hósdagur 23. oktober 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 201 - 23. oktober 2003
Nr. 201 - 23. oktober 2003
27
Endiliga slapp eg at
gera nakað fyri Jesus-
pápa, segði Elin
Mouritsen leikstjóri,
tá »føroyski« Jesus-
filmurin varð avdúk-
aður í Norðurlanda-
húsinum týskvøldið.
Talan er um fyrsta
spælifilmin í fullari
longd, sum er syn-
kroniseraður til før-
oyskt, og tí var hetta
ein søguligur dagur.
Talan er samstundis
um eina uppgávu,
sum kirkjur, kristi-
ligar samkomur og fe-
lagsskapir hava lyft í
felag
FILMUR
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Fylg mær!
Hesi bæði orðini søgd av
munni Jesusar munnu vera
sjálv kjarnin í kristnu
trúnni hjá mongum føroy-
ingi. Orðini vóru samstund-
is tey bæði fyrstu, sum
føroyski
almenningurin
fekk at hoyra úr filminum
Jesus, sum er týddur til
føroyskt.
Í Norðurlandahúsinum
týskvøldið var filmurin
lagdur fyri føroyska al-
menningin, brot vóru víst,
og góða uppmøtingin vitn-
aði um, at filmurin hevur
stóran áhuga millum fólk.
Áhugavert var at síggja
nógv kend andlit fyri ym-
iskar samkomur í Føroyum,
sum loksins hava fingið
nakað at vera púra samd
um.
Talan er um fyrsta stór-
film yvirhøvur, sum full-
komiliga er synkroniserað-
ur til føroyskt. Hvussu úr-
slitið er, fara helst nógvar
meiningar at vera um. Tað
er týðiligt, at munnurin á
Jesusi, leiktur av Brian
Deacon, ikki altíð samsvar-
ar heilt við røddina hjá Pálli
Danielsen, sum leggur før-
oyska tungu til. Men eftir
eina løtu hugsar tú ikki so
nógv um, at samsvarið ikki
er 100 prosent.
Í fyrstuni er tað eisini
løgi, at sjálvur Jesus skal
ljóða sum Páll Danielsen,
ið er kendur líka frá
SATSA til Likkulikkuleia.
Men tað venur tú teg eisini
við, og Páll kemur væl frá
uppgávuni at bera gleði-
boðskapin.
Sonne knýtir saman
Filmurin, sum byggir á
Lukasar evangeliið, er frá
1979, og upptøkurnar eru
gjørdar í Ísrael. Hann er um
Jesu lív, frá føðing til upp-
reisn. Hann er tveir tímar til
longdar, og føroysku rødd-
irnar eiga fólk úr leiklistini
og føroyska fjølmiðlaheim-
inum.
Frásøgumaðurin í filmin-
um er Sonne Smith. Hans-
ara rødd liggur væl undir
og knýtir nógvu frásagnir-
nar saman, so filmurin
gerst ein heild. Sonne er ein
høvuðsleikari í filminum
og hoyrist gjøgnum allan
filmin.
– Hetta er tann størsta og
torførasta uppgávan eg
nakrantíð havi havt á leik-
palli. Eg eri glaður fyri úr-
slitið og sera takksamur
fyri álitið, at eg slapp at
vera við, segði Sonne, eftir
at áskoðararnir høvdu fing-
ið høvi at sæð brotið við
fjallaprædikuni.
Sonne Smith hevði hug at
geva leikstjóranum Elini
Mouritsen ein stóran part
av heiðrinum fyri, at úrslit-
ið var so frægt.
– Tá eg sá, at Elin Mour-
itsen skuldi leikstjórna, so
hugsaði eg við mær sjálv-
um, at nú skalt tú lúka
hennara ótrúliga hørðu
krøv. Millimetrar eru alt ov
stórir hjá Elini Mouritsen.
Giga-millimetrar eru meira
Elin, og vit hava verið
noydd at lisið umaftur og
umaftur, tí hon hevur kravt
tað, sigur Sonne Smith.
Eitt vælsignilsi
Upptøkurnar eru gjørdar í
Studio 1 í Útvarpi Føroya.
Sjónleikararnir og frásøgu-
fólkini hava havt ein jarn-
pult, har tey sóu filmin á
einum lítlum skíggja, með-
an tey hoyrdu amerikansku
røddirnar í einum oyrna-
lurti. So var bara at lesa
burturúr handritinum, til
Elin Mouritsen var nøgd.
Nú úrslitið liggur frammi
sigur Elin Mouritsen seg
loksins vera nøgda.
– Tað følist sum eitt væl-
signilsi, at eg slapp at vera
við til hetta. Hetta hevur
verið sera torført, men eg
eri glað fyri, at eg endiliga
slapp at gera nakað fyri
Jesus-pápa,
sigur
Elin
Mouritsen.
Tey høvdu bara eina viku
at gera allan filmin í, og tað
var skjótt, at amerikansku
fyrireikararnir máttu biða
Elina um at gera skjótari av,
tí annars fór tað at taka eitt
hálvt ár. Elin heldur, at tað
hevur verið teimum før-
oysku sjónleikarunum fyri
at takka, at tað gekst so
væl.
– Vit hava havt eitt fant-
astiskt samstarv øll somul.
Vit høvdu sjálvandi nógv
um at vera, men tá tað er so
positivt, so fært tú 250 kilo
av eyka orku. Eg var eitt
sindur skeptisk, tí vanliga
orka vit ikki at síggja syn-
kroniseraðar filmar. Men
øll gjørdu sær stóran ómak,
so tað gjørdist eitt stórt
upplivilsi,
sigur
Elin
Mouritsen.
Á 800 málum
Filmurin er umsettur til
fleiri enn 800 mál, har
røddirnar eru synkroniser-
aðar. Meginreglan hevur
verið, at teksturin er bíb-
ilskt sannur og lættur at
skilja hjá fólki.
– Tað, at filmurin liggur
so tætt upp at tekstinum hjá
Lukas hevur gjørt filmin
lættari at týða, heldur Poul
Johan Djurhuus, ið saman
við Heina Lützen hevur
Jesus tosar føroyskt
samskipað føroysku verk-
ætlanina. Týtt hava Árni
Absalonsen, Simona Jo-
hannesen og Annelisa Ras-
mussen.
Íbirtari til Jesus-filmin er
amerikanarin Bill Bridget.
Poul Johan Djurhuus sigur,
at hann var sera sjónmikil
maður, ið longu tíðliga
hevði ein dreym um at gera
ein film um Jesus, soleiðis
sum Lukas sá timburmann-
in.
– Hann vildi náa menn-
iskjum allastaðni við boð-
skapinum.
Síðan
1950
hevði hann borið upp á
dreymin at gera film um
Jesus, sum var trúgvur
ímóti Bíbliuni og sam-
stundis var fangandi. Hann
trúði upp á megina við
filminum. Jesus-filmurin
hevur havt positiva ávirkan
á fólk, sum eisini var málið
við filminum. Endamálið
var at náa út til fólk um all-
an heim, og tað má sigast,
at hann hevur gjørt, sigur
Poul Johan Djurhuus.
Føroyska verkætlanin er
úrslit av samstarvi millum
umboð fyri kirkjur, kristi-
ligar samkomur og felasg-
skapir í Føroyum. Hesi
hava skipað seg í umboðs-
ráð við fólki úr Fólka-
kirkjuni, Brøðrasamkom-
uni, Hvítusunnusamkom-
uni, Katólsku kirkjuni, Ad-
ventkirkjuni, Samkomuni
Immanuel, Frelsunarherin-
um, Meinigheitini í Hoyvík
og Kirkjuligu Heimamissi-
ónini.
Ein starvsnevnd hevur
samskipað arbeiðið við
filminum og skipað fyri
føroysku
týðingini.
Í
starvsnevndini hava sitið
Uni Næs, Richard Schwart-
son, Símun Absalonsen og
Heine Lützen. Ein serlig út-
gáva av filminum, saman
við frálærutilfari á føroysk-
um, er gjørd til skúlabrúks.
Filmurin fæst fyri 150
krónur kring landið.
LUTTAKARAR
Í uppruna filmsupptøkuni:
Brian Deacon í leiklutinum sum Jesus
Producer:
John Heyman
Co-producer:
Richard Dalton
Screenplay:
Barnet Fishbein
Directors:
Peter Sykes og John Kirsh
Í sambandi við føroysku røddirnar:
Leikstjóri:
Elin Mouritsen
Samskipað:
Heine Lützen
Týtt til føroyskt:
Annelisa Rasmussen
Simona Johannesen
Árni Absalonsen
Leikarar til føroysku røddirnar:
Páll Danielsen:
Jesus
Sonne Smith:
Frásøgumaður
Høgni Johansen:
Jóhannes Doypari, Pilatus
Heine Lützen:
Pætur
Hallur Hjalgrimson:
Ungur maður 1
Ronnie Poulsen:
Ungur maður 2
Asbjørn Mikkelsen:
Maður 2
Andrass Arge:
Herhøvdingi, Djevulin
Ólavur á Váli:
Maður 3
Kári Øster:
Kaifast, Eldri maður 1
Flóvin Jacobsen:
Annas
Jóannes á Váli:
Eingil
Sam Jakobsen:
Heródes
Kári Mouritsen:
Maður 1
Kristin Mouritsen:
Drongur 1
Áki Lützen:
Drongur 2
Rebekka Petersen:
Genta
Elin K. Mouritsen:
Ung kvinna 1
Linda Petersen:
Maria
Sunneva Jakobsen:
Kvinna 1
Elsa Jacobsen:
Elisabet, Kvinna 2
Nora Bærentsen:
Eldri kvinna 1
Hilmar Jan Hansen:
Sakeus, Eldri maður
umframt onnur til smærri leiklutir
Elin Mouritsen hevur verið leikstjóri á føroysku útgávuni av Jesus-filminum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
27
26