Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-02-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 1997síða 10

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

1 0 tidindabladid f Nr. 37 — 22. FEBRUAR 1997 r — um alt landið — »Utslettinum« Fr VITAMIN-HÚÐKREM Vitamin-hudkrem hansara hevur vakt miklan ans í ollum norðurlondum sum eitt tað virknasta higartil móti eksem- um og alskyns oðrum holdstrupulleikum — eismi psoria- sis og treiskum barnaeksemi. Eingi hjåårin — framleitt r reinastu nåtturuevnum, uttan kemisk evni av nøkrum slag og 100% hormonfritt! NÚ bæði sum dagkrem og nåttkrem (við eitt sindur t av UØru) | DAGKREM | NÅTTKREM HOLDSVATN U. tiøruekstrakt og | V. tjøruekstrakt. | NYGGJHEIT! uktfritt. Mót mong- Móti kroniskum | V. urtaurdråttum m eksemum og egusårum sum stimbra turrum hold psoriasis om.ø. | lekingina við eksemum huðkreminum Verður viðmæ!t av noråurlendskum og føroyskum læknum U ordisk Patientforening 2 NATEN sola (Føroyar) Áarvegur 1 - Havn - Tlf. 18649 & 11644 Avgreiða ordrar við postkravi beinanvegin Profetisk bonarstevna Bíbiltímar Evangelisk metir Ungdómskvold Forbonstænasta Lovsangur Felagssangur Møtini verða í Osåskulanum 7.—-9. mars Talarar verða Palli Højgaard - Pauli Høj - Preben Hansen Eivinn Bringsberg - Mike Jones Forbønstænasta v/ Maju Dalsgaard - Annu av Kák o.fl. Sang'uttøka ur Oasuni - Kelduni - Filadelfia Soli Deo Gloria og I AM (YM. samkom.) Upplysingar og tekning å tlf. 56514 og 56102 Soli Deo Gloria Klaksvik ROKKJALLARIN - AO OK RA Vit átaka okkum at selja fyri fólk. Eisini keypa vit deyåsbugv. (Rokkjallarin - Tlf. 11990 & 83390 | Tinghúsvegur 42 - 100 Tórshavn 5 Opið: månad.—friggjad. 13-17.30 leygard.: eftir avtalu Serkøn i holdstrupulleikum. Drúgvar royndir. Góð úrslit per Korstevnur Føroya triati ár Rimmar kørstevna i Havn i døgunum 7.-10. mai Árið 1967 varð merkisár í føroyskari kørsøgu, við tað at tann fyrsta av tem á hverjum ári eftirfylgjandi stóru kørstevnunum tað árið varð hildin í Havn. Kórini í Havn saman við Kórsam bandi Føroya hava ti sett sær fyri at skipa fyri Storum 30-åra = jubileumssteynu haldi í høvudsstadnum í døgunum 7.-10. mar + ár undir heitinum »Kørstevn- ur Feroya tríati ár<. A hesum aftur vendandi stevnum hava før oyskir kórsangarar, um framt upplivingina hesar stevnudagar at kunna vera saman í einum Sstørri sang ligum felagsskapi, fingið tónleikaligan íblástur við at syngja undir leiðslu av framúrskarandi kórleiðar um uttanifrá Til tess at geva hesar! stevnu ein serliga stórbæran dám hava fyrireikararnir ti boðið teimum kórleiðarum, sum hava havt stevnurnar í farnu árum tónleikaliga um hendur meira enn eina ferð at verða við sum leiðarar Hesir hava tikið av innbjóð árliga ingini: Jón Stefánsson úr Ís landi. John Høybye og Steen Lindholm úr Dan mark og Willi Gohl úr Schweiz. Norðmaðurin Per Oddvar Hildre hevði tíverri bundið seg til aðra kór- stevnu um sama mundið, og Robert Sund úr Svøriki mátti geva avbod vegna til tak í heimbýr sínum, sum hann varð biðin um at hava listarligu ábyrgdina av Fyri at nýta hetta høvi ers ini til norðurlendskt og tá serliga vesturnorrønt kór samstarv og til at gera vart við føroyskt kórlív og sam felag okkara sum heild eru bodnir kórsangarar úr Ís landi, úr Noregi, úr Grøn landi og eisini úr Danmark at verða við til jubileums haldið Mikudagin 7. maí fer so føroyski flúgvarin á flog eftir 84 norðmonnum, setir síðani kós vestur um hav eftir líka mongum íslend ingum, úr Danmark koma kórini hjá John Høybye og Steen Lindholm Tritonus og Koncertforeningens Kor sum bæði eru væl kend í Føroyum, og úr Grønlandi eru eisini kórsangarar vænt aðir. Saman við teimum mongu kórunum her í land inum stendur sostatt kór- stevna fyri stavni í Føroyum við ikki minni enn 5-600 luttakarum Stevnugongdin hendan Mikudagin 7. mai: Kórini koma til Havnar seinnapart in og verða innkvarterað tey flestu á Eysturskúlan um Eftir nátturða savnast øll til felags kórsang í Norður landahúsinum, og síðan býta sangfólkini seg sundur í tey 4 verkskeiðini, tey frammanundan hava kosið seg inna Hósdagin 8. maí (Kristi himmalsferðardag): Eftir morgunmat, felagssang, fyrsta 3-tíma verkskeiðið og dógurða fara øll kórini, før oyskt og onnur norður lendsk, út á bygdir at hava konsertir í kirkjum, skúla- hallum og ødrum sam- komuhølum, eini 3-4 kór um hverja konsertina Fríggjadagin 9. mat verður Fyrrapart sum hósdag, mer eftir døgurda enn eitt 3-timi verkskeið í bólkum. Un kveldið hava norðurlendski gestakórini konsert í Norð urlandahúsinum, har før oyska felagskórið eisin syngur nakrar sangir Leygardagin 10. mat Fyrrapartin seinasta ven) ingin, seinnapartin aðal roynd og gallakonsert við teim 4 stóru felagskórunum Um kveldið endar stevnan við veitsluhaldi Høvi verður annars hjá sangarunum hvert kveld undir stevnuhaldinum at hugna sær saman í norður lendskari samveru Sunnudagurin 11. maí er fráfaringardagur eftir von andi minniríkar kórdagar í Føroyum Skoytast skal tó uppi, at uttan munandi fíggjarligan stuðul frá myndugleikum, stovnum og fyritøkum kemst ikki á mál við slíkum Odnartaki Kórsamband Føroya og kørini i Havn Henrikka Malena Danielsen 12.11.1896 - 11.02.1997 Til minnis Eg vil gjarna á hendan hátt minnast mina góðu ommu sum nú er flutt heim í himmalin til Jesus sum hon á ungum árum setti sítt álit á Vit systkin hava alt lív okkara haft eitt ógvuliga nært samband við ommu og Richard mammu beiggja okkara Fyrst búðu vit inni hjá teimum tey fyrstu sjey árini aftaná at foreldur okkara vóru flutt úr Vestmanna og til Fuglafjarðar og tá vit so fluttu í okkara egnu hús, vóru vit so heppin, at hesi hús stóðu bert nøkur fá fet burtur frá ommusa húsum Omma hevði nátt ein ógvuliga høgan aldur nú hon doyði og hon ynskti seg mangan at sleppa burtur hidani, hon segði seg ikki skilja at Gud áhaldandi læt hana liva ímeðan hann frá hond so knappliga reiv mong yngri menniskju burtur eisini í okkara egnu familju Men Gud er tann í llum valdar, Hann gevur og tekur lív og ommusa langa lív hevur so vist verið til signingar fyri okkum øll, serstakliga tá hugsa verður um allar tær bønir og tøkkir sum stignar eru upp til himmals frá ommu Tey seinastu tvey árini versnaði ommuså sjón og hoyrilsi ógvuliga nógv og gjørdi hana hjálparleysa tað var so fjart frá ommu at skula sita soleiðis. Alt tað eg kann minnast hevur omma verið ein so røsk og andbráð kvinna, sum legði doyin á at verða sjálvbjargin og altíð at greiða alt so væl úr hondum sum viðvíkti henni sjálvari og hennara heimi Omma var ein lítillátin kvinna, sum ikki ynskti nakað hóvasták gjørt burturúr sær sjálvari, hon gekk so still og fridarlig inni í heimi sínum og varð av sonnum ómissandi stuðul fyri abba min Victor, móður mína og hennara systkin Tað allarbesta sum omma visti nú hon var vorðin eldri og fyri tað mesta sat inni, var at fáa vitjan og at onkur kom inn á gólvið, tosaði við hana og var hjá henni. Omma elskaði øll síni børn, ommubørn og langommubørn, hon fylgdi so væl við hvat vit tókust við øll somul, tað lá henni tungt á hjarta at vit høvdu tað gott og bant mangt plaggið til tey smáu Soleiðis var omma full av kærleika og umsomgan fyri øllum sínum og nú tå hon ikki sá okkum so væl meira, so helt hon okkara hondum føstum við sínum bleytu gomlu hondum ímeðan vit sótu tætt hjá henni og tosaðu við hana Altíð fer »omma í køkinum« sum vit systkini plagdu at kalla ommu okkara, at standa klárt í minni mínum fyri alt tað góða eg havi notið í hennara heimi. Sum smágenta lærdi hon meg at binda og fyri fáum árum síðani fór hon enntá í holt við at læra meg sín gamla lærdóm at fáast við ull, men tað allarbesta og tydningarmesta sum omma hevur vist mær og okkum sínum eftirkomarum er sum omma altíð sjálv segði, »ævinliga tydningin av at frykta Gud«. Hesi seinastu árini havi eg ikki sæð ommu so nógv sum eg gjørdi fyrr, men eg vil minnast við gleði allar tær smáu tænastur eg fekk høvi til at gera fyri hana sum barn og ung, tá henni tørvadi mína hjálp, fyri ikki at gloyma allar teir góðu drekkamunnanir sum hon serveraði fyri okkum í sínum heita hugnaliga køki Nú er omma farin til ein mangan betri stað, har hvorki sorg, skriggj ella pína skal verða longur - tí hitt fyrra er farið og har hon hittir øll tey sum undan henni fóru Tey sum eftir sita kenna ein stóran sakn, eitt stórt tómrúm, tí omma sum savnaði okkara familju á ein serligan hátt er ikki her ímillum okkum longur Má Harrin styrkja tykkum Mia, Dånjal, Utta, Lena, Hansa, Harriet, Victoria og Richard og alla mína familju sum heild í sorgini og sakninum eftir ommu, sum vit untust at hava so leingi hjá okkum Friður verður vid minninum um Henrikku ommu mina í Fuglafirði Sólrun