fríggjadagur 24. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 202 - 24. oktober 2003
Nr. 202 - 24. oktober 2003
9
Hevur pápin tvey
børn, sum búgva hjá
mammuni, skal hann
rinda eina heila mán-
aðarløn eyka í barna-
pengum um árið. Tá
ið av tornar missa
mamman og børnini
pening at liva fyri, tí
gjaldførleikin hjá
pápanum versnar
munandi. Tað er so-
statt bara lands-
kassin, sum fær tað
betri av, at stuðulin til
uppihaldspening
verður skerdur burt-
ur í einum høggi
BARNAPENGAR
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Tað er bara landskassin,
sum vinnur pening burturúr
uppskotinum hjá Pálli á
Reynatúgvu, landsstýris-
manni við almannamálum,
at strika stuðulin til barna-
pengar.
Páparnir, sum oftast eru
teir, ið rinda barnapening,
fáa eina stóra meirút-
reiðslu. Mammurnar, sum
fáa barna- og uppihalds-
pengar
frá
fyrrverandi
hjúnafelagnum, fáa eisini
minni, tá av tornar. Og
harvið er minni eftir til at
nøkta tørvin hjá børnunum.
Tað vísa skjølini í málin-
um um uppihaldspening,
sum enn einaferð skal
standa sína roynd í løgting-
inum. Tað er dottið burtur
tvær ferðir áður. Øll and-
støðan í løgtinginum er
ímóti uppskotinum, men
roknast kann við, at sam-
gongan atkvøðir tað ígjøg-
num hesaferð við minst
møguligum meiriluta – 17
atkvøðum fyri og 15 ímóti.
Tvífaldir barnapengar
Tá foreldur fara frá hvørj-
um øðrum, er tað aloftast
mamman, ið fær børnini.
Pápar skulu so rinda barna-
pengar. Í dag eru barna-
pengarnir 811 krónur fyri
hvørt barnið. Páparnir fáa
kortini helvtina av upp-
hæddina endurrindaða frá
Almannastovuni.
Verður stuðulin til barna-
pening skorin burtur, sparir
landskassin sambært upp-
skotinum 8 milliónir krón-
ur árliga. Sambært útrokn-
ingum hjá Sosialinum eru
sostatt góð 1600 børn fevnd
av barnapengunum.
Civildirektoratet,
sum
umsitur lógina í Danmark,
hevur boðað frá, at lógar-
uppskotið fer at hava við
sær, at nýggjar vegleiðingar
fyri áseting av uppihalds-
peningi til hjúnafelagar og
børn undir 18 ár verða
gjørdar fyri Føroyar soleið-
is, at ásetingin fer at lækka.
Fyri at taka barnapengar-
nar fyrst. Um lógarupp-
skotið
verður
samtykt,
merkir tað, at pápin missir
stuðulin, sum er helvtina av
teimum 811 krónunum. Tað
vil siga, at har hann áður
rindaði 4822 krónur um
árið, eftir at stuðulin var
endurgoldin, skal hann í
dag rinda 9.732 krónur um
árið fyri hvørt barnið. Hev-
ur hann tvey børn skal hann
sjálvandi
rinda
19.464
krónur um árið, sum svarar
til eina miðalgóða mánað-
arløn.
So galið verður tað helst
ikki kortini, tí danska
sivilstýrið vísir á, at tú skalt
rinda eftir førleika, og tí
mugu upphæddirnar til
uppihaldspening minkast.
Mamman missir
Hevur pápin eina ávísa
inntøku, og mamman hevur
lítið at liva fyri, so hevur
hann eisini skyldu til at
rinda sínum fyrrverandi
hjúnafelaga uppihaldspen-
ing. Sivilstýrið nýtir sum
dømi, at manninum hevur
verið álagt at rinda konuni
4.000 krónur um mánaðin í
uppihaldspeningi. Hendan
upphæddin er ásett eftir,
hvat maðurin er førur fyri
at gjalda. Nú hansara netto-
inntøka minkar munandi,
verður hendan upphædd
skerd hareftir.
Sivilstýrið sigur, at verð-
ur stuðulin til uppihalds-
pening
skerdur
missur
maðurin eina nettoinntøku
á 24.000 krónur árliga. Tað
svarar til, at bruttoinntøk-
an, sum er grundarlagið
fyri útrokningini, má setast
niður við 48.000 krónum.
Sjálvur stuðulin minkar so-
statt niður í 12.000 krónur
um árið, og verður sostatt
3.000 krónur um mánaðin.
Av tí at páparnir ikki
kunnu rinda meira, enn teir
makta, verður teirra skyld-
uga upphædd sostatt mink-
að, soleiðis at teir megna at
svara hvørjum sítt. Tað eru
altso mamman og barnið,
ið mugu gjalda fyri, at
stuðulin til páparnar dettur
burtur.
Mismunur av kyni
Umframt ríkisumboðið og
danska sivilstýrið eru onn-
ur eisini biðin um at um-
mæla uppskotið. Teirra
millum er Javnstøðunevnd-
in.
Annika W. Joensen vísir
á, at uppihaldspeningur
ikki er nevndur í lógini um
javnstøðu, og tí er málið
ikki eitt vanligt javnstøðu-
mál. Men hon sigur í somu
vending, at verður hugt at
avleiðingunum at uppskot-
inum, sær støðan øðrvísi út.
– Veruleikin er nevniliga
tann, at tað í allarflestu
førum eru menn, sum verða
verri stillaðir fíggjarliga,
um uppskotið verður sam-
tykt. Hetta tí tað í Føroyum
oftast eru mammur, sum
hava børnini hjá sær, og
pápar, sum gjalda uppi-
haldspening. Á ein hátt
kann sigast, at óbeinleiðis
verður mismunur gjørdur
vegna kyn, sigur Annika W.
Joensen, forkvinna í Javn-
støðunevndini.
Prinsipiell
sparing
Páll á Reynatúgvu
vil skera stuðulin
til uppihaldspen-
ing burtur. Bæði
fyri at spara til
ein sjálvberandi
búskap og av
prinsipiellum or-
søkum
BARNAPENGAR
Ingi Rasmussen
Ein sjálvabarndi bú-
skapur er málið. Tí
noyðist Páll á Reyna-
túgvu at spara fyri at
tillaga búskapin.
Tað hevur landsstýr-
ismaðurin áður gjørt
greitt í einum almenn-
um lesarabrævi. Men
tað er eisini av prin-
sipiellum orsøkum, at
stuðulin verður skerd-
ur.
»Eftir at tey gjalds-
skyldugu hava fingið
stuðul til uppihalds-
pening úr landskassan-
um, sita tey í dag við
eini
útreiðslu
fyri
hvørt barnið, sum er
góðar 400 krónur um
mánaðin. Tað er eftir
mínum tykki eingin
orsøk til, at allir land-
sins
skattaborgarar
skulu gjalda fyri, at
henda útreiðslan skal
vera so lág. Eg eri væl
vitandi um, at tað eis-
ini eru fólk, ið gjalda
hækkaðan barnapen-
ing og konupening.
Men hesar upphæddir
verða ásettar í mun til
samlaðu fíggjarstøð-
una hjá gjaldsskyld-
uga, sum sostatt eigur
at megna hesa út-
reiðslu,« skrivaði Páll
á Reynatúgvu í mai í
ár.
Andstøðan førir hin-
vegin prógv ímóti at
skerja stuðulin. Krist-
ian
Magnussen
og
Andreas
Petersen
søgdu soleiðis í álitin-
um í Trivnaðarnevnd-
ini fyrr í ár:
»Hevði samgongan
havt ein veruligan fa-
miljupolitikk og viljað
gjørt nakað munagott
fyri tey børnini, ið fáa
barnagjald, átti hon at
syrgt fyri at vanliga
gjaldið hækkaði heldur
enn at leggja stein om-
an á byrðu hjá teimum,
ið verða rakt, um upp-
skotið verður samtykt.
Uppskotið hevur bæði
fíggjarligar og sosialar
avleiðingar fyri flestu
teirra, ið rinda uppi-
haldspening, og eisini
fyri børn og fyrrver-
andi hjúnafelagar, ið
móttaka.«
Øll missa – uttan
landskassin
Fakta
1644 børn í Føroyum
fáa barnapengar.
Hvørt barn fær 811
krónur um mánaðin.
Pápar, ið oftast rinda,
fáa helvtina endur-
goldið.
Eftir 1. januar 2004
dettur endurgjaldið
helst burtur.
Sostatt skulu pápar
rinda 9.732 krónur
um árið fyri hvørt
barnið.
Føroysk børn, sum liva hjá einum av foreldrunum, ið eru farin frá hvørjum øðrum, fáa 811 krónur um mánaðin. Samtykkir løgtingið at strika stuðulin til
uppihaldspening, skulu pápar rinda tvífalt fyri, at teir ikki búgva saman við sínum børnum
Savnsmynd
Formaðurin í føroyska ST-felagnum:
Vit vilja vera eitt portur hjá ST
Dagurin í dag er av
heimssamfelagnum
kosin at vera ST-
dagur, har kunnað
verður um, hvat
Sameindu Tjóðir, er,
hví ST varð stovnað,
og hvat endamálið við
felagsskapinum er. Í
apríl í ár varð før-
oyska ST-felagið
stovnað. Felagið
hevur eina fýra-
mannanevnd, og for-
maður í áhugafelagn-
um er Justin Philbrow
á Toftum. Í kvøld
verður kunnað um ST
í býráðshøllini í
Runavík
ST-DAGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag, 24. oktober, verður
aðalfundur hjá Sameindu
Tjóðum, og samstundis fer
felagsskapurin, sum varð
stovnaður eftir krígslok í
1945, undir sítt 58. arbeiðs-
ár. Dagurin verður hátíðar-
hildin á ymiskan hátt kring
um heimin, og bæði í
Geneve og í New York
verða standmyndir avdúk-
aðar, ið heiðra ST-fólk, sum
hava latið lív í friðartæn-
astu.
Eisini í Føroyum verður
dagurin hátíðarhildin.
Prát og hugni
Í apríl í ár varð føroyska
ST-felagið stovnað í Havn,
og formaður í áhugafelagn-
um er Justin Philbrow á
Toftum. Felagið, sum er
óheft politiskt, hevur eina
fýramannanevnd
við
fólkum úr ymiskum her-
aðshornum í landinum.
Hesi hava átikið sær at
kunna um fjølbroytta virk-
semið hjá ST sum felags-
skapi – hvat ST er, hví fel-
agsskapurin varð stovn-
aður, og hvat hann fæst við.
– Í Føroyum verður dag-
urin eisini hildin. Fólk, sum
hava verið við á friðarveit-
andi herliðnum hjá ST og
annars luttikið í ST-arbeiði,
fara í kvøld at hittast til prát
og hugna. Hetta hevur verið
gjørt í fleiri ár, og soleiðis
verður eisini í ár.
Justin sigur, at hendan
løtan, sum plagar at verða
hildin í Mjørkadali, er ikki
almenn.
Alment í Saltangará
Í býráðshøllini í Saltangará
verður dagurin eisini hild-
in, og hetta tiltak er tað
fyrsta almenna tiltakið,
sum føroyska ST-felagið
skipar fyri.
– Í kvøld klokkan 20
verður almennur fundur,
har fólk hava høvi at hoyra
um Sameindu Tjóðir. Fyri-
lestur verður hildin, og síð-
an verður óformligt kjak
um ST.
Justin sigur, at føroyska
ST-felagið eisini hevur heitt
á fjølmiðlar og skúlar í
Føroyum um at gera nakað
burtur úr degnum.
– Vit vilja fegin, at føroy-
ingar verða kunnaðir um
virksemi hjá ST kring um
heimin. Uppgávan hjá ST
fevnir um mong økir, har
friðarvarðveitandi parturin
er tann, vit hoyra mest um.
Men ST hevur so nógvar
aðrar uppgávur, og ein týð-
andi partur er hjálpar-
arbeiði av ymiskum slag,
sigur hann.
Eitt portur
Justin sigur, at føroyska ST-
felagið hevur sama enda-
mál, sum onnur áhugafeløg
í londunum kring um heim-
in, og føroyska felagið ar-
beiðir við at gerast limur í
altjóða áhugafelagsskap-
inum.
– Í flestu londum, sum
eru limir í ST, eru eisini
áhugafeløg, ið sum so eru
óheft av ST. Hesi feløg
hava til uppgávu at kunna
fólk um virksemið hjá
Sameindum Tjóðum.
Spurdur, um hesi áhuga-
feløg serliga eru í londum,
sum ikki eru limir í ST,
sigur Justin, at so er ikki.
– Hesi feløg eru serliga í
teimum londum, sum hava
ST limaskap.
Hann sigur, at hóast Før-
oyar ikki hava sjálvstøðug-
an limaskap í ST, er upp-
gávan hjá áhugafelagnum
ikki minni.
– Vit vilja fegin vera ein
portalur ella eitt portur hjá
ST – á tann hátt, at vit vilja
upplýsa um felagsskapin í
Føroyum og fáa fólk at
skilja, hví ST er við í teim-
um tiltøkum, sum felags-
skapurin nú einaferð lut-
tekur í.
Justin vísir á, at danska
ST-áhugafelagið eitt nú ger
nógv burtur úr at upplýsa í
skúlum og gera tilfar til
undirvísing.
Føroyar eru við
Formaðurin í føroyska ST-
felagnum
sigur,
at
føroyingar partvís eru við í
ymiskum ST-arbeiði, eitt
nú í hertænastu, løgreglu-
tænastu og í nevndum, sum
á ymiskan hátt arbeiða
undir ST.
– Men reint politiskt hava
vit ikki nakað sjálvstøðugt
tilknýti til ST, sigur hann.
Justin leggur dent, at før-
oyska ST-felagið er óheft
politiskt, og tí hevur felagið
ikki sum endamál, at Før-
oyar gerast sjálvstøðugir
limir í ST.
– Vit vilja fegin hava
áhugafelagið so breitt sum
møguligt, tí á tann hátt
meta vit, at føroyska ST-fel-
agið best tænir sínum enda-
máli, sigur Justin Philbrow.
– Vit vilja fegin hava føroyska ST-felagið so breitt sum møguligt, tí á henda hátt meta vit, at áhugafelagið best tænir sínum endamáli, sigur Justin Philbrow, formaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8