Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 202 - 24. oktober 2003 Nr. 202 - 24. oktober 2003 5 Í nógv ár hevur Tvøroyrar Býrað tosað um at friða býin fyri seyð, men nú skal tað vera, sigur borgarstjórin VETRARFRIÐING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvøroyri: Seyður, sum gongur leysur og melur ímillum húsini hevur verið ein plága hjá mongum. Ongin urtagarður og onki tún fær frið fyri teimum ferføttu og tað er heldur ikki lukkuligt at hava út- hurðina til hurðina til bil- skúrðin, opna, tí so er vandi fyri, at tað er fult at seyði inni. Hetta hevur ført við sær, at nógva staðni eru bygdir og býir friðaðar fyri seyð. Hendan trupulleika kenna ikki minst tvørafólk til. Hetta veit býráðið eisini av og tað er eisini mong ár síðani, at Tvøroyrar Býráð tók spurningin um vetrar- friðing upp og síðani hevur hann ofta verið til umrøðu. Higartil er tað ikki blivið til meiri enn tos. – Men nú skal tað vera, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri. Hann sigur, at á næstu fíggjarætlan ætlar býráðið at seta eina millión krónur av til at stongja seyðin úti frá býnum um veturin. Borgarstjórin sigur, at seyðurin hevur rætt til vet- rarbit heilt oman í mølina og tí kann Tvøroyri ikki vetrarfriðast uttan samráð- ingar við hagarnar og uttan at hagarnir góðtaka tað. Tvøroyrar Kommuna hevur eisini tann vansa, at hon er ógvuliga víðfør, heilt úr Forðba til Øravíkar og tí er tað eitt ógvuliga kostnaðarmikið tiltak at vetrarfriða alla kommun- una. Borgarstjórin ásannar eisini, at tað verður ikki gjørt í einum, tí tilsamans skulu einar 12-15 kilomet- rar av stiki setast upp, skal øll kommunan friðast fyri seyð, samstundis sum av- tala skal gerast við hagarn- ar, rulluportur gerast o.s.fr. Hann sigur, at býráðið hev- ur tosað óformliga við fleiri hagar og teir eru ikki óvilj- aðir til at Tvøroyri verður vetrarfriðað. Nú skulu so beinleiðis samráðingar takast upp við hagarnar og tað skal eisini mátast upp, hvat hvør hagi missur av vetrarbiti. Fæst ein avtala við hag- arnar, er ætlanin at brúka milliónina, sum ætlanin er at seta av næsta ár, til eitt býarstik uttanum Tvøroyri. Hann sigur, at býráðið vónar at kunna stika Tvør- oyri inni frá gamla grót- brotinum inn ímóti Ítróttar- høllini. Tvøroyrar Býráð fer nú at spyrja borgarar um, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Suðuroynni KOMMUNU- VIðÐURSKIFTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvøroyri: Spurningurin um at leggja kommunur saman, hevur verið nógv frammi seinastu árini. Rákið er tann vegin, at kommunur verða lagdar saman og tað er eisini hent í fleiri førum. Eisini í Suðuroy hevur spurningurin verið við- gjørdur. Men nú tekur Tvøroyrar Kommuna eitt ítøkiligt stig fyri at reisa spurningin ímillum borgararnar í kommununi. Og helst fer hetta eisini at kynda uppundir orðaskiftið ímillum manna um, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Suðuroynni. Á býráðsfundi í seinastu viku, samtykti Tvøroyrar Býráð at at senda út spurn- arbløð til allar veljarar í kommununi við nøkrum spurningum um kommunu- viðurskifti. Sostatt fara ímillum 1300 og 1400 veljarar í Tvøroyr- ar Kommunu í næstum at fáa spurnarblað frá komm- ununi, har tey verða biðin um at siga sína hugsan um, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Suðuroynni. Kristin Michelsen, borg- arstjóri, væntar, at spurnar- bløðini verða send út í næstu viku og miðað verð- ur ímóti at fáa tey innaftur fyri árslok. Spurnarbløðini eru dul- nevnd, so nøvnini á teim- um, sum svarað, verða ongastaðni skrásett. Vegleiðandi fyri býráðið Á spurnarblaðnum verða fólk spurd um tey halda, at Suðuroyggin skal vera ein kommuna, um hon skal vera tvær kommunur, ein í syðru helvt og ein í norðaru helvt, ella um Tvøroyri framhaldandi skal vera ein kommuna fyri seg sjálva. Samstundis verður spurt um aldurin á tí, sum svarar og um talan er um mann- fólk ella konufólk. Kristin Michelsen sigur, at býráðið tekur hetta stigið fyri at hava okkurt at hella seg til, tá ið býráðið skal taka støðu til spurningin - tí tað ivast hann ikki í, at bý- ráðið kemur at gera, antin hetta býráðið, ella tað kom- andi. – Hetta er so mikið stórt mál, at vit fara ikki at smoyggja eina avgerð nið- uryvir bogarararnar, uttan at spyrja teir eftir fyrst, sig- ur hann. Hann sigur, at hetta tískil er fyrsta stigið hjá býráðn- um at lodda dýpið hjá borg- arunum, men hann sigur, at áðrenn endalig avgerð verður tikin, verður eisini fólkaatkvøða. – Tað má vera veljarin sjálvur, sum hevur endaligu avgerðina, sigur borgar- stjórin. Kristin Michelsen sigur, at tað, hann sær fyri sær, er, at landið leggur fleiri og fleiri málsøki til kommun- urnar at umsita. – Tað kann gerast trupult hjá hvørjari einstakari kommunu at umsita øll hesi málsøkini og tí sleppa vit ikki undan at viðgerða spurningin um at leggja kommunur saman, sigur borgarstjórin á Tvøroyri. Endurreisa felagskommunu Samstundis hevur eisini verið upp á tal at endurreisa felagskomununa í Suðuroy. Kristin Michelsen sigur, at Tvøroyrar Býráð hevur spurt allar kommunur um áhugi er fyri at endurreisa felagskommununa. Allar hava svarað játtandi, uttan Vágs Kommuna, sum ikki tekur undir við tí. Hetta heldur Kristin Michelsen er spell, tí tað er nógv mál av felags áhuga, sum ein slík felagskomm- una kundi viðgjørt. Tvørafólk spyrjast um at leggja kommunur saman Tvøroyri friðast fyri seyð – Vit í Býráðnum fara ikki at taka støðu um kommunu- samanlegging, uttan at spyrja bogararnar fyrst, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri Eisini á Tvøroyri hevur leysgangandi seyður verið ein stórur trupulleiki, men nú verða fyrstu stigini tikin til at vetrarfriða býin C M Y K 5 4