Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 203 - 25. oktober 2003 Nr. 203 - 25. oktober 2003 9 Evniskvøld um happing Týskvøldið 28. okto- ber skipar Margarin- fabrikkin fyri einum evniskvøldi um happing. Kanningar vísa, at happing er ein stórur trupulleiki millum børn og ung, bæði í skúlunum og aðrastaðni HAPPING Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Kvøldið byrjar við einum fyrilestri, sum Bergur Godtfred heldur. Bergur er lærari og ráð- gevari og arbeiðir eitt nú við at basa happing í før- oyskum skúlum. Síðan hugleiðir Angela Petersen um, hvussu tað er at verða happaður, tí tú ert øðrvísi og ikki ert líka sum hini. Angela er pedagogur, leiðari av frítíðskúlanum í Badmintonhøllini og kend fyri sínar sendingar fyri børn í sjónvarpinum. At enda er orðaskifti um, hvussu vit kunnu gera enda á happingini. Fyrilesturin er annar í eini røð, sum ætlanin er at halda í Margarinfabrikkini í vetur. Kvøldið byrjar kl. 20.00 og endar umleið kl. 21.30. - Eitt av tiltøkunum, sum Margarinfabrikkin fer at bjóða vetrarmánaðarnar, verður fyrilestrar um ymisk sera viðkomandi evni, sigur Bogi Andreasen, leiðari Mynd: Bárður Lydersen Eitt stað har børn trívast Endamálið við ung- dómshúsinum, Margarinfabrikkini í Havn, er at tryggja børnum og ungum góðar umstøður í frítíðini. Bogi Andr- easen, sum tók við leiðarastarvinum 1. august, leggur stóran dent á, at húsið skal vera eitt sunt og trygt frítíðarstað MARGARINFABRIKKIN Myndir: Bárður Lydersen Orð: Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Tað er hugnaligt og fjálgt inni á Margarinfabrikkini. Leiðarin, Bogi Andrea- sen, býður okkum væl- komnum og vísir okkum ljósu og snotiligu rúmini. Hann tók við leiðarastarv- inum tann 1. august, og brennur fyri, at virkishúsið skal verða eitt stað, har børnini hava tað gott. Í einum spildurnýggjum teldurúmi sita nøkur av børnunum og spæla teldu- spøl, meðan onnur spæla airhocky í rúminum við síðuna av. Margarinfabrikkin er eitt virkishús fyri børn og ung, har starvsfólkini hava fing- ið álagt at aktivera, stuðla og stimbra tey ungu í einum rúsfríum umhvørvi. Frítíð við innihaldi Virkishúsið er opið frá klokkan 12 - 17.30 fyri børnum í 2. til 7. flokki, og frá klokkan 18 - 22.00 fyri ungdómi frá 8. flokki og upp til 18 ára aldur. – Tað er av sera stórum týdningi, at børn og ung hava eitt stað eftir skúlatíð, har nakað er til teirra at tak- ast við, sigur Bogi. Umframt spøl og handalig frítíðarítriv inni á Margarin- fabrikkini, fara vaksnu starvsfólkini hvørja viku út við børnunum at svimja, spæla badminton og á seiða- berg. Ætlanin er eisini at fara vikuskiftistúrar runt í Før- oyum. Nær fyrsti túrurin verður, er ikki heilt greitt enn, men hann gongur væntandi út í Hest. Fleiri av ítrivunun eru ókeypis hjá børnunum at nýta, men tey, ið ynskja at nýta teldurnar, mugu gjalda eina ávísa upphædd um tíman. Tað ber til at tekna seg sum lim í Margarin- fabrikkini. Limir gjalda helvtarprís fyri nýtslu av tí, sum gjald verður tikið fyri. Árliga limagjaldið er 150 krónur. Á Margarinfabrikkini er ein kiosk, har børnini kunnu keypa sodavatn og aðrar kioskvørur. Men hetta hev- ur Bogi ynski um broyta so- leiðis, at tað einans skal bera til at keypa heilsugott ábit har. Margarinfabrikkin hevur eisini tiltøk fyri børn og ung í vikuskiftinum. Annað hvørt vikuskifti er barna- diskotek og konsert. Hvørt hóskvøld er kafekvøld. Uppbyggjandi karmur Bogi sigur, at hann sær tað sum sína ábyrgd at gera Margarinfabrikkina til eitt stað, har børn og ung trívast og mennast. Eisini heldur hann, at tað er sera umráð- andi, at trupulleikar, sum børn og ung hava, verða lýstir á ein uppbyggjandi hátt. – Tað er upplagt, at júst eitt barna- og ungdómshús sum hetta, eisini verður karmur um upplýsandi evni í samband við ungdómin. Tí verður í vetur skipað fyri tiltøkum, ið øll, sum hava áhuga fyri børnum og ungum, kunnu hava gleði av. Eitt av tiltøkunum, sum Margarinfabrikkin fer at bjóða vetrarmánaðarnar, verða fyrilestrar um ymisk viðkomandi evni viðvíkj- andi børnum og ungum. Bogi Andreasen, leiðari á Margarinfabrikkini, sigur, at hann sær tað sum sína ábyrgd at gera Margarin- fabrikkina til eitt stað, har børn og ung trívast og mennast Mynd: Bárður Lydersen Umframt spøl og handalig frítíðarítriv inni á Margarin- fabrikkini, fara vaksnu starvsfólkini hvørja viku út við børnunum at svimja, spæla badminton og á seiðaberg Mynd: Bárður Lydersen ÓHAPP Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fríggjamorgunin stóð aft- urparturin á hesum trail- aranum hjá Skipafelag Føroya heldur skeivur á vegnum í bygdini á Oyri. Trailarin hevði verið á rækju-ella skeljavirkinum eftir vøru til útflutnings, og á veg heimaftur av virkinum skrædnaði vegurin undan honum, tá ið hann skuldi snara niðan á. Niðanfyri gamla bygda- vegin, verður nýggjur vegur bygdur, og tí kundu bilar, sum skuldu suður á Oyrar ella av Oyri, koyra eftir nýggja vegnum, hóast hann ikki er liðugur. Sostatt kom ikki rættiligur "proppur" í ferðsluna til og frá bygdini. Tá ið Sosialurin av til- vild kom fram við, var eisini onkur gravkúgv á staðnum, og ætlanin mundi ivaleyst vera at hála trailaran uppaftur. Skrædnaði undan trailara á Oyri Hesin trailarin fór eitt sindur skeivur á vegnum heim av Oyri fríggjamorgunin, tá ið vegøkslin skrædnaði undan honum. Uppi í lastini hevði hann vøru til útflutnings. Mynd: Vilmund Jacobsen My Design seymar gardinur í Saltangará Herfyri læt nýggjur gardinhandil upp í Saltangará NÝGGJUR HANDIL Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hósdagin, 16. oktober, læt nýggjur handil við gardin- toyi og gardintilhoyri upp í Saltangará. Snotuligi hand- ilin við navninum, My De- sign, heldur til í hølunum, har Litaval var, áðrenn handilin flutti í onnur høli. Tað eru tær báðar, Gudny Anthoniussen úr Fuglafirði og Sonja Sólbjørg, sum er ættað úr Klaksvík, men bú- sitandi í Søldarfirði, ið eiga nýggja handilin. Báðar hava fingist nógv við at seyma, og báðar hava tær royndir í handilslívin- um. Gudny hevur seymað gardinur fyri ymiskar handlar, eitt nú Skemmuna, Profa og Gardinbúðina. Sonju dámar væl at seyma ymiskt pynt, eitt nú pynti- posar, toy til kurvar, tehett- ur og grítulappar. Her er tað bara hugflogið, sum setir mørkini. Sonja er júst givin í leiðarastarvi hjá Profa í Havn. Gott úrval – Vit hava eitt gott úrval av toyi og hava lagt okkum eftir at taka tey toysløgini og litirnar heim, sum fólk vilja hava í dag. Vit hava eisini lagt okkum eftir rímiliga bíligum, men góðum toyi. Hølini hjá My Design í Saltangará eru umleið 100 fermetrar, og her er eisini seymistovan. Handilin er snotuligur og innbjóðandi. – Vit hava lagt okkum eftir at hava alt til gardinur á einum staði, umframt sjálva seymingina. Soleiðis kunnu vit ráðgeva og veg- leiða okkara viðskifta- fólkum á bestan hátt. Tær siga báðar, at nógv hava verið inni á gólvinum, og nóg mikið hevur verið at gera, síðan handilin læt upp. – Jólatoyið er eisini kom- ið, og vit ivast ikki í, at ríkiligt verður at takast við fram til jóla, siga Gudny Anthoniussen og Sonja Sólbjørg. Klædnapløgg Umframt gardintoy og ymiskt tilhoyr til gardinur, selir My Design eisini træpersiennur. Fyritøkan, Faroese Fashi- on hjá Rannvu í Beians- stovu, sum framleiðir ym- isk klædnapløgg úr før- oyskari ull, hevur eisini sínar vørur á handlinum hjá Gudny og Sonju. My Design hevur opið vanligar dagar frá kl. 10- 17.30, tó fríggjadag til kl. 18. Leygardag er opið frá 10-14. Tað eru tær báðar, Sonja Sól- bjørg og Gudny Anthonius- sen, sum eiga nýggja gardin- handilin í Saltangará, My Design. Mynd: Vilmund Jacobsen - Kemur tú til jóla- borðhald á Platformi, geva vit tær eitt ógloymandi kvøld – alt á einum staði, sigur verturin, Hav- grímur Johannesen JÓLABORÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Platform fer í ár at hava fimm jólaborðhald. Tað fyrsta verður, 29. november og hini ávikavist 5., 6., 12. og 13. desember. – Vit bjóða tykkum eitt ógloymandi kvøld, har alt er á einum staði. Tú kemur í góðum lag, og vit syrgja fyri restini, sigur verturin og eigarin, Havgrímur Jo- hannesen. Á skránni øll kvøldini verður vælkomstdrykkur, fjølbroytt matarskrá, kabar- ett við Bárði Persson og Hans Tórgarð. Eisini verður undirhald við Bárði Persson og fel- agssangur, sum Stamen Stantchev stendur fyri. Eftir borðhaldið verður dansur, og her hava gest- irnir høvi at velja ímillum gamlamannadans ella diskotek. – Hvørt kvøld verður mandlugávan ein ferð við Maersk Air til Keypmanna- havnar og aftur, sigur Hav- grímur Johannesen. Til dansin í Platformi í sambandi við jóladøgurðar- nar spæla hesir bólkar, 29. november (Driv), 5. desem- ber (Brim), 6. desember (Moonshot & Tunderbirds), 12. desember (Ólavur Øster Band) og 13. desember (Enjouers). – Vit gleða okkum at gleða tykkara starvsfólk, sigur verturin í Platformi. Kostnaðurin fyri jóla- borðhaldini er 375 krónur fyri hvønn. Platform bjóðar "flúgvandi" mandlugávu C M Y K 9 8