leygardagur 25. oktober 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 203 - 25. oktober 2003
Nr. 203 - 25. oktober 2003
5
Eivør gevur fløgu út í Íslandi
Mikudagin kom
nýggja fløgan hjá
Eivør Pálsdóttir á
gøtuna í Íslandi.
Fløgan hja fram-
úrskarandi føroyska
songlerkinum hevur
fingið heitið "Kráka".
TÓNLEIKUR
Rúnar Reistrup
runar@sosialurin.fo
Eivør Pálsdóttir er eftir-
hondini eitt nærum eins
kent navn í Íslandi sum í
Føroyum. Síðan hon flutti
til Íslands fyri hálvum-
øðrum ári síðan, hava ís-
lendingar hoyrt alt meira til
hana, og eftir luttøkuna í
íslendsku undankappingini
til Eurovision Songcontest
hevur Eivør verið vanligur
gestur í íslendskum pallum
og fjølmiðlum.
Mikudagin gav Eivør
saman við íslendska bólki
sínum fløguna "Kráka" út í
Íslandi. Eivør syngur eitt
lag á fløguni á íslendskum.
Hini verða øll sungin á
føroyskum. Eivør eigur
sjálv øll løgini á fløguni
uttan tvey. Hesi eru gomul
føroysk sjøldur. Tað er
íslendska plátufelagið 12
tónar, sum stendur fyri út-
gávuni.
Men meðan teir fyrstu ís-
lendingarnir longu hava
ognað sær fløguna hjá Ei-
vør,
mugu
føroyingar
brynja seg við tolni, tí ikki
fyrr enn sunnudagin 23.
november
hevur
Eivør
útgávukonsert í Føroyum.
Tann konsertin verður í
Norðurlandahúsinum.
Fløgan kemur á søluhill-
arnar í Føroyum dagin eftir.
Komandi týsdag hevur
Eivør og bólkur hennara
útgávukonsert í íslensku
operaini í Reykjavík, og tað
tykist sum íslendingar fjøl-
miðlar hava stóran áhuga
fyri hesum tiltaki og Eivør
sum heild.
Songlerkurin Eivør er klødd sum kráka á húsanum til nýggju
fløgu hennara
Eivør vann altjóða heiðursløn
Í eini árligari kapp-
ing, nevnd Song
Expo, vann Eivør
Pálsdóttir fyrstu
heiðurslønina
millum 2000 sangir.
Hetta var í evninum
latínsangir og Eivør
tók lut við lagnum,
sum hon sang í
íslendska Grand
Prixnum. Tó við
enskum teksti í hesi
kappingini og vann
lagið heitið sum
"Best Latin Song
2003"
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Benelux International Song
& Culture Festival skipar
árliga fyri stórari sang-
kapping,
Song
Expo.
Kappingin er í oktober og í
ár komu fleiri enn 2000 løg
inn úr øllum heiminum.
Eivør Pálsdóttir tók lut
við íslendska grandprix-
lagnum "Í nótt". Fríðrik
Erlingsson, (fyrrverandi
limur í Sugarbabes við
Bjørk á odda), skrivaði
enskan tekst til lagið; To-
night (my love..). Thór
Kormóðsson
skrivaði
lagið.
Lagið fekk fyrsta pláss,
"Number one award", sum
"Best Latin Song 2003".
Airwaves
Eivør tók lut á stóra ís-
lendska festivalinum Ice-
landic Airwaves og útselt
var til hennara framførslur.
Nógvir fjølmiðlar og fólk
innan altjóða tónleikaídn-
aðin fylgdu tiltakinum.
Heimildarmaður okkara í
Íslandi, Jens Guð sigur, at
fleiri teirra fegnaðust um
Eivør og framførslur henn-
ara, so ilt er at siga, hvat
hetta gevur Eivør í møgu-
ligum
framtíðarútlitum,
men
áður
hevur
festivalurin verið lopfjøl út
í heim hjá íslendskum
bólkum.
Eivør er eisini í øllum
íslendskum fjølmiðlum og
tá festivalurin verður um-
røddur, so verður hennara
tónleikur spældur.
Og at hava vunnið al-
tjóða heiðursløn setir so
heldur ikki Eivør í skugg-
an á alheims tónleika-
pallinum, so tað tykist
ganga fram á hjá Eivør í
royndunum at koma sær
fram. Føroyingar kunnu
fegnast um nýggju fløgu
hennara, sum kemur í
næstum.
C
M
Y
K
5
4
Tórshavn
317010
Miðvágur
332000
Klaksvík
404500
Sandur
361000
Tvøroyri
371000
Saltangará
404400
+298 303030
www.tele.fo
SAMSUNG R210S
einans 849 kr.
Lítil og løtt frá Samsung
wap, T9, spøl o.m.a.
Allar hentleikar:
Litskýggi 65000 litir, tjúkd: einans 17mm,
40 polyfoniskar ringitónar.
SAMSUNG C100
einans 1.599 kr.
SAMSUNG A800
einans 1.799 kr.
Einans 68g.
Voice-memo, tveir skýggjar
polyfoniskar ringitónar
Tilboðini eru galdandi so leingi, vøra er á goymslu. Fyrivarni verður tikið móti prentvillum
team85