týsdagur 11. februar 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 11. FEBRUAR 1997
tíðindablaðið | |
Tenninar eru batnaðar, men...
Føtroya Tannlæknafelag rópar varskó, tí tað gongur ikki
nóg skjótt rætta vegin við tannheilsuni. Tannlæknafelagið
gevur góð ráð m.a. um at eta minni av søtum. Tad er ikki
tað sama sum ongantíð at eta sótt, sigur felagið m.a. í
hesi greinini
Í Oyggjatíðindi 22. januar
skrivar »ung mamma« grein
við yvirskriftini >Almenna
tannapinan«
Lesarabrøv undir dul-
nevni svarar ein sjáldan aft-
ur, men í hesum fyri nemur
unga mamman« við mål,
sum hevur stóran áhuga ikki
minst millum okkum tann-
læknar. Ti onkur misfatan
eisini er í greinini, vilja vit
við hesum rættleiða og út-
greina umrødda mál gjøll
ari
Eftir at 15 barnatann
læknar vóru saman á Sandi
í heyst sendu vit hesa yvir-
lýsing til fjølmidlarnar 3
november
Yvirlysing frá Føroya
Tannlæknafelag
Barnatannlæknarnir hava å
fundi í Sandoynni tosað um
tannheilsuna hjá børnunum
í Feroyum
Eftir at tannheilsan øll år
im síðan 60'ini stødugt et
batnað, visa kanningarnar
frá 1995 ein vøkstur av
brendum tonnum ser
stakliga hjá teimum 14 til
17 ára gomlu. Hví er hetta
hent?
Orsøkin eru broyttir
matvanar millum ung.
Vit ávara mót ti ótalm-
aðu ovurnýtslu av søtum
drykkjum sum saft, djús
og sodavatn. Henda ovur
nytsla er ikki bert skaðilig
fyri tenninar, men fyri heils
una í síni heild
Tannlæknarnir mæla
til:
— at allir skúlar, har etið
verður á skúlanum,
útvega sær kuldaskáp
til mjólkina
- at prísurin á mjólk
verður lækkaður
- at næmingarnir ikki
drekka sodavatn o.l. í
tímunum.
Djúpidalur 26. okt. 1996
Ásla Poulsen, formaður
»Ung mamma< byrjar
greinina við at skriva, at vit
hava verið úti í pressuni og
sagt, at tennirnar hjá teim-
um ungu eru so ómetaliga
ringar. Hetta stendur fyri
hennara rokning; hesi orð
standa ikki í yvirlýsingini,
sum sæst omanfyri.
Fyri betri at lýsa tað sum
meinast við í yvirlysingini,
skulu vit fyrst royna at
greiða frá, hvussu vit máta
tannheilsuna hjá børnunum
Uttan eina neyva máting av
hesi, kann tað annars bert
blíva til gitingar.
Síðan lóg um barnatanna-
røkt kom í gildi 1. aug. 1986
hava føroyskir tannlæknar,
sum lógin fyrisitur, gjørt ár-
ligar skrásetingar av tann-
sjúkuni karies = brendar
tenn. Tað verður gjørt á
tann hátt, at:vit eina ferð um
árið skráseta á serligt skjal,
hvussu nógvar tenn/tann-
Matur (S=surfaces) barnið
hevur, hvussu nógvar
brendar tannflatur (D=de-
cayed), trektar tenn (M=-
missed) og fyltar flatur (F=-
filled) hvørt barn hevur. Tá
vit leggja saman D+M+F
fært tú eina mynd av.
hvussu nógvar sjúkar/
brendar tannflatur eru í mun
til tær frísku hjá hverjum
barni sær
Á internationalum máli
kallast hetta talið DMF-S.
Nevndu skjól sonevnd
OCR-blød verda vid års-
enda send til Landbrugets
EDB-central i Danmark
optiskt lisin og vidgjørd
DMFS-tølini verða síðan
løgd saman fyri aldursbólk-
arnar 5 ár, 7 ár, 12 ár og 15
ár bæði fyri barnatenn og
vaksnamannatenn
Skrásetingarnar hava ver
ið gjørdar i mong ár, men
síðan 1991 hevur Føroya
Tannlæknafelag gjørt eina
ársfrágreiðing út frå tølun
um, og er henda
kommunum landsstýri
landslækna og onnur Vit
samanbera í henni aldurs
bólkar og kommunur, og
kunnu eisini samanbera
Førovar við onnur lond, í
hesum fari Danmark
send
HjáLaGt: talva 4 i OCR-
frágreiðing 1995
Síðan skipað barnatanna
røkt byrjaði seinast í hál
trýssunum er tannheilsan
stødugt batnað, ja upp ímóti
80 prosentum vísa tølini
Tað ljóðar av nógvum, men
tå á døgum stóð eisini sera
illa til. Tey flestu sum vóru
børn tá, minnast aftur á
manga ringa tannapinu, so
gott er tað, at nógv frægar
stendur til nú
Av stabbunum í talvuni
síggja vit, at tannheilsan
síðan fyrstu uppgerð í 199
framvegis stødugt batnar;
men vit síggja eisini vøkslt-
urin í 1995, sum yvirlýs-
ingin sipar til. Stabburin
longst til høgru í hverjum
aldursbólki vísir kariesstød-
una í Danmark; tað verður
nakað enn, áðrenn tann-
heilsan i Føroyum verður
eins góð og har.
Orsøkirnar til munin eru
mangar, ov drúgt at koma
inn á her, men tvær høvuds-
orsøkir skulu neynast
tannarøktin kom nógv
seinni í gongd i Føroyum,
og småbarnatannarøktin er
enn ikki fult útbygd.
Skulu vit taka aftur í stød-
una, sum hon er í dag í Før-
oyum, so vísir tað seg, al
umleið 1/3 av 12-åra goml-
um børnum als ongar
brendar vaksnamannatenn
hava, 1/3 hevur bert fáar
brendar tenn, meðan sein-
ast: tnøingurin hevur heldur
vánaligar tenn. Millum tey
15-åra gomlu eru færri við
púra frískum tonnum
Tá Føroya Tannlæknafel-
ag í yvirlýsing rópar >var-
skó< er tað, tí vit fyri fyrstu
ferð hesi 5 árini síggja eitt
týðuligt afturstig serliga hjá
teimum |$-ára gomlu, men
eisini hjá teimum 7 ára
gomlu børnunum
Tannlæknar kenna seg
at hava skyldu at upplýsa
b æði foreldur, bern og
myndugleikar, tá so er.
Samstundis sum yvirlýs
ingin varð send fjølmiðlun
um, skrivaðu vit til lands-
stýrið, landsskúlafyrisiting-
ina, landslæknan, heilsu-
røktina og Mjólkarvirkið
Búnaðarmanna. Í skrivi
okkara til landsstýrið mæla
vit ma. til, at prisurin á
mjólk verður lækkaður, so
her eru vit samd
Vit fingu svar aftur frá
landsstýrinum alt fyri ent
um, at arbeitt verður við
málinum. Landsskúlafyri
sitingin hevur heitt á skúl
arnar um at skipa verður
fyri evnisvikum innan
heilsu/tannheilsu. MBM
ringdi beinanvegin og
søgdu okkum, at teir eru í
gongd við tiltøk, sum verða
sett í verk nú í vár, alt í alt
ein positiv afturboðan
Vit hava vónir um at
røkka sama stóði sum í
Danmark innan fá ár, tá
smábarnatannargkun hjá
okkum er fult útbygd vænt-
andi ár 2001
Har småbarnatanna-
røktin er komin í gongd,
er tað gjørt uttan meir-
kostnað av týdningi. (I
Tórshavn er barnatalið tó so
stórt, at neyðugt hevur verið
at seta meira fólk, Runavík/
Nes kommunur eru eisini
undirmannað, um øll børn
0-16 ár skulu hav angktandi
tannarøkt). Tá barnatann-
læknarnir hava tíkið 0-6 ára
gomul undir ta skipaðu
tannarøktina, hava teir priv-
atu tannlæknarnir sjálvsagt
mist arbeiði. Hetta er tó
gjørt í sátt og semju við teir,
ti ta bestu barnatanna-
røktina fært tú undir
skipaðum vidurskiftum.
Tá tað hevur borið til uttan
meistkostnað, er tað tí tann-
heilsan hóast alt er batnað
munandi, sum omanfyri
nevnt, og harvið er meira
arbeiðsorka vorðin tek. Fer
tannheilsan framyvir. sum
stabbarnir fyri 1995 vísa, at
versna enn meira, hava
summir tannlæknar óivað
tíkið í so nógv uppá seg.
Tannlæknar eru lærdir til
og skulu altíð fremst í hug-
anum hava: at tenninar
skulu varðveitast heilar
frá tær koma undan og alt
lívið.
Í okkara døgum verður
Vaksnamannatenn FR 91 til 95 og DK 95
7. 12 og 15 ára gomul
14 +|
10 |
mo
Ø:
o
+
N
6
ofta tosað um >vælferðar-
sjukur«, sum nógv plágast
av, ein teirra er brendar
tenn. Í mun til hinar >væl-
ferðarsjúkurnar<, sum ikki
nýtist at verða nevndar her,
eru brendar tenn ein teirra,
sum sleppast kann heilt
undan
Góð ráð:
1. Bustið tenninar heilt
reinar hvenn dag og nýtið
tannatráð.
2. Latið tenninar hava
frið (ikki fylla í munnin
alla tíðina).
3. Minkið um ta seta.
Føroya Tannlæknafelag
hevur við hesum ikki sagt,
at ein ongantíð skal eta
sett ella drekka setar
drykkir, - tað skal bert
ikki vera í tíð og ótíð, um
tú vilt hava frískar tenn.
Hetta er títt egna val, men
foreldur velja eisini fyri
børn síni.
Sela og uppseting =
CO av
3 REINSILÚKUM
= ROYKHETTUM
TH
HHH
HH
Uppskot hevur verið
frammi um at:seta ein kost-
ráðgeva. Verður hetta veru-
leiki, vil Føroya Tannlækn-
afelag fegið verða við í fyri-
reikingini, tí vit halda okk-
um vera lyklapersónar í hes-
- me om
DD om TT TA
WM DMF-S 93
DK 95
um høpi
Vit vóna, åt »ung
mamma« og onnur eftir at
hava lisið greinina, skilja,
at allir tannlæknar ar-
beiða fyri at fæmja tann-
heilsuna í landi okkara.
Eisini eru nógvar góðar restir!
Spt MARJUN HEIMÅ
C. Ployensgeta 4
100 Tórshavn
Tlf. 12531