Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 12 - 19. januar 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 12 - 19. januar 2000 Ein vika er nú farin, sí›an Yngd fyri fyrstu fer› var í bla›num í ár 2000. Og ikki kann sigast anna› enn, at hetta hevur veri› ein stakk fri›arlig vika. Í hvussu so er á Yngd re- daktiónini. Ta› eru tí heldur ikki tey heilt stóru tí›indini vit hava at bor›rei›a vi› hesafer›. Men tó mugu vit siga, at skjótt er at detta fram á nakrar søgur, sum eru egna›ar til bla›i›. Fór mær ein túr til Vest- mannar í farnu viku. Komin oman á farstø›- ini í Havn leggi› eg merki til, at ein lítil fitt hvít plakat hongur á eini talvu beint har eg standi og bí›i eftir bussinum. Á plakatini standa nakra fittar reglur at lesa um ein 22 ára gamlan trummusláara úr Havn, sum sóknast eftir fólki at spæla vi›. Eg gjørdi skjótt av. Ringdi til vi›- komandi og ta› var skjótt, at vit høvdu fing- i› í lag eitt interview, sum tí er at lesa í bla›- num í dag. Hev›i annars gingi› størsta partin av vikuni uttan at naka› til- far til Yngd var komi› undan kavi. Men leita og tú finnur stendur skriva, og rætt er ta›. Í farnu viku fekk Yngd redaktióni tó eina sera forkunnuga vitjan úti á Sosialinum. Talan var um tvey Havnarfólk mitt í 20´unum, sum fríggja- dagin pakka›u sekkirnar og fóru út í ví›u ver›. Á fjakkarafer›. Av ø›rum tilfari› í bla›num í dag kunnu vit nevna teir fæstu tættirnar, so sum hitlist- ar, fløguummæli, og vælumtókti teigurin Svara So, er eisini vi› í bla›num hesafer›. Brævbumban stendur tó framvegis IKKI til at bresta. Vit hava tó gjøgnum vikuna fingi › tvey brøv sendandi, og ta› takka vit mangar fer›ir fyri. Til seinast kunnu vit, til stóra gle›i fyri tey flestu siga, at vit í nærm- ast framtí› fara undir at skriva um útbúgvingar og útbúgvingarmøgu- leikar her á landi. Vit skulu tó gera vart vi›, at byrja ver›ur í smáum, til hetta er komi› í eina meira fasta legu. Men vit gera okkara besta. Sjálv- andi. Tí›indabla›i› Sosialurin Postsmoga 76 110 Tórshavn Tlf: 311820 Fax: 314720 Teldupostur: yngd@sosialurin.fo Ábyrgdarbla›stjóri: Jan müller Bla›stjórn: Jákup Bogi Joensen Uppseting: Karis Olsen Yngd er ein partur av Sosi- alinum mikudag. Evsta- mark er á middegi fríggja- dag Leita og tú finnur Vinn eina fløgu Nú gevur Yngd tær eisini møguleikan at vinna onkra av nýggjastu fløgunum, sum eru á marknaðinum. Fyri at lesararnir eisini skulu hava høvi at koma fram at, hava vit sjálvsagt rúm fyri einum brævkassa, har lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan um líkt og ólíkt. Hevur tú eina yrking, eitt hjartasuff um okkurt, ella ein spurning til Yngd ella okkurt heilt annað, so er bara at finna pennin ella telduna fram, og skriva til okkum. Antin til Sosialurin postboks 76, 110 Tórshavn, merk brævbjálvan „Yngd“. Ella send okk- um teldupost á yngd@sosialurin.fo Hvørja viku verður so drigið lut ímillum innkomnu brøvini, og vinnarin fær eina spildurnýggja fløgu sendandi frá 3‘aranum í SMS. Fyri at eingin skal smæðast burtur, seta vit onga treyt um at innkomið tilfar verður undirskrivað við fullum navni. Navn og bústaður eiga tó verða upplýst til Yngd, soleiðis at vit vita, hvar ein møgulig fløga skal sendast. Les Yngd í Sosialinum Hvønn mikudag Letur eina fløgu um vikuna til teg, sum hevur besta innslagið í Yngd. Send inn og vinn Á fjakkarafer› í Su›uramerika Leingi hava tey ætla› sær at fari. Og nú er dreymurin veruleiki. Í farnu viku fóru 23 ára gamla Óluva Poulsen og 26 ára gamli Ian Skylv Hansen úr Havn á fjakkarafer›. Lei›in gongur til Su›uramerika Jákup Bogi Joensen Í farnu viku fóru tey bæ›i, 23 ára gamla Óluva Poulsen og 26 ára gamli Ian Skylv Hansen úr Havn, av landinum. Ørindi teirra eru eitt sindur ø›rvísi enn hjá teimum flestu, sum dag og dagliga fara út í útbúgvingarørindum. Nei, tey bæ›i fara á fjakkarafer›. Men á›renn tey fríggjadagin settu kósina út í ví›u ver›, vóru tey ein túr úti á Sosialinum, og tá fekk Yngd eitt prát vi› tey bæ›i. Men hvør er so ætlanin vi› túrinum? - Vit vilja bara sleppa at síggja okkum meiri um í heiminum. Ta › er jú altí› stuttligt og spennandi at koma til n‡ggj og heilt ókend stø›. At uppliva onnur menniskju og eina heilt ø›rvísi mentan, seg›i Óluva Poulsen. Vit hava longst so leingi eftir at sleppa avsta›, so nú ver›ur ta›, søgdu tey bæ›i. Lei›in gongur til nor›ara partin av Su›uramerika, og eru tey bæ›i serliga spent uppá at koma til inkaríki›. Vit hava hoyrt nógv um júst inkaríki›, so nú vilja vit sleppa at uppliva ta› sjálvi, greiddi Ian Skylv Hansen frá. Eitt anna›, sum stendur ovarliga á skránni, á annars tríggjar mána›- ar langa túrinum, eru Galabagos- oyggjarnar. - Galabagos-oyggjarnar hava al- tí› veri› sera frammarliga í huga mínum, so nú vil eg sleppa at upp- liva tær, seg›i Óluva. Fólk vit hava tosa› vi› siga, at ta› er eitt stórt upplivilsi at “snor- kla” har um lei›ir og sko›a ta› fantastiska havumhvørvi›. Bæ›i Ian og eg sjálv eru kavarar, so ta› er avgjørt naka› vit síggja fram til vi› stórum spenningi, greiddi Óluva frá. Annars ætla vit okkum í eina tí› at ver›a eitt vi› náttúruna. Skilt uppá tann mátan, at vit hava ætlan- ir um at royna at búgva úti í kanska eina viku. Og hvør veit. Kanska finna vit okkurt deiligt arbei›i eitt ella anna› sta›, søgdu tey bæ›i vi› ein munn. Men ein slík fjakkarafer› kostar ikki heilt onki. Hetta eru Óluva og Ian grei› yvir, og tí hava tey bæ›i í eitt longri tí›arskei› savna› inn pening, solei›is at dreymurin í dag er veruleiki. -Ta› hevur veri› strævi› at savna pening inn, men sjálvi halda vit, at peningurin fer til eitt gott endamál. Slíkt upplivilsi fært tú nokk bara einafer› í tínum lívi, so vit angra onki, søgdu tey bæ›i, Óluva Poulsen og Ian Skylv Hansen, vi› Yngd. Tey hava tó fingi› væl av stu›li ymsa sta›ni frá, og eru tey sera fegin um stu›ulin. Uttan allan tann stu›ul vit hava fingi›, hev›i túrur- in ongantí› veri› veruleiki, søgdu Óluva Poulsen og Ian Skylv Han- sen at enda.