leygardagur 15. februar 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 32
Leygardagur 15. februar 1997
DAGNY JOENSEN
Jens Kr. VANG
Í oktober í fjør varð Karin
Kjølbro av Landsstýrinum
bidin um at taka vid sum
formaður í stýrinum fyri
ALS. Tað tekur hon sum eim
heiður og vónar, at hon
hevur førleikan at gera
munagott arbeiði
Tað skuldi tó ikki verið
nakar trupulleiki. Nýggi
formaður er væl skúlaður til
slíkt arbeiði
Í 16 ár var hon tinglimur
fyri Tjóðveldisflokkin, men
valdi at fara úr politiska ar-
beiðinum tí sum hon sjálv
tekur til - tað var ikki ætl
anin at tað skuldi verða lívs-
starv
Hon er útbúgvin sosial-
ráðgevi, og hevur í nógv år
verið leiðari á Kriminalfor-
sorgini. Ein av týðandi upp-
gávunum í hesum starv:
hevur verið at skaffa fólki
undir Kriminalforsorgini út-
búgving og arbeiði
hesum sambandi hevur
hon havt tætt samstarv við
arbeiðsmarknaðin, og sigur,
at hon skyldar arbeidsgev-
arum eina stóra tøkk, tí teir
hava verið ótrúliga beina-
samir, tá hon hevur havt
brúk fyri at fáa fólk í ar-
beiði
Upplýsing
fatan
Fríggjadagin í farnu viku
skipaði ASL fyri seminari,
har fólk sum taka avgerðir,
hava ávirkan og ábyrgd fyri
teimum arbeiðsleysu, vórðu
kunnað um arbeiðið við
lógarbroytingum og um ar-
beiðið á stovninum
Um uppgávuna sum for-
maður í stýrinum fyri ALS,
sigur Karin Kjølbro: - Tad,
at arbeidsgevarar og fak-
feløgini hava stovnað Ar-
beidsloysisskipanina er
søguligt, tí hesir partar ann-
ars eru mótpartar
Tað er í sjálvum sær eitt
bragd at partarnir hava
megnað at loysa hesa stóru
samfelagsuppgávu. Eg skal
tí finna eina gongda leið
millum partarnar. Tað kann
koma til at krevja nógv av
mær
Arbeiðsloysisskipanin
hevur verið fyri mótburði
frå byrjanini. Ein av orsøku-
num til óviljan mótvegis
skipanini er helst, at ov lítið
hevur verid kunnad um
ALS, og tí var skipað fyri
seminarinum undir heit-
inum „ Broytid ALS-lóg-
ina“, har vit fingu upplýsing
og vitan um arbeiðið á
stovninum nú og í fram-
tíðini
Steðan hjá ALS
- Serliga hugtók tað meg
nógv at síggja ein film, sum
ALS hevur latið gjørt. Tað
var kanska tað besta inn-
leggið á seminairinum, tí
tað eydnaðist at fáa evnid
so væl og fjølbroytt lýst
-Umframt tað hevði
Sjúrður Horsdal, stjóri á
ALS, fingið til vega striku-
myndir, vid åhugaverdum
upplysingum um støduna
hjå skipanini, sigur Karin
Kjølbro.
Fyri sløkum fimm årum
síðan fór ALS at virka, og í
hesum tíðarskeiði eru meir
enn ein millard krónur gold-
in inn, og 873 mió. krónur
útgoldnar
- Hugsað tær til, um tað
almenna skuldi havt hesa
útreiðslu aftrat øllum hin-
um, sum komu í hesum tíð-
arskeiðnum?
-Persónliga hald: eg, at
seinastu fimm árini við ar-
beiðsloysinum 0.Ø., er trupl-
asta tíðarskeið okkara síðan
seinna heimsbardaga. Tað
kom sum eitt ólegi oman
yvir okkum, og vit vóru
púra ófyrireikað til at taka
okkum av teimum arbeiðs-
leysu
Karin Kjølbro, formaður í ALS: - Eg haldi,
hava mist arbeiðið, at tey kunnu varðveita sitt sj
Karin Kjølbr
at vit sum menniskju á einhvønn hátt mugu stuðla teimum, sum
álvsvirði og ikki kenna seg kasseraðan
o um 16 ár í politikki:
Ongantíð ætlanin at
verða mitt livsstarv
- Eg helt meg kunna gera betri
ongantíð angrað, sigur nýggi stýris
- Tað var tí ein gáva til
føroyska samfelagið, at
partarnir á arbeiðsmarknað-
inum tóku stig til at stovna
ALS, hóast eingin tå visti,
hvussu stórur tørvurin á út-
gjaldi fór at verða.
Otryggu útlitini hjá ALS
í byrjanini ørkymladu bæði
brúkarar og starvsfólkini á
stovninum
Óvissan í fyrstuni
- Tey arbeiðsleysu hoyrdu
annan hvønn dag, at nú var
kassin tómur. Eingin visti,
hvussu leingi tey kundu fáa
stuðul, hvussu nógv o.s.fr
Tey noyddust at liva i ó-
vissu, umframt at tey høvdu
mist arbeiðið.
- Alt hetta slapp lands-
kassin undan at taka stóðu
til, og kundi nýta tíð og orku
til onnur gerðarmál, sigur
Karin Kjølbro, sum heldur,
at góðar grundir vóru fyri
stríðnum, sum tók seg upp
millum stýrið fyri ALS og
Landsstýrið, eitt nú tá
Landsstýrið blandaði seg
upp í útgjaldstíðina.
Lógin sigur, at útgjalds-
tíðin er tvey ár. Síðani er
hon longd fleiri ferðir. Í
broytingaruppskotinum
mæla vit til, at útgjaldstíðin
skal vera trý ár og tveir
mánaðir, so sum hon er í
dag.
- Í styrinum fyri ALS eru
vit samd um lógarbroyting-
ina, at núgaldandi útgjaldið
skal vera 70% og at varð-
veita útgjaldingartíðina. Vit
eru eisini samd um at lækka
inngjaldið úr 2,75% niður
í fyribils 2,5% 1. julí í ár,
sum merkir, at vit fáa 34
mió. krónur minni árliga.
Henda upphæddin fer ístað-
in í umferð í samfelagnum.
Undantakssteðan
- Hava politikarar gjørt sær
dælt av málinum um Ar-
beidsloysisskipanina?
- Nógv fólk hava fingið
útgjald frá ALS, og tað hev-
ur tí sjálvandi eisini polit-
iskan áhuga.
- Eg haldi, at vit øll hava
verið í undantaksstødu, tå
kreppan kom, og at stríðið
millum stýrið fyri ALS og
Landsstýrið kom av somu
orsøk.
- Áhugaverd eru kortini
politisku sjónarmiðini, sum
komu fram á seminariinum,
at ALS verður ein fíggjar-
miðsavnandi stovnuri í før-
oyska samfelagnum. Hes-
um stúri eg einki fyri, sigur
Karin Kjølbro.
- Skuldu vit fingid ein
fullan grunn, so er tad bert
at fegnast um f hesum pen-
ingafåtækra samfelagnum,
men vegna stýrið tori eg at
siga, at tad beinanvegin
hevði verið semja um at
minka inngjaldið.
- ALS er ogn hjá Føroya
fólki og pørtunum á ar-
beiðsmarknaðinum, og tí
skulu politikararnir vísa á-
huga fyri at skaffa arbeiðs-
pláss, heldur enn at taka sær
av arbeiðinum í ALS. Ég
havi tí biðið um at fáa ar-
beiðsfrið, sigur Karin Kjøl-
bro.
arbeiði aðrastaðni enn í tinginum, og tað havi eg
formaðurin fyri Arbeiðsloysisskipanina
Beta um tænastuna
ALS fer serliga at leggja seg
eftir at fáa arbeiðsávísingina
at virka betur, væntandi í 2.
ársfjóðringi í ár. Eisini eru
heimildir í lógini at geva ar-
beiðsleysum stuðul at fara
á skeið, so tey betur eru før
fyri at bjóða seg framá ar-
beiðsmarknaðinum, og
hetta er eisini á skránni,
sigur Karin Kjølbro.
- Sjálvandi hevði tað all-
arbesta verið, um ALS varð
avtikid, og arbeiðsloysið
hvarv, men tad likist nærum
góðvarni at hugsa sær, sigur
Karin Kjølbro.
ALS er stovnur, ið átekur
sær avleiðingarnar av ein-
um samfelagsligum trupul-
leika, sum tað er at fólk
hava mist arbeiði. Tað skulu
tey hava endurgjald fyri,
eins og ALS frameftir skal
virka fyri, at stuðla fólki at
umstilla seg til broyttu við-
urskiftini.
- Tað verður arbeiðssetn-
ingurin frameftir, sigur Kar-
in Kjølbro.