Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. oktober 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 201 - 23. oktober 2003 31 31 C M Y K 30 Nr. 201 • hósdagur • 23. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Hjálpti at rópa hart Tað skundaði undir leiðsluna í FCK, at Todi Jónsson gav ilt av sær viðvíkjandi væntandi scanningini av einum skaða í lærkrikanum. Upprunaliga skuldi Todi bíða eftir hesum í tíggju dagar, men eftir at hann umvegis BT segði frá frustratiónum sínum um bíðitíðina, tók leiðslan annað skinn um bak. Á heimasíðu síniari sigur Todi frá, at hann skuldi til scanning mikudagin, men við evstamark okkara bar tó ikki til at fáa at vita, hvat úrslitið av hesum hevði verið. -jm Svimjisamband Før- oya hevði ársaðalfund leygardagin 18 okt. í Havn SVIMJING Tíðindaskriv Á skránni var eisini væl av nevnd, og fyri valið stóðu Eli Stakksund, og Oluffa á Høvdanum, og vórðu tey bæði afturvald. Nevndin í Svimjisam- band Føroya sær soleiðis út: Formaður: Katrin Joensen Næstformaður: Eli Stakksund Skrivari: Oluffa á Høvdanum Svimjisamband Føroya gevur á hvørjum ári út eina svimjihándbók, og bókin fyri svimjiarið 2003-2004 varð løgd fram á fundinum. Henda bók er eitt gott amboð hjá svimjarum og øllum teimum í hava við svimjing at gera, og hevur Svimjisambandið eisin isent øllum feløgunum í landinum nøkur eintøk. Í bókini finnur tú millum annað: metlistar, kapping- arkalendara, myndir frá svimjiárinum ið fór, krav- tíðir, svimjireglur og nógv annað. Holte hevur eftir trý umfør í donsku landskappingini framvegis einki stig á kontini FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Føroyska útisetafelagið í bestu donsku flogbólts- deildini fyri menn, Holte, hevði um vikuskiftið vitjan av verandi donsku meistar- unum úr DHG Odense. Roknað varð við, at talan var um sera møtumikla uppgávu hjá Holte, og úrslitið gjørdist eisini ein tryggur sigur til DHG. Við settúrslitunum, 20-25, 23- 25 og 17-25, gjørdist talan um triðja ósigurin hjá Holte, sum enn er stigaleyst í botninum av talvuni. Bárður B. Mikkelsen, sum er annar av føroysku leikarunum í Holte, sigur um dystin, at hann ikki var serliga væl leiktur fyri teirra viðkomandi. Serliga álopsspælið riggaði illa, og tó at Odense átti sigurin uppibornan, so komu teir nakað lætt til stigini, heldur Bárður. Komandi dysturin hjá Holte í donsku kappingnini verður ikki fyrr enn 1. november. Undan hesum er tó talan um Top Teams Cup, sum er Europa-Cup kapp- ingini í flogbólti, og har skal Holte spæla móti trim- um øðrum liðum. Nevnliga Ozolnieke Poliurs úr Let- landi, Vegyesz Kazinc- barcika úr Ungarn og Örkelljunga VK úr Svøríki. Svimjifundur Nýggja nevndin í svimjisambandinum avmyndað eftir aðalfundin Máttu lúta fyri meistarunum Bridgeárið byrjað Árliga uttandura firmakappingin hjá B36 varð leikt um vikuskifti. 23 virki tóku lut FIRMAKAPPING Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Um vikuskiftið skipaði B36 fyri uttandura firma- kappingini, sum eftir- hondini má sigast at vera eitt afturvendandi tiltak. Eitt tiltak, sum onkurs- vegna tykist møta vælvild frá veðurgudunum, tí hóast spælt verður í oktober- og onkra tíð í november mán- aði, so hevur veðrið hvørja ferð verið leikarum og fyri- skiparum til vildar. Soleiðis var hesa ferð, tá tey 23 luttakandi liðini brustu saman. Nógvir dyst- ir skuldu greiðast, áðrenn funnið varð fram til final- istarnar, sum hesa ferð vóru teldumenninir frá Farodane og rørleggjararnir frá Hans Dam. Her vístu teldumenn- inir seg at vera teir sterk- astu, og eftir dystin kundu teir so fáa stóra steypið. Teir hjá Hans máttu so- leiðis taka til takkar við øðrum plássinum, og á triðja plássinum kom so bilasølan hjá Wenzel. Umframt at kappingini fyri virkini var eitt kær- komið høvi til at taka for- skot upp á veturin, har fót- bólturin og firmakappingar á nógvum starvsplássum hava høga raðfesting, so var tað fyri B36 liður í arbeið- inum at savna inn pening til uttanlandsferðir hjá yngru liðunum. Her plagar felagið at senda lið til kappingar uttanlands á hvørjum ári, og í so máta verður 2004 einki undantak. Farodane vann firmakapping Fyrsta kappingin hendan veturin var í Vági, har Eysturoyar bridgefelag vann FM- heitið fyri feløg BRIDGE Bogi Simonsen Kappingarárið hjá FBS fór av bakkastokki longu í sep- tember í ár, tá kappingin FM-Feløg varð leikt í Vági. Eitt lið úr hvørjum felag spældi um heiðurin at gerast føroyameistari fyri feløg. Kappingin var fram- úr væl fyriskipað, og eiga vágbingar stórt rós uppi- borið. Sjálvdan hevur nøk- ur kapping verið meir spennandi enn tað sama. Tá ið roykurin hevði lagt seg, var tað Eysturoyar Bridge- felag, ið vann við einum impi. Bridgedeild Kaggans gjørdist nr. 2. Eysturoyar Bridgefelag vann steypið til ognar, og framgongur endaliga støð- an av yvirlitinum niðanfyri: 1 Eysturoyar Bridgefelag110 2 Bridgedeild Kaggans 109 3 Havnar Bridgefelag 67 4 Vágs Bridgefelag 58 5 Vágs Bridgefelag II 51 6 Nýggja Bridgefelagið 40 Á liðnum hjá Eysturoyar Bridgefelag vóru: Eyðun Anthoniussen og Robert Langaard - Dia Jacobsen og Hans Egil Rasmussen Liðið hjá Bridgedeild Kaggans: Bogi Simonsen og Símin Lassaberg - Heðin Mortensen og Jan Petersen Sum nakað nýtt varð ein multihold útrokning gjørd yvir hesa kapping, multi- hold er ein útrokning sum á leið sigur, hvussu tey eink- ultu pøruni hava staðið seg í kappingini. Støðan í Mulithold: 1 Bogi Simonsen og Símin Lassaberg 21,76 2 Eyðun Anthoniussen og Robert Langaard 19,56 3 Heðin Mortensen og Jan Petersen 18,56 Her er vert at leggja til- merkis, at Heðin Morten- sen og Jan Petersen, ið ikki hava spælt saman áður gjørdist nr. 3, eitt framúr úrslit hjá teimum báðum. Komandi vikuskifti byrj- ar so kappingin hjá 1. og 2. deild aftur. Lagt verður til brots fríggjakvøldið kl. 19:00 í Bridgehúsinum í Tórshavn. Í 1. deild eru seks lið, meðan 2. deild tel- ur 10 lið. Ávísar broytingar í reglugerðini eru framdar. Eitt nú kann nevnast, at øll pør, sum luttaka, skulu hava eitt væl útfylt system- kort (lítið). Brot á hesa reglu verður sektað við 2 kp. Reglugerð við broyting- um sæst á heimasíðuni hjá b r i d g e s a m b a n d i n u m , www.bridge.fo Enn er gjørligt at melda lið til í 2.deild. Skráin hjá Bridgesam- bandinum fyri veturin, 03/04 er annars hendan. 26. september FM- feløg Vágur 24. oktober, FM-lið, Tórshavn 14. november, FM-lið, Eysturoy 16. januar, FM-lið, Tórshavn 31. januar, Føroya Bjór, Simultan 28. februar, FM-pør, hálvfinala 12. marsFM-lið, endaumfar, Klaksvík 27. marsFM-pør, finala Tórshavn FBS hevur avgjørt at senda 2 landslið við til EM, sum verður í Malmø í summar. Kvinnulandsliðið er longu farið undir ávísar fyrireikingar, meðan tað opna landsliðið fer í gongd mánadagin 03.Nov. kl 19:00 í Bridgehúsinum í Tórshavn. Pør, ið hava hug at royna at koma við á landsliðið kunnu seta seg í samband við Róa á Rógvu Joensen samskipara ella Boga Simonsen, nevndar- lim í FBS. Skrivstovumenninir hjá Farodane gjørdust fremstir í firmakappingini hesaferð, og fingu teir steypið frá Poul Hansen til ognar Rørleggjararnir hjá Hans Dam leiktu seg fram til finaluna, men har máttu teir so lúta Wenzel Petersen mátti siga farvæl við gullið eftir hálvfinaluna, men tað mundi tó vera ein troyst, at teir kortini megnaðu at vinna bronsumerkini