mikudagur 19. januar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Øll skulu kenna
setanartreytirnar
Hans Pauli Strøm:
Tá løgtigið kom saman í gjár, legði Hans Pauli Strøm, ting-
maður, uppskot fyri tingið til lóg um skyldu arbeiðsgevar-
anna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra.
Verður uppskotið samtykt merkir tað í stórum, at øll starvs-
fólk, skulu hava eitt setanarskriv
SVEINUR TRÓNDARSON
Í gjár legði Hans Pauli
Strøm fram uppskot á tingið
sum, verður tað samtykt,
hevur við sær, at allir løn-
takararar, sum ikki hava eitt
setanarskriv, fáa eitt.
Uppskotið er nakað, sum
hevur verið í huga hansara
í longri tíð, og hann heldur
at tað er fyri neyðini at fáa
viðurskiftini upp á pláss.
– Tá eg leggi hetta upp-
skotið fram er tað serliga
við teimum tímaløntu í
huga, men tað verður gald-
andi fyri øll, sigur Hans
Pauli Strøm.
Hann heldur, at gongdin
í samfelagnum tíverri hevur
verið so, at tey tímaløntu
eru stak illa fyri tá tosað
verður um starvsavtalur, og
tað man vera í teimum all-
arfægstu førunum, at tey
kenna sínar setanartreytir,
leggur Hans Pauli afturat.
– Tá ein stjóri verður sett-
ur í starv, verða sum oftast
øll viðurskifti avtalað niður
í minsta smálut, og í slíkum
førum er einki at koma aft-
urumaftur við. Tað eigur
eisini at vera galdandi fyri
tey tímaløntu, um tað ikki
verður líka nágreiniligt, sig-
ur Hans Pauli.
Bara lønin í
sáttmálanum
Hans Pauli hevur nevniliga
fest seg við, at tá sáttmálar-
nir hjá teimum lægstløntu
og
teimum
hægstløntu
verða samanbornir, er stórur
munur á.
– Sáttmálarnir hjá teim-
um lægstløntu tosa so at
siga ikki um annað enn um
lønina, meðan sáttmálarnir
hjá teimum hægstløntu taka
eina rúgvu av øðrum við-
urskiftum við. Tað kunnu
vit bøta upp á við hesari
lógini, sigur Hans Pauli
Strøm.
Tað stuttliga við hesum
lógaruppskotinum er, at tað
formaliserar viðurskiftini
hjá tí lægsta bólkinum, og
til skemtunnar sigur Hans
Pauli, at tey vóru betri still-
að fyrr í tíðini.
– Tá høvdu tey eina »ty-
endelov«, sum setti ávísar
treytir. Tað hava vit ikki
longur, so nú er henda neyð-
ug, sigur hann
Kostar einki
- fyri tey flestu
Í flestu førum tá eitt lógar-
uppskot verður samtykt,
verður nógv hugt at kostn-
aðinum av uppskotinum.
– Hetta uppskotið kostar
so at siga ikki eina krónu, í
hvussu er ikki fyri tað al-
menna, sigur Hans Pauli
Strøm.
– Teir allarflestu almennu
stovnarnir eru í tí støðu, at
teir hava hesi viðurskifti í
lagi, sigur Hans Pauli, sum
leggur afturat, at fyri privata
arbeiðsmarknaðin kostar
tað næstan bara tað pappíri,
treytirnar eru skrivaðar á.
Men so fær fyritøkan eis-
ini góðan fyrimun av at
hava greiðar linjur fyri øll
starvsfólk, og tað heldur
tingmaður Javnaðarfloksins
ikki er at kimsa at tá til
stykkis kemur.
– Tað ger alla umsiting
nógv greiðari, bæði fyri tey
tímaløntu og fyri arbeiðs-
gevaran, sigur Hans Pauli.
Verkamannauppskot
Hóast uppskotið í dag verð-
ur lagt fyri tingið av javn-
aðartingmanni, so er tað
ikki upprunaligt uppskot frá
Javnaðarflokkinum, tí líkn-
andi uppskot hevur verið
lagt fyri tingið fyrr.
– Tú kanst siga, at hetta
er arvasilvur frá Verka-
mannafylkingini, sum legði
tað fram um árskiftið 97/98.
Men av tí at tað ikki var
endaliga viðgjørt áðrenn val
varð útskrivað, kanst tæú á
ein hátt siga, at tað fall fyri
knívinum hjá Edmundi Jo-
ensen, sigur Hans Pauli
Strøm, sum vónar at allir
flokkar fara at taka undir við
uppskotinum.
Øll verða tikin við
Uppskotið, sum Hans Pauli
legði fyri tingið í gjár, er
annars ikki eitt av teimum
drúgvu hóast tað umfatar
alla arbeiðsmegina í Føroy-
um.
Sjey eru greinirnar íalt og
í teimum verður ásett hvat
upplýsast skal og hvør revs-
ingin er Uppskotsstillarin
heldur, sum sagt, at tað er
best, at geva øllum somu
rættindi, tí samstundis fært
tú tryggjað tær, at allir løn-
arbólkar eru við.
Hóast uppskotið leggur
upp til, at lógin kemur í gildi
1. mai í ár, so er ætlanin, at
øll tey, sum eru á arbeiðs-
marknaðinum, skulu koma
undir lógina, verður hon
samtykt.
Tey, sum verða sett í starv
eftir 1. mai koma undir lóg-
ina av sær sjálvum, men tey,
sum vóru í starvi áðrenn
lógin kom í gildi, í seinasta
lagið tríggjar mánaðir eftir
áheitanina.
Málið varð, sum sagt lagt
fyri tingið í gjár.
Eingin setir spurnarteikin, tá ein leiðari skal hava eitt setanar skriv, men tað er ikki
vanligt, at gera tað við ein »vanligan« løntakara. Tað vilja vit broyta, og við hesum
lógaruppskotinum fáa øll somu rættindi verður tað samtykt, sigur Hans Pauli Strøm
Góðtekur ikki uppsøgnina
Maðurin í rokanum á Landssjúkrahúsinum, Jákup Mørkøre, góðtekur ikki hørðu
ákoyringarnar um illoyalitet og manglandi lýdni. – Men eg fái ikki úttala meg
meira meðan sakførari mín og fakfelagið kanna grundgevingarnar fyri upp-
søgnini, sigur hann
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað vóru ikki hissini ákoyr-
ingar, sum Jákupi Mørkøre
vóru fyri, nú hoyring varð
sett í verk við tí fyri eygað,
at siga hann úr starvi.
Landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum,
Helena Dam á Neystabø,
sigur í skrivi til Jákup
Mørkøre, at hann hevur ver-
ið illoyalur og hevur víst
manglandi lýdni móti pol-
itiska
myndugleikanum,
hann er settur at virka undir.
Og hesi orð hava sum
verða mann tikið fæst.
– Eg skilji ikki ákoyring-
arnar og eg góðtaki tær
heldur ikkis, igur Jákup
Mørkøre, sum leggur aft-
urat, at hann hevur kunnað
aðalstjóran og landsstýris-
mannin um alt tað sum er
farið fram í hesum máli.
Tað, sum nú aftaná undrar
Jákup Mørkøre er, at hvørki
aðalstjórin ella landsstýris-
maðurin látast vita um tað
sum er farið fram, og tað
skilur hann í veruleikanum
ikki petti av.
– Um tú lesur frágreið-
ingina, sum eg sendi stýr-
inum um vikuskiftið, so
sæst, at eg tvær ferðir havi
spurt, um eg skal kunna að-
alstjóran og landsstýris-
mannin, men báðu ferðir
var svarið nei, tí landsstýr-
ismaðurin var fult kunnað-
ur, so tað hongur ikki sam-
an, sigur Jákup Mørkøre,
sum kortini ikki vil siga
nógv meira um málið.
Kanna uppsagn
argrundina
– Eg havi latið sakførara
mínum og fakfelagnum
(Føroya Verkfrøðingafelag,
blðm.) málið, og teir eru
farnir í holt við at kanna
upppsagnargrundinar, sum
eru givnar í skrivinum frá
landsstýrismanninum og
áðrenn tað havi eg ongan
møguleika at úttala meg
meira í hesum málinum,
sigur Jákup Mørkøre.
Hann heldur, sum sagt
ikki, at hann hevur gjørt
nakað skeivt, tí sum hann
sigur:
– Tað einasta eg havi gjørt
er, at boða frá møguligum
avleiðingum at vit ikki fáa
neyðugu játtaninar. Tað tek-
ur nakað av tíð at seta slíkar
sparingar í verk, og tí má
tað eisini fráboðast í góðari
tíð, sigur Jákup, sum við tí
ikki heldur, at hann hevur
borið seg skeivt at.
Kortini er hann sum vera
mann, sera fegin um, at
hann skrivaði frágreiðing-
ina, sum nú er likin út.
– Eg havi ikki sent fjøl-
miðlunum hana, men eg
skilji, at hon er komin teim-
um í hendi, men hóast hon
ikki er skirvað í sambandi
við hoyringina, so eri eg
ótrúliga glaður fyuri at eg
gjørdi hana, sigur Jákup
Mørkøre at enda.
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 12 - 19. januar 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 12 - 19. januar 2000
ÁKI BERTHOLDSEN
– Eg havi bara hildið meg
til tað, sum eg eri biðin um
at gera. Og Helena Dam á
Neystabø hevur verið fult
kunnað um tær sparingar
sum ætlanin var at seta í
verk á Landsjúkrahúsinum
í ár.
Jákup Mørkøre, leiðari á
landssjúkrahúsinum er ikki
samdur í at hann hevur ver-
ið so ringur at hava við at
gera, sum Helena Dam á
Neystabø førir fram í grund-
gevingini fyri at siga hann
upp-sí greinina omanfyri.
Vit hava fingið at vita, at
í eini frágreiðing, sum hann
hevur gjørt í sambandi við
uppsagnina, ger hann greitt,
at hann hevur ikki gjørt
annað enn tað, sum hann er
biðin um.
Og hann leggur eisini
dent á, at landstýrismaðurin
og almanna og heilsumál-
um hevur alla tíðina verið
fult kunnaður um tey stig,
sum ætlanin vóru at taka
fyri at spara á Landssjúkra-
húsinum.
Almanna- og heilsumála-
stýrið bað hann harafturat
halda fram við arbeiðnum.
Tað vil siga, at Almanna
og heilsumálastýrið góðtók,
at tað var neyðugt at spara
góðar tríggjar milliónir í
lønum í ár fyri at játtanin
kundi halda.
Full sparing beinanveg
Eitt nú boðaði hann fyrst í
oktober stýrinum frá, at
skulu fólk sigast upp, fara
vit aftur í ár inn í eina ring-
rás, har vit hótta fólkið.
Men skulu vit taka árini
frammanundan sum dømi,
verða hóttanirnar uttan or-
søk, tí at enda broytist fíggj-
arkarmurin og eftir stendur
bara ágangurin á starvsfólk-
ið.
Seint í november fær
hann bræv frá almanna- og
heilsumálastýrinum,
har
hann verður mintur á, at
hann er settur at reka
Landssjúkrahúsið fyri tað
játtan, sum verður ásett og
tað verður tikið sum eitt
tekin um óloyalitet at hann
boðar frá, at hann ætlar at
søkja um eykajáttan
Fyrst í hesum árinum var
fundur millum sjúkrahús-
leiðaran,
læknastjóran,
aðalstjóran í almanna og
heilsumálastýrinum og Hel-
enu Dam á Neystabø um
fíggjarætlanina fyri 2000.
Har varð gjørt greitt, at
tað komu at mangla 1,6
milliónir í til lønir.
Harafturat eru nýggjar út-
reiðslur uppá 1,6 millión til
nýggja
læknastjóran,
sjúkrasystrastjóran og teirra
skrivstovur í sambandi við
broytingarnar í leiðslubygn-
aðinum.
Harafturat taka deildirnar
eitt hall uppá 3,7 milliónir
frá í fjør við sær til í ár.
Landsstýrismaðurin segði
seg vilja royna at finna 1,6
millión til nýggju leiðsluna
aðrastaðni.
Helena Dam á Neystabø
helt tað tó verða neyðugt at
spara 1,6 millión.
Á fundi á Landssjúkra-
húsinum varð gjørt av at
granska allar sáttmálar so at
øll fyrilit kundi takast í
sambandi við møguligar
uppsagnir, m.a í sambandi
við at leggja húsavørðarnar,
vekslaran og sjúkraflutn-
ingstænastuna saman.
Fekk boð um at spara
minst 3 milliónir
Mánadagin
10.
januar
gjørdi Høgni Joensen, aðal-
stjóri í almanna- og heilsu-
málastýrium súkrahúsleið-
aranum varugan við, at tað
bleiv neyðugt at spara minst
tríggjar milliónir í lønum á
Landssjúkrahúsinum.
Hetta
endurtók
hann
dagin eftir.
Á fundi millum sjúkra-
húsleiðaran og fíggjar-
deildina hjá stýrinum týs-
dagin 11. januar, verður tað
somuleiðis greitt, at tað er
neyðugt at spara upp til 3,2
milliónir beinanvegin og
harafturat undirskotið hjá
deildunum uppá 3,7 milli-
ónir uppá eini tvey ár.
Avtalað verður at arbeiða
víðari við málinum.
Sama dag kunnar sjúkra-
húsleiðarin
álitisfólkini,
Starvsmannafelagið, Ar-
beiðsmannafelagið
og
Sjúkrasystrafelagið um tær
ætlaðu broytingarnar og.
Eisini hevur sjúkrahús-
leiðarin fund við ein fulltrúa
á fíggjardeildini um fíggjar-
ætlanina og, hvørjir møgu-
leikar eru.
Vildi tryggja seg
Sama dag setir sjúkrahús-
leiðarin seg eisini í samband
við aðalstjóran, Høgna
Joensen, fyri at tryggja sær,
at talan skal vera um tríggj-
ar milliónir í sparingum og
um Jákup Mørkøre skal
kunna landsstýrismannin
um sparingarnar.
Men tað var ikki neyðugt,
tí landsstýrismaðurin var
fult
kunnaður,
svaraði
Høgni Joensen.
Seinni sama dag fekk
sjúkrahúsleiðarin at vita frá
fíggjarstjóranum í almanna
og heilsumálastýrinum, at
hann átti at boða frá fullum
sparingum beinanvein, tvs,
at 12 sjúkrasystrar skuldu
sigast upp, heldur enn seks.
Aftur dagin eftir tosaði
Jákup Mørkøre við Høgna
Joensen, aðalstjóra um
sparingarnar og einafeð enn
spurdi hann, um hann ikki
skuldi koma á fund við
landstýrismannin at kunna
hann um sparingarnar.
Men
Jákup
Mørkøre
sigur, at svarið frá Høgna
Joensen var tað sama, at
minst 3 milliónir í sparing-
um var í lagi og at Helena
Dam á Neystabø visti um
tær.
Sjúkrahúsleiðarin var tí
ikki sørt bilsin, tá ið aðal-
stjórin baða hann greiða
landsstýrismanninum og
sjúkrahúsráðnum frá ætlaðu
sparingunum á fundi í
sjúkrahúsráðnum hósdagin.
Tí nú var tað knappliga
sum um at hvørki aðalstjór-
in ella landstýrismaðurin
visti nakað sum helst um
tær ætlaðu sparingarnar,
áðrenn tær vórðu almanna-
kunngjørdar, sigur Jákup
Mørkøre.
Og síðani vórðu tær flestu
sparingarnar tiknar aftur- og
nú er eisini sjúkrahúsleið-
arin settur frá.
Eg gjørdi bara
sum eg var biðin
Helena Dam á Neystabø var fult kunnað um ætlaðu sparingarnar á Landssjúkrahúsi-
num, áðrenn tær vóru almannakunngjørdar. Men fyri at tryggja seg, spurdi Sjúkrahús-
leiðarin tvær ferðir, dag um dag, um hann ikki skuldi kunna hana um sparingarnar. Men
svarið var báðu ferðir, at tað var óneyðugt, tí Helena Dam á Neystabø var fult kunnað
– Helena Dam á
Neystabø var fult
kunnað um allar
sparingarnar,
sum ætlanin var
at seta í verk á
Landssjúkrahús-
inum, sigur Ják-
up Mørkøre
Útflutningsvirðið í 1999
er út við 30 milliardir kr.
Høvuðsorsøkin til vøkst-
urin liggur hjá norsku al-
ivinnuni, sum í 1999 hev-
ur útflutt 380.000 tons av
laksi
Sambært norska blað-
num „Fiskaren“ er út-
flutningsvirðið á norskum
sjómati økt við 10 milli-
ardum kr. síðan í 1995.
Útflutningsvirðið í 1999
er út við 30 milliardir kr.
Sjálvt um fiskakvotur-
nar seinnu árini eru mink-
aðar og einstakir markn-
aðir hava verið óstabilir,
hevur norska fiski- og ali-
vinnan økt um virðið á
útflutninginum. Ein av or-
søkunum til hetta er, at
norska fiski- og alivinnan
dugir alt betri at skifta
millum marknaðir, alt eft-
ir hvussu marknaðarvið-
urskiftini eru.
Prosentvísa økingin
Prosentvíst er økingin á
norska útflutningsvirði-
num av sjómati minka
seinastu 5 árini, men í
krónum er ein øking við
umleið 2 milliardum kr.
árliga. Høvuðsorsøkin til
vøksturin
liggur
hjá
norsku alivinnuni, sum í
1999
hevur
útflutt
380.000 tons av laksi,
sum er ein øking uppá
20% sammett við 1998.
Framtíðarvánirnar fyri
norsku fiski- og alivinn-
una eru eisini góðar.
Stjórin fyri Eksportutval-
get for fisk Dag Eivind
Opstad spáar, at í 2004 vil
útflutningsvirðið á norsk-
um sjómati fara upp um
40 milliardir kr. Norski
granskingarstovnurin Sin-
tef hevur gjørt eina fram-
tíðarkanning, sum vísir, at
áðrenn 10 ár eru farin vil
útflutningsvirðið av fiski-
og alivinnuni fara upp um
útflutningsvirðið av vør-
um frá norsku oljuvinn-
uni.
Norskur útflutn-
ingur av sjómati
økist í virði
Laila doyði bert 55 ára
gomul. So fá vóru árini,
og sum altíð, tá fólk
doyggja, koma bíbiuorð-
ini “deyðadagur er betri
enn føðingardagur” fram
í hugan. Mundi deyða-
dagurin kennast Lailu
sum ein loysn burtur úr
einum lívi, ið bara gjørd-
ist tyngri og tyngri?
Kanska - men hvør varn-
aðist tað? Hon bar jú alt
við toli og vón.
Fyri umleið 20 árum
síðani kom hon við manni
og soni úr Danmark og
búsettist í Klaksvík. Har
gjørdi hon skjótt vart við
seg - fitt og fryntlig, sum
hon var, og altíð fús at
tosa um Bíbliuna. Leyg-
armorgun var hon í nógv
ár ein fastur partur av gøt-
umyndini í Klaksvík, tí tá
sást hon altíð til gongu á
gøtuni, har hon bjóðaði
øllum eitt prát og bíbilsk-
an lesnað.
Vit, sum kendu hana,
vita, at hon umframt hetta
var ein góð kona og
mamma og framúr fitt í
hondunum. Hon bant,
heklaði, seymaði og vav
av einslistum og gleddi
mangan bæði familju og
vinir við sínum nógvu
heimavirkaðu gávum. Tí
hevur tað ivaleyst verið
serstakliga ringt hjá henni
at síggja sínar virknu
hendur kropna og gerast
ónýtiligar dag frá degi at
kalla. Nei, lætt hevur tað
ikki verið fyrst at fáa
krabbamein og — í kjal-
arvørrinum á hesi hervi-
ligu sjúku — eisini vødd-
asvinn, sum óhugnaliga
skjótt tók allan førleika
frá henni og bant hana til
koyristólin. Men júst tá
kom veruligi styrkin hjá
Lailu til sjóndar. Tú
hoyrdi hana ikki gremja
seg, hon var framvegis
bara glað og fryntlig,
láturin var ongantíð langt
burturi. Spurdi tú, hvussu
hon bar seg at, duldi hon
ikki fyri, at tað var trúgv-
in, sum allan vegin bar
hana ígjøgnum.
Tit, sum stóðu hjarta
hennara nærmast, hava
við Lailu mist ein trúgvan
og dyggan stuðul, konu,
mammu og ommu, og vit
eru nógv, sum kenna við
tykkum og ugga okkum
við, at Hann, sum fyrr
megnaði at geva deyðum
lív, framvegis livir.
Ein vinkona
Lailu Elfridu Nielsen
til áminningar