leygardagur 25. oktober 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 203 - 25. oktober 2003
Nr. 203 - 25. oktober 2003
3
NCC hevur lægsta tilboðið
Føroya Konsortium
við NCC, Byggitek og
J&K Petersen hevur
lægsta tilboðið á 248
mio. um undirsjóvar-
tunnil undir Leir-
víksfjørð. Við teimum
royndum felagið hev-
ur við undirsjóvar-
tunlum í Føroyum,
tykist rættiliga sann-
líkt, at NCC eisini fær
tunnilsarbeiðið undir
Leirvíksfjørð.
NORÐOYATUNNILIN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tað var stórur spenningur
undan tíðindafundinum hjá
P/F
Norðoyatunlinum
seinnapartin hósdagin á
Hotel Hafnia. Tilboðini um
tunnilsarbeiðið undir Leir-
víksfjørð skuldu kunngerast.
Trý tilboð vóru komin
inn í alt, og lægsta tilboðið
var áljóðandi 248 mio
krónur. Hetta tilboð átti
Føroya Konsortinum bólk-
urin við NCC, Byggitek og
J&K Petersen. Sama felag
gjørdi Vágatunnilin, og
hóast eingin endalig avgerð
fyriliggur, so merktist á
fólki á tíðindafundinum, at
talan nærmast er um ein
avgreiðsluspurning,
at
NCC eisini skal gera undir-
sjóvartunnilin undir Leir-
víksfjørð.
MT Højgaard saman við
Kruse&Smith átti næst
lægsta tilboðið á 267 mio.
krónur. Phil Group hevði
hægsta tilboð á 339 mio.
krónur, so munurin millum
hægsta og lægsta tilboð var
góðar 90 millíonir.
Lægri enn væntað
Samlaða ætlanin er mett at
kosta 335 mio krónur.
Landskassin fíggjar 225
mio, meðan tær írestandi
110 mio. verða fíggjaðar
við láni. Vegagerð, El- ar-
beiðið og sjálv boringin er
umfatað í samlaða kostnað-
inum. Borðingin varð mett
at kosta góðar 270 mio.
krónur. Tvey tilboð lógu
undir metingini, og tað
fegnaðist landsstýrismaður,
Bjarni Djurholm, um.
– Tað
sær
rættiliga
spennandi út. Lægsta til-
boðið er væl lægri enn met-
ingar, so tað sær skilagott
út. Nú skulu endaligu sam-
ráðingarnar fáast í hús, og
líkt er til at farast kann und-
ir arbeiðið um ársskiftið, so
tíðarætlanin heldur, segði
ein fegin Bjarni Djurholm
Skeivt stað
Norðlýsið róð í gjár fram-
undir, at tað var rættiliga
løgið, at tíðindafundurin
um tilboðini til tunnilsar-
beiðið skuldu vera í Havn.
Norðoyatunnilin er ein stór
hending fyri norðoyingar
og eysturoyingar, og tí átti
at
verið
upplagt,
at
tíðindafundurin varð hildin
í Klaksvík ella Leirvík.
Klaksvíkingar kunnu eft-
ir øllum at døma ugga seg
við, at næsti tíðindafundur,
tá endaligur sáttmáli verður
undirskrivaður,
verður
sambært formanninum í
P/F
Norðoyatunlinum
Bergur í Garði, norðanfyri,
sum hann málbar seg.
Formaðurin í P/F
Norðoyatunlinum,
Bergur í Garði,
fegnast um, at til-
boðini liggja undir
metingunum. Hann
vónar og væntar, at
farast kann undir
tunnilsarbeiðið um
Leirvíksfjørð
1.desember í ár.
NORÐOYATUNNILIN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin
Vit hittu ein fegnan for-
mann fyri P/F Norðoya-
tunnilin eftir tíðindafund-
in hósdagin.
– Vit eru sera væl nøgd-
ir við tilboðini, og tað er
gleðiligt, at tey liggja
undir metingunum. Eg eri
fegin um, at kapping hev-
ur verið um arbeiðið, og
tað sæst eisini aftur á til-
boðunum og stóra áhug-
anum. Nú skulu vit gera
okkara heimaarbeiði í
leiðsluni og ráðgevingini,
áðrenn endaligur sáttmáli
verður
undirskrivaður,
segði Bergur í Garði eftir
tíðindafundin
Hann segði seg vænta,
at
endaligur
sáttmáli
verður undirskrivaður 11.
november við eitt av teim-
um trimum feløgunum.
Spurdur, um tað ikki er
upplagt at geva NCC
tunnilsarbeiðið, nú fel-
agið hevur lægsta tilboðið
og royndir frá Vágatunl-
inum, svaraði Bergur í
Garði, at nú skulu tilboð-
ini nærlesast, men at út-
gangspunktið
verður
sjálvsagt tikið eftir lægsta
tilboðnum.
Formaðurin í P/F Norð-
oyatunnilin er ótolin at
fara undir arbeiðið, og
hann vónar og væntar at
farast kann undir tunnils-
arbeiðið um 1. desember í
ár.
Væl nøgdur
Formaðurin í P/F Norðoyatunlinum, Bergur í Garði, fegn-
ast um, at tilboðini liggja undir metingunum. Endaligur
sáttmáli verður undirskrivaðir 11 november, og tunnilsar-
beiðið fer vónandi av bakkastokki 1.desember í ár
Mynd: Jens Kristian Vang
Nevndin fyri P/F Norðoya-
tunnilin sær spent út, nú
tilboðini um arbeiðið undir
leirvíksfjørð skal kunngerast.
NCC hevði lægsta tilboðið á
248 mio. krónur, og hetta er
væl minni enn metingarnar
frammanundan
Mynd: Jens Kr. Vang
Bjarni Djurholm var sera
fegin um tilboðini. – Tað sær
rættiliga spennandi út. Nú
skulu endaligu samráðing-
arnar fáast í hús, og líkt er til
at farast kann undir arbeiðið
um ársskiftið, so tíðarætlanin
heldur, segði ein fegin Bjarni
Djurholm
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæra mamma, vermamma, omma
og langomma
Sanna Vang
Glyvrar
andaðist hósdagin 23. oktober, 87 ára gomul.
Kistan fer úr Kapellinum á Landssjúkráhúsinum
leygardagin kl. 16.
Jarðarferðin verður úr Glyvra Kirkju
sunnudagin kl. 13.30.
Familjunnar vegna
Martin, Lena og Sunnvard
Tey, ið vilja minnast Sannu, kunnu lata eina peningagávu
til Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá kæra kona, mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Anna Kristensa Olsen
Skála
andaðist og varð jarðað.
Vit takka presti, sangarum, berarum og kirkju-
tænarum, starvsfólki á Landssjúkrahúsinum,
kommunulæknum og heimasjúkrasystrum,
sum vóru um hana.
Vit takka fyri blómur, kransar og gávur til
Eldrafelagið á Skála.Vit takka tykkum mongu,
sum hjálptu til við ervinum og øllum tykkum,
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jógvan, Kristbjørg, Jóngerð, Eivind, Kartin og Eilif
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, ið vístu samkenslu,
tá kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Helga Sylvia Jacobsen
Kaldbak
doyði og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og alla ta hjálp,
ið varð veitt okkum.Tøkk til øll, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Solveig og Anna við familju
www.smyril-line.fo
J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
1 vika í Danland-íbúð í Blokhus,
Hirtshals ella Ebeltoft
ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin
og 2 børn við bili fram og aftur
úr 5.995,-
1 vika í summarhúsi í Easterhoull í Hetlandi
Frítíðardepilin Pers Hotel í Gol í 1 viku
ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin
og 2 børn við bili fram og aftur
5.000,-
Ferðist 2 og gjaldið fyri 1
fram og aftur í innv. 2-koyggju-
kam ari við wc/bað íroknað bil:
Til Danmarkar:
Til Noregs:
Til Hetlands:
2.990,-
2.380,-
1.790,-
ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin
og 2 børn við bili fram og aftur
4.500,-
Hósdag - Mánadag:
Mánadag - hósdag:
1.500,-
1.000,-
úr 600,-
Til Danmarkar ella Noregs
Tilboðið er gald andi
frá 18.9. - 2003
til 27.3. - 2004
+298 303030 www.tele.fo
Til tín ið ringir mest í frítíðini
GSM frítíð kann bert nýtast í Føroyum. Kvøld er frá kl. 18.00 - 08.00. Fyrivarni verður tikið móti prentvillum.
Stovnan
Mánaðargjald
Samrøður - dag
Samrøður - kvøld
SMS-boð
Teletíð
300,-*
0,-
3 kr/min
2 kr/min
0,75
0,-
40,-
2,25 kr/min
2,25 kr/min
0,75 kr/min
0,75 kr/min
0,50
0,50
*íroknað kr. 100,- talutíð
team85