fríggjadagur 24. oktober 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 202 - 24. oktober 2003
Nr. 202 - 24. oktober 2003
3
Byrja at skriva fyri lívið í dag
Frá í dag av kunnu øll
fólk kring allan heim
verða við til at gera
teirra ávirkan inn á
lagnuna hjá teimum
mongu fólkunum,
sum líða undir vænt-
andi mannarættind-
um
MANNARÆTTINDI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Í dag setur Amnesty Inter-
national hol á Skriva fyri
Lívið átakið, sum er eitt
heimsumfatandi átak. Tað
gongur í stuttum út uppá, at
øll fólk óansæð hvar tey
eru, kunnu skriva eitt bræv
til ein stjórnarleiðara, har
tey heita á hann um at taka
málið upp hjá einum ávís-
um persóni, sum er fyri
órættvísi,
náða
einum
deyðadømdum ella líkn-
andi.
Hetta kann gerast við at
fara inn á heimasíðuna hjá
Amnesty og velja eitt av
teimum trimum brøvunum,
sum tey hava skrivað.
Hetta
arbeiðið
hevur
verið í nógv ár nú, og tað
hevur víst seg at gera mun.
Í fjør vóru yvir 2.000
samvitskufangar leyslatnir
orsakað av brøvum, sum
vórðu send út ígjøgnum
Skriva fyri lívi átakið.
Átakið er skipað soleiðis,
at Amnesty velur hvønn
mánað út trý ymisk fólk,
sum eru fyri órættvísi á ein
ella annan hátt. Síðani
skriva tey eitt bræv fyri
hvønn og leggja tey út á
heimasíðuna. Síðani kunnu
fólk, sum ynskja at skriva,
prenta brævið út, seta teirra
navn undir, leggja tað í ein
brævbjálva og senda tað til
rætta
viðkomandi.
Á
heimasíðuni stendur sjálv-
andi bústaðurin hjá við-
komandi. Lættari og ein-
faldari fær tað illa verið.
Amnesty leggur dent á, at
her ikki er talan um nakra
peningainnsavnan. Hetta er
eitt átak fyri at hjálpa neyð-
støddum úti í heimi, sum
eru fyri órættvísari viðferð.
Fimm minuttir
Forkvinnan í Amnesty í
Føroyum, Annika Sølvará,
sigur, at tey fara at heita á
arbeiðspláss,
virkir
og
stovnar í landinum um at
lata starvsfólk teirra nýta
fimm minuttir ein dag um
mánaðin til at skriva eitt tí-
líkt bræv.
– Tað tekur bara fimm
minuttir, og tað kann bjarga
mannalívum, sigur hon.
Annika greiðir frá, at
hetta hevur alstóran týdn-
ing, og undirtøkan í Føroy-
um undanfarin ár hevur
verið stór.
Tað er upp til ein sjálvan,
um ein velur at senda bræv-
ið sum teldupost ella í
brævbjálva, men hon vísir
á, at brævbjálvin er betur.
Somuleiðis er tað eisini upp
til ein sjálvan, um ein velur
tey brøvini, sum Amnesty
hevur skrivað ella ein held-
ur skrivar sítt egna bræv.
Men Amnesty heitir á fólk
um heldur at senda brøvini
í brævbjálva enn í teldu-
posti.
– Eitt bræv í brævbjálva
sæst betur aftur. Tað er
staðfest út frá royndunum
frá árum frammanundan,
og harafturat kemur tað
ofta fyri, at teldubústaðir
eru læstir, og tí fær av-
sendarin teldupostin aftur í
høvdið og heldur, at hann
hevur fingið skeivan bústað
frá okkum, greiðir hon frá.
Tað ger mun
Einaferð tá Annika var og
ferðaðist við familju síni,
hitti hon ein leyslatnan
samvitskufanga. Hon gekk
á einum torgi, har bæði eitt
og annað varð selt. Men so
fangaði nakað ávíst eygað
hjá henni. Tað vóru nakrar
myndir, sum á onkran hátt
mintu hana á Amnesty. Hon
sigur, at tað vóru myndir av
fólki handan rimar, av
brotnum byrsum og líkn-
andi. Hon keypti onkran
prýðislut til dóttur sína. Tá
hon kom til mannin, sum
seldi, segði hon við hann, at
hon helt, at myndirnar vóru
hugtakandi og mintu hana
um Amnesty. Hann spurdi
hana, hvør hon var, og
hvaðani hon kom.
Annika greiddi so frá, og
hon gekk út frá, at hesin
sum so at siga øll onnur,
ikki visti nakað um Føroy-
ar. Men har fór hon skeiv.
Tað vísti seg nevniliga, at
hesin var ein leyslatin sam-
vitskufangi, sum Amnesty
hevði arbeitt fyri gjøgnum
Skriva fyri Lívið samtakið
fyri nøkrum árum síðani.
Hann greiddi frá, at brád-
liga ein dagin byrjaðu brøv
at rapla inn til hansara og
tað fyrsta, sum hann fekk,
kom úr Føroyum.
Annika sigur, at tað var
eitt fantastiskt upplivilsi at
kunna hitta ein, sum hevði
verið úti fyri slíkum. Og
undrunarvert er tað, at hon,
sum forkvinna í Amnesty í
Føroyum, skuldi hitta ein
leyslatnan samvitskufanga,
sum júst hevði fingið brøv
úr Føroyum, í einum hur-
livasa av ferðafólkum.
– Hann var so fegin og
takksamur, og hann bað
meg heilsa øllum í Føroy-
um og takka fyri hjálpina,
sigur Annika Sølvará, sum
við hesum vísir á, at tað
veruliga ger mun, um fólk
taka fimm minuttir um
mánaðin til at skriva eitt
tílíkt bræv.
– Tað er jú um allan
heimin, so alt í alt verða
brøvini mong í tali, sigur
hon.
Í dag byrjar Amnesty átakið
Skriva fyri Lívið, har fólk
kring allan heim kunnu gera
teirra ávirkan inn á lagnuna
hjá samvitskufangum
Arbeiðsbólkurin, sum
landsstýrismaðurin í
vinnumálum hevur
sett at umrøða hvussu
ósemjur á arbeiðs-
marknaðinum skulu
loysast, hevði sín
fyrsta arbeiðsdag í
gjár. Áður hevur ging-
ið illa í hond við líkn-
andi arbeiðsbólkum,
men Bjarni Djurholm
er kortini bjart-
skygdur
FYRSTI FUNDUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Arbeiðsbólkurin, ið Bjarni
Djurholm hevur settur til at
finna eina semju um,
hvussu trætur á arbeiðs-
marknaðinum skulu loys-
ast, hevði fyrsta fundin í
gjár. Arbeiðarafeløgini og
Arbeiðsgevarafeløgini hava
fingið trý umboð í part í
bólkin. Formaður er Kári á
Rógvi, løgfrøðingur.
Líknandi nevndir hava
áður arbeitt við sama
málið, men aldrin er rokkið
á mál. Landsstýrismaðurin
í vinnumálum, Bjarni Djur-
holm, er kortini bjart-
skygdur.
– Eg havi varhugan av, at
partarnir hava sett sær fyri
at gera tað, ið gerast kann
fyri at fá eina semju. Hesa-
ferð er heldur eingin polit-
isk innblandan, so arbeiðið
átti at verið lættari, sigur
Bjarni Djurholm.
Arbeiðsbólkurin hevur
stutt skotbráð, tí freistin er
sett til 31.januar 2004.
Bjarni Djurholm vísir á, at
ynskja partarnir meira tíð,
so ber væl til at leingja
freistina.
Løgmaður, Anfinn
Kalllsberg og varaløg-
maður, Høgni Hoydal
skulu luttaka á pall-
borðsfundi í Oslo.
Evnið á fundinum er
útnorður
PALLBORÐSFUNDUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Sunnudagin verður pall-
borðsfundur um samstarv í
útnorði. Grønland, Føroyar
og Ísland hava seinastu
mongu árini samstarvað
nógv á serliga fiskivinnu-
økinum. Tey síðstu árini er
samstarvið farið at fevna
um fleiri økir, enn bert
fiskivinnan.
Tey trý londini hava nógv
í felag. Hvørki Grønland,
Føroyar ella Ísland eru við í
ES. Londini hava eisini í
hvør sínum lagi bart fyri
teirra norðurlendska sam-
leika.
Londini í útnorði hava
gjørt av, at ein ráðstevna
fyri londini í útnorði skal
verða øðrum hvørjum ári. Í
summar var ráðstevnan í
Hetlandi, og í 2005 stendur
Noreg fyri tørni.
Á
pallborðsfundinum
sunnudagin fáa tey vitjandi
møguleika at hoyra, hvat
útnorðurspolitikkarar halda
um møguleikarnar fyri
tættari samstarvið í útnorði
í framtíðini.
Í samband við grein um
innbrotið á Føroya Bjór í
blaðnum í gjár hava vit
gjørt Vaktargarðinum ó-
rætt. Vit skrivaðu, at Vakt-
argarðinum var skjótur á
staðið, og royndi at fanga
innbrotstjóvarnar. Hetta er
ikki heilt rætt, tí tað var
Ansni og ikki Vaktargarð-
urin, ið kom á staðið og
ikki Vaktargarðurin. So
skuldi tað verið sligið fast.
blðm
Rætting
Høgni og Anfinn
til Noregs
Fyrsti arbeiðsdagur
Arbeiðsbólkurin, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sett at umrøða ósemjur á arbeiðsmarknaðinum, hevði sín fyrsta
fund í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2
www.smyril-line.fo
J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
Jóla-innkeyp í Hetlandi
Mánadag til hósdag
Íroknað prísin er ferðin fram og aftur við Norrönu og uppihald 1
nátt í dupultkamari á hotelli í Lerwick, íroknað morgunmat.
úr kr. 1.000,-
Kom við Norrönu til Hetlands, har góðir møgu-
leikar eru at keypa inn til jóla fyri sera sámiligar
prísir. Vel ímillum fráferð mánadag ella hósdag
við ávikavist einari ella tveimum hotelgistingum.
Hósdag til mánadag
Íroknað prísin er ferðin fram og aftur við Norrönu og uppihald 2
nætur í dupultkamari á hotelli í Lerwick, íroknað morgunmat.
úr kr. 1.500,-
GERIÐ KVETTI!
Í november og
desember verður – fyri tey sum
búgva á Shetland- og Lerwick Hotel
– givin eyka avsláttur í ávísum
handlum í Lerwick.