Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jákup synda- bukkur fyri Helenu Bjørn á Heygum, advokatur, er sannførdur um, at Helena Dam á Neystabø hevur offrað Jákup Mørkøre fyri at sleppa undan politiskum trupulleikum Bjørn á Heygum heldur, at Helena Dam á Neystabø við uppsøgnini av sjúkrahússtjóranum hevur vaska hendurnar og klínt skittin á Jákup Mørkøre JOHN JOHANNESSEN – Høvuðsuppgávan hjá ein- um og hvørjum almennum stjóra er at halda seg innan- fyri ásettu játtan. Tí var neyðugt hjá sjúkrahússtjór- anum at seta sparingar í verk, tá honum varð sýtt fyri at fáa eykajáttan. Bjørn á Heygum er onga løtu í iva um, at Jákup Mørkøre hevur røkt sínar skyldur sum sjúkrahússtjóri, og at hann er uppsagdur tí at landsstýriskvinnan í Almanna- og Heilsumálum hevur tørv á at finna ein syndabukk í málinum. – Tað er beinleiðis ræðu- ligt at skuldseta ein alment settan stjóra fyri illoyalitet, tá tað, hann ger, ið veruleik- anum er at røkja sínar skyld- ur. Fekk ikki eykajáttan Jákup Mørkøre boðaði, eftir at hava sæð fíggjarlógar- uppskotið, í noveber frá, at hann fór at søkja um eyka- játtan, tí tað bar ikki til at reka Landssjúkrahúsið inn- an ásettu játtan. Hesi boð vórðu ikki væl móttikin. 25. november fekk hann skriv frá Høgna Joensen, aðalstjóra á Al- manna- og Heilsumálastýri- num, har sjúkrahússtjórin verður mintur á, at hann vegna politiska myndug- leikan er settur at reka Landssjúkrahúsið innanfyri teir karmar, sum politiski myndugleikin áleggur hon- um. Sjúkrahússtjórin skal við øðrum orðum innanfyri ta játtan, sum sett er av, reka Landssjúkrahúsið við teim- um uppgávum, sum polit- iski myndugleikin áleggur honum. Harafturat verður víst á, at tað verður mett, sum tek- in um vantandi loyalitet mótvegis politiska myndug- leikanum, at sjúkrahúsleið- arin loyvir sær at søkja um eykajáttan. Støðan endar av hesi orsøk við, at Landssjúkra- húsið onga eykajáttan fær. Hetta merkir, at sjúkrahús- leiðarin má fara at hugsa um sparingar. Og hetta heldur Bjørn á Heygum vera ein- asta møguleikan sjúkrahús- leiðarin hevur, eftir at hava fingið boðini um, at hann ikki kann søkja um eyka- játtan. – Sum sagt, skal ein al- mennur stjóri halda seg inn- anfyri ásetta fíggjarkarm, og tí má Jákup Mørkøre í hesum føri seta sparingar í verk, sigur Bjørn á Heyg- um. Landsstýrið vaskar hendur Landssjúkrahúsið má nú spara, men Helena Dam á Neystabø, landsstýris- kvinna, lovar, at hon skal finna 1,6 milliónir aðra- staðni innan almanna- og heilsumál til Landssjúkra- húsið, so sparingarnar ikki gerast so ógvusligar. Tó fær sjúkrahúsleiðarin sambært skjølum, Jákup Mørkøre hevur skrivað,11. januar at vita frá aðalstjór- anum í Almanna- og Heilsumálastýrinum, at hann skal spara 3 milliónir í lønum í fíggjarárinum 2000. Talan er ikki longur bert um 1,4 milliónir, sum sjúkrahúsleiðarin áður helt. Nú er neyðugt við upp- sagnum, og sjúkrahúsleið- arin kunnger eitt tal á 27 uppsagnir. Hann ber feiri ferðir fram ynski um at sleppa at kunna landsstýris- kvinnuna um sparingarnar, men fær, sambært teimum frágreiðing, hann hevur skrivað, at vita, at ikki er neyðugt at kunna lands- stýriskvinnuna um málið. Hon er nevniliga fult kunn- að. – Her haldi eg, at Jákup Mørkøre ber seg púra rætt at. Tí er tað fullkomiliga burtur úr vón og viti at á- kæra hann fyri at vera il- loyalan, sigur Bjørn á Heyg- um. Advokaturin og fyrrver- andi politikarin vísir víðari á, at tá landsstýriskvinnan nú hevur sett sjúkrahúsleið- aran frá við teirri grundgev- ing, at hann er illoyalur og ikki kann samstarva, er hetta ein roynd hjá lands- stýriskvinnuni at finna ein syndabukk í málinum um Landssjúkrahúsið, so hon sleppur undan politiskum trupulleikum. Hann vísir í hesum sambandi á, at alt bendir á, at landsstýris- kvinnan var ávara un avleið- ingarnar av sparingunum. – Almanna- og Heilsu- málastýrið vaskar í hesum føri hendur og klínir allan skittin á Jákup Mørkøre, staðfestir Bjørn á Heygum og setur spurningin, um vit í Føroyum kunnu góðtaka, at ein stovnsleiðari verður sagdur úr starvi fyri at røkja sínar skyldur. Aldri kunnað um 27 uppsagnir Helena Dam á Neystabø sigur seg einans hava hoyrt um eitt tal um 8 til 10 uppsagnir á Landssjúkrahúsinum JOHN JOHANNESSEN Tað stendur orð móti orði millum Helenu Dam á Neystabø og Jákup Mørk- øre í málinum um sparingar á Landssjúkrahúsinum. Landsstýriskvinnan sigur seg aldri hava hoyrt um, at 27 fólk máttu sigast úr starvi, fyri at tað skuldi bera til hjá sjúkrahúsleiðaranum at halda seg innan fyri givnu fíggjarkarmar. Hon hevði einans hoyrt um eitt tal á 8 til 10 uppsagnir, sigur hon og vísir á, at vit í dag fáa sjón fyri søgn, nú tær 27 uppsagnirnar ikki eru framdar. Persónsmál Jákup Mørkøre vísir í skrivi á, at hann fleiri ferðir bað um fund við landsstýris- kvinnuna um sparingarnar og avleiðingarnar av spar- ingunum, men fekk at vita frá Høgna Joensen, aðal- stjóra í Almanna- og Heilsu- málastýrinum, at hetta var ikki neyðugt, tí landsstýris- kvinnan var fult kunnað um málið. Um hetta er so, vil Helena Dam á Neystabø einki siga um. Hon vísir á, at so leingi málið um Jákup Mørkøre koyrir, fer hon ikki at gera nakarar viðmerkingar til einstakar útsagnir, tí talan er um eitt persónsmál, og tí skal hon fylgja ávísum mannagongdum. Einasta viðmerkingin, Helena Dam á Neystabø vil gera til sjálva uppsøgnina av sjúkrahúsleiðaranum er, at Jákup Mørkøre í løtuni ikki er leiðari á Landssjúkrahús- inum. Skal húsast við ábyrgd Helena Dam á Neystabø sigur, at Landssjúkrahúsið hevur fingið 13 milliónir eyka at húsast við í ár, og heldur hon, at tað átti at bor- ið til hjá sjúkrahúsleiðaran- um at húsast á forsvarligan hátt innan givnu karmar. – Tað er sjálvsagt, at vit skulu rationalisera, men munur er á 8 - 10 uppsagn- um, sum avleiðing av sam- anlegging og á 27 uppsagn- um. Rationaliseringar krevja viðhvørt uppsagnir, men tær eiga í longdini at føra til eina betran, sigur landsstýriskvinnan. Helena Dam á Neystabø sigur, at tað nú verður hildið fram at gera Landssjúkra- húsið til eitt betri stað, og skal hetta millum annað gerast við at leggja eina langtíðar sjúkrahúspolitikk. Hon vísir í sama sambandi á, at Landssjúrkahúsið í fjør fekk játtað 5 milliónir til tól, og at sjúkrahúsverkið í ár hevur fingið út móti 4 milli- xónum. – Landssjúkrahúsið kem- ur upp á pláss, hóast viður- skiftini ikki eru so góð í løt- uni. Vit fara framhaldandi at betra um karmarnar hjá Landssjúkrahúsinum við út- byggingum og so framveg- is, men tað verður gjørt eftir fíggjarligu orkuni í landi- num, sigur Helena Dam á Neystabø at enda. Helena Dam á Neystabø vil ikki gera viðmerkingar til málið um sjúkrahúsleiðaran, tí talan er um eitt persónsmál 5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 12 - 19. januar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 12 - 19. januar 2000 Ford Fiesta 1,8 Diesel '91 101.000 49.000,- Ford Escort 1,6i CLX '95 85.000 84.000,- Ford Escort 1,6i CLX '95 45.000 89.000,- Ford Escort 1,6i CLX '95 48.000 89.000,- Ford Escort 1,8D '95 123.000 99.000,- Ford Escort 1,8D 3 H. '95 44.000 99.000,- Ford Escort XR3i '87 153.000 25.000,- Citröen 1,6i ZX 5 H. '91 - 59.000,- Ford Fiesta 1,25i '96 13.000 83.000,- Ford Fiesta 1,3i '96 28.000 83.000,- Ford Escort 1,4i CLX '95 20.000 64.000,- Ford Fiesta 1,25i '96 36.000 89.000,- Ford Mondeo 1,8i '93 180.000 90.000,- Ford Escort 1,6i '97 62.000 94.000,- Ford Fiesta 1,8D '97 35.000 94.000,- Merki: Skrás.: Km.: Prísur: Sosialurin - 311820 Bjóðar røttu brúktbila- loysnina til rætta prísin. Goymslan er á tremur við hágóðskubilum til nógv niðursettar prísir www.wenzel.fo Jákup Mørkøre fingið øksina frá Helenu Dam á Neystabø ÁKI BERTHOLDSEN Nú verður Jákup Mørkøre, leiðari á Landsjúkrahúsin- um sagdur upp. Í einum brævi til Jákup Mørkøre í dag sigur Helena Dam á Neystabø, at arbeiðs- lagið hjá honum, helst hesar seinastu dagarnar, hevur víst, at hann ikki megnar at stýra og at leiða Lands- sjúkrahúsið á ein nøktandi hátt og at hann ikki vísir tann neyðuga loyalitetin og tað neyðuga lýdni mótveg- is politiska myndugleikan- um, sum hann arbeiðir und- ir. Og soleiðis sum gongdin hevur verið, hevur lands- Sum støðan er nú, haldi eg ikki, at tað ber ikki til at endurskapa tað álit sum bæði samstarvsfelagar og landsstýrismaðurin mugu hava á leiðaranum fyri Landsjúkrahúsi sigur Helena Dam á Neystabø í uppsagnarbrævinum til Jákup Mørkøre – Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari, verður nú sagdur upp, tí hann megnar ikki at stýra landssjúkrahúsinum á ein nøktandi hátt. Hann hevur heldur ikki tann neyðuga loyalitetin og tað neyðuga lýdni mótvegis politisku skipanini, sum krevst, sigur Helena Dam á Neystabø stýrismaðurin ikki álit á, at arbeiðslagið fer at batna. Hon leggur afturat, at av einum leiðara á hansara støði, verður kravt, at hann vísir neyðugan loyalitet mótvegis teimum avgerð- um, sum politiski mundug- leikin tekur. Men ein leiðari má eisini hava tað neyðuga hegnið til at samskifta við starvsfólk, álitisfólk, fakfeløg og tey, sum hann annars samstarvar við. – Tí hevur landsstýris- maðurin í umbúna at loysa tygum úr starvi, sigur Hel- ena Dam á Neystabø í brævi til Jákup Mørkøre. Elvir til óneyðugan ampa Tað, sum landsstýrismað- urin sipar til, er m.a. hend- ingin, tá ið Jákup Mørkøre fortaldi fyri Dimmalætting í oktober í fjør, at tað fór at verða neyðugt at siga 40- 50 fólkum upp á Lands- sjúkrahúsinum, uttan at hann visti, hvussu stór játt- anin til Landsjúkrahúsið fór at vera. Og nú boðaði hann aftur frá, at neyðugt fór at verða við 20-27 uppsagnum. Men hvørki mótvegis deildarleiðarunu, sjúkrahús- ráðnum ella landsstýris- manninum sjálvum, kundi hann grundgeva fyri meiri enn 10 uppsagnum. Og at Jákup Mørkøre gav deildarleiðarum á Lands- sjúkrahúsinum boð um at seta nøvn á uppsagnirnar, uttan uppá nakran máta at vísa á, hvussu virksemið skal vera á deildunum fram- yvir, tekur Helena Dam á Neystabø sum eitt dømi um, at hann ikki átekur sær neyðuga leiðsluábyrgd Helena Dam á Neystabø vísir sigur, at mátin, sum Jákup Mørkøre samskiftar við starvsfólkið og deild- araleiðararnar um sparing- arnar, er við til at skapa ó- neyðugan ampa og ótrygg- leika og ger fakfeløgini meiri til mótpart enn neyð- ugt er. Helena Dam á Neystabø sigur, at hin hevur tvær ferð- ir heitt á Jákup Mørkøre skrivliga, um at broyta at- burð og at vísa loyalitet. Men framferðin hesar seinastu dagarnar í sam- bandi við sparingarnar hev- ur víst, at hann hevur ikki tikið tað til eftirtektar. Eitt nú bað hann á fundi hósdagin í farnu viku, deild- arsjúkrasystrarnar seta nøvn á uppsagnir, hóast hann frammanundan hevði fingið at vita, at tær skuldu ikki setast í verk. Hetta vísir ólýdni og greitt brot á loyalitet ímóti politiska myndugleikanum, sigur Helena Dam á Neysta- bø. – Og sum støðan er nú, verður mett, at tað ber ikki til at endurskapa tað álit sum bæði samstarvsfelagar og landsstýrismaðurin mugu hava á leiðaranum fyri Landsjúkrahúsi, leggur hon afturat. Helena Dam á Neystabø sigur, at áðrenn endalig støða verður tikin til upp- sagnina hevur Jákup Mørk- øre fingið freist til 2. februar at koma við sínum viðmerk- ingum. Aftaná tað verður endalig støða tikin til uppsagnina. JOHN JOHANNESSEN – Tað er ov lætt sloppið av landsstýriskvinnuni at tveita Jákupi Mørkøre ábyrgdina fyri, at hon ikki megnar sínar uppgávur. Bjørn á Heygum, sum hevur verið við til at gjørt nýggju stýrisskipanina, heldur avgjørt, at hetta málið vísir okkum, at parlamentarisma ikki virkar í Føroyum. Bjørn á Heygum vil ikki siga, um hann heldur, at misálit átti at verið lagt ímóti Helenu Dam á Neystabø. Hann vísir á, at áðrenn hetta verður gjørt, eigur landsstýrisfólkið at hava framt so mikið stórt brot, at alt álit er rokið. – Eg kann tó siga, at rokið innan almanna- og heilsumál er við at gerast so groft, at tað er á markinum til misálit. Men væntast kann tó Rættar- skipanin virkar ikki ikki, at slíkt hendir. Sambært Bjørn á Heygum hava føroyskir politikarar als ikki skilt møguleikan við at leggja fram misálit. Teir fata slíkt, sum at misálit verður lagt ímóti einum heilum flokki, og tí rýkur samgongan, verður misálit lagt móti Helenu Dam á Neystabø. – Skipanin við at leggja fram misálit hevur einki við flokkarnar at gera. Tá misálit verður lagt móti landsstýrisfólki, er talan um boð til flokkin, ið eigur landsstýrisfólkið, um at finna eitt annað landsstýrisfólk. – Trupulleikin við ver- andi landsstýri er, at Tjóð- veldisflokkurin er bangin fyri, at fullveldisætlanin rýkur, um misálit verður lagt á Helenu Dam á Neystabø, og tí kann hon toyggja sær, sum hon vil, sigur Bjørn á Heygum.