hósdagur 20. februar 1997síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið 500
Nr. 35 —
20. FEBRUAR 1997
Tað almenna
fer valla at
Tað er lítið sannlíkt at nakar annar enn Javnaðarflokk-
urin og Ingeborg Vinther fara at taka undir við uppskot-
inum hjá Jógvan Adolfi Johannesen um, at tað almenna
skal reka flakavirkini í Sandoynni
GRÆKARIS DJURHUUS
MAGNUSSEN
Í tinginum týsdagin søgdu
tingfólk seg sum heild
harmast um støduna í Sand-
oynni. Kortini var tað bara
Ingeborg Vinther, sum er
partur av Verkamannafylk-
ingini á tingi, ið beinleiðis
segði seg taka undir við
uppskotinum. Fleiri søgdu
seg kortini fara at geva upp-
skotinum góða viðgerð í
Vinnunevndini
Eyðun Viderø, tingmadur
Fólkafloksins í Sandoy,
segði seg væl skilja upp-
skotsstillaran. Men hann
ávaraði ímóti, at uppskotið
kundi ovdileggja tær ætlan-
ir, menn í løtuni hava heima
á Sandi
- I løtuni eru menn heima
á Sandi komnir rættiliga
langt í samráðingum við
Føroya Banka um at keypa
virkið heima á Sandi. Upp-
skotið um at tað almenna
nø ga skal koma inn at
reka rki0, kan
an at lukta pening
un Viderø
jå Jogvan Adol
hannesen er i strid vid and
an um, at tað almenna skal
blanda seg minst møguligt
i vinnulívið
- Men stødan í Sandoynni
er so vånalig, at eg kortini
havi sympati og nógv til yv-
irs fyri uppskotinum, segði
Eyðun Viderø
Ímóti at tað almenna
blandar seg
Framsøgumadur Tjóðveld-
isfloksins segði, at hann
sum heild er ímóti at tað
almenna blandar seg í vinn-
ulívið. Hann gav Framtaks-
grunninum og dønum alla
skyldina fyri støðuna i
Sandoynni og Feroyum
sum heild.
- Hetta uppskotið prógvar
máttloysið í Føroyum, og
Framtaksgrunnurin og
„Færg-Gruppen“ hava alla
skyldina
- Fylgjan av Framtaks-
grunninum er, at alt nú skal
rekast við almennum pen-
ingi. Tíbetur fingu Fram-
taksgrunnurin og Fiskavirk-
ing ikki øll virkini í Føroy-
um. Hevdi tað verið, so
vóru upp aftur fleiri virki
stongd, helt Heini O. Heine-
sen
Hann vísti eisini á vandan
við uppskotinum hjá Ola
Breckmann um ræðisrætt-
indi
Kemur tað uppskotið í-
gjøgnum, ja, so kann Fiska-
virking við lóg fáa heimild
til bert at hava tvey virki í
gongd. Annars haldi eg. best
hevði verið at lagt fram
uppskot um, at bíðið løg-
Á
mann lagt frå sær, segði
Heini O. Heinesen
Uttan at siga nakad bein-
leiðis um, hvat Tjóðveldis-
flokkurin fer at gera við
uppskotið hjá Jógvan Adolfi
Johannesen, segði Heini
Tjóðveldisflokkin vilja
medvirka fyri eini loysn á
trupulleikunum í Sand-
oynni.
Oli Jacobsen mælti til at
fåa eina heildarloysn fyri
Sandoynna.
- Triggjar milliónir krónur
eru settar av til eina Sand-
oyarætlan, hvi gera vit onki
við tað, spurdi Oli Jacobsen.
Uttan at siga júst hvussu,
lovaði eisini hann at geva
uppskotinum hjá Jógvani
Adolf Johannesen góða við-
gerð í Vinnunevndini.
Ivasamt við Kósini
Framsegumaður Sjålvstyr-
isfloksins, Alvur Zacharia-
sen, ivast í, hvussu gott tað
er, at tad almenna fer at reka
virkini í Sandoynni. Hann
vísti á, at Fiskavirking í løt-
uni avlagar kappingina hjá
millum ødrum Kósini í
Klaksvík
- Tí veit eg ikki, hvussu
tað kann ávirka slík virki,
at tað almenna fer beinleið-
is inn at reka tvey flaka-
virkir aftrat. Spurningurin
er, um Kósin tá megnar at
yvirliva, segði Alvur Zach
anasen
Ein fartelefon ringir
brádliga onkunstaðni í ting
salinum. Tingfólk hyggja
hver upp á annan JO fer
Heini O. Heinesen knapp
liga stunandi gjøgnum ting
eini døkument
mappu. Tá hann er uttanfyri
tingsalin, hoyrist onki meira
til fartelefonina. Farast
kann víðari við tingarbeið-
inum
Alvur Zachariasen helt
tað vera stórt spell, at Sand-
oyggin onki virki hevur. Og
hann lovaði, at eisini Sjålvs-
stýrisflokkurin fer at geva
salin við
Flakavikrið heima á Sandi hevur staðið fyri onki í longri tíð
Einaferð ætlaði Fiskavirking at taka maskinur úr flakavirkinum í Skopun, men skop-
uningar forðaðu tí. Nú vilja tey hava arbeiði aftur á virkinum
uppskotinum góða viðgerð.
- Men hvat ein góð við-
gerð er, veit eg ikki, segði
framsøgumadur Sjålvsstyr-
isfloksins
Ingeborg Vinther vísti á,
at slík uppskot, sum hetta
hjá Jógvan Adolfi Johanne-
sen, áður hava verið framm-
i. Hon ásannaði, at nakað
eigur at gerast á teimum
stóðum, onki arbeiði er.
- Eg havi altíð havt tað
sjónarmiðið, at har tað pri-
vata ikki røkkur, skal tað
almenna koma inn í mynd-
ina. Tí fari eg at taka fult
undir við uppskotinum,
segði Ingeborg vinther
Nólsoyggin má við
Ernst Hansen, tingmadur
hjå Verkamannafylkingini i
samgongu, helt uppskotið
um at tað almenna skal reka
virkini í Sandoynni vera
gott. Hann vísti á, at hann
altíð hevur havt ta sannfør
ing, at har tað privata ikki
røkkur, skal tað almenna
koma inn
Men tað er íkki bara í
Sandoynni, tað stendur illa
til. Eg fari eisini at vísa á
egnu heimbygd mína, Nóls
oy. Har hevur onki arbeiði
verið á virkinum, síðani
Fiskavirking kom inn í
myndina
- Tí skjóti eg upp, at upp-
skotið hjá Jógvan Adolfi Jo-
hannesen eisini kemur at
fevna um Nólsoynna, segði
Ernst Hansen.
Hann spurdi eisini, hví
sonevnda Sandoyarætlanin
bleiv burtur
- Tað eru fleiri økir i Før-
oyum, har ov lítið av tókum
peningi er til. Lat okkum
taka øll hesi skini við, segði
Ernst Hansen
Tað undraði Jenis av Ran-
a, at Javnaðarflokkurin nú
kemur við einum uppskoti
at hjálpa Sandoynni. Hann
vísti á. at tað ikki var so
langt síðani, at Javnaðar-
flokkurin sjálvur sat í Nes-
inum
- Hví varð onki gjørt tå,
spurdi Jenis av Rana
Hann vísti eisini á, at
Fólkaflokkurin sat í lands-
stýrinum saman við Javnað
arflokkinum fyri kortum
Og eisini Fólkaflokkurin
hevði tingmann í Sand
oynni. Kortini varð onki
gjørt fyri at skapa arbeiði í
oynni tá
- Annars fari eg at takka
Jógvan Adolfi Johannesen
fyri uppskotið. Í mínum
heimi er hann einasti veru
ligi javnaðarmaður, sum
eftir er í Javnaðarflokkin-
um
- Nú vóni eg bara, at etsini
onnur illa stedd eki í Før-
oyum fáa hjálp, segði Jenis
av Rana, framsøgumadur
Miðfloksins.
Lætt at sita
i andstødu
John Petersen, landsstyris-
madur vid fiskivinnumål-
um, tók eisini orðið í tingin-
um. Hann vísti á, at tað er
lætt at koma við slíkum
uppskotum, tá tú situr í and-
stóðu. Verri er, tá tú situr í
samgongu.
- At Framtaksgrunnurin
er sloppin framat, er størsta
skandalar í føroyskum
vinnulívi. Og tá vit á sinni
vóru ímóti at Fiskavirking
skuldi yvirtaka meginpartin
av flakavirkjunum, varð
Fólkaflokkurin sparkaður úr
Tinganesi, segði John Peter
sen
Hann helt, at hetta upp
skotið meguliga kann
tryggja nøkrum fólkum arb-
eiði eina tíð. Tí skilir hann
eisini uppskotsstillaran ræt-
tiliga væl
- Vit kundu kanska heitt
á Framtaksgrunnin at fíggja
virkini í Sandoynni við
somu treytum, sum Fram-
taksgrunnurin hevur sett
Fiskavirking, helt John Pet-
ersen.
John Petersen helt annars,
at uppskotið eisini kann fáa
óhepnar avleiðingar
- Men fái eg eitt liðugt
uppskot frá løgtinginum út
í Tinganes, so skal eg eisini
gera mítt til, at uppskotið
verður gjøgnumført, segði
John Petersen
Óli Breckman helt fyrr, at
angur og iðran munnu flest
øll menniskju kenna til, og
hann helt uppskotsstillaran
geva úttrykk fyri júst tí sam-
a. Hann vísti annars eisini
á, at fleiri hættir eru at sam-
starva í tinginum, og vísti
til uppskotið um ræðisrætt-
indi, sum Oli Breckmann
sjálvur hevur sett fram
Eg mæli til, at íngmenn
vera eitt sindur betri við
uppskotini hjá hver øðrum
Ég vænti. at tingmenn fara
at hugsa um tað, tá hetta
uppskotið hjá Jógvan Adolfi
Johannesen verður vidgjørt,
segði Oli Breckmann
Ongin livir av
berum samhuga
Tað fløvadi uppskotsstill
aran, Jógvan Adolf Johann-
esen, at tingmenn skuldu
vera so samdir um at taka
synd í sandoyingum. Hin-
vegin undraði tað hann, at
bara onkur hendinga kundi
siga nakað nágreiniligt um
uppskotið.
- Ongin kann liva av ber-
um samhuga. Nakað meira
skal til. Ongin kann heldur
liva av berari sympati, helt
Jógvan Adolf Johannesen
Hann vísti á, at Sand-
oyggin í dag er einasta sýsl
a, sum yvirhevur onki fær
av nøkrum.
- Fiskavirking gjørdi so
væl at læsa bædi virkini i
oynni. Tað var nógv betur,
at Fiskavirking ongantíð
kom í eyga
Eftir at uppskotið er farið
í Vinnuneyndina er greitt
at tað í hvussu er ikki verður
samtykt í unginum í tí líki
tað er sett fram. Men Jógvan
Adolf Johannesen segði seg
ikki vera ímóti, at:onkur
broyting verður gjørd í upp-
skotinum
- Tað man vera rættiliga
sjáldsamt, at uppskot koma
fullkomiliga óbroytt úr aftur
nevnd, segði Jógvan Adolf
Johannesen
Hann vónar bara, at upp
skotið líkist sær sjálvum eitt
sindur, tá tað kemur úr
nevnd.