hósdagur 23. oktober 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 201 - 23. oktober 2003
Nr. 201 - 23. oktober 2003
29
ÁR TEIRRA BREKAÐU
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Á ráðstevnuni um brek og fjøl-
miðlar, sum varð hildin í Athen í
juni mánaða í ár, fingu fjøl-
miðlarnir skuldina fyri, at fólk í
Evropu eru so óvitandi um tey, ið
bera brek.
Ein kanning, gjørd millum
íbúgvar í Evropu, vísir, at útvið
60% eru sera lítið kunnað um,
hvussu ymisk brek kunnu vera.
Tí varð samtykt og ein yvirlýsing
gjørd, sum sigur, at tey við breki
skulu gerast meiri sjónlig í
evropeisku fjølmiðlunum.
Á ráðstevnuni kom eisini fram,
at summi lond eru raskari enn onn-
ur at seta fólk við breki í starv á
altjóða fjølmiðlum.
Umframt Ongland, varð Spania
nevnt. Har hevur nevniliga ein
blind kvinna høvuðsábyrgdina av
dagligu tíðindasendingini hjá
einari av landsins størstu sjón-
varpsstøðum.
Ráðstevnan varð hildin í
samband við, at Evroparáðið hevur
lýst 2003 at vera ár teirra brekaðu.
Hvørt ár velur Evroparáðið eitt
evni, ið serligt ljós skal varpast á,
og í ár vórðu tað tey við breki,
sum fingu henda framíhjárætt.
Fjølmiðlarnir
skulu kunna
um brek
Martin Johannessen er ein av mongu við rørslutarni. Hann er 20 ára gamal
og gongur á HF í Klaksvík. Tað eru umstøðurnar hjá fólki við breki, sum
Evroparáðið vil, at fjølmiðlarnir skulu gera meiri sjónlig
HUGNATILTAK
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Í samband við "langan leygardag" í
Havn, skipaði Javni fyri
hugnatiltaki í gongugøtuni.
Tiltøkini hjá Javna eru altíð
nakað fyri seg, og tey duga so sera
væl at fáa fólk í góðum hýri.
Henda dagin var møguleiki at
fylla eitt spurnarblað út, har tey,
sum svaraðu rætt, kundu vera við í
lutakasti um ein X-box.
Hepni vinnarin varð 18 ára gamli
John Joensen úr Skúgvi. Hann býr
í sambýlinum í Stoffalág. Hann
starvast í útibólkinum, sum eitt nú
fríðkar um uttan fyri økini hjá
ymisku stovnunum undir
serforsorgini.
John er óførur arbeiðsmaður og
hevur góðan arbeiðshug. Hann er
heppin, tí hann hevur nakað at fara
upp til hvønn morgun.
Men tíverri eru tað fleiri við
menningartarni, sum ikki sleppa at
gera samfelagsnyttu, rætt og slætt
tí, at arbeiðsmarknaðurin ikki
hevur sæð, hvussu ógvuliga stórt
tilfeingi vit eiga, júst í hesum
fólkum.
Ein yvirlýsing, sum hevur til endamáls at gera tey, ið
bera brek, meiri sjónlig í evropeisku fjølmiðlunum, varð
í summar samtykt á eini ráðstevnu í Athen
John vann eina X-Box
Herfyri skipaði Javni
saman við frítíðarklubb-
anum og M’as Blues Band
fyri hugnatiltaki í gongu-
gøtuni í Havn
Formaðurin í Javna
handar John Joensen
X-boxina, hann vann í
eini spurnarkapping
C
M
Y
K
29
28