Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 12 - 19. januar 2000 Dreymurin er at liva av tónleiki Samrø›a vi› Janus Nicolajsen sí›a 4-5 Brævbumban og hitlistar sí›a 6-7 2000 Fløguummæli baksí›an Á fjakkarafer› í su›uramerika sí›a 3 Nr. 2 GRÆKARIS DJURHUUS MAGNUSSEN Tað er trongsul í Keyp- mannahavnar gøtum hend- an morgunum. Eini 10.000 fólk av Ærø, ella fólk, sum so ella so hava við Ærø at gera, fylla gøturnar. Fyri løtu síðani kringsettu tey Christiansborg í eini roynd at mótmæla teirri viðferð, danska stjórnin gevur Sjó- mansskúlanum á oynni. Hann skal leggjast niður. Og so er lítð eftir á Ærø. Mong gentan av Ærø er gjøgnum árini gift ungum manni, sum er komin av fjarleiðum at nema sær út- búgving á Sjómansskúlan- um á oynni. Nú koma ikki fleiri ungir menn á skúlan. Hvussu so við ungu gent- unum? Vit kroysta okkum fram gjøgnum mannamúgvurnar, sum nú eru komnar á Høj- bro Plads, og røkka um megin partin at Stroynum. Vit hava eina avtalu í Ad- miralgøtu klokkan hálvgum tíggju. Vit skulu tosa við Anniku Hoydal. Ikki um mótmælini hjá íbúgvunum á Ærø, men um ein annan mann, sum mótmælti órætt- vísi. Ein mann, sum sá so nógv meira og øðrvísi enn onnur. Sum dugdi so væl at bera tað fram, hann hevði á hjartað. Í myndlistini, yrk- ingum, skaldsøgum o.s.fr. William Heinesen hevði fylt 100 ár leygardain, var hann á lívi. Professiónellur føroyingur Annika Hoydal bjóðar væl- komin, og vit fara innar í gomlu, men stásiligu íbúð- ina við Admiralgøtu – aftan fyri matstovuna og dansi- hølið »Lauritz Betjent«. Á køksborðinum liggja nøkur eintøk av nýggju fløguni hjá Anniku Hoydal »Stjerner mine venner«. Hetta er fløga, sum Annika Hoydal gevur út í sambandi við hundrað ára dagin hjá Willi- ami Heinesen. Yrkingarnar á fløguni hevur William Heinesen gjørt, og Annika Hoydal hevur gjørt løgini. At hon arbeiðir við tekst- um, sum júst William Hein- esen setti saman á sinni, er heilt náttúrligt. – Eg havi í nógv ár ferðast runt í Norðurlondum, har eg havi sungið, bæði á donsk- um og føroyskum. Á tann hátt havi eg roynt at sagt grannum okkara frá Før-oy- um, føroyskari mentan og søgu. Kalla meg bara ein »professiónellan« føroying, heldur hon skemtiliga fyri. Fyri tveimum árum síðani heitti Danmarks Radio á Anniku Hoydal at gera nak- rar sendingar um William Heinesen. Hon tók av til- boðnum, og kom tá fram á nógv tilfar um William. Millum annað tilfar, sum øll hesi árini hevur ligið í goymslunum hjá Danmarks Radio. – Tá eg so visti, at hundr- að ára dagurin hjá Williami bleiv um tvey ár, ja, so helt eg tað vera náttúrligt, at gera nakað í tí sambandin- um. Og úrslitið er so hendan nýggja fløgan, greiðir Ann- ika Hoydal frá. Annika kendi William Tað er ongin loyna, at teir tríggir, Heðin Brú, Karsten Hoydal (pápi Anniku Hoy- dal), og William Heinesen, vóru nógv saman. Teir vóru eitt slag av trýeinigheit. Og tað var eisini orsøkin til, at lítla gentan, Annika, hoyrdi mangt prátið teirra millum. Og so ella so hevur hon sitið undir einum parti av tí, teir tríggir vinmennir prátaðu um. Karsten Hoydal hevði eitt skifti Varðan undir hond. Ta tíðina kundu William og Karsten mangan sita heima hjá Karsteni og tosa um til- farið, sum skuldi í næsta eintakið av Varðanum. Og so komu teir sjálvandi eisini inn á onnur mál enn tey, sum skuldu verða við í næstu útgávuni. – Hóast eg var lítil tá, munnu oyruni hava verið toluliga opin. Eg minnist, at teir plagdu at tosa um pol- itikk, serliga loysing. Og so var tað tíðin eftir atom- bumburnar, sum ameriku- menn sleptu niður yvir Hiroshima og Nagasaki. Ja, atombumban var fleiri ferð- ir á lofti, sigur Annika Hoy- dal. Og teir tríggir vóru rættir vinmenn. – Høvdu teir skrivað eitt- hvørt, ja, so vóru teir ikki bangnir fyri at vísa tað fyri hvørjum øðrum. Heldur øvugt. Teir vóru skjótir at tosa um tað, teir høvdu ætl- anir at geva út. Har var ong- in øvund, minnist Annika Hoydal. Onki øðrvísi enn aðrir Í barnaárunum hjá Anniku Hoydal var William Hein- esen onki øðrvísi enn aðrir menn. Tað var áðrenn, hann var vorðin kendur. Annika sá bara William sum ein dámligan, hugnaligan, men samstundis eitt sindur speisk-an mann. – Eg minnist, at tá eg kom úr skúla, og pápi og William sótu í køkinum, so hugdi eg beinanvegin, um kaffi stóð á borðinum. Tí var tað ikki kaffi, ja, so kundi henda, at teir hugnaðu sær við einum dropa. Og tað dámdi ikki mær. Eg haldi, at eg hevði hug at geva manninum við stóru nøsini skyldina fyri, at teir onkuntíð smakkaðu sær á. – Men hann var kortini altíð líka hugnaligur. Dugdi so væl at siga frá, sá so væl. Og so dugdi hann eisini væl at herma – sum so nógvir aðrir føroyingar. Jú, tað var mangan stuttligt, heldur Annika Hoydal. Hon sær eitt sindur droymandi út. Tankarnir fara til nakað av tí, William Heinesen hevur skrivað. Boðskapurin er so eyðkend- ur, og kemur altíð til sjónd- ar, tó tað er á ymiskan hátt. Hetta góða. Annika Hoydal vísir okkum á seinasta brævið, sum William Hein- esen skrivaði til vinmannin í Danmark, Ejgil Søholm. Hesin sami Ejgil Søholm hevur júst givið út nýggja bók við m.ø. brævaskiftin- um, hann hevði við William gjøgnum fleiri ár. Í seinasta brævinum til Ejgil Søholm skrivar Willi- am sum 85 ára gamal so- leiðis: – Det tør nu slås fast som et ikke mere foruroligende faktum, at jeg aldrig, trods mange år og rigelig tid, fik tilfilet nøglen til det inderste hemmelige rum i livets for- hexede slot, men udsgten til havet og himlens farende skyer og enkelte velsignen- de sol- og måneopgange var vel nok livet værd, og så var der jo også menneskenes børn“ Alle gode ønsker og hil- sener, også til din kone, fra Lisa og William. –Soleiðis var hann, altíð við tí góða orðinum. Dugdi altíð at síggja tað besta í menniskjum, heldur Annika Hoydal. Skemtaðu um fylgisveinar Annika Hoydal minnist eina ferðina, hon saman við for- eldrunum og Williami Heinesen gingu niðan gjøg- num Viðarlundina í Havn. Hetta var ta tíðina, tá fyrstu fylgisveinarnir vórðu sendir út í loftrúmið. Meðan tey ganga niðan eftir, spyr Karsten Hoydal brádliga William Heinesen: »Tú, William, hvat hevði tú gjørt, um tú komst niðan til mín við einum sputn- ikki?« »Ja, so hevði eg bara farið hinvegin runt um knøttin,« var William Heinesen skjót- ur at svara. Annika Hoydal heldur seg minnast, at Williami onki dámdi at verða róstur. Heldur ikki dámdi honum væl, tá fólk vildu gera seg upp, og kanska geva seg út fyri meira, enn tey vóru. – Eina ferð, tað var eftir at William Heinesen var vorðin kendur í bókmenta- heiminum, kom ein yngri donsk kvinna at tosa við hann. Hon skuldi gera eina samrøðu við hendan kenda rithøvundan. Hendan dám- an tosaði og tosaði út í eitt. Um stórar rithøvundar og heimsbókmentir. Men William Heinesen sigur ikki eitt orð. Brádliga finnur danska kvinnan út av, at hon ivaleyst hevur tosað í meira lagi. Hon verður illa við, og tagnar. Men William sigur framvegis ikki eitt orð. Ein- asta, ið hoyrist, er klokkan á vegginum. Tá ein løta er farin í djúpastu tøgn, letur í Williami Heinesen: »For resten, min kone er Annika Hoydal heiðrar minnið um William – William Heinesen var so fittur og hugnaligur maður. Hann var so góður. Men hann kundi sanniliga eisini vera speiskur, sigur Annika Hoydal. Hon sat undir nógvum av tí, sum pápi hennara, Karsten Hoydal, og William Heinesen filosoferaðu um fyri mongum árum síðan. også en kendt forfatter.« »Nå, er hun det. Hvad har hun skrevet?« »Gøngehøvdingen«, svarar William Heinesen. Tá mundi unga kvinnan iva- leyst rakna við. Hesin mað- urin orkaði ikki at hoyra gabb. 14 løg á nýggju fløguni At yrkingarnar og skald- skapurin hjá Williami Hein- esen hevur inspirerað Ann- iku Hoydal, er sjón fyri søgn. Hesi seinastu tvey árini hevur hon gingið ígjøgnum eina rúgvu av til- fari um og eftir William Heinesen við tí eina enda- málinum, at geva út fløgu við hansara tekstum á hundraðáradegnum. Og tað eydnaðist. Nú er fløgan á marknaðinum. Hvussu hevur tú valt yrkingarnar út? – Eg havi brúkt sama háttin, sum gongur aftur í tekstunum hjá Williami Heinesen: Hjartað. Eg havi valt teir tekstirnar út, sum hava talað til mítt hjarta. Hyggja vit at tí, hann skriv- aði, so er afturvendandi boðskapur tað góða, posi- tiva, og á ein hátt optimist- iska, sigur Annika Hoydal. Sum dømi um positiva og lætta lyndið, tekur Annika Hoydal eitt úttalilsi, hon fann eftir William Heine- sen, tá hon leitaði í goymsl- unum hjá Danmarks Radio. Í eini samrøðu í DR um deyðan, segði William Heinesen: – Selv stjernerne har en alder, og de lever og dør ligesom mennesker. Den cyklus er den samme. Jeg syner, der ligger en trøst og en opmuntring i den tanke, at vi er af nøjagtig samme stof som stjernerne. Fordi man føler sig som et led i den kosmiske sammen- hæng. Det er jo navnlig det, at vi er en del af evigheden. Ein av sangunum á nýggju fløguni, hevur Ann- ika Hoydal sjálv sett saman - og tó, tekstirnar hevur hon funnið í tekstum hjá Willi- ami Heinesen. Hon hevur snøgt sagt funnið ymisk meira og minni løgin úttal- ilsi — sitat, hjá Williami, og sett tey saman til eina yrking. Eina »tvætliyrk- ing«, sum Annika Hoydal sjálv tekur skemtandi til. Vit kunnu hóskandi enda við tveimum teimum sein- astu reglunum í fimta ørindi á lagnum »Prik, prak, prok«: Prik prak prok Så er det nok Nils Malmros og Margrethe Koytu vóru millum gestirnar hjá Anniku Fríggjadagin hevði Annika Hoydal samkomu fyri vinfólki og tíðindafólki í íbúðini í Keypmannahavn. Birgir Enni borðreiddi við øðum Myld: Gissur Patursson