Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-02-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 1997síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

urð tíðindablaðið S08Í2u Nr. 33 — 18. FEBRUAR 1997 So lágt riða fólksins kosnu... Nøkur sannleiksorð viðv. málinum um >Nólsoyar Påll« Ikki kann sigast annað enn at stjórin á V & B hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri at fáa føroyingum nytt vak- arskip Sum eg havi skilt tað hev- ur hann nú fingið ábyrgdina fyri alt, ið er hent á hesum eki Her skal nú verða roynt at greiða frá hvussu hettar sær út til at hanga saman, tó at ein vildi ynskt at tað ikki var so illa statt í tí landi vit øll hildu vera so gott Sjálvt um flestu framvegis vilja halda at so er, so vakna hesi við kaldan dreym fyrr ella seinni, men til tað tíð verða vit onnur noydd at liva vid, at bert vit vita av Ju. Føroya fólk, so illa er statt í okkara hægstu leiðslu Jalousi, hevndarhugur inar- og kenningar polit ikkur trivist betur nu enn nakrantíð millum landsins un tr: uvivariu Stridid longu byrjad Vitandi hevur leingi verið. at fyrrverandi stjórin á V & B, skuldi leggja frá sær. Nýggi stjórin við rætta lit- inum bleiv funnin, so nú var bert eftir at bíða til tíðin rann út Tá hevði hann ikki >kval- ifikatiónirnar<, tó at hann heldur ikki i dag hevur fing- ið hesar. Men tá man ikki kann fáa mannin nóg góðan til stovnin - ja, so ger man kanska bara stovnin soleið- is, at hann passar til mann- Fyrst skuldi Kjartan Hoy- dal koma sær í starvið sum forstjóri í Tinganesi, men hetta miseydnaðist. Hetta gjørdi tað truplari at fáa rætta mannin framat Tá so freistin at senda umsókn til starvið var úti ið hevði a starvið, men hann var ikki tann rætti. Hetta vildu javn- aðarmenn ikki finna seg í yg royndu at lora og lorka, men tíbetur vildi landsstýrið tá ikki ganga við til at fremja hesa ætlan teirra, men stóðu fast við vanliga framferð í slíkum mål: - nevniliga at best skikkaði fær starvið, so landsins lógir hesuferð blivu fylgdar Teir gevast ikki so Nú mátti okkurt gerast fyri at halda rætta mannin heit- an. Hann bleiv settur sum Fiskivinnustjóri í eitt tíðar- skeið, sum hildið var fór at vera tíðin man skuldi brúka at fáa nýsetta stjóran burtur Men hetta dró út, so tíð- arskeiðið sum Fiskivinnu- stjóri mátti leingjast, og var tað tíðarskeiðið av |. Januar 1997, so hann er longu til reiðar at fara í starvið á V & B Vælvitandi at nytt skip skuldi keypast, fóru person- ar i gongd vid at leita eftir møguleikum at stinga út i kortid, hvussu teir skuldu stinga núverandi stjóran á V & B í ryggin Skipakeyp uppá tal Tá >Nólsoyar Påll« var funnin á sølulista, og víst seg at verða rættuliga vælegnað, m.a. tí tað líktist nógv >Tjaldrinum< sum V & B hevur góðar royndir av, fóru menn at kanna hetta skip og møguligt keyp av hesum Ikki var tað stjórin sjálv- ur, ið kannaði standin á skipinum, men kønir menn á økinum. Hetta sjálvandi tí stjórin ikki hevur tann neyðuga kunnleikan á hes- um øki, eins og løgmadur ikki hevur nakran sum helst kunnleika at stýra einum landi og tískil letur aðrar gera hetta arbeiði Nidurstødan hjá hesum monnum frá Søfartstyrelsen var greið - hetta var eitt gott skip. Somuleiðis segdu maskinmenninir frá V & B, ið eisini vóru í Fraklandi og hugdu at skipinum Tá so skipið kemur til Føroya, við øllum loyvum, ið hartil eru neyðug, verður rumbul á skránni beinan- vegin Her var okkurt, sum skuldi verið gjørt í Frak- landi, men sum ikki var gjørt, funnið. Hetta var V & B vælvitandi um og hevði gjørt vart við hetta, bæði yvir fyri keypara og klassa Men hetta var í lagið - skip- ið kundi sigla heim sum tað var Biløgd úttalilsi ella dugna- loysi Í Førovum fara menn at fregnast umborð hvussu standurin var. Har menn, sum úttalaðu seg í blødunum, hvussu vånaligt skipið var. Ein úttalaði seg um tað elektriska viðvíkj- andi maskinuni. Hesin er aftaná gjørdur til låturs, ti at hann hevdi samanborið tað við installationirnar um- borð á Olav Halga, sum eru gamlar og foroldaðar. Tær umborð á Nólsoyar Páll eru nútímans Menn frá Skála Skipa- smiðju, ið veruliga hava við málið at gera, kunnu váttað at Nólsoyar Páll kann blíva eitt av okkara frægastu skip- um tá tað er liðugt, uttan hesar kostnaðir, sum ein impotent óvildug (?) kann- ingarnevnd er komin við Tað kann sigast at hesir ikki hava verið sína uppgávu verdugur, m.a. tí hesir ikki, í øllum fórum tveir, hava verið innanfyri fakið í fleiri ár, og er teirra metan tí langt frá eftirfarandi Vansar við skipakeypið Tað er nú einaferð so, at tá tú keypir eitt gamalt skip kunnu trupulleikar stinga seg upp, sum einum ikki er vitandi um, uttan at alt skip- ið er tikið sundur - og tað kostar eisini - tí tað skal eis- ini setast saman aftur um ein ikki allíkavæl vil hava tað. Í hesum keypinum var eydnan ikki við føroyingum - men vit kunnu framvegis fáa eitt frálíkt skip burturúr. Hetta er ikki nakað óvanligt tá tein keypir eitt skip, og tískil hava allir partar verið greiðir yvir at møguleiki er altíð fyri at skipakeyp kem- ur at fáa ein meikostnað Um skipið hevði verið lidugtgjørt høvdu vit eitt ak- tiv fyri hesar pengarnar, og um vit hugsa um at keypa eitt nakað nýggjari skip kemur tað allarhelst ikki at kosta undir 10-12 mill. kr + umbyggingar. Og at royna at keypa eitt líka gamalt skip aftur, tá er vandin altíð til staðar fyri at tað sama kann henda Nýbygning - kortanei! Sigast kann at V & B hevur roynt at fáa igjøgnum i landsstýrinum ein nýbygn- ing, men hetta vildu teir ikki hoyra talan um. Tí bleiv Nólsoyar Páll keyptur. Um Ólav Halgi skuldi hildið fram i V & B, kom hann ikki at kosta undir 3 mill kr. í umvælingum og heyði tá ikki kunna siglt meir enn stutta tíð afturat, áðrenn næsta >lappaloysnin< hevði verið neyðug. Tá hevði eisini verið rumbul á skránni. Í Nólsoyar Pálli hava vit eitt skip sum kann nýtast langt inn í næstu øld Tá Tjaldrið kom til landið á sinni, kostaði hetta skip 3-4 mill. kr. at umvæl áðr enn tað var siglingarklárt ráðgevi var tá ein maður, ið er kendur verður hann nevndur í hesum saman- hangi Dúgvan kostaði millum annað 13 mill. kr. at gera siglingarklár, so tað er jú einki óvanligt tá man hevur verið skipakeyp at gera Smyril er eitt annað gott dómi Veruleikin er hesin Men hetta málið snýr seg ikki um at fáa eitt skip tøkt til V & B, so fólkið á stovn- inum aftur fær arbeiðsfrið Endamálið er m.a. Otroytti- ligur hevndarhugur, og um at leiðarin á V % B, altið hevur hildið seg til galdandi lógir - eisini tá landsins út- valdu hava ætlað sær ein túr út um hesa lógir, um- framt at gera pláss á stovn- inum fyri ødrum persónum. M.a. tí hava so nógvir av landsins spolitikkarum vavt seg inn í hetta mál Hevdi nakað verið for- gjørt í hesum máli, sum pol- itikkarnir hava brúkt hálvt (1/2) ár uppá at umrøda, hevði politiski myndugleik- in langt síðan havt sett leið aran á V & B i geglið Nei, teir hava ikki kunnað so mikið sum prógvað nak- að óregluligt í hesum máli og tað er óhugnaligt fyri landið, at so nógv orka skal verða løgð í hetta málið - at alt landið politiskt er steðg- að upp av hesum - sam- stundis sum landið framm- anundan liggur í sorli Alt hetta eru menn (ein- ans í kynsligum týdningi), sum royna at fáa stjóran frá- koyrdan, greiðir yvir, so nú bleiv leita við luppi eftir onkrari aðrari grundgeving Jú, mín sann! Siglingar loyvið var ikki í lagið, men trupulleikin er bara at nú hava aðrir boðað frå, at teir eisini hava siglt skip síni heim bert við tjóðskapar brævi, so nú fingu hesir tí verri nakað av eyka arbeiði ið teir annars ikki ætlaðu, men sum teir verða noyddir at avgreiða, tá teir eru kom nir á málið við V & B Uppsegn og hvat so Meðan eg siti og skriv hetta, hoyri eg útvarpið siga, at Joan Karl Høgnesen hevur biðið um at verða loystur úr starvinum. Hetta var væntandi, tí sjálvt um hetta málið hevði fingið ein enda, hevði bara okkurt annað verið tikið fram til víðari forfylging Nú er væntandi, at ein fyribils stjóri verður settur, til teir fáa gjørt tað møguligt at fáa mannin, sum javnað- urin frá byrjan ætlaði skuldi sita í stjórastólinum, sum hvørki hevur fyritreytirnar og ei heldur landsins lógir á sínari síðu, settan í hetta starvið. Nesin hjá Henrik Old Sum kanska tey flestu hava gloymt byrjaði hetta málið við at tað miseydnaðist Henrik Old at ogna sær Ólav Halga fyri sín egna pris. Hetta vildi hann ikki ganga vid til, men syrgdi fyri at Landskassin (V & B) ikki fekk fullan vinning av sølu. Tá so stjórin á V á B gav honum eina nes fyri hetta, bleiv Old'urin forner- maður, og startaði herferð- ina móti V & B, sum longu tá var stungin út í kortið »Old« Henrik var sum vera man stoltur av at hava fingid henda leiklut, so slapp hann endiliga at spæla við onkrastaðni. Um John Petersen vil tað, kann hann senda Old'inum eina rokning nakað nær hálvari mill. kr. Hevndarhugurin hjá Eidesgaard Síðan steig Jóannes Eides- gaard spelkin fram á pallin - sá sær beinanvegin ein møguleika at gera vart við seg. og møguliga seta eina skøvu í samgonguna, men helt bert á til hann hevði fingið bóltin á rull. Hann kundi jú ikki fara ov harð- liga fram, tí hann akkurát hevði lovað at hevna seg tá Tummas Arabo var frá- koyrdur - og tað mátti ikki vera ov sjónligt. Tá hann so så at hetta var ikki tann stóra skandalan, men heldur talan um eitt keyp har eydnan ikki var við okkum føroy- ingum, tagnaði hann burtur í einki - honum so líkt Sambandið stendur sam- an - hjálpa Bjørn Nú sær maðurin sum heldur í snórunum hjá sambandin- um, at tíðin er komin at rykkja í ymsu træðrirnar, soleiðis at tað sær út til at Fólkaflokkurin eigur á- byrgdina og óskilið viðvíkj- andi Nólsoyar Páll, sum í veruleikanum ikki er. Ed- mund merkir, at onkur hálar í snórin, sum allarhelst er festur í eygnabrýrnar, og sigur honum hvønn snór hann skal hála í. Sum ketta burtur úr høvdatrogi kemur vingliskelturin Bjørn á Heygum. Hann hevði ann- ars upprunaliga ætlað sær av fyrstan tíð at sillå upp fyri Sjálvstýrisflokkin hugsaði síðan um Fólka flokkin, men læt seg mani pulera av sambandsmonn um, við tað at hjá teimum fór tað at hava betri »effekt« at verða frelsari »Karrieran« hjá Bjørn um at vera av * Nú hevur so tríðja hjólið, vingliskølturin Bjørn á Heygum fingið at vita, at hetta málið eisini kann brúkast til at fjala út yvir hansara mongu mistøk við- víkjandi bankakanningini, og verður hann tí noydru at fullføra hesa hetz, um hon- um skal verða lív lagað í politikki í framtíðini. Prins- urin sum kom ríðandi á hvíta hestinum til førøyska fólkið, og skuldi rudda upp í korruption/gølum í land- inum, men sum einans náddi at grava m.a. banka- gøluna enn longur niður fyri almenninginum, áðrenn fylt verður í aftur og lok lagt á, hevur nú lagt seg undir veingirnar á barónunum, sum hann nú má sanna at hann av røttum ávaraði fólki um, men ikki sjålvur megn- aði at standa ímóti. Sigast má at Bjørn hevur roynst fólkinum syndarliga illa - og líka leggur hann í tað Til Bjørn: Hvussu følist at bróta landsins lógir i egn- um báti? - lítið skuldi til at tendra hevndarhug tín Prinsurin á nú hvítflekk- uta hestinum, skal nú saman við teim meira royndu á øk- inum, skapa gølur og halda lív í teimum so leingi tað er neyðugt, fyri at krógva sínar og harkalidsins gølur, sam- stundis sum tað ikki må gloymast, at best er at kenn- ingar hjá onkrum í harka- liðnum eisini fáa ein lítlan fyrimun. Nú er »karrieran« helst av Viðvíkjandi endurgjalds kravinum hjå Bjørn å Heyg- um kann viðmerkjast, at hetta ivaleyst er næst størsta mistak hjå honum. Her hev- ur hann yvirhøvur ikki hugsað seg um. Gjaldstovan saman við landsstýrismann inum hava her gjørt eitt mis- tak við ikki at boða frå at játtanin er uppi - tað eru teir sum umsita hesa. Soleiðis er eisini við Tummas Arabo á Strandferðsluni, sum for- restin nú næstan eru goymdur aftanfyri málið um Nólsoyar Páll - tað man ikki vera av tilvild - um- framt Atla Jensen. Hvussu tápuligur kann ein gerast So er tað neyðardýrið Jákup Joensen, sum so gjarna vil prógva fyri sínum yvirhøvdi í flokkinum, at hann eisini kann spæla við. Tað er nú bara so at við tryggingini av Nólsoyar Páll er alt í lag ið, tað kann stjórin á V á B ivaleyst sjálvur prógva Endurgjaldskravið og tryggingarspurningurin eru ikki verdugur spurningar at svara, tó at eg havi nevnt hetta - tí so tápuligt tykjast teir mær at vera - ein síðsta roynd at halda lív í málin um Hvat nú - JKH Vónandi kemur nú fyrrver andi stjórin á V á B fram sjálvur, tí um hann vil, kann hann uttan iva gera til láturs flestu av landsins hægstu monnum. Skommin er ikki skapt í teimum - og teir halda áfram um teir sleppa Prógv fyri dugnaskap hjá JKH er tøgnin - men ikki haldi eg at teir hava tað uppiborið Starvsfólk á stovninum kunnu allarhelst váttað, at hetta verður ein torfør tíð á stovninum, havandi í huga at ein av dugnaligastu monnum mátti leggja frá sær av politiskum trýsti hvat er tá væntandi fyri framtíðina i Helst ti fólksins umboð ikki acceptera leiðarar við