Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 202 - 24. oktober 2003 Nr. 202 - 24. oktober 2003 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Í dag verður móttøka hjá Postverki Føroya, í sambandi við at Mortan Rasmussen, deildarleiðari, sum hevur arbeitt á stovninum í 46 ár, hevur valt at fara frá. Mortan var í nógv ár andlitið hjá stovninum úteftir STARV Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Mortan Rasmussen flutti sum seks ára gamal av Kirkju til Klaksvíkar og gekk í skúla har. Tá hann var liðugur við barna- og realskúlan, fór hann til Danmarkar, har hann 1. september 1957 fór í læru sum postassistentur hjá Post- & Telegrafvæsenet. 46 ár seinni, 1. september 2003, hevði hann sín sein- asta starvsdag hjá Postverki Føroya. Tá hann byrjaði hjá Post- & Telegrafvæsenet, var tað sami stovnur sum post- verkið í Føroyum. Mortan er í dag 62 ára gamal, nú hann hevur valt at leggja frá sær. Men tær broytingar sum føroyska postverkið hevur verið ígjøgnum hesi árini, eru heilt ómetaliga stórar. Fyrsti partur av lærutíð- ini var við skúlagongd í trý ár. Í 1960 varð hann inn- kallaður til hertænastu í 16 mánaðir. Liðugur við her- tænastuna arbeiddi Mortan sum postassistentur í Dan- mark, til hann í 1963 kom heim aftur til Føroya og fekk starv sum postassi- stentur á posthúsinum í Havn. Hann tók annan part av útbúgvingini í 1967 í Keypmannahavn. Tá vóru umleið 30 starvsfólk á posthúsinum í miðbýnum í Havn. Stovn- urin hevði ein bil til út- koyring av pakkum. Tvey av postboðunum brúktu súkklur, meðan posturin í sjálvum býnum bleiv borin út til gongu. Martin Kúrberg koyrdi allan postin til og frá bygdunum oman og niðan av kaiuni við lastbili sínum, meðan Skipafelagið koyrdi postin úr Danmark. Onkun- tíð var so nógvur pakka- postur - helst til jóla - at alt rúmtist ikki inni. Posturin til bygdirnar bleiv pakk- aður upp fyrst, og posturin til Havnina kundi liggja í sekkjum heilt út í Komm- unuskúlagarðin. Postverkið yvirtikið Í 1968 bleiv Mortan yvir- assistentur og postkon- trollørur í 1972. Tá føroy- ingar yvirtóku postverkið frá danska Post- & Tele- grafvæsenet 1. apríl 1976, og Postverk Føroya varð stovnað, bleiv Mortan ein av deildarleiðarunum. Hann var eisini við til at stovnað Føroya Postfelag og at samráðast um fyrsta sáttmálan, sum bleiv und- irskrivaður í februar 1977. Tá hendu stórar broyt- ingar innan Postverkið í Føroyum, Frímerkjadeildin bleiv sett á stovn, og før- oysk frímerki vóru nógv eftirspurd um meginpartin av heiminum. Postgirostovan varð eis- ini sett á stovn, og ein bygningur bleiv nøkur ár seinri bygdur á Argjum til Frímerkjadeildina og Post- girostovuna. Hølisviðurskiftini í Havn vóru út av lagi vánalig og ov smá. Fyrst bleiv leigað á Smyrilsvegi 2, men í 1990 bleiv flutt í 2.000 leigaðar fermetrar í Idé-húsinum. Í 1995 bleiv bygningurin keyptur, og seinastu tvey árini hevur verið innrættað og umbygt, so nú lúka ar- beiðshølini í stóran mun tørvin hjá Postverkinum. So hvørt sum samferðsl- an og veganetið blivu út- bygd, fekk Postverkið alt meira og lutvís størri akfør. Í 1968 vóru 90 posthús í Føroyum, men so hvørt sum veganetið og bilferjur- nar blivu nútímansgjørd, blivu postviðurskiftini um- skipað. Í dag eru knapt 40 posthús eftir. Í 1992 bleiv Mortan sett- ur sum leiðari á marknaðar- deildini á Postverkinum og í 1998, tá Postverkið fekk nýggjan stjóra, fekk hann nýggjar uppgávur so sum bræva- og pakkapostin í Føroyum, her undir eisini postútberingina. Spennandi og avbjóðandi Mortan ásannar, at hóast 46 ár er ein langur arbeiðsdag- ur - longri enn hjá teimum flestu - so hevur hann trivist sera væl á stovninum. Har hava verið so ómetaliga nógvar og spennandi av- bjóðingar, og hevur hann í sínum arbeiði verið ein partur av menningini av Postverkinum. Hann var í mong ár andlitið hjá Post- verkinum úteftir. Um framtíðina hjá Post- verkinum og tær broytingar sum eru fyri framman, sigur Mortan, at neyðugt er at geva Postverkinum somu treytir sum kappingarneyt- arnir hava: møguleika at taka skjótar avgerðir uttan fyrst at skula ígjøgnum ein politiskan polemikk, sum ofta tekur fleiri ár. Nú Mortan er farin frá, hevur hann betri stundir til síni frítíðaráhugamál. Hann hevur verið limur í Havnar Bridgefelag síðan 1967. Hann hevur vunnið nakrar kappingar og verið føroya- meistari fyri lið. Eisini hevur hann fleiri skeið verið formaður í felagnum og er í dag formaður í Før- oya Bridge Sambandi. Mortan hevur bát og sær fram til, at møguleikarnir at nýta hann verða betri, nú frítíðin verður meira. Í dag, fríggjadagin 24. oktober, verður móttøka í kantinuni í bygninginum hjá Postverkinum á Óðins- hædd 2, frá kl. 15.00 - 17.00, har øll eru vælkom- in. Nú fær Mortan tíð til bátin Mortan Rasmussen hevur bát og sær fram til, at møguleikarnir at nýta hann verða betri, nú frítíðin verður meiri Mynd: Álvur Haraldsen NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í dag, fríggjadagin 24. ok- tober, hava Anna og Willy Stampe í Klaksvík verið gift í hálvt hundrað ár. Tey bæði hava hesi mongu árini verið partur av býarmynd- ini í Klaksvík, og tað eru tey framvegis. Anna er um tey vitjandi í Dagtilhaldin- um fyri eldri, og hon verður væl stuðlað av manninum. Anna er dóttur Súsonnu og Petur á Hædd. Hon var fødd Mikkelsen og ættað úr Barbustovu ímillum áirnar í Syðrugøtu, og hann var av Hædd í Klaksvík. Sanna og Petur á Hædd fingu fimm børn: Jósvein, Anna, Palli, Maina og Minna. Trý tey elstu búsettust í Klaksvík, Maina býr í Havnini, og Minna býr í Leynum. Petur á Hædd doyði í 1967, og Sanna doyði í 1980. Sonur teirra Palli doyði í 1999. Petur á Hædd var málara- meistari. Í 1950 lýsti hann í Danmark eftir málarasvein- um. Tveir komu til Klaks- víkar. Annar nevndist Jen- sen og hin Stampe. Tá ið arbeiðið var liðugt, fór Jensen aftur til Danmarkar. Tað fór Stampe ikki. Willy, sum er ættaður úr Vidby uttanfyri Roskilde, var vorðin væl við mesterens datter, sum tað plagar at verða tikið til. Anna og Willy giftust í 1953. Tey bygdu vestanfyri spinnaríið uppi við Borð- oyarvík. Seinni fluttu tey oman í barnaheimið hjá Annu við Nýggjaveg, og har hava tey framvegis eitt fjálgt og hugnaligt heim. Tey eiga tveir dreingir. Petur býr í Havnini og Finn í Klaksvík. Anna, sum er fødd í 1934, arbeiddi á telefon- støðini, tá ið hon var farin úr skúlanum. Eitt skifti var hon á apotekinum. Tá ið Petur á Hædd í 1957 fór at handla, fór Anna at hjálpa pápanum. Hon og maðurin yvirtóku seinni handilin, sum tey seinni broyttu til blomsturhandil. Nú eru nøkur ár síðani, at tey seldu handilin, sum framvegis er í somu hølunum. Willy, sum er føddur í 1926, var útlærdur málara- sveinur, tá ið hann kom til Klaksvíkar. Við síni friðar- ligu medferð og vinnandi smílinum gjørdist hann skjótt klaksvíkingur. Hann var væl dámdur, og so røkin og hegnigur, at tað meiri enn so kom fyri, at tað varð spurt, um Willy var ledigur, tá ið tað varð ringt til Petur á Hædd fyri at fáa mál-ara- arbeiði gjørt. Anna og Willy hava dugað væl at hugna um, har tey hava verið. Tað hevur eitt nú gjørt seg galdandi í grannalagnum. Tey hava skipað fyri nógvum tiltøk- um, og nú er tað sum sagt tey í Dagtilhaldinum, sum tey eru um. Merkisdagin eru Stampe hjúnini burturstødd. Tey halda dagin saman við sínum næstu. Millum hesi eru tveir beiggjar hjá Willy, Svend og Pauli, sum eru komnir til Føroya at vera saman við beiggjanum og svigarinnuni, nú tey halda 50 ára brúdleypsdag. Dagurin 24. oktober. Proklus, deyður í 443. Var næmingur hjá Chrysostomosi og endaði sum biskupur í Konstantinopel. Nógvar av prædikum hansara eru varðveittar. Sameindu tjóðirnar samtyktu skipan sína í mai-juni 1945, og henda dag høvdu so nógv lond góðkent skipanina, at hon kom í gildi. Dagurin verður hildin sum ST-dagur. Anna og Willy Stampe gullbrúdleyp Dánjal Petur Højgaard 50 Í dag tann 24. oktober verður Dánjal Petur Høj - gaard, ættaður úr Rituvík, búsitandi í Søldafirði, 50 ár. Hann er sonur Fríð- bjørg og Andreas Høj- gaard í Rituvík, elstur av 8 systkjum. Dánjal Petur er cand. scient í biologi og kemi frá Odense - og Bergen Universitetum og undir- vísir á Studentaskúlanum í Eysturoynni. Í 1998 vardi hann PhD ritgerð sína. Hann hevur m.a. verið formaður í Fróðskaparfelagnum og mong ár í nevndini í Dansk - Færøsk Kulturfond. Dánjal Petur er giftur við Annemiu f. Lamhauge úr Lamba, ið er serlærari, tey eiga dóttrina Arnfríð sum er 9 ára gomul. Umframt Dánjal Petur, hava tvey av onnur av systkjum hansara, Áki og Jana, føðingardag sama dag. Hjartaliga tillukku! x Páll Steinberg 60 ár Fríggjadagin 24. oktober fyllir Páll Steinberg í Klaksvík 60 ár. Páll er klaksvíkingur, uppvaksin í Víkunum í Klaksvík. Foreldrini vóru, Frida, f. Joensen, ættað úr Leirvík, og Joen Pauli Steinberg, úr Klaksvík, vanliga nevndur Palli. Páll er yngstur av seks systkjum. Hann bleiv útlærdur blikksmiðjur í 1962, hann lærdi hjá Niels Juul Arge. Síðan arbeiddi hann sum sjálvstøðugur í nøkur ár, til hann bleiv settur sum vatn- meistari hjá Klaksvíkar Kommunu. Páll hevur stóran áhuga í seyði. Á hvørjum heysti, í meira enn 30 ár, hevur hann verið úti í Hattarvík og hjálpt Hanusi, bóndanum, við at ganga á fjall og at fletta. Í 1966 giftist Páll við Eydnu, f. Justesen, dóttir Onnu og Hans Jacob Juste- sen í Klaksvík. Eydna og Páll eiga fimm børn. C M Y K 13 12