fríggjadagur 24. oktober 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 202 - 24. oktober 2003
Nr. 202 - 24. oktober 2003
11
Í dag er ST-dagur, og verður hesin dagur, 24. oktober,
hildin um allan heim. Endamálið við at hátíðarhalda ST-
dagin er at minna á tann stóra týdning, ið ST hevur fyri
heimsins fólk. ST er ein felagsskapur av londum, har
eisini Føroyar vónandi ein dag gerast sjálvstøðugur
limur. ST, ið hevur virkað í gott og væl hálvt hundrað ár,
hevur havt stóran týdning fyri heimsfriðin og fyri
humanitert arbeiði kring heimin.
Tað humanitera arbeiðið fevnir um hjálp og stuðul til
flóttafólk, matvøruætlan, barnahjálpararbeiði og ment-
anarsamstarv, eitt nú stríð móti analfabetismu. Teir
ymsu ST-stovnarnir reka flóttafólkalegur, býta út mat,
veita illa støddum børnum hjálp, tryggja børnum í
fátøkum londum skúlagongd o.m.a. Hetta virksemið
hevur ikki bert havt humaniteran týdning, soleiðis skilt,
at talan er um at lætta um hungur og hall. Hetta virk-
semið hevur eisini í sjálvum sær ein friðarvarðveit-
anandi virkning. Har kríggj hava verið, er ST til reiðar
við friðarvarðveitandi herliðum at tryggja frið, lóg og
landaskil.
Men tungt er at reka ST og sera striltið gongur hjá ST at
útvega nóg mikið at peningi til virksemið. Sum dømi
um hesar trupulleikar kann vera nevnt, at altjóða pressan
so seint sum í gjár bar tey døpru tíðindi, at ST hevur
verið noytt at minka matvøruhjálpina í Angola niður í
eina helvt. Hetta merkir, at milliónir av fólki mugu
hjálpast við eina ransón, sum frammanundan var mett at
vera í minna lagi. Hesi fólk eru flýdd orsakað av tí
borgarakríggi, ið herjaði í Angola í 20 ár. Annað dømi,
sum kann verða nevnt, er, at mett verður at umleið 120
milliónir av børnum í Triðja Heiminum fáa ikki ta mest
neyðturviliga skúlagongdina. Tey læra hvørki at lesa
ella skriva. Hetta merkir, at øll hesi børn frá barnsbeini
eru dømd at gerast taparar. Onnur børn í milliónatali
koma als ikki til skúlaaldur orsakað av sjúkum, mat-
trotið og fátækdømi. Afturat hesum kemur, at 12 milli-
ónir av børnum hava ongan góðan orsakað av eyð-
kvæmi.
Okkara navnframi rithøvundur Heðin Brú kallar í einari
av sínum frálíku søgum fátækdóm fyri helvitis urt. Ríki
og framkomni parturin av heiminum kann ikki longur
sita hendur í favn, meðan hendan urt breiður seg. Stórir
partar av mannaættini líða hungur og hall og upp-vaks-
andi ættarliðum trýtur tey mest grundleggjandi manna-
rættindi sum føði, klæði og útbúgving. Hetta óskil kann
ikki halda fram, tí nóg mikið er til øll – tað skal bara
býtast javnari enn gjørt verður í dag.
Hesi viðurskifti áttu at givið okkum, sum eru so heppin
at búgva í einum av heimsins ríkastu londum, nakað
álvarsamt at hugsa um. Hvussu meta vit her um ST? Er
tað ikki uppá tíðina, at vit fara undir at veita eins nógva
menningarhjálp og ríku grannar okkara her í Norður-
londum? Hvussu hava vit tað við liva við øllum hesum?
Og eru nógvir av okkara trupulleikum ikki luksus-
trupulleikar? Kunnu vit ikki átaka okkum okkara sjálv-
søgdu ábyrgd og skyldu, eins og ríku grannar okkara
hava gjørt í áratíggjur?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein dagur til umhugsingar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Elin Lindenskov
býráðslimur í Havn
Á býráðsfundinum í kvøld,
hóskvøldið 23. oktober, fer
undirritaða at seta Jan
Christiansen, borgarstjóra,
soljóðandi fyrispurningar,
ið allir snúgva seg um
barnaansingina í Tórshavn-
ar kommunu:
1. Hvussu
nógv
børn
standa á bíðilistanum á
barnagarðsøkinum?
2. Nær verður barnagarðs-
tørvurin í kommununi
væntandi nøktaður?
3. Hvussu er/verður aldurs-
og kynsbýtið á barna-
garðsøkinum?
4. Hvussu er við frítíðar-
skúlum? Eru ætlanir um
at víðka hann til eisini at
umfata 2. og møguliga
3. flokk?
1) Sambært Trivnaðarstjór-
anum í kunnandi teldu-
brævið tann 26. mars
2003, vóru 221 børn á
bíðilistanum til barna-
garðsøkið í kommununi
tann 13. mars 2003.
Fyri stuttum frætti und-
irritaða um barn, sum
nýliga er uppskrivað á
bíðilistan. At viðkom-
andi hevur fingið bræv
frá
Snarskivuni,
har
upplýst verður, at barnið
stendur oman fyri nr.
500. Um hetta er rætt, so
má eg spyrja, hvussu tað
ber til, at bíðilistin veks-
ur so nógv upp á so
stutta tíð? Um hetta ikki
er rætt, er so nakað galið
við uppskrivingarskip-
anini?
2) Tað hevur fleiri ferðir
verið upplýst, at barna-
garðstørvurin
verður
nøktaður í 2004! Sam-
bært fyrr nevnda skrivi
frá trivnaðarstjóranum
verða 242 fleiri pláss
komandi ár. Hesi pláss
nøkta ikki tørvin, um so
er at bíðilistin í dag er
omanfyri
500
børn.
Hvørjar ætlanir eru um
at loysa trupulleikan, um
tey ætlaðu plássini ikki
eru nøktandi.
3) Sum støðan er nú, koma
børnini á stovn sambært
nummarinum á bíðilist-
anum. Stovnurin hevur
als ongan møguleika at
ávirka kyns- og aldurs-
býtið á stovninum ella
stovuni. Hetta hevur sera
óhepnar avleiðingar við
sær, eitt nú at børn, ið
hava aldur til vøggu-
stovu mugu flyta upp í
barnagarðarnar.
Ella
umvent, at eitt barn, sum
av røttum skuldi farið í
barnagarð, noyðist at
halda fram í vøggustov-
uni, tí pláss ikki er í
barnagarðinum.
Eitt
vøggustovupláss kostar
foreldrunum munandi
meira enn eitt barna-
garðspláss, so tað hevur
eisini fíggjarligar fylgjur
við sær.
4) Í álitinum »Børn og ung
í Tórshavnar kommunu«
frá 1996, ið er samtykt
av býráðnum, stendur:
»…at Frítíðarskúlin skal
víðkast til eisini at fevna
um 2. og 3. flokk, sam-
stundis sum hann fær
hóskandi
karmar
at
virka
undir«.
Ætlar
borgarstjórin at fylgja
hesi samtykt? Um so er,
at ætlanin er at fylgja
samtyktini, hvussu langt
eru ætlanirnar so komn-
ar?
At enda skal eg gera vart
við, at tá ið eg brúki orð-
ingina »barnagarðsøkið«,
so umfatar tað alt ans-
ingarøkið t. v. s. dagrøkt,
vøggustovur og barnagarð-
ar.
Verður barnaansingartrupulleikin loystur?
f/ Sjálvstýrisflokkin
Kári P. Højgaard
Tað var við áhuga ein settist
at lesa greinina, har Ingi
Rasmussen blaðmaður hev-
ur samrøðu við samgongu-
tinglimin Poul Michelsen,
men má viðganga, at inni-
haldið ikki varð tað, ein
hevði væntað.
Allir 6 politisku flokkar-
nir, sum eru umboðaðir í
løgtinginum eru eisini við í
grundlógararbeiðinum. Eitt
eru allir samdir um og tað
er, at virði av grundlógar-
arbeiðinum er tengt at
breiðari politiskari semju.
Eitt
orðafelli
sigur:"
Grasið er altíð grønari hjá
grannanum".
Sjálvsagt
hevur hvør tingmaður loyvi
at droyma um sína "ideal-
samgongu" og ivist eg ikki
í, at allir føroyingar høvdu
ynskt sær eina breiða po-
litiska samgongu, har hvør
tinglimur ikki varð avger-
andi atkvøðan.
Trupuleikin við fíggjar-
lógarviðgerðini 2002 og
2003, var ikki við Sjálv-
stýrisflokkinum. Tað ber
tað til, eisini at nýta ultima-
tivu loysnirnar, um flokkar
hava eitt, sjey ella átta um-
boð.
Einasta málið sum Sjálv-
stýrisflokkurin nýtti boksi-
handskarnar fyri at verja,
var ætlanin um at broyta
prístalsreguleringina
av
pensjónum frá verandi 4%
um árið til 0,9 og varð hetta
stríðið í samgonguni, ikki í
løgtinginum.
Nú eru ikki so nógvir
smáir flokkar, so eg meti, at
tinglimurin eisini sipar til
Sjálvstýrisflokkin, (íð er
fimti størsti flokkurin), tá
hann sigur. Hvør maður er
avgerandi atkvøðan hjá
samgonguni, og tí ber til í
tíð og ótíð at hótta við at
taka sín stuðul aftur.
Fíggjarlógin var tað bera
møsn og kegl, har serliga
teir
smáu
flokkarnir
hóttu við sliti, um teir ikki
fingu sín vilja.
Fari at biðja Poul Michel-
sen um at greiða frá,
hvussu ofta Sjálvstýris-
flokkurin í samgongusam-
starvinum ikki hevur livað
upp til givin lyftir í sam-
gonguskjalinum og í hvørj-
um føri, Sjálvstýrisflokk-
urin hevur hótt við sliti ?
Hvørjar hóttanir um at
taka stuðulin til samgong-
una aftur eru aktuellar í
løtuni, og hvørjum flokkum
úr samgonguni koma tær
frá ?
Viðmerking til greinina »Hurðin gloppar
fyri semju«
UTTAN ÚR HEIMI
Hvar eru oljupengarnir?
Júst sum tey sonevndu gevaralondini hittast í Madrid at
taka støðu til fíggjarliga hjálp til at endurbyggja Irak,
hevur felagsskapurin Christian Aid reist spurningin,
hvat er vorðið av pengunum, sum Irak hevur fingið fyri
oljuna, sum landið hevur útflutt, síðani stýrið hjá Sad-
dam Hussein fall.
Christian Aid hevur við upplýsingum úr Irak og ST
roknað út, at Irak hevur útflutt olju fyri millum 25 og
32 milliardir krónur, síðani amerikanarar og bretar her-
settu landið. Felagsskapurin sigur, at hóast amerikanar-
ar og aðrir tosa um demokrati í Irak, veit eingin at siga,
hvat er vorðið av pengunum. Christian Aid vísir eisini
á, at sambært altjóða reglum eigur amerikanska umsit-
ingin í Irak at greiða frá, hvat pengarnir eru nýttir til,
men tað hevur hon ikki gjørt.
Felagsskapurin heldur, at gevaralondini eiga at
krevja eina frágreiðing frá amerikanarum um, hvat er
vorðið av pengunum, áðrenn tey ganga við til at fíggja
arbeiðið at endurbyggja Irak.
Sita fangar í Norðurkorea
Ein fyrrverandi norðurkoreanskur heryvirmaður vil
vera við, at hann fyri sjey árum síðani sá sjey vestur-
lendskar fangar í Norðurkorea. Menninir, sum sóu út til
at vera millum 70 og 75 ára gamlir, sótu í einari fanga-
legu. Hann fekk at vita, at menninir høvdu verið fangar
síðani kríggið í Korea fyrst í fimmti-árunum.
Kim Yong var sjálvur fangi í leguni, men tað eydnað-
ist honum at flýggja úr Norðurkorea, og síðani hevur
hann búð í USA. Hann hevur nú greitt einum amerik-
onskum mannarættindafelagsskapi, sum júst hevur al-
mannakunngjørt eina frágreiðing um politiskar fanga-
legur í Norðurkorea.
Tað er ein fyrrverandi ST-embætismaður, David
Hawk, sum hevur skrivað frágreiðingina. Hann vil vera
við, at millum 150.000 og 200.000 politiskir fangar sita
í norðurkoreonskum fangalegum. Norðurkoreonsku
myndugleikarnir hava alla tíðina avsannað, at legurnar
eru til.
Aftur ófriður
Nú er aftur ófriðarligt í afrikanska landinum Nigeria.
Keldur í landinum siga, at minst fýra fólk hava latið
lív í samanbrestum í tí oljuríka landspartinum Warri
teir seinastu dagarnar. Samanbrestirnir vóru millum
tveir ættarbólkar, og stjórnarherurin noyddist at leggja
uppí, siga keldurnar.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ættarbólkarnir í Warri
bresta saman. Í mars var ófriðurin so ringur, at oljufel-
øgini Shell, ChevronTexaco og Total noyddust at gevast
við sínum virksemi í landspartinum, og feløgini hava
boðað frá, at fyribils fara tey ikki at taka virksemið
uppaftur. Ófriðurin í mars hevði við sær, at nigeriski
oljuútflutningurin minkaði næstan 40 prosent. Har-
afturat er framleiðslan nú tíggju prosent minni, enn hon
kundi verið.
Full ferð á Volvo
Tað gongur strúkandi hjá svensku bilverksmiðjuni
Volvo. Felagið hevur júst almannakunngjørt roknskap-
in fyri níggju teir fyrstu mánaðarnar í ár, og har sæst, at
felagið hevði 3,2 milliardir svenskar krónur í avlopi
hetta tíðarskeiðið. Somu mánaðir í fjør var avlopið 755
milliónir svenskar krónur.
Ein stór orsøk til tað góða úrslitið er, at felagið hevur
framt munandi sparingar á lastbiladeildini, men felagið
hevur eisini selt fleiri bilar. Tað eru serliga lastbilarnir av
sløgunum Volvo, Mack og Renault, sum eru væl um-
tóktir, men tann nýggi Volvo CE hevur eisini selt væl.
Stjórin í Volvo, Leif Johansson, sigur seg hava góðar
vónir um framtíðina hjá fyritøkuni. Hann vísir millum
annað á, at eftirspurningurin eftir Volvo-bilum vaks
ikki minni enn 46 prosent í juli ársfjórðingi.
Ongar myndir av kistum
við deyðum hermonnum
Seinasta
Concorde-ferðin
George W. Bush, for-
seti, hevur sett amer-
ikonskum fjølmiðlum
bann fyri at vísa
myndir av kistum við
hermonnum, sum
doyggja í Irak.
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dl
Boðini eru ikki nýggj, tí
sambært Washington Post
sendi forsetin longu í mars
øllum amerikonskum her-
støðum boð um serligar
mannagongdir í sambandi
við kríggið í Irak.
Í boðunum gjørdi forset-
in millum annað greitt, at
fjølmiðlarnir skuldu ikki
fáa atgongd til amerik-
onsku herstøðina Ramstein
í Týsklandi, hagar kistur
við deyðum amerikonskum
hermonnum vanliga verða
fluttar, áðrenn tær verða
sendar til Dover-herstøðina
í statinum Delaware. Í boð-
unum stóð eisini, at fjøl-
miðlarnir skuldu heldur
ikki sleppa á Dover-støð-
ina, tá kisturnar koma hag-
ar. Á Dover-støðini er tann
størsti hernannakirkjugarð-
urin í USA.
Atfinningarsamar røddir
leggja Bush-stjórnina undir
at fjala sannleikan um
kríggið í Irak við at nokta
almenninginum at síggja
tær flaggskríddu kisturnar,
sum hvørja viku koma til
USA. Millum tey atfinn-
ingarsomu er talsmaðurin
hjá fyrrverandi forsetanum
Bill Clinton.
Joe Lockhart sigur við
Washington Post, at tað er
skeivt av stjórnini at dylja
sannleikan um tað, sum
hendir í Irak. Hann vísir á,
at vanliga var Bill Clinton
hjástaddur, tá amerikanskir
hermenn komu heim í
kistu, og tað vóru fjølmiðl-
arnir eisini, sigur hann.
Eitt serligt tíðarskeið
í flogsøguni fær enda
í dag, tá tað seinasta
Concorde-flogfarið
lendir fyri seinastu
ferð.
FLOGFERÐSLA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað bretsk-franska Con-
corde-flogfarið fer í søguna
í dag, tí nú verður tað sein-
asta flogfarið av hesum
slagnum tikið úr flúgving
og sett.
Concorde-flogfarið var
ein kollvelting innan ferða-
mannaflúgving,
tá
tað
fyrsta fór í flúgving, og tað
vóru tey, sum væntaðu, at
altjóða flogfeløgini fóru at
standa í røð at fáa fatur á
hesum skjótu flogførunum.
Tey mest bjartskygdu vænt-
aðu, at feløgini fóru at bí-
leggja eini 500 Concorde-
flogfør, onnur væntaðu um-
leið 200, men tá saman um
kom, gjørdist talið 14, sjey
til British Airways og sjey
til Air France.
Avmarkaðir rutumøgu-
leikar, stór orkunýtsla og
nógvur gangur, tá flogførini
brutu ljóðmúrin, hava gjørt,
at Concorde-flogfarið ong-
antíð fekk fótin fyri seg.
Vanlukkan uttan fyri París
og
marknaðarkreftirnar
góvu at enda flogfarinum
mønustingin. Fyrr var tað
stuttligt at ferðast skjótt.
Nú er tað bara dýrt.
Í dag er seinasti dagur hjá Concorde-flogførunum
C
M
Y
K
11
10