leygardagur 25. oktober 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 203 - 25. oktober 2003
Nr. 203 - 25. oktober 2003
7
Ein álvarsligur boðskapur til Føroya Fólk
Fíggjarætlan 2004:
Klaksvíkar kommuna lækkar skattin
–Næsta ár verður ikki
nóg mikið av pengum
til tey veiku og sjúku,
siga siga Kristian
Magnussen og Andr-
eas Petersen, sum
hava gjøgnumgingið
ein part av fíggjarlóg-
ini fyri næsta ár
FÍGGJARLÓGIN 2004
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er ein álvarsligur
boðskapur til Føroya Fólk
Tað halda teir báðir løg-
tingsmenninir,
Kristian
Magnussen og Andreas Pet-
ersen úr javnaðarflokkinum
um fíggjarlógina, sum sam-
gongan ætlar at seta í gildið
fyri komandi ár.
Teir eru báðir limir í trivn-
aðarnevndini hjá løgtingin-
um og nú fíggjarlógin er til
viðgerðar í fíggjarnevndini,
hava teir báðir gjørt sínar
viðmerkingar til trivnað-
arpartin í uppskotinum.
Og har hava teir báðir
nógv at finnast at, tí teir
siga, at verður fíggjarlógin,
sum
samgongan
ætlar,
verður
grundleggjandi
tørvur hjá sjúkum og veik-
um ikki at nøktaður
komandi ár,
Mangla hundraðtals
milliónir
Í fyrsta lagi meta teir báðir,
at játtanin til tey trý sjúkra-
húsini ikki kemur at halda
út frá teimum tølum, teir
hava fingið upplýst um
nýtsluna í ár.
Teir harmast eisini um, at
bara seks milliónir krónur
verða settar av til at um-
væla tann partin av Lands-
sjúkrahúsinum, ið flutt
verður frá, tá ið nýggi
bygningurin verður tikin í
nýtslu. Samstundis er als
onki sett av til aðrar um-
vælingar á Landssjúkra-
húsinum.
– Vit meta at tað er bein-
leiðis óforsvarligt, at um-
vælingar og viðlíkahalds-
arbeiði á Landssjúkrahús-
inum ikki fær størri játtan
tá hugsað verður um hvørj-
um standi ein stórur partur
av bygningunum eru í, siga
teir báðir løgtingsmenninir
úr javnaðarflokkinum.
Teir siga, at ein skikkað
meting sigur, at tað skulu
nýtast einar 300 milliónir
krónur til umbyggingar,
viðlíkahald og fyri at lúka
brunateknisk krøv.
Í øðrum lagi átala Kristi-
an Magnussen og Andreas
Petersen harðliga, at eftir
teirra tykki verður ov lítið
sett av til serviðgerð uttan-
lands.
– Har er ætlanin at seta
67 milliónir av næsta ár.
Men í fjør blivu brúktar 82
milliónir og metingar í ár
vísa, at eisini 82 milliónir
fara at verða brúktar í ár.
Samstundis verður sagt,
at ætlanin er at seta
500.000 krónur av til
starvsfólk, sum burturav
skal arbeiða við hesum øki.
– Vit halda at tað er ein
álvarsligur boðskapur at
senda til føroya fólki um-
vegis fíggjarlógina, og ser-
liga teimum, sum hava tørv
á serviðgerð uttanlands at
tað ikki verður játtað tað til
hesa sjúkraviðgerð, sum er
neyðugt.
Kristian Magnussen og
Andreas Petersen átala
somuleiðis, at landsstýris-
maðurin eisini undirmetir
játtanina til sjúkrakassar
komandi ár.
– Játtanin til sjúkrakass-
arnar var 26,8 milliónir í
2003 og í ár er nýtslan mett
at verða 32 milliónir. Men á
fíggjarlógini fyri 2004 eru
26,8 milliónir settat av.
Samstundis siga teir, at
ongin fráboðan er í fíggj-
arlógaruppskotinum
um
nakrar broytingar ella tiltøk
sum gera at játtanin heldur.
Ivasamar
framskrivingar
Løgtingsmenninir Kristian
Magnussen og Andreas Pet-
ersen halda eisini, at játt-
anin til almannaverkið er
merkt av ivasomum fram-
skrivingum uttan raðfest-
ingar og uttan víðskygni.
– Tað ørkymlar og órógv-
ar undirritaðu at játtanin til
heimarøktina ikki røkkur til
at veita grundleggjandi
heimarøkt og tað sær út
sum, at næsta ár verður
støðið tað sama sum í ár,
har partur av heimarøktar-
veitingunum er avtikin í
ávísum økjum, og fyrstu
ferð síðani skipanin var
stovnsett, er nú bíðitíð til at
fáa heimarøkt.
– Vit átala at umstøð-
urnar hjá sinnisveikum sum
hava verið út av lagi vána-
ligar seinastu árini ikki fáa
tað neyðugu raðfestingina í
fíggjarlógaruppskotinum
fyri komandi ár.
– Ætlan landsstýrisins at
selja íbúðarblokkarnar á
Landssjúkrahúsinum ger
støðuna hjá teimum sinnis-
veiku uppaftur verri, tí
búfólkið á pensionatinum
hervið verða húsvill, siga
teir báðir.
Somuleiðis átala teir, at
landsstýrismaðurin lands-
stýrismaðurin tveitir meir
og meir yvir á kommurnur-
nar. fyri at fáa endarnar at
røkka saman, sum teir mál-
bera seg.
– Nú er ætlanin at barna-
verndarøkið í óðum verk-
um frá 1. januar verður
tveitt á kommunurnar.
– Økið tykist ikki at vera
nóg væl fyrireikað og skot-
bráðið stutt, og tað er ógvu-
liga ivasamt um hetta økið
skal umsitast hjá kommun-
unum, siga Kristian Magn-
ussen og Andreas Petersen
Teir átala eisini, at stuðulin
til uppihaldspening verður
avtikin, tí avleiðingin verð-
ur at fíggjarligu korini,
bæði hjá gjaldara og mót-
takara, fara at versna.
Teir báðir limirnir í trivn-
aðarnevndini duga heldur
ikki at síggja nakrar batar
fyri fólka- og fyritíðar-
pensionistar. Teir síggja
heldur ikki, at ætlanin er at
geva fólki endurgjald fyri
tað økta avgjaldstrýstið,
sum landsstýrið í størri og
størri mun áleggur landsins
borgarum.
Teir vísa á, at skattalættin
ikki fer at koma teimum
fólkapensionistum
sum
bert hava fólkapensiónina
at liva av, tilgóðar.
Í 2004 kunnu klaks-
víkingar síggja fram
til ein skattalætta upp
á 0,5 %. Aftaná sátt-
málabundnu íløgur-
nar er skúlin við
Ósánna ovast á rað-
festingarlistanum yv-
ir íløgur í komandi
ári
FÍGGJARÆTLAN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Skatturin lækkar við einum
hálvum prosenti komandi
ár, raksturin er vorðin mun-
andi dýrari, men av tí at
kommunan er komin niður
um eina álíkning í skuld,
hevur býráðið gjørt av, at
tað nú skal koma borgar-
anum tilgóðar við einum
skattalætta. Fíggjarætlanin
hjá Klaksvíkar kommunu
javnvigar við 110 millión-
um.
Sitandi meiriluti gjørdi
eina avtalu, tá hann kom til,
at tá fíggjarkarmurin hjá
kommununi
loyvdi
tí,
skuldi skatturin lækkast.
Kommunan hevur í fleiri
ár nú rindað meiri enn
neyðugt niður av skuldini,
og er skuldin hjá kommuni
nú komin niður um eina
álíkning. Bruttoskuldin er í
dag 80 milliónir krónur.
Skattalættin fer at kosta
kommununi millum 2,5 og
3 milliónir krónur.
Rakstur dýrkar
Íløgurkarmurin hjá Klaks-
víkar kommunu í 2004 er
áljóðandi
20
milliónir
krónur. Meira enn helm-
ingurin av hesum pengun-
um fara til sáttmálabundnar
íløgur. Læknamiðstøðina
og ídnaðarhavnina í Ánun-
um. Eftir hetta kemur so
posturin Framtíðar skúla-
bygging, har fyrst og fremst
ein víðkan av skúlanum við
Ósánna er upp á tal.
– Hetta kemur at merkja
munandi fleiri stovur í
skúlanum, og er hetta nak-
að, sum er hart tiltrongt og
hevur ligið á láni longi,
sigur Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri.
Kostanðurin av rakstrin-
um í kommununi er øktur
við 14 %. Tað er fleiri or-
søkir til tað, sigur borgar-
stjórin.
Eitt nú er innanduraar-
beiði á skúlanum við Ziska-
trøð ein orsøk. Og so er
raksturin av sambýlinum á
Heygnum, forsorgin fyri
væntandi barnaansing, sum
varð løgd yvir á kommun-
urnar fyrr í ár og samsýn-
ingar og fundarpengar hjá
barnaverndarnevndini
eisini orsøkir til økingina
av rakstrinum.
Mentanarhús
Klaksvíkar
kommuna
hevur eina ætlan um eitt
mentanarhús liggjandi á
borðinum. Til komandi ár
hevur
kommunan
sett
400.000 krónur av til eitt
tílíkt hús. Somuleiðis eru
300.000 krónur setta av til
eina
møguliga
nýggja
ítróttarhøll.
Somuleiðis fara fólk í
Árnafirði at kunna vænta
sær eitt vatnverk. Á fíggjar-
ætlanini er ein millión sett
av til vatnverk í Árnafirði.
Fíggjarætlanin hjá Klaks-
víkar kommunu kemur fyri
aftur á Býráðsfundi tann
18. november, og tá verður
hon endaliga samtykt, sigur
borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn Jacobsen.
Í nógvum førum hevur
samgongan undirmett
útreiðslurnar og tað er ein
álvarsligur boðskapur til
føroya Fólk, siga teir báðir
Kristian Magnussen og
Andreas Petersen, nú teir
hava gjøgnumgingið ein part
av fíggjarlógini
Undir landsumfat-
andi steymsliti miku-
náttina sviku neyð-
motorarnir á Klaks-
víkar sjúkrahúsi, so
tað lá myrkt og lamið
í útvið ein tíma. Eing-
in skaði hendi tíbetur,
tí alt virksemi lá í
fasta svøvni, men var
tað um dagin, kundi
illa viljað við. Um-
sjónarmaðurin visti
als ikki um tilburðin
STREYMSLIT
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
– Hevði tað hent um dagin,
so var tað ein katastrofa.
Men tíbetur var tað um
náttina, og tí spældi alt væl
av, sigur Heri Ellingsgaard,
umsjónarmaður á Klaks-
víkar sjúkrahúsi.
Mikunáttina í síðstu viku
hendi tað á Klaksvíkar
sjúkrahúsi, sum ikki má
henda. Tá streymurin fór,
tók neyðmotorurin ikki við,
og tí lá sjúkrahúsi uttan
streym í ein tíma.
Streymurin fór um alt
landið, tí tekniskt brek var
á einum verki, sigur Petur
Gaardbo frá SEV. Streym-
urin fór eftir klokkan hálv-
gum tvey náttina til miku-
dagin. Flestu staðni var
streymurin burtur í hálvan
tíma. Men í Norðoyggjum
kom streymurin ikki aftur,
fyrr enn ein tíma seinna.
Aðru ferð í 19 ár
Av SEV siga tey, at eingin
ólukka hendi av streymslit-
inum, og kærurnar hava
ikki verið meira enn van-
ligt, tá slíkt hendir. Men í
Klaksvík kundi verið galin
endi, um skaðin hendi um
dagin, og til dømis ein
skurðviðgerð var í gongd.
– Í 19 ár er hetta bara
aðru ferð, at neyðmotururin
ikki tekur við, tá streymur-
in fer. Talan er um eitt
tekniskt brek, tí eitt rele
varð farið. Vit hava annars
eitt test-programm, sum vit
koyra eina ferð um vikuna,
har vit eftirkanna neyð-
motorin. Tað gjørdu vit
eisini vikuna frammanund-
an, men tað vísti onki galið.
Hetta er slíkt, sum kann
henda, sigur Heri Ellings-
gaard.
Tíbetur hendi óhappið
um náttina, tá einki virk-
semi er á sjúkrahúsinum.
Fólk svóvu og hava nóg illa
varnast, at streymurin fór.
Men var tað um dagin, og
virksemið í hæddini, so
torir umsjónarmaðurin nóg
illa at hugsa tankan lidnan.
– Tað kundi verið kata-
strofalt. Um vit opereraðu,
so gekk alt tað elektroniska
fyri. Bæði borimaskinur,
narkosutól og onnur al-
neyðug tól, og tú kanst
sjálvur ímynda tær, hvat so
kundi hent, sigur Heri Ell-
ingsgaard.
Visti einki
Sjálvur visti umsjónarmað-
urin als ikki um tilburðin,
fyrr enn Sosialurin ringdi
og spurdi hann. Tað er hann
eitt sindur vónsvikin av.
– Tað er ikki rætt, at eg
hoyri um eina so álvarsliga
hending gjøgnum tykkum.
Eg skuldi sjálvandi havt
fingið tað at vita frá mínum
fólki, men tey hava ikki
mett tað havt stórvegis
týdning, tí alt spældi væl
av, sigur Heri Ellingsgaard.
Neyðmotorarnir
á
Klaksvíkar sjúkrahúsi eru
frá 1984. Vanliga slær
motorurin til einans 10
sekund eftir, at streymurin
fer. Tað hendi herfyri, og tá
vóru eingir trupulleikar.
Spurdur,
hvussu
mann
kann tryggja sær, at tað als
ikki kiksar, sigur umsjón-
armaðurin, at so skulu tveir
neyðmotorar til, men tað er
í so ógvusligt, heldur hann.
Strangari reglur
Motorarnir klára vanligt
trýst, men er nógv virksemi
á sjúkrahúsinum, har bæði
vaskað verður og køkurin
koyrir fyri fullari megi, so
er neyðugt at steðga onkr-
um virksemi, so sjálvar
sjúkrafunktiónirnar virka
til fulnar.
Umsjónarmaðurin við-
gongur, at hann gjørdist eitt
sindur kløkkur, tá vit for-
taldu honum um óhappið,
men nú ræður um at forða
fyri, at tað kann henda
aftur.
– Vit mugu bara stramma
mannagongdirnar eitt sind-
ur meira og vera meiri eftir-
ansin, tá vit hvønn fríggja-
dag kann neyðmotorarnir,
sigur Heri Ellingsgaard.
Formaður Tjóð-
veldisfloksins fekk
viðhald í sínari
kæru um, at javn-
aðarkvinnan Katrin
Dahl Jakobsen nýtti
útspillandi málburð
undir fíggjarlógar-
viðgerðini
MÁLBURÐUR
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Katrin Dahl Jakobsen átti
beinanvegin at fingið
átalu fyri ta óbeinleiðis
samanbering, hon gjørdi
í røðu sínari.
Tað er greiða niður-
støðan hjá formansskap-
inum hjá løgtinginum, ið
hevur viðgjørt eina kæru
frá Høgna Hoydal, for-
manni Tjóðveldisflok-
sins.
Høgni
Hoydal
kærdi Katrina Dahl Ja-
kobsen fyri undir fíggjar-
lógarviðgerðini at brúka
meginpartin av sínari
røðu til persónliga út-
spilling av sær. »Hon helt
á røðarapallinum eina
mynd upp av undirritaða
og legði meg undir pro-
paganda og ósannleikar,
ið kunnu samanberast
við politikarar í Týsk-
landi undir nazistunum,«
skrivaði Høgni Hoydal
íkæruni.
Ítøkiliga segði Katrin
Dahl Jakobsen soleiðis
um Høgna Hoydal og
hansara
flokk:
»Eg
troysti mær ikki at nevna
navnið á tí persóninum,
men nakað av hesum
snildunum hava okkara
konservativu national-
istar eisini brúkt,« segði
hon við greiðari tilsipan
til sjálvan Hitler.
Ta framferðina hjá
Katrin Dahl Jakobsen
hevur formansskapurin
nú átalað. Edmund Joen-
sen, løgtingsformaður,
sigur, at sambært stýris-
skipanarlógini
kann
eingin løgtingsmaður utt-
an samtykki tingsins
verða kravdur til svars
uttantings fyri tað, hann
hevur sagt á tingi.
–
Hendan
áseting
leggur ta ábyrgd á tann
einstaka tingmannin og
formannin, at orðalagið
er á einum slíkum støði,
at helst ikki verður kom-
ið í ta støðu, at atkvøðast
skal um at taka óárinið
frá tingmenni, sigur Ed-
mund Joensen og átalar
Katrina Dahl Jakobsen.
Høgni Hoydal er væl
nøgdur við hendan partin
av niðurstøðuni hjá for-
mansskapinum.
Hann
sigur, at hann tekur ikki
slíkt persónligt, tí hann er
so vanur við útspilling.
– Um eg skuldi tikið
mær tykni av øllum, ið er
sagt og skrivað um meg
persónliga síðstu árini, so
gjørdi eg ikki annað.
Men hesaferð fullu orð-
ini av tingsins røðara-
palli, sum er hægsti pall-
urin í landinum. Um slíkt
ikki verður átalað, so er
tað eitt tekin til fólk um,
at hetta er púrasta nor-
malt, og tað beinleiðis
eggjar øðrum at gera á
sama hátt, sigur Høgni
Hoydal.
Hann fekk kortini ikki
viðhald fyri tann partin
av kæruni, sum snúði seg
um Kristian Magnussen.
Javnaðartingmaðurin
spurdi eftir sambandin-
um millum Tjóðveldis-
flokkin og yvirgangsfe-
lagsskapirnar IRA og
ETA.
Formansskapurin sig-
ur, at tað eru sera víðir
karmar fyri, hvat løg-
tingsmenn kunnu spyrja
um, og staðfestast kann,
at ein fundur, sum sipað
varð til í Italia, fór fram.
–
Formansskapurin
heldur tí, at hóast orða-
lagið hjá tingmanninum
var hvast, so snúði tað
seg fyrst og fremst um
ein spurning, sum kundi
verið svaraður og aftur-
vístur. Formansskapurin
heldur tí ikki, at for-
maðurin bar seg skeivt at
við ikki at átala hesum,
sigur Edmund Joensen,
løgtingsformaður.
Ítøkiliga segði Kristian
Magnussen
soleiðis:
»Hvat
er
sambandið
millum ETA og Tjóð-
veldisflokkin. Tí tað er
eingin loyna, at ETA er
ein rein terroristorganisa-
tión,
sum
skýggjar
demokrati heldur enn
pestin. Tey drepa øll, sum
standa í vegin, vinir og
fíggindar, alt tað tey
sleppa. Eg spyri hvat
sambandið er millum
tykkum,« segði Kristian
Magnussen, sum vildi
hava at vita, hvat vit
kundu vænta okkum í
Føroyum.
Høgni
Hoydal
er
vónsvikin av, at hetta ikki
er átalað og ætlar sær at
svara formansskapinum.
– Sigur formansskap-
urin, at hatta er rætt, so
ber til at spilla fólk niður
í sand og øsku við at
balla tað inn í ein spurn-
ing, og tað haldi eg ikki
er rætt. Hatta átti at verið
átalað, heldur Høgni
Hoydal.
Formansskapurin
átalar Katrina
Dahl Jakobsen
Sjúkrahúsið sloknaði
Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður, visti als ikki av, at hansara sjúkrahús lá uttan streym í ein tíma fyrr í vikuni
Mynd: Solby
C
M
Y
K
7
6