Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-02-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. februar 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 37 — 22. FEBRUAR 1997 tíðindablaðið > [ Georg Lindenskov Samuelsen Tad eru ikki so mong ár síðani gamli blaðstjórin á Dimmalætting legði pennin frá sær — men nú var hann troyttur. Mánadagin 17. februar andaðist hann á Lands sjúkrahúsinum, 87 ára gamal Georg L. Samuelsen var føddur í Havn 8. januar 1910. Foreldur hansara vóru Beata, f. Lindenskov, úr Havn, og Andrass Samuelsen, ættaður úr Vík, fyrsti løgmadur Føroya síðan heimastýrislógina 1948 Georg vaks upp í Fuglafirði, har pápin var sýslu maður og rættuliga skjótt fór hann at skriva í Dimma lætting. Hann er tann føroyingur, sum longst hevur tænt sum blaðmaður burturav. Í 1936 varð hann blað- stjóri Dimmalættingar, tá er fyrri blaðstjórin, Poul Niclasen, valdur landstingsmaður GLS ella Crayon, sum hann m.a. skrivaði seg í blaðgreinum, hevði serligar gávur at skriva. A donsk- um sum á føroyskum. Otrúliga virkin var hann í blaðstarvi sínum, afturat tí, at hann tey mongu árini nokk so einsamallur var politiski pennurin í Dimma- lætting, burturav sum verji sambandsfloksins. Her kom skrivikynstur hansara honum rættuliga til góðar aftrat skaldsligu gávunum, hann átti. Og væl lá fyri hjá honum at seta orð upp á rím — og teigurin Úr oyggj í Oyggj, sum Oli Onghamar bar kannuna av, var eisini hansara Nú trætan um mál og skúla enn einaferð er uppi, kann vera hóskandi at endurgeva yrkingina hjá Ola O., har hann nemur við, at »menn eru ikki longur á einum máli um, hvussu ið skúlabern skulu skriva málið<, hetta var í 1955 Í øðrum londum verður í småbørn niður lagt, at málið tað skal skrivast júst, sum tað verður sagt á tann hátt vil alt galið, tey skriva, verða rætt, og til at rætta stíl fellur lærarunum lætt Hví skulu børnum seta í skalla hár vit grá við stríð um »O« og æ1< undan »ng« og »nk«? Rætt so sum málið hevur í unga oyrað fest, veit barnið sjálvt at týða tess egnu skriving best Tá Bábulstornið undir at laga farið var hver smíðaði sum best efur høvdinum hjá sær Og illa hava Førovingar bíbil sína tytt lad sítt Vit minnast G.L.S. sum sera virknan sjónleikara tey mongu árini í Havnar Sjónleikarfelag. Hann umsett skrivaði og ikki minni, hann spældi sjálvur krevjandi leiklutir. Minnist serliga leiklut hansara í >Mýs og Menn“, tað var í 1955, har tann gamli maðurin vid króki á aðrari hondini sigur sína søgu. Hansara partur av tí, sum kom á pall í Havn man telja niður í nigvuni Tá útvarpið kom í 1957 var hann eisini ein teirra, sum skrivaði hoyrispæl og mong ár sat hann í útvarps- neyndini Hann var virkin á so mongum økjum, gav út yrk- ingasøvn í yngri árum í 1930 og 1951. Men óteljandi eru yrkingarnar av ymiskum slagi, sum neyvan eru at finna aðrastaðni enn í Dimmalætting gjøgnum árini Eitt skifti var G.L.S. á tingi, sum varamaður fyri Johan Poulsen, sum tá var í Fólkatinginum, tað var í seinnu helvt av $0-unum. Hansara politiska stødi og hansara politiski boðskapur var ikki at misskilja. Tað kom greiðast til sjóndar í oddagreinunum í Dimma- lætting, ofta beinraktar og hvassar. Hann gav til kennar greiða málsetning sín um sosiala vælferð Mong ár sat hann sum limur í Færøernes Ulykkes- forsikringsraad, var styrislimur í ALV til fyri fáum árum síðani og ein stovnari og nevndarlimur var hann mongu árini í Hjálpargrunninum fyri Oarbeidsførar Fiskimenn Við deyða Georg L. Samuelsens siga vit okkara samkenslu við konuni Rachel og døtrunum Lisbeth og Beatu j ósvan J. P. Poulsen Jógvan Post, sum hann vanliga varð nevndur, fór til gravar úr Havnar kirkju týsdagin 18. februar Jógvan Johs. Pauli Poulsen var føddur í Havn 27. januar 1908 og andaðist 15. februar 1997, 89 ára gamal. Foreldur hansara vóru Andrea úr Borgharra- stovu í Havn og Peter Poulsen, Petur Snikk kallaður, ættaður av Eiði Jógvan fór í læru hjá pápanum sum polstrari beint eftir skúlagongdina, men í 1931 fer hann í starv á posthúsinum og her var hann alla sína tíð, til hann varð pensjoneraður í 1975, 67 ára gamal Jógvan var virkin alla sína tíð, hann polstraði í frí- løtunum og í yngru árnum hevði hann kúgv og trød, sum hann og konan Katrina, ættað úr Streymnesi, røktu. Katrina doyði í 1992. Tey áttu 4 synir. Tann eini, Viggo, doyði I ára gamal. Petur býr í Hillerød, Zakaris og Annfinn búgva í Havn Við Jógvan Post er ein teirra farin úr býarmyndini, ið sermerkti gerandisdagin við hóvligu og fryntligu medferð síni og var ein teirra í reyða frakkanum, sum burturav er ein horvin mynd Frið lýsa vit yvir minnið um Jógvan Post jl Christian Dahl-Restorff Tysdagin 18. februar andadist Christian Dahl-Restorff å Landssjúkrahúsinum eftir stutta sjúkralegu, 87 ára gamal Hann var føddur í Havn 5. mai 1909, foreldur hansara vóru: Johanna Frederikka, f. Christiansen, dóttur Krisjan í Dali, Loðsurin kallaður, og Johan Martin Restorff, kapteinurin kallaður. Johan Martin var sonur M. C. Restorff, gamli Restorff nevndur, ið kom til Føroya í 1848 og hevði handils- virki í Havn og úthandlar, m.a. við Gjógv og á Viðareiði Christian giftist við Mariu í 1938. Hen, er dóttur + Johannu, sum var av forsKari ætt, mén Vaks upprLé ti og Hans Joensen, undir Kletti, keypmann i Havn Thpinalagbum hjå Mariu og Christian eru børnini Johan, Birgit, Kristin og M.C Christian vaks upp å Åarvegnum, men longu 7 åra gamal er hann fadirleysur. Mamman tekur móti logerandi og leigar út, m.a. býr bróðurin Sofus og hús hansara har, til húsini vórðu tíkin niður í 1964, tá Hotel Hafnia varð víðkað 16 ára gamal fer Christian á kostskúla á Birkerød Stats- skole. Tað er í hesum tíðarbili, hann verður tuberklasjúkur, so álvarsliga, at tað stendur um lív. Ætlan hansara var at lesa jura, men sjúkan gjørdi, at hann ístaðin fór heimaftur og fer í handilsvirki hjá Poul í Geil sum kontórmaður. Í hesum starvi er hann í 5 år f 1931 fær Christian handilsloyvi og letur upp handilin TUBBAKK á Åarvegnum. Í 1964 letur hesin handil aftur Í 1950 letur Christian byggja stóran bygning á lendinum millum Apotekið og Restorffshúsini. Ætlanin var at leiga út klubb-íbúðir og avtalur vóru gjørdar um tílík leigumál, men so tekur kreppan seg upp og hesar avtalur verða av ongum Tað er um tað mundið, at pyromanur setur eld á Hotel Føroyar á Kongabrúnni, sum brennur í grund. Tá er tað, at hugskotið um ístaðin at gera hotell kveiktist, og navnið HAFNIA verður kosið Á yngri árum var Christian sera virkin ljómleikari. Hann spældi í orkestrinum TRIUMPH til dans í Térshøll og Klubb- anum — eisini undirhaldsljómliðnum LJÓMUR. Hann spældi saman við teimum, sum seinni mannaðu GOGGUNA í Sjón- leikarhúsinum. Christian gavst við hesum, tá hann í 1938 verður umvendur Men mong minnast eisini Christian sum 1. violinspælaran í Tórshavnar Musikkskúla saman við Erik Petersen, Verland Johansen, Viggo Christiansen o.ø. Christian var sera dúgligur og nærlagdur violinspælari. Hann var virdismikil stuðul fyri musikklívið við Tórshavnar Musikkskúla sum miðdepli. Hann stuðlaði og dugnaði hesum virksemi á so mangan hátt Á yngri árum var Christian millum frægu fótbóltsspælarar okkara. 17 ára gamal er hann á |. liði hjá HB — og støðugt var spenningurin stórur hjá honum, serliga tá HB og TB dystað ust, tað vóru liðini, sum eftir hansara tykki >útfordraðu hvertannað Við Christian Dahl-Resorff er seinasti av hansara ættarliði í Restorff-ættini farin av foldum og samstundis ein sermerkt persónsmenska, sum setti sín dám á samfelagslívið m.a. við tí hotel virksemi, sum hann bygdi upp og sum land okkara og Havnar býur eru erri av at bera kannuna av Frið lýsa vit yvir minnið um Christian Dahl-Restorff á Hafnia ,