Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-02-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 33 — 18. FEBRUAR 1997 Sjónarmið Uppskotið til nýggja fólkaskúlalóg eitt skúladómi um mistreysti og erkvisni ímóti okkara sidaar vi Grena uppskotið til nýggja fólkaskúlalóg kom út um ársskiftið og fyllir 264 tætt skrivaðar blaðsíður. Ein skjót gjøgnumgongd fær meg at hugsa um sangin hjá Martin Næs: »Ord, Orð, Orð - einki er sum Ord«! Nei, tað er ikki bara i S. T. at brúk er fyri rationaliser- ingum, men lat tað fara á hesum sinni Við so mongum blaðsíð- um og orðum skuldi verið lætt at fingið hvønn átrún aðarligan- og mentanarligan krók við, men so er ikki Okkara átrúnaður er tó sera væl umboðaður, men tað verður gingið uttan um okk- ara kvæðamentan sum hundur um heitan greyt. Hetta eru vit mong sum undrast á, tí á landsskúla- fyrisitingini hava tey eitt álit frá 1994: >Alit um dans og kvøding í føroyska skúla- verkinum«. Alitið mælir til at kvæðamentan okkara fær fast innivist í skúlanum og at børnini læra kvøding og føroyskan dans å grund- Alitid um Okkara kvæda- mentan hevur sin un frá oktober 1988, tá Jógvan Djurhuus, landsstýrismaður í skúlamálum, heitti á Hens- ar Ellingsgaard, landsskúla- stjóra, um at seta eina nevnd, hvers setningur skuldi verða at taka upp spurningin viðvíkjandi teirri stæðu, føroyski dansurin hevur í samfelag okkara, og at koma við tilmæli um eina ábótarætlan, so kvæði og føroyski dansurin aftur verða ein sjálvsagdur táttur í mentanarlívi okkara Alitið var latið út til hoyr ingar og í desember 1994 var álitið lidugt og latið landsskúalfyrisitingini. álitinum mælir nevndin til at føroyskur dansur og kvøding verður obligatorisk undirvisningsevni í fólka- skúlanum, tó ikki sum egin lærugrein, men sum kravd- ur partur av undirvísingini á ødrum økjum I uppskotinum til nyggja fólkaskúlalóg stendur ikki eitt orð um okkara kvæða- mentan og enn minni um føroyskan dans og kvøding. Kvæðini vrða duld sum mansmorð. Hetta er við- ferðin okkara 6-700 ára gamla mentanarkjølfesti fær ———— — tá okkurt skal koyrast ella goymast frá ráðleggingarnevnd fólk askúlans við Petur Jacob Sigvardsen sum formanni Mær rennur í huga orðini hjá skaldinum, Andreas M Reinert í Norðadali: »Man- gur sum gamal nú man vera/ vil seg sjálvan so góð- an gera/ Tá vit vóru ung, vit vóru so still/ ongantíð kát og dansivill« Teir sum skrivaðu „álitið um dans og kvøding í før- oyska skúlaverkinum< eru kompetent fólk: Hensar Ell ingsgaard, landsskúlastjóri Eivind Weihe, målfrøding- ur. Hedin M. Klein, lærari og formaður í rithøvunda- felagnum og Eyðun Andre- asen, professari í fólkalívs- frødi og formaður. Fleiri av hesum omanfyri neyndu hava ein fakligan - og ment- anarligan førleika sum ráð- leggingarnevnd fólkaskúl- ans ikki eigur og tí átti at dúva uppá heldur enn at ignorerað. Endamálsorðingarnar i fólkaskúlalógunum í Norð- urlondum eru nokk so líkar, men bert einkultar taka kristnu uppalingina fram nevnliga Non. ', Ísland og Føroyar (uppskut). Men her skilja Føroyar seg kortini markant frá Noregi og Ís- landi við bert at hava kristnu uppalingina sum fel- agsnevnara. Onki verður sagt um felags mentan, sum Noregi ger tað, ella um tjóð- skaparlig serkenni sum Ísland ger tað. Ikki eitt orð um felags mentan ella ser- kenni hjá féroysku tjóðini Tey sum íki vita betur halda sjálvandi eins og ráðlegg- ingarnevndin, at vit hava onki mentanarligt ella tjóð- skaparligt serkenni, sum er vert at nevna! Hvat við okk- ara kvæðamentan, kvæðun- um og føroyska dansinum Tað er eitt unikt samleika- eyðkenni, sum eingin onnur tjóð í heiminum eigur. Henda tjóðmentan okkara skilur ikki millum høg og låg, ung og gomul, kvinnu ella mann, støk ella par, sangfugl ella kálv. Í 6-700 år hevur henda okkara før- oya fólksins mentan rúma øllum og gingið hond í hond við okkara átrúna. Keisarin fekk tað sum keisarans var, og Guð fekk tað sum Guðs var A kvædarådstevnu á — Sandi i 1994 hildin i sam- band vid 200 åra minning- arðag hjá Jóannes í Króki endaði norski professarin í følkaminnisfrødi, Brynjulf Alver, fyrilestur sin um før- oyskan dans við orðunum: >Det er ikke berre tale om eit stegmønster og ein vise- genre, men om eit sosiokul- turelt fenomen. Det har med samhandling á gjera, der tekst og melodi, forteljing, den fysiske nærleiken í eit avgrensa rom og samhand- lingen i form av song og røsle vert ein heilskap. Og denne heilskapen er sær- merkt for Færøyvane, og finst berre der« Føroyski dansurin hevur nú í eini 6-700 ár verið ein integreraður partur av okk- ara sidaarvi, og tað skal hann framhaldandi verða, tí sum Poul Eide, sáli, skrivar >Í dansinum hevur tað før- oyska fólkið varðveitt tann dýra skattin, tað eigur í kvæðunum. Kvæðini hava verið borin munn av munni igjøgnum øldir, og vit kunnu tí síga, at dansurin hevur goymt stødid, sum tað før- oyska málið byggir á, so at henda tjóð enn eigur sítt egna mál, mådurmål«. Spurningur er um tað yvir- hevur ber til at læra seg før- oyskt sum móðurmál uttan at kenna okkara kvæða- mentan, kvøding og før- oyskan dans á grundstødi? Mistreysti og erkvisni, sum Petur Jacob Sigvardsen et al. sýna okkara tjóðment- an við ikki at nevna hana ella við at geva henni múla- band í uppskotinum til nýggja fólkaskúlalóg, fær meg at hugsa um Jákup Dahl, tá hann yrkir: »Lågt Viðmerking Regin Eikhólm skrivar liggur tokan, køvandi tung / og myrkir for arbeiðsins degi/ av myrkri og iva er fólki sjúkt,/ einki álit á egn- ari megi«. Treystligari stíga vit fram, tá vit uttan mistreysti, erk- visni og múlaband saman við Jóannes bónda kveða: >Enn eru knotur í førvysk- um kongum,/ tað kennist við hvert lógavtak/ enn eiga vit sess á summum rongum,/ enn stíga vit fram um hurðabak,/ enn torga broddi vit ímót,/ enn livir gamalt føroyskt grøt«. Her kennir tú samleikan, mergjaðan og gevandi tá harðast leikar á! Føroyskur dansur og á- trúnaður eru bæði aldar- gomul mentanarkjølfesti føroyinga og áttu sum so ikki verið í andsøgn hvort við annað, men verðin er vorðin so fjøltåttad, og nøk- ur fá eru sum fegin ofra mentanarfelagsskapin á erk- visins altari fyri síðani í síni átrúnaðuligu hugmóð bert at kunna góðtaka narsistiska andsbróður sín. Hesi eru undantøk og eiga tí ikki at vera norm- ella formgev- andi fyriokkara tjóðmentan Ynskja vit føroyingar framhaldandi at eiga eina livandi kvæðamentan og rokna føroyska dansin sum eitt av okkara samleikaeyð- kennuni, eiga vit at fylgja »ålitinum um dans og kvød- ing i føroyska skúlaverkin- um«. Uppskotid til nyggja fólkaskúlalóg liggur nú úti í landsstýrinum og fer hag- ani nidan í løgtingið. Eg fari at loyva mær at seta formanninum í Ráð- leggingarnevnd Fólkaskúl- ans, Petur Jacob Sigvardsen tríggjar spurningar, og vin- arliga biða um at svara verður aftur í blaðnum 9 skjótast tilber tó innan mál- ið fer niðan í legtingið 1. Hvi er álitið um dans og kvøding í føroyska skúlaverkinum takt íhel? Ert tú ímóti at okkara kvæðamentan og før- oyskur dansur verður lærdur á grundstødi í fólkaskúlanum 3. Er tað eftir tínum tykki nøkur andsøgn millum okkara kvæda- mentan og okkara á- trúna? tó Regin Eikholm, formaður í Sláið Ring, Landsfelag Føroyskum dansi at frama Til Såmal Toftanes listarmålara I dag, sæddur av teim fåu og kendur av teimum smáu hvar hvør kenslan dróg á heimligu trakkaðu slóð har barnalundin spældi ómóð við leiki í haga niðri við sjó. So skjótt rann tann tíðin kæra sum við litum, nú myndir svara hvør betur er at geva minnum ljóð ein hann fremstur í listini stóð, við málingum minnir at draga fram har ein í øllum seg sjálvan fann. Og tann stund koma skal tá navnið eitt um tindar dal millum teir stóru vil ljóða sum áartutli vinsæla ómóða har fjøldir samdust sum tíðir fara við varðum listarverkum vilja svara. Sámal, tínir litir sýna okkum her at tú stórt eitt hjarta ber myndirnar umboða lyndi títt ljóst og vakurt, mótvegis mítt Um mannin, eg heilsi tær málari frægi ið gav minninum heimbygdini vekur klæði Kongadagur - 97. Baraldur á Berhellu Í | Landbúnaðarvgrur fyri sámuligan prís úr Skotlandi! i Í Á | | | il |- | Seyðafóður vid 18% fiskamjøli 25 kg „ 5250 63,00 | Grasteð NPK 20-10-10 50 kg 100,00 125,00 || Grastød NPK 20-10-10 500 kg 963,00 1203,75 — | | Seydahegn, Galv., 80 cm h. Rylock — 100 m 700,00 875,00 — | n Seydahegn, 80 cm h. Rylock 50 m 360,00 450,00 Yvirtrådur, Galv. 3,15 mm 400 m