mikudagur 19. januar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 12 - 19. januar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Alla tað tíð, eg havi fylgt
við í politikki, eini 30 ár,
hevur tað verið samgongan,
sum hevur staðið fyri skot-
um. Andstøðan hevur kriti-
serað og ført síni alternativu
sjónarmið fram.
Hetta seinasta skeiðið
hevur brotið frá. Tann størsti
samgonguflokkurin, Tjóð-
veldisflokkurin, hevur brúkt
størsta partin av síni orku
at hegla niður á Javnaðar-
flokkin. Hóast - ella kanska
júst tí - at samgongan hevur
brúk fyri okkum og ikki
umvent. Skutilsveinar í
Tjóðveldisflokkinum sam-
an við Finni og Pálli, og
tann síðsti í hesi lítið kon-
struktivu teggju er so Her-
geir Nielsen, sum eisini ber
prísin. Hansara skriving
hevur so púrt onki við poli-
tikk at gera, bara útspilling
(sí Sosialin leygardagin 15.
jn.) Hon ber boð um ein
djúpt frustreraðan mann. Og
tí er skrivingin so desperat.
Eg kann heilsa Tjóðveld-
ismonnum, at mótsett teirra
flokki er ongin ósemja í
Javnaðarflokkinum. Og so
absolutt ongin ósemja um
formannin.
Flokkurin
stendur samlaður aftan fyri
Jóannes Eidesgaard, og tað
er eisini galdandi fyri okk-
ara fyrrverandi floksskriv-
ara, sum skrivaði eina eggj-
andi og positiva grein. Men
ilt eyga skal onki gott sjá.
Og soleiðis við Hergeiri.
Onkur man hava spælt
hund við Tjóðveldismonn-
um, hava teir fingið hatta
burtur úr landsfundinum í
Skopum. Javnaðarfólk meta
hann sum besta fumd í
mong ár. At Ole Stavad var
við, er onki løgið í. Okkara
hugsjón røkkur út um eingj-
argarðarnar, og vit hava al-
tíð útlendskar gestir á lands-
fundi. Eisini úr Norra, Svør-
íki og Finlandi. Og J. Eid-
esgaard var á landsfundi hjá
teimum svensku sosialdem-
okratunum í fjør. Tað er nat-
úrligt fýri okkum, at parta-
menn hittast. Og kanska
ikki bara fyri okkum. Høgni
Hoydal var heiðursgestur á
landsfundinum hjá komm-
unistunum í Íslandi í fjør-
heyst.
Ósemjan í Javnaðarflokk-
inum er eitt psykiskt fyri-
brigdi, ið bara finst millum
oyruni á Hergeiri. Sjálvt
Hergeir Nielsen mátti sæð,
at hann undirmetir sínar
lesarar, tá ið hann gevur
andstøðuleiðaranum skyld-
ina fyri, at hansara egna
samgonga játtar ov fáar
pengar til pensjonistarnar
og til Suðuroyar Sjúkrahús.
Samgongan hjá Hergeiri
megnaði at fella øll okkara
broytingaruppskot við ein-
um undantaki: Hóast harða
mótstøðu frá samgonguni
eydnaðist tað Javnaðar-
flokkinum
og
hansara
monnum at bjarga Jóhonnu
600.000 kr., so hon kundi
blíva verandi í Suðuroy. Ein
herkin biti hjá tjóðveldis-
monnum í suðri.
Í skrivandi løtu sigur út-
varpið, at landsstýrið leggur
seinastu hond á samráðing-
aruppleggið til danir um
fullveldið. Síðani skal tað í
uttanlandsnevndina, har for-
maðurin skal fáa semju við
m. a. Javnaðarflokkin. Tað
ljóðar sum skemt. Tað
mundi vera lagnunar spei-
semi, sum gjørdi, at Heirgar
bleiv formaður, eftir at Jenis
hevði givið Jóannes Eides-
gaard judaskossin. Hergeir
hevur óiva nógvar dygdir,
men diplomatiskan hugburð
mótvegis Javnaðarflokki-
num og hansara formanni,
kann valla nakar skuldseta
hann fyri.
Hergeir og co. hava
skyldina fyri ruðuleikanum
við pensjónunum, hansara
samgonga hevur skyldina
fyri ruðuleikanum á Lands-
sjúkrahúsinum, og hansara
samgonga hevur ábyrgdina
av teimum hóttandi upp-
sagnunum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi.
Nógv bendir á, at Javn-
aðarflokkurin fær sín triðja
mann valdan í Suðuroynni.
Og sær maður sítt egna
mandat rilla undir sær, so
er desperatiónin kanska for-
stáilig, men tað verður altíð
ein ótýdlig sjón at síggja
mann nekta seg sjálvan al-
ment.
Dan R Petersen.
Tragikomiskt, at júst ein
Tjóðveldismaður viðger
leiðsluna í Javnaðarflokki-
num, men ongin er full-
spottaður, fyrr enn hann
spottar seg sjálvan. Mótsett
øðrum flokki so hevur Javn-
aðarflokkurin ongantíð haft
áneyðir at krógva sín for-
mann, meðan floksfelagar
hava spælt kong gularót.
D. R. P.
Hví er Hergeir so súrur?
Samband um sundið sum skjótast
Sláið Ring havt aðalfund
Aðalfundurin hjá Sláið
Ring var leygardagin 20.
november 1999 á Lands-
bókasavninum.
16 dansifeløg kring land-
ið við tilsamans úti við 2000
limum eru limir í landsfel-
agnum. Á aðalfundi kunnu
allir limir í dansifeløgunum
møta, men tað er bert ein
umboðsráðslimur fyri hvørt
dansifelag, sum hevur at-
kvøðurætt. Endamálið hjá
Sláið Ring er at røkja
áhugamálini hjá teimum 16
dansifeløgunum og í øllum
at bøta um korini hjá tí før-
oyska dansinum.
Úr gerðabókini kann
nevnast ymiskt, sum lýsir
virksemið hjá landsfelagn-
um farna árið:
Veittur varð stuðul til at
feløg dansa saman, kvæða-
bókaútgávu, sjónbandsupp-
tøkur av barnadansi, undir-
vísingartilfar og dansiferðir
innan- og uttanlands.
Sláið Ring skipaði fyri
dansinátt í Norðurlandahús-
inum leygarkvøldið 17. juli.
Nevndin fer at leggja
heimasíðuna hjá Sláið Ring
út á internetið. Aftaná
kunnu dansifeløgini sjálv
gera sínar heimasíður í til-
knýti til hesa.
Í sambandi við 1000 ára
haldið fyri kristniboðanina
verður dansað ymsastaðni
kring landið, har sum tiltøk
verða.
Sláið Ring er í ferð við at
skipa fyri eini stórari dansi-
stevnu fyrst í juli mánaði ár
2002, nevnd Havleikur.
Ætlanin er at bjóða dansar-
um úr øllum grannalond-
unum higar at vitja.
Ein hugskotsbólkur situr
og arbeiðir við nýggjum til-
tøkum, sum fata um tann
føroyska dansin.
Sláið Ring er við í Nord-
leik, sum er norðurlendski
felagskapurin fyri fólka-
dansarar. Sigast skal frá, at
næsta Nordleikstevna verð-
ur í Stavanger 4.-9. juli
komandi, og væntandi fara
um stórthundrað dansarar
av stað, bæði eldri og ung-
dómur yvir 14 ár. Um onkur
hevur hug at fara við, kunnu
tey tosa við dansifeløgini.
Nevndin hevur skipað
seg: Rasmus Joensen í
dansifelagnum Tøkum Lætt
í Havn er formaður, Ketty
Andreasen úr Tvøroyrar
Dansifelag er kassameistari
og Regin Debess úr Eystur-
oyar Dansifelag er næstfor-
maður og skrivari.
Sláið Ring takkar í tíð-
indaskrivi fyri gott samstarv
í farna ári og ynskir øllum
eitt gott nýggjár - og ein
góðan dansivetur.
Hervið verður heitt inniliga
á háttvirda Føroya Løgting,
um at taka undir við fyri-
liggjandi lógaruppskoti.
Vit eru sannførd um, at
verður hetta lógaruppskot
samtykt, verður fasta sam-
bandið um Vestmannasund
ein veruleiki, og kann takast
í nýtslu um 3-4 ár.
Verður lógaruppskotið
hinvegin felt á Føroya Løg-
tingi kemur verkætlanin at
draga út, til óbótaligan
skaða fyri okkum, sum
búgva og virka í Vágum.
Arbeiði byrjaði í 1988,
men steðgaði tíverri stutt
eftir. Vit hava nú tolið bíðað
í meira enn 11 ár eftir, at
arbeiðið skal verða uppaft-
urtikið.
Skulu vit nú bíða í 10 ár
afturat eftir einum føstum
sambandi um Vestmanna-
sund, kemur hetta at føra
við sær ein sváran skaða
fyri alla Vágoynna.
Verandi neyðloysnir á
ferjusambandinum eru ótíð-
arhóskandi, og virka sum
ein fløskuhálsur fyri allari
menning av Vágoynni. Tí er
alneyðugt at tað nýggja
fasta sambandið um sundið
kann takast í nýtslu sum
skjótast.
Við hávirðing
Vegna
Felagskommununa í
Vágum
Rósa Samuelsen, Sanda-
vágur, Durita Jacobsen,
Miðvágur, Eivin Jacobsen,
Sørvágur og Gutti
Guttesen, Bøur.
Lindin sendir fríggjadagin
Hin triðja føroyska út-
varpsstøðin fer at senda
fríggjadagin. Talan er um
kristiliga
kringvarpið,
Lindina, sum í fleiri mán-
aðir hevur fyrireikað seg
at senda. Talan verður um
andaligt tilfar.
Givið sær
sjálvum misálit
MÁLIÐ um uppsagnirnar á Landssjúkrahúsinum
fekk eina knappliga vend mánadagin, tá landsstýr-
iskvinnan í heilsumálum, Helena Dam á Neystabø
gjørdi bart og segði sjúkrahúsleiðaran á Lands-
sjúkrahúsinum, úr starvinum - ella rættari gav til
kennar, at hann fór at verða uppsagdur. Grund-
gevingin er illoyalitetur mótvegis politiska arbeiðs-
gevaranum, somu Helenu Dam á Neystabø. Síð-
ani vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg er tað fleiri
ferðir hent, at landsstýrismenn hava sagt upp
embætismenn, og eins og áður er spurningurin
aftur frammi nú, um hesar uppsøgnir í veruleik-
anum eru „politiskar“, tvs. at landsstýrismenn fyri
at bjarga egnum skinni lata egið tørvandi politiskt
handalag ganga út yvir sínar embætismenn. Í
aktuella sjúkrahúsmálinum er tað nú komið hartil,
at sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre hevur fingið
sekkin, tí hann hevur ikki verið nóg loyalur móti
sínum politiska arbeiðsgevara. Men sami Jákup
Mørkøre letur í brævi, sum Sosialurin hevur fingið
innlit í, koma til sjóndar, at hann er einki minni enn
eitt offur í einum politiskum leiki. Hann sigur, at
hann hevur bert gjørt eftir boðum frá lands-
stýriskonuni og hennara aðalstýri, sum eisini hava
verið vitandi um allar uppsøgnirnar og gongdina í
málinum annars.
NÚ er sjálvandi ringt at siga, hvør sigur sætt í
øllum hesum. Men vit meta kortini, at Helena Dam
á Neystabø hevur verið undir so stórum trýsti frá
løgmanni, at fekk Jákup Mørkøre ikki sekkin, so
fór hon sjálv at verða uppsøgd. Og spurningurin
er, um ikki landsstýriskonan átti at tikið avleiðing-
arnar av málinum og sagt seg úr starvinum. Tí
Helena Dam á Neystabø veit - og tað veit hennara
høgra hond í hennara egna aðalstýri, Høgni Joen-
sen eisini - at sjúkrahúsmálið alt sum tað er er so
eldfimt, at tað er nærum ómøguligt at fáa gjørt
tingini nóg nøktandi. Ein skuldi trúð, náttúrlig
avleiðing av, at embætismaðurin nú er uppsagdur,
er, at nú verður alt at ganga strúkandi á sjúkra-
húsøkinum, tí forðingar eru fyribeindar. Men so-
leiðis verður tað neyvan. Tí - og hetta hava vit
gjørt vart við fleiri ferðir á hesum stað - tað finst
ikki ein politiskur meiriluti í Føroyum, sum veruliga
ynskir at bøta um viðurskiftini á Landssjúkra-
húsinum. Væl kann tað vera, at játtanir eru hækk-
aðar, men samanumkemur og vit taka lønarhækk-
ingar ol. uppí, so hevur gongdin verið tann sama
øll seinastu árini: Landssjúkrahúsið er mishildið
av politisku skipanini. Og tað er eisini greitt, at
Helena Dam á Neystabø hevur ikki havt nógvar
tjansir í Tinganesi at sannføra veruligu valdsharr-
arnar í landinum, løgmann og fíggjarmálaráð-
harran um týdningin av - nú landið hevur so stórt
yvirskot - at kunna brúka part av tí til at menna
Landssjúkrahúsið.
SØGAN endurtekur seg. Vit minnast, hvussu kon-
tantur táverandi sjúkrahússtjórin Høgni Joensen
var, tá hann alment boðaði frá avleiðingunum av
skerdu játtanunum til sjúkrahúsøkið. Minnast vit
rætt, so legði hann „kalt og kyniskt“ køldu tølini á
borðið. Politiskar skerjingar vóru = 100 uppasagnir
ella nakað í tann stíl. Og úrslitið var eitt gallróp frá
politikarunum.Hvat bilti hesin embætismaðurin sær
inn: Men hann gjørdi ikki annað enn at leggja
veruleikan fram júst sum eftirmaður hansara JM
hevur gjørt nú. Eingin ivi er um, at JM er vorðin
syndabukkur í einum politiskum spæli, har starvið
hjá Helenu Dam á Neystabø hekk í einum klønum
tráð. Við uppsøgnini av JM hevur HDN givið sær
sjálvum eitt misálit.
Sosialurin - 311820
PUMA
Skógvar, børn
Fyrr 399.-
NÚ 150.-
NIKE
Skógvar, børn
Fyrr 399.-
NÚ 249.-
ADIDAS
Skógvar, børn
Fyrr 299.-
NÚ 150.-
REEBOK
Aerobicskógvar
Fyrr 499.-
NÚ 150.-
ADIDAS
Graslíkisskógvar
Fyrr 299.-
NÚ 150.-
ADIDAS Cross
Training, kvinnur
Fyrr 399.-
NÚ 248.-
ADIDAS
Draktir, vaksin
Fyrr 749.-
NÚ 399.-
REEBOK
Draktir, vaksin
Fyrr 749.-
NÚ 499.-
ADIDAS Baby
joggingdrakt
Fyrr 249.-
NÚ 199.-
ADIDAS Sweat-
shirt, børn
Fyrr 399.-
NÚ 250.-
ADIDAS Sweat-
shirt, børn
Fyrr 299.-
NÚ 199.-
ÚTSØLA
ÚTSØLA
ÚTSØLA
– og mong
onnur góð
tilboð
Stóra útsøla okkara á Glyvrum byrjar hósdagin 20/1
ÍTRÓTTUR Á GLYVRUM • Tel. 44 73 99
ADIDAS Cross
Training, harrar
Fyrr 499.-
NÚ 299.-
PUMA Renni-
skógvar, harrar
Fyrr 799.-
NÚ 399.-
REEBOK Renni-
skógvar, kvinnur
Fyrr 649.-
NÚ 299.-
PUMA Innan-
duraskógvar
Fyrr 699.-
NÚ 299.-
ADIDAS
Jakkar, børn
Fyrr 699.-
NÚ 299.-
BEAVER Kava-
draktir, børn
Fyrr 499.- Nylon
NÚ 200.-