiða frá
ymiskum persónligum við-
urskiftum, og hann skuldi
eisini váttað, at DR kundi
senda upptøkur av honum í
sjónvarpinum.
Á seinasta arkinum, sum
Jens Marni skuldi fylla út,
skuldi hann svara, hvørt
hann kendi til reglurnar í
kappingini um, at hann
skuldi vera amatørur, og at
hann ikki skuldi hava havt
sáttmála við plátufelag ella
vera í samráðingum um
sáttmála.
Jens Marni setti krossin
fyri »ja«, tí hann heldur seg
vera ein amatør, og hann
hevur ongantíð havt plátu-
sáttmála, hóast hann hevur
verið við á útgávum í Før-
oyum. Vanligt er ikki, at
tónleikarar í Føroyum gera
sáttmálar
um
útgávar.
Bólkar taka seg saman,
spæla tónleik inn og geva
fløguna út. Stóru løgfrøðis-
ligu bindingarnar eru ikki í
slíkum útgávum.
– Eg ivaðist als ikki í at
vátta hetta, tí eg havi ong-
antíð kent meg bundnan at
nøkrum plátufelag, hóast
eg havi verið við á onkrum
útgávum. Í Føroyum eru vit
glaðir amatørar, hóast vit
geva nógvar fløgur út, sigur
Jens Marni Hansen.
Tveittur út
Tá ið Jens Marni hevði
fingið boðini um, at hann
slapp at luttaka í Stjørna í
eitt
kvøld,
sendi
Blu
Production, sum framleiðir
kappingina fyri Danmarks
Radio, honum ein sáttmála
at skriva undir.
Og tað er her, at stóri
trupulleikin byrjar.
Nú krevur Blu fyri fyrstu
ferð, at sangararnir í kapp-
ingini mugu ongantíð hava
givið nakran tónleik út
áður. Tað er fyrstu ferð, at
hendan
treytin
kemur
undan kavi.
Jens Marni legði beinan
vegin merki til hesa orðing
og setti seg tí í samband við
framleiðslufelagið fyri at
greiða teimum frá, at hann
hevði givið tónleik út í Før-
oyum, hóast hann ongantíð
hevði livað av tónleiki ella
hevði havt plátusáttmála.
Tá ið Blu frætti hetta,
gjørdu tey av, at Jens Marni
skuldi tveitast úr kapping-
ini. Tey hildu ikki, at Jens
Marni longur kundi lúka
treytirnar, sum vórðu settar
luttakarunum um, at teir
skuldu vera amatørar.
– Hetta haldi eg vera sera
óprofessionelt, tí eg hevði
teknað meg til kappingina
undir teimum treytum, sum
eg kendi og sum vóru gald-
andi tá. Eg slapp eisini
ígjøgnum fleiri stig, men so
komu tey við hesi nýggju
treyt, sum eg ikki kundi
uppfylla. Tað haldi eg vera
undarligt, sigur Jens Marni
Hansen.
Blu noktar endurgjald
Í samskiftinum millum Blu
og Jens Marna Hansen
sæst, at Blu heldur seg
einki skeivt hava gjørt. Tey
siga, at luttakararnir í kapp-
ingini skulu vera amatørar,
og at Jens Marni ikki kann
kallast amatørur, tá ið hann
hevur givið tónleik út.
Fyri at undirbyggja heitið
amatørur
brúkar
Blu
ymiskt at meta seg eftir. Til
dømis, at luttakararnir ikki
skulu hava havt plátusátt-
mála ella samráðast um tað.
Sangararnir skulu ikki hava
livað av tónleiki, og teir
skulu ikki hava givið tón-
leik út.
Jens Marni heldur, at
hann kann uppfylla allar
treytirnar uttan hana, at
hann ikki skal hava givið
tónleik út, men hendan
treytin kom ikki fram fyrr
enn í endaliga sáttmálan-
um, og tí heldur Jens
Marni, at Blu hevur borið
seg skeivt at.
Tá ið tað gjørdist greitt,
at Jens Marni ikki slapp at
halda fram í kappingini,
bað hann um at fáa endur-
goldið útreiðslurnar, sum
hann hevði havt av kapp-
ingini.
Men tað noktaði Blu eis-
ini fyri.
– Vit hava ikki noytt teg
at verið við í hesi kapping-
ini, og tú hevur frá byrjan
fingið at vita, at tú mátti
gjalda útreiðslurnar í sam-
bandi
upptøkuroyndina
sjálvur, skrivar Blu í einum
brævi til Jens Marna, har
tey nokta honum endur-
gjald.
Jens Marni visti av, at
hann skuldi gjalda fyri
ferðina til Danmarkar, men
tá ið hann varð sendur úr
kappingina av nýggjum
treytum, sum vóru settar
aftaná, at hann hevði verið í
Danmark, helt hann tað
vera eitt prinsippmál, at
hann skuldi fáa pengarnar
aftur. Hevði Blu bara gjørt
treytirnar greiðar frá byrj-
an, hevði hann ongantíð
teknað seg til kappingina.
Ikki eins fyri øll
Tað kann vera trupult at
gera upp, hvør er amatørur
og hvør ikki er tað. Tað er í
øllum førum greitt, at Jens
Marni kann uppfylla flestu
av treytunum, sum Blu hev-
ur sett. Hann livir ikki av at
spæla tónleik og hann hev-
ur ongantíð havt sáttmála
við plátufelag.
– Tað er eitt sindur beiskt
at síggja, at øll verða ikki
viðfarin líka. Ein av luttak-
arunum hesaferð hevur giv-
ið fløgu út, men hann slapp
ígjøgnum nálareygað, og tá
ið tað kemur til at framføra
tónleik, so hava fleiri av
luttakarunum spælt nógv
ígjøgnum fleiri ár, sigur
Jens Marni Hansen.
Hann heldur, at hann
hevur fingið óstortliga og
skeiva viðferð frá Blu Pro-
duction, og tað er hann sera
vónbrotin av.
– Tey nokta fyri, at tey
hava gjørt nakað skeivt og
vilja geva mær alla skuld-
ina fyri hetta. Tað vil eg
ikki góðtaka, tí tey hava
ikki klára at arbeitt nóg
professionelt
mótvegis
mær, og at fara at broyta
treytirnar fyri luttøku, tá ið
kappingin er komin í
gongd, er óskiljandi, sigur
Jens Marni.
Í seinasta brævinum frá
Blu, sum hann fekk fyri
eini viku síðani, siga tey, at
tey fara at lata løgfrøðingar
hjá sær kanna gongdina í
málinum fyri at tryggja sær,
at einki skeivt er farið fram.
Síðani skal Jens Marni
frætta niðurstøðuna hjá
teimum.
– Eg havi biðið um eitt
endurgjald á 3000 krónur,
og eg ætli mær ikki at fara
víðari við hesum, um tey
nokta at gjalda einaferð
afturat. Hetta hevur verið
eitt prinsippmál fyri meg at
gjørt vart við mína mis-
nøgd, tí eg haldi, at tey hava
borið seg skeivt at, sigur
Jens Marni.
Endin á søguni er so fyri-
bils tann, at tónleikarin,
sum
helt
skulu
verða
stjørna í eitt kvøld, misti
gylta møguleikan, og han
slapp at gjalda nakrar
túsund krónur fyri tað.
– Tey nokta fyri, at tey hava gjørt nakað skeivt og vilja geva mær alla skuldina fyri hetta. Tað vil eg ikki góðtaka, tí tey hava ikki klára at arbeitt nóg professionelt mótvegis mær, og at fara at broyta treytirnar fyri luttøku, tá ið kappingini er komin í
gongd, er óskiljandi, sigur Jens Marni Hansen
Mynd: Finnur Justinussen
Jens Marni Hansen helt seg
kunna uppfylla allar
treytirnar, sum vórðu settar
fyri luttøku, tá ið hann var
til upptøkuroyndina
Í endaliga sáttmálanum
hava framleiðararnir av
Stjørna í eitt kvøld sett nýtt
krav um útgávu av tónleiki,
og tað feldi Jens Marna
Jens Marni kennir seg illa viðfarnan
C
M
Y
K
14