mikudagur 19. januar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 12 - 19. januar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 12 - 19. januar 2000
Krøvini størri enn viljin at gjalda
Tað, at flotin hjá Strandferðsluni er so
gamal, setur krøv til játtanina hjá
stovninum. Trygdarkrøvini skulu lúkast
til eina og hvørja tíð, ella er vandi fyri,
at skipið tað snýr seg um verður lagt.
Kortini heldur leiðslan á stovninum
ikki, at politikarar skilja hesa støðu. –
Teir krevja tænastur, men gloyma at
geva okkum neyðugu játtanina, sigur
Reidar Nónfjall, stjóri
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað mann ikki vera eitt
mansbarn í Føroyum, sum
ikki hevur hoyrt, at skipini
í flotanum hjá Strandferðsl-
uni eru gomul og slitin.
Barskor er ellisforseti -
um tey sjeyti - meðan
Tróndur er farin um tey fýr-
ati. Hetta hugsa vit ikki so
nógv um, tí hesi skipini
hava altíð verið her, men tá
tosið fellur á Dúgvuna,
Smyril og Ternuna, so hava
vit kanska lyndið til at gera
tey yngri enn tey eru, tí tey
eru komin so seint til landið,
men so er kortini ikki. Okk-
urt teirra er farið um tey
tríati, meðan annað sníkir
seg skjótt upp ímóti.
Og tað at flotin er so gam-
al, sum hann er, merkist eis-
ini á trygdarkrøvunum.
Tey gerast alsamt strang-
ari, og sum Reidar Nónfjall
sigur:
– Trygdarkrøvini er ikki
nakað vit samráðast við
trygdarmyndugleikarnar
um.
Hetta skal skiljast soleið-
is, at verður stovninum á-
lagt at gera broytingar um-
borð á skipi, so verður tað
gjørt - uttan himpr.
– Eingin skal seta spurn-
artekin við trygdina, sigur
stjórin avgjørdur.
Kann leggja skipini
Veruleikin er nevniliga
tann, at verða krøvini frá
trygdarmyndugleikunum
ikki fylgd, so kann tað hava
við sær at skip verður lagt.
Tað er at leggja skipini,
og hóast tað merkir, at
stovnurin tá ikki livir upp
til vilja løgtingsins, so er
hetta ein møguleiki, sum
stjórin á Strandferðsluni er
til reiðar at brúka, um á
skuldi staðið.
– Eg havi reiðaraábyrgd
og tað merkir, at eg kann
leggja skip, um so er, at tey
ikki liva upp til krøvini, sig-
ur hann.
Um tað kemur so vítt er
ivasamt, men tað er ein
møguleiki, sum strand-
ferðslustjórin má hava í
huganum, nú hann, saman
við restini av leiðsluni á
stovninum er farin at hyggja
at hvussu stovnurin kann
liva upp til treytirnar sum
tingið setti teimum, tá fíggj-
arlógin varð samtykt.
Tá bað stovnurin um eina
eykajáttan upp á 10 mió.
krónur, men fekk bert játtað
tríggjar, sum svaraði til tann
fyrsta ársfjórðingin. Saman
við teirri meirjáttanini var
tann treyt sett, at ferðaseðl-
aprísirnir skuldu ikki hækk-
ast.
Krevja meir enn
teir vilja gjalda
Sum støðan er hjá Strand-
ferðsluni í løtuni, so hevur
stovnurin fingið eina játtan
upp á góðar 48 mió. krónur.
Stovnurin bað um 55 mió.
krónur og tískil mangla um
7 mió. krónur í fyri at
Strandferðslan fíggjarliga
kann mala alt árið 2000.
Tá løgtingið samtykti
fíggjarlógina fekk stovnurin
álagt at gera eina ætlan um
hvussu hesar 7 mió. krón-
urnar kundu finnast innan-
veggja - og framvegis uttan
at tað skuldi síggjast aftur á
tænastustøðinum.
Hetta er ikki bara sum at
siga tað, men kortini er
leiðslan á Strandferðsluni
farin undir at gera eina lang-
tíðarætlan, sum skal vísa
hvussu alt hongur saman á
stovninum, greiðir Reidar
frá.
Møguleikarnir fáir
Men tá støða skal takast til,
hvussu stovnurin skal finna
fram til tær 7 milliónirnar,
sum resta í, eru møguleik-
arnir ikki so nógvir.
– Nei, tá kann tað gerast
rættiliga
trupult
sigur
Reidar.
– »Trupulleikin« er, at
tingið hevur sett sum treyt,
at tænastustøðið ikki skal
lækkað, og tað ger, at vit
ikki kunnu minkað um túra-
talið uttan at tænastustøðið
gerst verri, vit samráðast
ikki um trygdarviðurskiftini
og manningartalið er ikki
nakað, sum vit kunnu gera
nakað við. Har eru eisini
ávísar spælireglur, sum vit
skulu fylgja, so veruleikin
er, at tað er torført at fáa
eygað á nakrar sjálvsagdar
sparingarmøguleikar, sigur
Reidar Nónfjall, sum kortini
ikki hevur mist mótið um
at tað skal fara at eydnast á
ein ella annan hátt.
Hann greiðir frá, at stovn-
urin hevur eitt sera gott
samstarv við Vinnumála-
stýrið, sum í veruleikanum
er teirra »nevnd« og í felag
fer tað at eydnast at finna
fram til eina loysn, væntar
hann.
– Men verður fíggjarligi
karmurin óbroyttur, kann
endin vera, at trívast má til
uppsagnir, at túrar mugu
skerast burtur ella at skip
vera løgd, sigur Reidar.
Tá vit spyrja um tað ikki
er ein møguleiki, at priv-
atisera ella útlisitera ein part
av farleiðunum hjá Strand-
ferðsluni, sigur stjórin, at
tað hevur leiðslan hugt eitt
sindur at, men tað er ikki
nakað, sum verður gjørt í
eini handavend.
– Útlisiteringar eru ikki
fremmandar her í húsinum,
tí vit hava útlisitera ein
stóran part av bygdaleiðun-
um, men tað merkir ikki, at
vit sleppa undan útreiðslum.
Og at tosa um beinleiðis
privatisering ber heldur ikki
til uttan at hava løgtingið
við, sigur hann at enda.
Hvussu leikur fer í hesum
málið verður spennandi at
síggja. Málið skal fyri
landsstýrið tá frágreiðingin
frá stovninum er liðug
Reidar Nónfjall, stjóri,
Helgi Nielsen, roknskapar-
leiðari, og Magnus Magn-
ussen, tekniskur leiðari,
við »arbeiðsøkinum« í
bakgrundini
Mynd:Jens Kristian Vang
– Tingið fekk beinanvegin
at vita, at varð játtanin
ikki hækkað, so fær tað
avleiðingarfyri virksemi
hjá Strandferðsluni, sigur
Finnbogi Arge, landsstýr-
ismaður í vinnumálum
savnsmynd
– SL má fáa størri játtan
Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur at hann skilir trupul-
leikan hjá SL, við tað at krøvini hjá tinginum um at sjey milliónir skulu finn-
ast innanveggja
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er Finnbogi Arge,
landsstýrismaður, sum
hevur
ábyrgdina
av
Strandferðsluni, og hann
dugir væl at síggja trup-
ulleikan, sum stovnurin er
í.
– Vit gjørdu beinan-
vegin tingið vart við, at
fekk stovnurin ikki størri
játtan ella slapp stovnurin
ikki at hækkað prísirnar,
so fór at vera trupult at
fáa raksturin at hanga
saman.
Tað sigur Finnbogi í
sambandi við, at strand-
ferðslan skal finna um sjey
milliónir krónur uttan at tað
sæst aftur á tænastustøðin-
um.
Hann skilir eisini, at
støðan hjá stovninum er
trupul at hava við at gera,
og tað skal serliga síggjast
frá teirri síðuni, at tað eru
ikki so nógv, sum er til at
taka um so er, at stovnurin
ikki fær størri játtan.
– Ein av trupulleikunum
er, at ein lutfalsliga stórur
partur av meirútreiðslunum
fellur í fyrsta ársfjórðingi.
Ein annar er, at vit eru farin
undir árið, og tað merkir, at
skulu sparingar gerast á
stovninum, so koma tær at
gerast so mikið meira ógv-
usligar. Tíðarskeiðið er jú
styttri at spara í, sigur
Finnbogi Arge.
Landsstýrismaðurin skilir
eisini støðuna, sum leiðslan
á stovninum hevur tikið um,
at tað ikki kemur upp á tal
at seta hol á kassakredittin.
– Stovnsleiðslan vil ikki
brúka peningin uttan at
játtanin fyriliggur, og tað er
ein skilagóð støða at hava,
sigur landsstýrismaðurin.
Støðan hjá SL er kortini
ikki loyst, og í løtuni ber
ikki til at siga, nær ein loysn
fyriliggur.
Í fyrsta umfari skal málið
fyri landsstýrisfund og har
kemur tað, so skjótt sum
frágreiðingin frá stovninum
fyriliggur.
– Og tað vænti eg verður
fyrsta dagin, sigur Finnbogi
Arge at enda.
DÁNJAL HØJGAARD
– Hatta fara vit at hyggja
eftir beinanvegin. Vit skulu
hava eina klokkuklára stað-
festing av hvør ið hevur
ábyrgdina av at lógirnar
verða hildnar - eisini innan
almennar stovnar.
Soleiðis ljóða greiðu boð-
ini frá Høgna Hoydal,
landsstýrismanni, eftir at
Sosialurin leygardagin stað-
festi, at almennir og privatir
arbeiðsgevarar ikki eru líka
fyri lógini, tá til stykkis
kemur.
Støðan er tann, at fútin
fær einki gjørt við almennar
stovnar, sum bróta lógina,
tí hann fær ikki staðfest
revsiábyrgdina.
Arbeiðseftirlitið fekk í
fjør fimm mál sendandi
aftur frá fútanum, við tí
stempli, at fútin ikki fekk
ábyrgda
ein
almennan
stovn. Sambært Jens Seve-
rinsen, virkandi fúta, er
trupulleikin við lógini um
arbeiðaravernd helst gald-
andi fyri »eina ørgrynnu«
av øðrum lógum - eitt nú
lógum, sum Brunaumsjónin
og Heilsufrøðiliga Starvs-
stovnan eru sett at umsita.
Skuldu gingið undan
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður í lógarmálum, sigur,
at tað kann slett ikki góð-
takast, at almennir stovnar
sleppa undan lógini.
– Tað er ein stórur trup-
ulleiki, um tú ikki kanst
staðfesta ábyrgdina. Hetta
er nakað, sum vit mugu gera
nakað við beinanvegin. Al-
mennir stovnar mugu ganga
undan, tá tað snýr seg um
rættartrygd og at áseta
greiðar linjur fyri ábyrgd,
sigur Høgni Hoydal.
Má kannast
Sambært virkandi fútanum
eru tvær orsøkir til, at poli-
tiið einki fær gjørt við al-
mennar stovnar, sum bróta
lógina.
Revsilógin, sum er gald-
andi í Føroyum er ongantíð
dagførd við ta donsku, sum
staðfestir revsiábyrgdina
hjá almennum stovnum.
Harafturat vanta tær ein-
støku føroysku lógirnar í
mongum førum eisini eina
slíka staðfesting.
– Tað er møguligt, at her
er okkurt sum má setast í
verk. Men tað fái eg ikki
sagt nakað ítøkiligt um, fyrr
enn eg havi tosað við fak-
fólk um málið, sigur Høgni
Hoydal.
Vanligt seinføri
Landsstýrismaðurin sigur,
at hann vil kanna, hví áset-
ingin í donsku revsilógini,
sum staðfestir, hvør ið skal
Almenn revsiábyrgd skal
staðfestast
Landsstýrið vil tryggja, at eisini almennir arbeiðsgevarar verða revsaðir, tá teir bróta lógina. Tað almenna má ganga
undan tá tað snýr seg um rættartrygdina, staðfestir landsstýrismaðurin í lógarmálum.
DÁNJAL HØJGAARD
Tað var í 1997 at Danmark
staðfesti Schengen-sáttmál-
an. Hóast málið ikki fekk
nakra politiska viðgerð í
Føroyum, so varð longu tá
avrátt, at samstarvið eisini
skuldi fevna um Føroyar,
sum part av danska ríkinum.
Upprunaliga var ætlanin,
at samstarvið skuldi fara at
virka í danska ríkinum í
2000. Nú verður tað kortini
ikki fyrr enn 25. mars 2001.
Samstundis sum sam-
starvið fer at virka í Dan-
mark koma Svøríki og
Finnland eisini uppí.
Pass-og
politisamstarv
Schengen er eitt samstarv
millum fleiri evropeisk
lond, og sum hevur virkað
nøkur ár á evropeiska meg-
inlandinum.
Schengen-londini skulu
samstarva um passeftirlitið
mørkunum mótvegis 3.
londum. Samstundis verður
eitt
tætt
politisamstarv
tvørturum Schengen-mørk-
ini.
Schengen-
samstarvið seinkað
Nú er greitt, at felags evropeiska pass- og politisamstarvið, Schengen verður
ikki sett í verk í Føroyum fyrr enn um eitt gott ár.
ábyrgdast á almennum
stovnum enn ikki er komin
við í føroysku revsilógina.
Hann vísir tó á, at tað er ein
generellur trupulleiki, at tað
tekur ov langa tíð, at
dagføra ríkislógir.
– Orsøkin til at ríkislógir
Almennir arbeiðsgevarar skulu halda lógina eins og pri-
vatir arbeiðsgevarar. Tað heldur Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður, sum nú reisir málið um revsiábyrgdina hjá
almennum stovnum.
Mynd: Skýrák
ikki verða dagførdar í Før-
oyum er at tað er ein øgiliga
seiglig mannagongd, har tað
er øgiliga ringt at staðfesta
hvør ið hevur skyldu at taka
initiativið, sigur Høgni
Hoydal.
Ein krumtappur í skipan-
ini er tann sonevnda SIS-
skráin. Schengen Informa-
tion System er ein stór on-
line politiskrá. Eitt slag av
felags evropeiskum svarta-
lista, sum m.a. vísir hvør,
Schengen-samstarvið merkir, at Føroyar verða ein av
ytstu skansunum í einum stórum millumlanda politi- og
passsamstarvi.
Kært til
landsstýrið
Arbeiðseftirlitið hevur fleiri ferðir gjørt Vinnumála-
stýrið vart við trupulleikan, at tað ikki ber til at revsa
almennar stovnar, sum bróta lógina um arbeiðar-
avernd.
Hetta sigur Eli Davidsen, stjóri á Arbeiðseftirlit-
inum.
Arbeiðseftirlitið hevur skotið upp, at seta í verk
lóg um arbeiðsumhvørvi í Føroyum. Sambært stjór-
anum hevði hendan lóg loyst trupulleikan við revsi-
ábyrgdini hjá almennum stovnum.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum vil
kanna málið nærri.
– Einki er komið á borðið her hjá okkum á lógar-
deildini. Kanska er málið reist mótvegis teirra egna
landsstýrismanni, og tað kann eg so fara og kanna.
– Tað er púra greitt at støðan er ikki haldgóð og
okkurt má gerast, sigur Høgni Hoydal.
ið er óynsktur og eftirlýstur
í Schengen-økinum.
Ætlanin er, at SIS-teldur
skulu standa á farstøðini í
Havn og á flogvøllinum í
Vágum.