fríggjadagur 24. oktober 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 202 - 24. oktober 2003
Nr. 202 - 24. oktober 2003
7
– Eg trúgvi – finna tit
olju – at hon fer at
vera sera góð fyri bú-
skapin. Har verða
fleiri fyrimunir enn
vansar. Men tit mugu
raðfesta fiskvinnuna
høgt. Hon er varandi,
duga tit at stýra fiski-
skapinum. Oljan er
ikki ævig. Sera um-
ráðandi er at fáa olju-
fólk og fólkið í fiski-
vinnuni at semjast,
áðrenn ein oljuút-
bygging fer fram
heldur mest múgv-
andi vinnulívsmaður-
in í Skotlandi, David
Craig
SKOTI VITJAR
Jan Müller
Hann verður vanliga mettur
at vera ríkasti og mest
múgvandi vinnulívsmað-
urin í Skotlandi. Hann er
Føroyavinur um ein háls,
og tá hann sigur hetta, letur
hann móttakaran vera viss-
an í, at hetta eru ikki bara
tóm orð. Maðurin er David
B. Craig og eigur risastóru
fiskivinnu- og oljuvinnu-
fyritøkuna Craig Group.
Hann er eingin unglingi
longur, hóast rødd og ands-
evni eru at líkna við tí hjá
einum ungum manni. Da-
vid Craig er 87 ára gamal
og var ein av teimum hálvt-
hundrað skotunum, sum
var við skotsku sendi-
nevndini, ið vitjaði í Før-
oyum herfyri.
Hóast høga aldurin er
David Craig framvegis sera
virkin og er hann nevndar-
formaður í Craig Group,
sum hevur høvuðsskriv-
stovu í Aberdeen. Felagið
eigur í dag 20 skip, sum
virka í oljuvinnuni og 9
fiskifør. 1500 fólk arbeiða í
fyritøkuni, sum er kend
langt út um Skotland.
Nú útlit eru fyri, at oljan
kanska eisini kemur til Før-
oya – og skotsk vika varð
hildin í Havn – helt hann
tað vera rætt at leggja leið-
ina framvið. - Nú vit skotar
hava so drúgvar royndir í
oljuvinnuni fyri ikki at tosa
um fiskin hugsaði eg, at vit
kundu geva føroyingum
nakað av okkara royndum
og vitan á økinum.
Kennskapurin til Føroy-
ar gongur langt aftur í tíð-
ina. David var vanur við at
fiska um okkara leiðir, tað
var áðrenn teir fóru uppí
felagsmarknaðin. Sjálvur
minnist David væl tíðina, tá
hann fyri meira enn 40
árum síðani var við skotsk-
um fiskiskipi undir Føroy-
um..
Tað var sera sera góður
fiskur, sum fekst undan
Føroyum tá. Hann minnist
eisini væl tær mongu ferð-
irnar teir løgdu inn í Vest-
manna á veg til Íslands. –
Okkum dámdu so væl fólk-
ið her, og eg havi framvegis
sera stóran tokka til Før-
oyar. Eg ivist ikki í, at tit
eiga eina framtíð á hesum
klettum, og eg vóni tit fara
at finna olju her eisini. Hon
kann koma at hava stóran
týdning fyri búskapin. Slík
vinna kann eisini koma at
ávirka mentanina her og
skapa trupulleikar, men eg
haldi hon fer at hava fleiri
góðar avleiðingar við sær
enn ringar.
David
Craig
vitjaði
fyrstu ferð í Føroyum í
1936, tá hann var við
skotskum fiskiskipi. . Teir
vóru tá í Klaksvík. Hann
vitjaði ikki aftur her fyrr
enn fyri fýra árum síðani.
Og síðani aftur í ár.
Og nógv er broytt heldur
hann. – Tit hava fingið eitt
nútímans samfelag. Her eru
sera góðir vegir og bygn-
ingarnir eru sera vakrir.
Litirnir á húsunum ger tað
eisini so litrík at koma
higar. Maturin er framúr
góður. Og soleiðis kundi
verið hildið fram við posi-
tivu lovorðunum.
Hesin múgvandi skotin
dámar eisini sera væl ment-
anina í Føroyum, sum hann
heldur vit eiga at gera alt
fyri at varðveita. -Eg vóni
tit finna olju, og at hon
verður góð fyri búskapin.
Tit fara at fáa útlendingar
henda vegin við aðrari
mentan, siðum og meining-
um. Tað fer at vera ein av-
bjóðing, sum tit megna og
sum eisini kann vera góð.
David Craig er sann-
førdur um, at tað ber til at
hava eina oljuvinnu og eina
fiskivinnu lið um lið. – Eg
havi drúgvar roynir sum
bæði fiskimaður og olju-
maður, og tá oljan gjørdist
veruleiki í Norðsjónum fyri
umleið 30 árum síðani
minnist eg væl, at eg sam-
ráddist fyri at verja áhuga-
málini hjá fiskimonnum.
Og hetta er so eisini nakað,
sum tit í Føroyum eiga at
hugsa nógv um, tá og um
oljan kemur.
Mugu semjast
David Craig vísir á, at tá
oljan kemur mugu føroy-
ingar hava í huganum, at
-Tit megna sjálvi
best at hava tamar-
hald á og stýra tykk-
ara egnu fiskivinnu
- og sjálvi at hava
eftirlit við fiska-
stovnunum og varð-
veita teir. Tí hava tit
einki at gera í ES
sigur David Craig,
sum heldur ES lima-
skap hava gjørt
skotsku fiskivinn-
uni lítið gott
SKOTI VITJAR
Jan Müller
David Craig ynskir ikki
at leggja seg út í politisk
viðurskifti í Føroyum,
men eitt vil hann fegin
sleppa at siga, og tað
kemur bæði frá hjartan-
um og frá egnum roynd-
um í vinnulívinum: limið
tykkum for Guds skyld
ikki inn í ES. – Vit í Skot-
landi eru vorðin sannførd
um, at limaskapur í ES
als ikki er til nakran fyri-
mun fyri okkum, og ser-
stakliga ikki fyri fiski-
vinnuna. Eg vóni og
haldi,
at
føroyingar
megna at hava tamarhald
á og stýra tykkara egnu
fiskivinnu, og sjálvi hava
eftirlit við fiskastovn-
unum. Tit hava tykkara
egnu skipanir við fiski-
døgum oa., sum gera, at
tit klára at varðveita
stovnarnar.
Hann vísir á, at tey í
Skotlandi
hava
sum
partur av ES við einum
felags fiskivinnupolitikki
stórar trupulleikar. Felags
fiskivinnupolitikkurin
virkar ikki eftir ætlan,
m.a. tí grundarlagið undir
honum tvs. sarmráðingar
um felags fiskivinnu-
politikkin hava ikki verið
nøktandi fyri allar partar.
Politikar-arnir áttu at havt
tosað meira við fiski-
menninar sjálvar, áðrenn
teir tóku stórar avgerðir
yvir høvdið á teimum.
Menn sita í Bruxelles og
leggja til rættis og stýra
fiskivinnuni eitt nú her í
Skotlandi, her tað finst
ein heilt onnur mentan
enn tann, ið ræður í stór-
býnum á meginlandin-
um.
David Craig dylur tó
ikki fyri, at hann sjálvur
atkvøddi fyri ES lima-
skapi á sinni, og tað var
av teirri einføldu orsøk,
at hann var við í seinna
kríggi og tí helt hann tað
vera náttúrligt og rætt at
ganga inn fyri fyri sam-
eining og samstarvi, sum
varð lagt upp til við ES.
Hann helt tað vera rætt
fyri okkara børn og kom-
andi ættarlið at standa
saman í einum slíkum fe-
lagsskapi.
Hann
við-
gongur, at tað hevur so
eisini givið nógvar ágóð-
ar at vera partur av ES.
Men tá hann eygleiðir
gongdina í fiskivinnuni
er hann alt annað enn
fegin um ES-limaskapin.
Og tá Føroyar eru eitt
f iskivinnusamfelag
burturav eru ráð hansara
til føroyingar greið, og
hann endurtekur: haldið
tykkum uttan fyri ES.
Útboð og eftir-
spurningur
Nú forboð í stóran mun
verður sett fyri at veiða
tosk í Norðsjónum, sær
David møguleika fyri, at
eftirspurningur eftir før-
oyskum fiski fer at vaksa
og prísurin við?
- Tá alt kemur til alt er
tað ein spurningur um út-
boð og eftirspurning. Tað
stýrir øllum fiskivinnu-
plássum. Sum nú er kem-
ur nógvur fiskur uppá
land í Skotlandi, hann
kemur úr Føroyum, Ís-
landi og Noregi, og tað er
so eisini ein spurningur,
nær marknaðurin er mett-
aður. Fær tú ov nógvan
fisk, so hevur tú ein
trupulleika. Men sera
góður fiskur fer altíð at
fáa góðan prís leggur
David Craig aftrat og
sipar til, at soleingi føroy-
ingar kunnu lata fyrsta
floks fisk, so fer prísurin
eisini at vera hareftir.
hon skal takast upp úr
havbotninum, haðani fiski-
menn í dag fara eftir fiskin-
um. Tað er sera týdningar-
mikið at skilja tað. Finna
føroyingar olju kann hon jú
vera á somu økjum, har
fiskimenn arbeiða, og tí er
umráðandi at hava fiski-
vinnuna í huganum, tá tað
eitt nú verða lagdar rør-
leiðingar á havbotnin Tá er
umráðandi, at fiskimenn og
oljumenn tosa um tingini
og semjast. Gera teir ikki
tað, so kann samfelagið
koma út í stórar trupulleik-
ar, sum eisini kunnu skaða
búskapin.
Hóast
hesar
vandar, so heldur kendi
skotski vinnulívsmaðurin,
at føroyingar eiga at fegn-
ast um at kunna hava báðar
hesar vinnur.
- Men tit mugu minnast
til, at tykkara høvuðsvinna
er fiskur. Og tá oljan kem-
ur, so vita tit, at hon varir
ikki ævigt. Men tað ger
fiskurin, um man ber seg
rætt at.
David Craig heldur fram-
tíðina á Atlantsmótinum
vera sera spennandi. Hann
ásannar, at tað er ikki hent
so nógv seinastu árini.
Sjálvur metir hann, at tað
fer at vera ein stór avbjóð-
ing at bora gjøgnum basalt-
ið. Tað verður bæði torført
og kostnaðarmikið.
Hann ivast eisini í, nær
tað tøkniliga fer at eydnast
at síggja niður gjøgnum
basaltið við seismikki. So
tað verður ikki so lítið av
eini "gambling" at finna
rætta staðið at seta borin í
inni á stóru basaltfløtunum
á føroyska landgrunninum.
Og verður olja funnin, er
spurningurin, hvaðani hon
skal fara í fyrstu atløgu.
David Craig heldur fyri, at
verður gass funnið um hes-
ar leiðir, hvat hann heldur
er møguligt, so verður
neyðugt við gassleiðingum.
Um tær so skulu til Føroya
og ella Hetlands veit hann
ikki enn. Hann minnir bara
á, at vit alla tíðina mugu
hava fyrilit fyri fiskivinn-
uni, tá vit útbyggja eina
oljuvinnu eitt nú við rør-
leiðingum á havbotninum.
David heldur annars
ikki, at føroyingar skulu
bera ótta fyri, at stór olju-
feløg koma henda vegin
verður nógv olja funnin
einferð. Hann heldur tvørt-
urímóti, at tá føroyingar
koma í hóslag við fremm-
andu oljufólkini, kann tað
nettupp hava við sær posi-
tivar avbjóðingar. – Eg tosi
frá egnum royndum og
hava vit eitt sera gott sam-
starv við oljufeløgini, sum
arbeiða út frá Aberdeen.
Hóast oljan kanska fer at
fáa stóran týdning fyri Før-
oyar í framtíðini, so minnir
hann okkum tó alla tíðina á
at vera góðar við fiskivinn-
una og hjúkla um hana. Og
tað stavara so eisini frá
egnu kenslum og royndum
sínum á sjónum. – Eg var
fiskimaður stóran part av
lívi mínum. Eg var eisini í
herflotanum í fimm ár und-
ir krígnum. Eg elski sjógv-
in og var eg ungur í dag fór
eg aftur til sjós. Og so
dámar mær eisini sera væl
fisk sigur hesin dámligi og
fryntligi skotin í samrøðu
við Sosialin.
Mest múgvandi vinnulívsmaðurin í Skotlandi:
Føroyar eiga ikki
at fara upp í ES
David Craig, ein hin mest royndi vinnulívsmaðurin í Skotlandi hevur júst verið á vitjan í
føroyum. Hann mælir føroyingum frá at fara upp í ES. Her er David Craig saman við
borgarstjóranum í Havn, Jan Christiansen
Mynd Jan Müller
Pláss fyri bæði fiski og olju
Mánadagar byrjar
ein sirkusferð í
Føroyum. Tað er
danska Cirkuuz
Baldoni, sum verð-
ur í Føroyum
næstu tíðina. Tey
fara at bjóða undir-
hald fyri alla
familjuna kring
landið
SIRKUS
Tíðindaskriv
Hetta er fyrstu ferð, at
Cirkuuz Baldoni vitjar í
Føroyum.
– Vit gleða okkum
nógv til at vísa føroying-
um okkara sirkus, som
hevur fingið gott skoðs-
mál frá fólki í Danmark,
sigur Thessa Daniella,
sum er pressufólk hjá
Baldoni.
Ferðin til Føroya er
komin í lag í samstarvi
við ítróttarfeløg kring
landið, og feløgini fáa
part av inntøkunum fyri
atgongumerkjasøluna
Cirkuuz Baldoni fer at
bjóða alt tað, sum fólk
kenna frá sirkus. Borð-
iskar fara á flog, klovnar
fara at undirhalda, og
eldur verður eisini part-
ur av showinum.
Framførslan var í tveir
tímar hvørja ferð.
Baldoni leggur fyri á
Tvøroyri mánadagin 27.
oktober, týsdagin eru tey
í Vági, hósdagin í Mið-
vági, fríggjadagin og
leygardagin
í
Havn,
sunnudagin í Klaksvík,
mánadagin á Kambs-
dali, týsdagin í Runavík
og mikudagin 5. no-
vember á Sandi.
Atgongumerki verða
seld í forsølu og ein tíma
áðrenn sýningarnar.
Sirkus á ferð
í Føroyum
David Craig, ein hin
mest múgvandi
vinnulívsmaðurin í
Skotlandi: -Síggið
nakað positivt í eini
komandi oljuvinnu
men raðfesti fiski-
vinnuna høgt og
syrgið fyri, at hesar
báðar vinnu koma at
liva lið um lið
Mynd Jan Müller
Leygarkvøldið verður
dansur við vágabólkum,
sum vóru í velmaktini í
60’unum.
Hesuferð
verða bólkarnir Teen-
agers úr Sandavági, The
Faroe Star úr Miðvági
og The No Beats úr Sør-
vági
Hetta er fimtu ferð, at
tiltakið verður fyriskip-
að í Vágum, og hevur til-
takið verið stak væl vitja
hvørju
ferð.
Serliga
hugaligt var seinast tá
hópur av avoyggjafólkið
vitjaði tiltakið.
Sum nakað serstakt
hava
fyrireikararnir
hesuferð valt at prýða
húsið við lýsingum frá
virkjum og handlum í
oynni. Nógv er gjørt
burturúr og summar av
lýsingunum verða heilt
vist ikki gloymdar í
bræði. Eisini eru ein-
stakar gamlar myndir úr
Sørvági, ivaleyst evni til
prát ímillum dansirnar.
SÍ-stuðlar skipa fyri
tiltakinum leygarkvøld-
ið.
60-ara dansur í Sørvági
C
M
Y
K
7
6