Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 24. oktober 2003 15 Felagið hjá Rúna Weihe hevur bert ráð at lata níggju leikarar fara við í ferða- lagnum til Top Teams Cup kappingina í Finnlandi FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Hetta vikuskiftið skulu Bárður B. Mikkelsen og Rúni Weihe royna seg í Europa Cup kappingini í flogbólti fyri ávíkavist Holte og Tromsø, har teir báðir leika. Tromsø, sum er liðið hjá Rúna, skal royna seg ímóti liðum úr Finnlandi, Írlandi og Moldava, og verða dyst- irnir leiktir í Finnlandi. Sum so eru vónirnar hjá felagnum góðar, men tað hevur vakt ans, at leiðslan í felagnum hevur gjørt av, at bert níggju leikarar vera í ferðalagnum. Henda av- gerð er tikin av fíggjarlig- um ávum, tí leiðslan í fel- agnum metir seg ikki hava ráð at senda allan hópin yvir. Samstundis hevur for- maðurin í felagnum, Harald Markussen, heitt á leikar- arnar um at ansa eftir sær sjálvum. - Fáa vit ein skaða, so gongur tað nokk, men verða tveir leikarar skaddir, so hava vit eina kreppu, sigur Markussen, sum tó vónar, at tað fer at bera til hjá liðnum at enda á øðrum av teimum báðum fremstu sessunum. Holta skal í Letlandi royna seg móti einum letl- endskum, einum svenskum og einum ungverskum liði, og har man tað vera so sum so við vónunum um at koma víðari. Ikki minst tí Holte undan hesum kapp- ingarárinum hevur mist hópin av fólki. Sum sagt, so verða dyst- irnir í Top Teams kapping- ini leiktir um vikuskiftið. Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby (S) 13 9 - 2 - 2 21 8 13 29 2 Esbjerg 13 8 - 3 - 2 23 14 9 27 3 FCK (M) 13 7 - 4 - 2 20 11 9 25 4 OB 13 7 - 3 - 3 28 16 12 24 5 FCM 13 7 - 2 - 4 26 16 10 23 6 AaB 13 6 - 3 - 4 15 12 3 21 7 Herfølge 13 4 - 2 - 7 11 15 -4 14 8 Viborg 13 3 - 4 - 6 23 22 1 13 9 Frem 13 4 - 1 - 8 15 23 -8 13 10 AGF 13 4 - 1 - 8 19 29 -10 13 11 FC Nordsj. 13 2 - 4 - 7 14 27 -13 10 12 AB 13 2 - 1 - 10 10 29 -19 7 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói Jacobsen (Brøndby) 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 2 1 - 1 - 0 58 56 2 3 2 Neistin 2 1 - 1 - 0 56 54 2 3 3 VÍF 2 1 - 0 - 1 54 48 6 2 4 StÍF 2 1 - 0 - 1 50 48 2 2 5 KÍF 2 1 - 0 - 1 50 52 -2 2 6 H71 2 0 - 0 - 2 50 60 -10 0 Hjá bæði FCK og Brøndby var tað ikki fyrrenn í síðstu løtu, at sigursmálini vórðu skorað SUPERLIGAN Jóannes Hansen Mesta tosið í donskum fót- bólti snýr seg í hesum døg- um um, hvør fyrsti venjarin fer at verða, sum fer at fáa sekkin. Tað eru fleiri, sum verða mettir at hanga í klønum tráði. Ein teirra er Poul Hansen. Í donsku miðlunum var mest sum hvønn dag í vár roknað við, at nú fór dámligi og kar- ismatiski AGF venjarin at fáa reyða kortið, tí felagið tóktist hava beina kós ímóti niðurflyting. Men tað eydn- aðist hjá stóra Århus fel- agnum at venda gongdini, og venjarin fekk møguleik- an at fyrireika nýtt kapp- ingarár. Fyritreytirnar hava ikki verið tær bestu. Fleiri spælarar fóru úr felagnum í summar, og tá ið fleiri hava verið skaddir í heyst, hevur tað verið um reppið, at tað hevur eydnast at manna lið. AGF hevur tapt nógv, og venjarin hevur verið í miðlaligum ódnarveðri. Tá ið AGF fyri knøppum trimum vikum síðani tapti nógv á heimavølli ímóti OB, sum rættuliga er á aldukambinum, var talan um nýtt vatn á mylluna, men venjarin varð ikki sendur til hús. Mikukvøldið var AGF í Odense. OB vann 4–2. Talan var um væl betri AGF avrik, enn tað var í heimadystinum ímóti OB. Nú hevur venjarin biðið um fund við leiðsluna í AGF. Hann tímir ikki meiri hvønn einasta dag at fáa at vita í miðlunum, at hann fer at fáa sekkin. Hann vil hava at vita, um hann skal halda seg til sáttmálaskeiðið, sum gongur fram til næsta summar. Hetta kennir hann eyka trongd til, eftir at tað í vikuni hevur ljóðað, at svenski venjarin hjá Djur- gården, sum síðsta sunnu- dag endurvann svenska meistaraheitið, nú skal vera venjari hjá AGF. Í OB er lagið gott. Ser- liga fegin hevur Mwape Miti orsøk at vera. Í báðum teimum omanfyri nevndu dystunum ímóti AGF hevur hann skorað trý mál hvørja ferðina. Hann er næstovast á skjúttaralistanum. Einasti spælarin, sum hevur skorað oftari, er álopsfelagin hjá honum, Steffen Højer. Mikukvøldið skoraði hann eitt mál. Frammanfyri OB á støðutalvuni eru trý feløg, sum øll vunnu mikukvøld- ið. Brøndby er oddalið. Teir vunnu 1–0 á heimavølli ímóti Viborg, sum var undir støðugum trýsti, men megnaði at verja inntil tað bara restaði ein lítil løta. Jón Rói Jacobsen hugdi at. Hann hevur slitið kross- bandið og verður ikki at síggja á vøllinum fyrrenn í fyrsta lagi eina ferð í vár. Ein av kappingarneytunum hjá Jón Róa til miðverju- plássini, svenski Andreas Jakobsson, skoraði einasta málið. Umframt Toda Jónsson var Zuma millum FCK spælararnar, sum ikki vóru við í Herfølge. Suðurafrik- anarin hevur kent seg illa til passar. Tað verður sagt, at Zuma spælir væl, tá ið tað er ljóst og heitt í Danmark, og at tað ikki gongst so væl hjá honum, tá ið tað gerst myrkari og kaldari. Hesa ferð vóru Álvaro Santos og Peter Møller í FCK álopin- um, meðan Jörgen Petters- son var framrættaður mið- vallari. Herfølge kundi havt verið frammanfyri við tveimum málum, tá ið tað var hálvleikt, men FCK fekk einki mál ímóti sær. Tá ið tað restaði ein lítil løta skoraði Álvaro Santos fyri fyrstu ferð í super- liguni. Einki er at siga til, at hann var ovurfegin. FCK hevur nú vunnið teprar 1–0 sigrar á bæði Herfølge og AB. Teir í FCK kenna seg at hava verið hepnar, nú teir framvegis eru við í odda- stríðnum, sjálvt um fleiri av lyklaspælarunum ikki eru tøkir. Umframt Toda og Zuma vóru eitt nú Mykland og Peter Nielsen ikki við í Herfølge. Samleikin burtur Vánaligast stendur tað í løt- uni til í FC Nordsjælland. Fjølmiðlarnir eru farnir at sammeta støðuna í felagn- um við hana, sum í fjør valdaði í Farum kommunu. Í fjør var talan um stóra kreppu í Farum, har tað var neyðugt at lyfta lokið av, reinsa út og síðani so smátt at fara undir at byggja uppaftur. Í summar skifti fótbóltsfelagið navn frá Farum Boldklub, sum akk- urát hevði vunnið bronsu- krónurnar, og til FC Nord- sjælland. Nú verður tosað um, at eingin kennir seg eiga fusiónsfelagið, og røddir eru frammi, sum vilja venda aftur til Farum navnið. Í næstsíðsta umfari tapti Farum 5–1 á útivølli ímóti Frem. Hesa ferð áttu teir heimavøll, og tað hilnaðist uppaftur verri. Fusiónsfel- agið hjá Ikast og Herning, FC Midtjylland, vitjaði, og gestirnir gjørdu fullkomu- liga av við FCN, sum noyddist at leggja rygg til 7–1 tap. Í fjør varð Christian Andersen roknað- ur um framúr venjari. Nú hoyrast røddir, sum halda, at tað hevði verið best at skift venjaran út. Penga- maðurin aftanfyri FCN hevur sagt, at fleiri spælarar skulu skiftast út. Hann ætlar ikki at leingja sam- starvið við spælarar, sum ikki gera tað, sum teir eiga og sum teir kunnu gera, sigur hann. Tað stendur eisini illa til í AB. Mikukvøldið vóru teir á útivølli í Esbjerg, har heimaliðið við 3–1 sigri helt tørn um næstfremsta plássið. AaB hevur vunnið nógv síðstu umførini. Hesa ferð vóru teir favorittar á heima- vølli ímóti Frem, sum fyri tveimum vikum síðani skifti venjara. Einki er at ivast í, at gestirnir vóru meiri nøgdir enn vertirnir við málleysa javnleikin. Tað verður drivið á næstu dagarnar í superliguni. Um- far eru á skránni í viku- skiftinum og aftur mitt í viku. Toppurin vinnur og botnurin tapir Skert Tromsø lið til Europa Cup 15 Nr. 202 • fríggjadagur • 24. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo StÍF-KÍF 26-22 (12-7): Umskipaðir meistarar StÍF vann ein tryggan sigur á KÍF miku- kvøldið, men enn er tó als ikki talan um sama flótandi álops- spælið, sum í fjør tryggjaði teimum gullið HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Lat tað bara verða sagt alt fyri eitt. StÍF hevur aftur í ár eitt knallandi gott lið, og tó at leikandi venjarin frá í fjør, Costin Dumitrescu, ikki longur er til staðar at stýra álopsspælinum, so er hópurin um nakað sterkari í ár. Tað er baratað, at strand- ingar enn ikki hava víst nakað, sum minnir um gull- spælið frá í fjør, og sum so eisini spælinum, sum tey nógvu seinastu árini hevur flokkað teir sum mest und- irhaldandi hondbóltsliðið í landinum. Eitt heiti, sum serliga komst av kvika hondbóltsspælinum, har stórur dentur varð lagdur á eina offensiva verju og kvik mótálop. Og har allir leik- arar á liðnum megna at spæla heilt skjótt, soleiðis at mótstøðuverjurnar eisini kunnu gerast tunnar, hóast talan ikki er kontra. Rumenskur verjuskansi Í dystinum móti Kyndli seinasta sunnudag tóktist stóri trupulleikin at vera, at verjuspælið ikki fekst at koyra nóg væl, og at liðið tí nærum eingi mótálop fekk, og leingi var talan eisini um sama fyribrigdi mikukvøld- ið. KÍF tóktist spæla nóg so tungt við denti á bakkarnar báðar, Petur Martin Poulsen og Damir Oros, men eftir at Petur Martin noyddist av vøllinum eftir hendiligan samanbrest við Artur Jo- hansen, gjørdist talan í alt ov stóran mun um ein- streingjað spæl. Einstrangj- að spæl, sum heldur ikki var serliga effektivt, tí stór- skjúttin hjá KÍF fekk ikki langar teymar hesaferð. Mihai Marinescu varð und- an komuni til Føroya sagd- ur at vera verjuserfrøðing- ur, og hetta heitið livdi hann so sanniliga eisini upp til mikukvøldið. Allan dyst- in var hann sum ein skuggi yvir Oros, og tað man hoyra til tær heilt sjáldsomu hendingarnar, at Oros bert fær tvey mál úr opnum spæli, soleiðis sum støðan var mikukvøldið. Og góða verjuspælið er eisini júst tað, sum sipað verður til í yvirskriftini om- anfyri. Ikki tí at strandingar áður hava havt eina vána- liga verju, tí tað hava teir so als ikki. Men offensivi verjuhátturin, sum fyrr hev- ur verið nýttur, inniber tó munandi størri risiko í spælinum. Ein risikofaktor- ur, sum mest sum hvørja ferð hevur borgað fyri úr- slitum, har liðini í dystum hjá StÍF hava ligið um tey 30 málini hvør. Og tað var talan so ikki um hesaferð. Vandamikil unglingi Umframt dominerandi leik- lutin hjá Mihai í verjupart- inum, so var serliga ein onnur orsøk til, at StÍF vann dystin hampuliga ómaksleyst. Soleiðis at skilja, at teir alla tíðina høvdu nøkur mál at dúva uppá. Sveinur Justinussen hevur drigist við fótbóltsskaða í nakrar vikur, og tí var hann ikki við í tapinum móti Kyndli sunnudagin. Sum skilst, so hevði hondbólts- venjing hansara eisini verið lítil og eingin undan dystin- um mikukvøldið, men tað tóktist so á ongan hátt at nerva hann. Tað tóktist til tíðir vera fullkomuliga líka- mikið, hvussu hann slapp til skotini, ella hvat pláss hann hevði. Úrslitið var neyvt tað sama hvørja ferð, tá bólturin fór sendandi í meskarnar. Snøgt sagt ein framsýning av, hvussu einfaldur hond- bóltur í veruleikanum er, og tað er einki at ivast í, at skal StÍF koppast av trúnuni í vetur, so er Sveinur ein av leikarunum, sum ansast skal sera væl eftir. Og hartil kemur so tað, at liðið í vetur í nógvar mátar tykist sterkari enn tað, sum vann gullið fyri hálvum ári síðani. Sum sagt er eingin Costin, men tilgongdin úr Rumenina og Tjaldrinum saman við menningini av egnum ungum leikarum hevur í øllum førum breiðkað hópin heilt nógv. Eitt nú stóð Borgar Daniel- sen sera sterkur í verju- partinum fram til sína triðju útvísing, og móti endanum, tá StÍF loksins fekk nakað av gongd á kontraspælið, sýndi Pauli Hansen eisini sera góð evni. Hetta lagt afturat tí longu so væl kenda bulinum á liðnum borgar í øllum fyri eini høgari góðsku í spælinum, og tó at gullið á ongan hátt kann garanterast, so er einki at ivast í, at StÍF fer at vera har frammi, sum tað er stuttligt at vera. Ein góð ábending um, hvat liðið kann røkka í ár, fæst helst longu sunnudag- in. Tá kemur VÍF á vitjan, og teir dystirnir plaga í øll- um førum at vera av tí heilt undirhaldandi slagnum. Ov fáir herðar Hjá KÍF verður talan neyv- an um sama leiklut frammi í oddinum. Og tað høvdu teir sum so kanska heldur ikki roknað við. Størsti trupulleikin á liðn- um tykist í løtuni vera vænt- andi breiddin. Bæði í hópin- um sum heilt, men so sanni- liga eisini í spælinum á vøll- inum. Tað tykist onkurs- vegna, sum um alt ov stór ábyrgd hvílir á stórskjótandi Oros, og tó at liðið eisini telur fleiri aðrar heilt frægar leikarar, so komu hesir ikki fram í hesum dystinum á tann hátt, sum leikligu kval- itetir teirra áttu at bent á. Serliga í fjør var liðið fyri eini stórari menning í so máta, og fleiri ferðir argaðu teir »stóru« liðini á vøllin- um. Men tað kundi tó eisini hent seg, at teir eisini í ár fara at gera onkran vørrin. Hesin kom so ikki miku- kvøldið, men teir hava so ein nýggjan møguleika komandi sunnudag, tá Kyndil vitjar í Hoyvíkar- høllini. Dysturin í tølum StÍF-KÍF 26-22 (12-7) Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 9(3), Pauli Hansen 5, Artur Johansen 3, Bent Djurhuus 2, Mihai Marinescu 2, Jón L. Rasmussen 1, Alexandur Johansen 1 KÍF: Petur Martin Poulsen 5, Regin Petersen 4, Damir Oros 4 (2), Jónálvur Jo- hannesen 3, Mirko Milin- kovic 2, Rógvi Weihe 2, Gert Hansen 1, Kristian Madsen 1 Brotskøst: StÍF 3, KÍF 4 Útvísingar: StÍF 7, KÍF 7 Diskvalifikatiónir: StÍF 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Ward- um. Dømdu snøgt sagt til reint UG. Løgdu hart út, og hildu linjuni klokkureint allan vegin. Hóast kollfirðingar tykjast hava takið á myndini, so høvdu Artur og teir úr StÍF ikki stórvegis trupulleikar av at ogna sær stigini í dystinum mikukvøldið Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 14