leygardagur 25. oktober 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 203 - 25. oktober 2003
Nr. 203 - 25. oktober 2003
11
Útvarpið hevur havt sera áhugaverda samrøðu við
mann, sum nýtir stóran part av orku síni til at virka
fyri øktum umhvørvismedviti og tilvitsku um
náttúruna. Finnbogi Joensen í Vestmanna hevur
æruna av, at hugtakið "grønur skúli" er komið inn í
føroyskt mál. Í fleiri ár hevur hesin maður virkað
ótroyttiliga fyri at vekja áhuga hjá børnum og
vaksnum fyri umhvørvi og náttúru, og kann hetta
virksemi ikki yvirmetast. Vit hava nógv at takka
hesum manni fyri. Og verður eru hetta heldur ikki
seinastu orð vit hoyra frá honum. Tíverri eru alt ov
fáir føroyingar, sum vilja brúk tíð og orku uppá
nettup umhvørvismálið, men ein glotti er so at
hóma, at røddir eru frammi á tingi um at raðfesta
málið hægri.
Føroyska náttúran er stórbar og hugtakandi. Hetta
ger, at vit kanska í tí dagliga ikki geva okkum far
um, at náttúra okkara ikki er "stór". Hon er í roynd
og veru lítil, soleiðis at skilja, at hon tolir ikki nógv
av. Menniskjan við sínum ótroyttiliga virkisfýsni
ávirkar alla tíðina nátturu og umhvørvi. Við vatn-
orkuútbyggingina fingu vit reina orku, víst so. Men
samstundis hvurvu stór og rík náttúruøki, sjáld-
samar urtir hvurvu med alla, og fuglasløg í hópatali
mistu síni livistøð. Vit kundu nevnt mong onnur
dømi um, at framburður kostar náttúruni dýrt. Sein-
asta dømið er Lítlihólmur á Trongisvágsfirði. Onnur
dømi er tann stóra útstykkingin hjá Tórshavnar
býráð í Hoyvíkshaganum. Øll unna vit teimum ungu
at seta búgv, men vit hugsa ikki um prísin, nevniliga,
at eitt hitt ríkasta øki til heiðafugl í landinum
hvørvur eftir einum degi so at siga. Vit kundu hildið
fram: vegagerð, havnagerð, útstykkingar, frárensl í
vøtn og áðir – alt terur uppá náttúruna. Fyri ikki at
tosa um alt fóðurið frá alingini, ið er við til at dálka
firðir og sund.
Tað er tí sera umráðandi, at vit læra at fara væl um
tað, sum eftir er. Í hesum høpi er uppvaksandi ættar-
lið lykil til hugburð, ið fevnir um náttúru- og um-
hvørvistilvitsku. Av hesi orsøk eiga vit at fegnast
um, at vit eiga fólk, sum virka fyri øktari tilvitsku
um náttúru og umhvørvi. Men tað er ikki nóg mikið,
at einstaklingar og feløg eru virkin. Hetta er eisini
og ikki minst ein uppgáva hjá foreldrum og skúla.
Tað er tí at vóna, at slíkar sendingar, sum tann vit
her hava sipað til, fara at fáa foreldur og skúlafólk til
at gera teirra besta til tess at venja børn og ung at
fara væl um og vera góð við okkara náttúru. Tað er
so satt sum ofta sagt, at nátturuna hava vit bert til
láns frá okkara eftirkomarum. Hetta eiga øll at hava
í huga. So halt fram Finnbogi. Spírar tínir geva og
fara at bera ávøkstur. Kanska onkrir av okkara
politikarum hava hoyrt tín boðskap og taka hann til
sín. Miðlarnir eru til fyri m.a. at byggja brýr og fáa
boðskapir og góð mál út til fólkið og politisku
skipanina. Hetta málið eigur ikki at vera undantakið,
heldur regulin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Umhvørvi og tilvitska
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Helga Hjörvar
Mentanarsamstarvið mill-
um Norðurlond er fjøltátt-
að, og hesin táttur hevur
tikið seg nógv fram frá
seinna
veraldarbardaga
fram til dagin í dag. Vit
hava fylgt við mentanar-
økinum hjá hvørjum øðrum
og sæð hvussu norður-
lendskar listaútbúgvingar
og listastovnar hava verið
ment og útbygd. Listafólk
og fólk í leiðandi størvum
hava havt høvi til at sam-
skifta á fjølbroyttan hátt, og
tey hava greitt hvørjum
øðrum frá sínum egnu
royndum. Tað hevur borið
til at geva út bøkur, vísa
filmar og fáa vitjanir av
leikpallum, tónlistarfólki
og listaframsýningum úr
hinum Norðurlondunum.
Fyrr var samstarvið millum
hesi londini eyðkent av
vantandi kunnleika, men nú
er veruleikin ein heilt ann-
ar.
Norrøna ráðharranevndin
og svenska ríkisstjórnin,
sum hetta árið hevur for-
mansskapin í Norðurlanda-
ráðnum, hava gjørt av at
beina burtur tær samstarvs-
avmarkingar, ið norður-
lendsk landamørk hava elvt
til. Fyrrverandi danski for-
sætisráðharrin,
Poul
Schlüter, hevur átikið sær
at arbeiða við hesum, og
hann er longu komin rætti-
liga langt. Harvið hevur
hann avsannað ta mytu, at í
norrønum samstarvi verður
meira gjørt av at kanna og
koma við tilmælum enn at
fáa nakað veruligt á skaftið.
Úrslitið av hesum, og
tann sannroynd, at Poul
Schlüter heldur á at arbeiða
við uppgávuni, er orsøkin
til, at eg havi hug at vísa á
eina gongda leið til at
menna norðurlendska list;
at mynda ein heildarlista-
marknað fyri øll Norður-
lond. Í dag er t.d. lættari at
senda eina myndlista-fram-
sýning úr Íslandi, Føroyum
ella Grønlandi til Dan-
markar enn til Noregs. Or-
søkin er tann, at Danmørk
er limur í ES, sum er ein
marknaðarheild. Av somu
orsøk er ikki neyðugt at
fara gjøgnum stirvin toll-
kervi, tá ið ein leikpallur
ella ein myndlistafram-
sýning verða send millum
Finnland, Svøríki ella Dan-
mørk, men tá ið framsýn-
ingin kemur til Noregs og
haðani víðari til Svøríkis
renir tú teg í ein veruligan
tollmúr. Her mugu broyt-
ingar verða framdar, og al-
neyðugt er, at gera øll
Norðurlond til eina markn-
aðarheild á mentanarøkin-
um. Ein onnur orsøk til
tørvin á hesum, er tann
sannroynd,
at
eitt
nú
tolltryggingartreytir kunnu
forða smærri leikhúsum,
listaframsýningum
ella
einstaklingum at gera seg
galdandi í norðurlendskum
høpi.
Verða Norðurlond ein
heildarmarknaður á ment-
anarøkinum, hevði tað bøtt
munandi um skatta-viður-
skiftini
hjá
listafólki.
Nógvastaðni verða listafólk
skrásett sum sjálvstøðug
vinnurekandi, og sostatt
verður tann listaliga inntøk-
an mett at vera við til at
fíggja skapanargongdina. Í
tráð við hetta átti at borið til
at skatta listafólk í heim-
landinum, tá ið verk teirra
verða nýtt í hinum Norður-
londunum, og sostatt høvdu
vit fingið ein heildarlista-
marknað í Norðurlondum.
Hetta hevði havt veruliga
stóran týdning fyri mong
listafólk og ikki minst fyri
ymsar mentanarstovnar, ið
høvdu sloppið undan eini
ørgrynnu av pappírsarbeiði.
Eyðkennandi fyri Norð-
urlond sum heild er, at list
og mentan er fyri øll. Kort-
ini er tað so, at um vit skulu
megna at nýta enn betur ta
megi, ið listin hevur, mugu
vit hyggja at grannalandin-
um, Írlandi. Har hevur
dentur verið lagdur á at
hjúkla um skapandi list og
at geva mentanarøkinum
sersømdir. Við hugburði, ið
líkist tí írska hugburðinum,
høvdu Norðurlond kunnað
stuðlað stovnum og ein-
staklingum, ið arbeiða heil-
hugað og á framfýsnan hátt
fyri at útvega íbúgvunum
høvi at uppliva stór metan-
artiltøk. Í teimum lítlu sam-
feløgunum er trupult at
útvega nóg nógva inntøku
við einans at selja atgongu-
merki, og har høvdu slíkar
sersømdir havt serliga stór-
an týdning. Á henda hátt
hevði borið til at bjóða út-
jaðaranum
fjøltáttaða
mentan, og harvið høvdu
vit stuðlað fólki at bú-
leikast á teimum meira
fjarskotnu økjunum. Hetta
hevði haraftrat ført við sær,
at fjølmiðlar høvdu givið
hesum økjunum størri ans,
og í kjalarvørrinum av tí
veksur ferðavinnan í býum,
londum og hjá tjóðum, ið
annars hava trupult við at
gera um seg í alheimshøpi.
Norðurlond – ein heildarmarknaður á
mentanarøkinum
FRAMSÝNING
Petur Prent man vera ein av
teimum mest trúgvu fram-
sýnarunum í Smiðjuni í
Lítluvík hesi mongu sein-
astu árini. Komandi dagar-
nar verða hann og listaverk
hansara aftur at síggja inni
í tí hugnaligu og fjálgu
smiðjuni í miðbýar-hjartan-
um. Við ikki færri enn 32
listaverkum bjóðar Petur
okkum at síggja sól og
brim, mánalýsi, Hoyvíkina,
Gásadal og Gøtu sand
soleiðis sum sum listamað-
urin sjálvur hevur upplivað
tað. Talan er um 10 tekn-
ingar og 22 oljumálningar.
Øll verkini eru gjørd í hes-
um árinum. Framsýningin
er opin frá 25. til 28. ok-
tober allar dagar frá klokk-
an 15 til 19.
Sól og brim í Smiðjuni
Sjúrður Skaale
Javnaðarflokkurin
kundi
uttan iva samstarvað við
fleiri flokkar á løgtingið.
Men tað krevur, at floksins
umboð sissa seg, og halda
uppat við at seta onnur í
bólk við bølmennum og
mordarum
Ikki so sjáldan hoyrast
øgilig láturbrøl inni av
skrivstovuni hjá Tórbirni
Jacobsen á Christiansborg.
Tá vita vit, sum sita tætt
við, at hann mestur hevur
funnið uppá onkra garrvilla
søgu, ið hann hevur fingið
onkran at trúgva uppá.
Soleiðis
er
maðurin.
Hann er ikki altíð so hátíð-
arligur og alvorligur. Hann
elskar skálkabrøgd. Og tað,
hann finnur uppá, kann
eisini mangan vera ógvu-
liga stuttligt.
Men fyri nøkrum mánað-
um síðani, stutt áðrenn eg
skuldi til Sardinia at halda
fyrilestur fyri felagsskapin-
um hjá statsleysum europe-
iskum tjóðum, var skemtið
dekan og groft. Tá hevði
Tobbin sent Dan Klein ein
teldupost við teimum tíð-
indum, at eg skuldi til
Sesilia at halda fyrilestur
fyri ETA og IRA. Og so
bað hann Dan ringja til mín
at frætta meira.
Tað gekk ikki long tíð til
Dan ringdi. Eg fortaldi
sjálvsagt blaðstjóranum at
hetta var tað reina gass, og
sendi honum eisini skránna
fyri ráðstevnuna á Sardinia,
so eingin ivi skuldi vera.
So skuldi tað verið úti av
verðini.
Men tað var tað ikki.
Dan prentaði teldupostin
hjá Tobbanum, og gjørdi
nógv burturúr. Men hann
prentaði tíbetur eisini tað,
sum eg segði við hann. Og
síðani havi eg ikki hoyrt um
nakran, sum hevur tikið
søguna í álvara. (Uttan Lis-
beth L. Petersen, sjálvandi.
Men
hvat
skal
mann
vænta...)
Drápsmenn á tingi
Men tá fíggjarlógin var til
viðgerðar á løgtingið, var
annað skil. Tá segði Krist-
ian Magnussen soleiðis av
tingsins røðarapalli:
»Vit onnur kundu pass-
andi spurt um sambandið
millum Tjóðveldisflokkin
og ETA, ein reinan terror-
istfelagsskap, sum Tjóð-
veldisflokkurin nú hevur
forlovað seg við niðri í
Italia. Kanska kundi for-
maður Tjóðveldisfloksins
greitt Føroya fólki frá, hvat
hetta sambandið gongur út
uppá. (...) Eg kundi gott
hugsað mær at vitað for-
holdið millum Tjóðveldis-
flokkin og ETA. Hvat vit
kunnu vænta okkum her
heima.«
Seinni segði Kristian so-
leiðis um orsøkina til, at
hann spurdi:
»Eg spyrji tí at skrivarin á
fólkatingssessinum
há
Høgna Hoydal hevur verið
niðri í Italia onkustaðni og
hildið fyrilestur fyri ETA
millum annað um frælsis-
stríðið hjá Tjóðveldisflokk-
inum í Føroyum. Tí spurdi
eg: Hvat er sambandi mill-
um ETA og Tjóðveldis-
flokkin. Tí tað er eingin
loyna, at ETA er ein rein
terroristorganisatión, sum
skýggjar demokrati heldur
enn pestin. Tey drepa øll
sum stenda í vegin, vinir og
fíggindar, alt tað tey sleppa.
Eg spyri hvat sambandið er
millum tykkum.«
Kristian verður ikki
dripin
Kristian Magnussen skemt-
aði ikki. Hann ljóðaði bæði
álvarsamur og skelkaður og
rasandi illur á málinum.
Men Kristian visti, at
hetta ikki passaði. Tað
hevði eg jú gjørt greitt
longu í somu útgávu av
Oyggjatíðindum, har tann
famøsi telduposturin hjá
Tobbanum stóð. Og tað er
hóast alt eg og mín ferð til
Sardinia, sum alt hetta snýr
seg um.
Eg kundi aldrin droymt
um at havt nakað sum helst
samband við ETA. Felags-
skapurin hevur dripið yvir
800 fólk, og eg havi størstu
andstygd fyri honum.
Kristian spurdi á løgtingi
»hvat vit kunnu vænta okk-
um her heima«. Men hann
hevur einki at óttast. Eg
havi ongar ætlanir um at
drepa
hvørki
Kristan
Magnussen ella nakran
annan. Dráp og terror ligg-
ur mær ógvuliga fjart.
Hetta veit Kristian út-
merkað væl. Men hvat eg,
høvuðspersónurin, meinar
og sigur, tað leggur hann
ein lort í. Hvør sannleikin
er, er Kristiani eitt feitt. Alt
má víkja fyri endamálin-
um: At seta Tjóðveldis-
flokkin í samband við bøl-
menni,
drápsmenn
og
diktatorar.
Og Kristian er ikki einsa-
mallur. At javnaðarmenn
seta fram púra sjúkligar
ákærur móti Tjóðveldis-
flokkinum, hevur verið
gerandiskostur nú í eini
seks ár. So seint sum undir
umrøddu fíggjarlógarvið-
gerð royndi Katrin Dahl Ja-
cobsen eisini at samanbera
Høgna Hoydal við Hitler.
Eg veit ikki hvat Javnað-
arflokkurin ætlar við kon-
stant at liggja og spræna
hetta eitur út í samfelagið.
Men tað gagnar ongum.
Gott hevði verið, um
menn fóru at samstarva í
staðin fyri at liggja og
goysa svávul úr sær. Eg
ivist ikki í, at Javnaðar-
flokkurin kann samstarvað
við bæði Tjóðveldis- og
Fólkaflokkin um nógv. T.d.
nýggja útspæl Javnaðar-
floksins um tjóðskaparliga
semju. Men tað verður
trupult, so leingi Kristian,
Katrin og øll hini ikki royna
at sissa seg.
Eg ætli ikki at skjóta Kristian Magnussen
Regin Eikhólm
Undir yvirskriftini: "Út-
spilling spillir fólkaræðið"
hevur varaløgmaður, Høgni
Hoydal, eina viðmerking í
Dimmalætting og Sosial-
inum 09.10.01, har hann
átalar tað støðugt vaksandi
útspillingina í politiska
orðaskiftinum,
og
sum
hann sigur ikki kann góð-
takast.
At útspilling veruliga
spillir fólkaræðið er vara-
løgmaður eitt gevandi dømi
um, nú hann et al. í 3-4 ár
hevur gingið á odda í eini
grundleysari útspillingar
herferð ímóti øllum tí, sum
hevur samband við okkara
600 ára gamla ríkisfelags-
skap. Tí man fáur taka hesa
viðmerking frá varaløg-
manni fyri annað enn lip
service ella innantóm orð.
Bara at vilja seg sjálvan er
ein fólkaræðislig spilla í
sjálvum sær og hevur onki
við virðiligt fólkaræði at
gera.
Donsk imperialisma?
Kenda parolan hjá varaløg-
manni um at danir og ríkis-
felagsskapurin eru rótin til
alt ónt heldur áfram, sjálvt
eftir at "Frágreiðingin um
80-árini" frítók danir og
ríkisfelagsskapin
fyri
miseruna.
Heldur ikki núverandi
málkøni stjórin á loysingar-
blaðnum Fregnir helt seg ov
góðan til í síni móðurmáls-
grein í tí annars ópolitiska
mentanarálitinum
"Av-
markaður
Marknaður"
1996, at skíra danska sam-
skiftið við Føroyar fyri
"donsk imperialisma" end-
urtikið heili 5 ferðir ( s.
52,53 og 56), samstundis
sum vælkenda hálovanin
ella rættari kanoniseringin
av teimum proloysingar-
hugaðu verður sett í fokus.
Imperialisma er kúgan og
vald yvir fremmandum
landi og fólki. Men eins og
í øðrum propagandamateri-
ali verður als einki sagt um
nakað alternativ, hvussu vit
føroyingar uttan at vera
partur av ríkisfelagsskapin-
um høvdu kunna ment og
uppgraderað okkum til tað,
vit eru í dag – eitt frælst og
framkomið samfelag.
Okkara 600 ára gamli
ríkisfelagsskapur
hevur
dugnað og stuðlað alt frá
uppskrivingum og innsavn-
ingum til útbúgvingar av
øllum handan slag. Við
rúmsáttum arbeiðsumstøð-
um gjørt tað møguligt hjá
eitt nú V. U. Hammars-
haimb og okkara lærdu
annars, at fáast við eitt tá-
verandi breyðleyst ítriv,
men sum seinni skuldi vísa
seg sum kjølurin undir okk-
ara máli og mentan. Ríkis-
felagsskapurin hevur eisini
dúgliga stuðla útgávum og
veitt styrk til listarligar før-
oyskar úrmælingar – uttan
mun til teirra politiska lit!
Men gráa tøkkin: "Donsk
imperialisma" – segði nak-
ar útspilling?
Tað at vit føroyingar eru
tvímálsligir og ikki bert
hava heimamálið at líta á
eigur ikki at geva málkøn-
um nationalistisk kom-
pleksir, tí so hevði verið
synd í 70% av heimsins
íbúgvum, sum verða rokn-
aðir fyri at hava minst tví-
málsligan førleika.
Í Indonesia eru til dømis
yvir 13.000 oyggjar harav
4.000 við búseting og 200
móðurmál – øll undir ein-
um aðalstýri, men tey hava
helst
ongan
loysingar-
ministara á lønarlistanum
enn?
Nationalistiskur
verbalkøstur
Eingin átala hoyrdist frá
varaløgmanni, tá ein av
loysingar sjefideologunum
uttan fyri Hotel Hafnia uppí
anliti á Nyrup samanbar
Nyrup við Hitler, ella tá
maritimi
mentamálaráð-
harrin í Sosialinum skírdi
Nyrup fyri ein svínhund.
Nei, síðani varaløgmaður
trein á politiska loysingar-
pallin við sínum danifoba
hugburði, er tað líkasum
vorðið alt meiri legalt at
seta niðrandi nøvn á ikki
loysingarsinnaðar
føroy-
ingar og heldur ikki her
tróta orðini í nationalistiska
verbalkøstinum: quislingur,
landasvíkjari, danskaravin-
ur, ikki rættur føroyingur v.
fl..
Hinvegin kunnu vit tó
kanska frøast um, at tað
endiliga er gingið upp fyri
varaløgmanni, at tað er ein
heimur uttan fyri hansara
narsistiska loysingarspegil,
nú stórur partur av Føroya
fólki í fleiri fylgjandi mein-
ingarkanningum hevur vent
loysingarpolitikkinum hjá
honum baki.
Lip service ella loysingar-
skrøgg sum mantra
Sum ein annar Erasmus
Montanus, ið ikki kendi til
tær grundleggjandi logisku
fortreytirnar og tí gjørdi
falska niðurstøðu, legði
varaløgmaður hart út í
Sjónvarpi Føroya tá hann
visualiseraði danska skurk-
in í bankasakini við eftir-
gjørdum myndum, men
niðurstøðan var følsk smb.
"Frágreiðingina um 80-
árini." Niðanfyri nøkur
dømir sum tala fyri seg.
* Lyftið til Føroya fólk
frá varaløgmanni og løg-
manni ultimo 1998 um
breiðan meiriluta fyri ný-
skipanaruppskotinum varð
ikki hildið og danir fingu
skyldina.
* Loysingarrópini um at
føroyingar fáa tað nógv
betri uttan fyri ríkisfe-
lagsskapin halda ikki, tí
livifóturin lækkar smb.
stjóran
á
hagstovuni!
*Uppáhaldið, um at danir
tjena meir uppá Føroyar
enn blokkurin kostar teim-
um, er ongantíð ávíst og er
ikki
eftirfarandið
smb.
serkønum!
*Føroyar hava hvørki
brúk fyri Nato ella ríkisfe-
lagsskapinum, var niður-
støðan hjá loysingarfylk-
ingini, men terrorin hevur
lært okkum annað, og uttan
trygd frá ríkisfelagsskapin-
um fleyg Atlantic Airways
helst ikki í dag.
*Flestu "rættu" føroy-
ingar ynskja loysing frá
Danmark verður sagt, men
hetta er ikki rætt smb.
meiningarkanningum!
*Føroyar skuldu gerast
bíligari at reka við effek-
tivisering, men eru vorðnar
dýrari, eisini ein skeiv
fortreyt.
*Pengar hava ikki so
nógv at siga í einum full-
veldis Føroyum, onnur
virðir telja meiri, heldur
varaløgmaður uppá, men
politikaralønirnar
eru
hækkaðar til tað dupulta og
pensiónin til landsstýris-
menn er vorðin 5 falda tað
Palliba fær. Heldur ikki her
hanga orð og gerningar
saman, og soleiðis kundu
vit hildið áfram við at tikið
úr dreymaheiminum hjá
loysingarfylkingini. Teirra
hugsjón er on/off, og hevur
tíverri hvørki nú ella tey
seinastu 50 árini havt rygg
til vanliga fólkaræðisliga
viðgerð.
Varaløgmaður hevur við
lip service ella loysingar-
skrøggi sum mantra (hei-
lagt orð/útsagn frá guru)
gingið uttanum fólkaræðis-
liga atferð og snarað polit-
iska leikpallinum frá eini
nýskapandi Erasmus Mon-
tanus konfiguratión til eina
sjálvsøkna talibanlíknandi
rørslu við elimentum, sum
okkara fólkaræði hevði
verið ríkari fyriuttan!
Samríkissinnaða
and-
støðan tykist at hava sann-
að, at " med ræv skal man
ræv fange", og tí kastar eis-
ini hon til tíðir úr tí natio-
nalistiska verbalkøstinum.
Hetta er eitt "nødvendigt
onde" men er í longdini
óvirðiligt og spillandi fyri
okkara fólkaræði.
Men varaløgmaður ligg-
ur sum hann hevur reitt, og
átti fyrst at sópa fyri egnum
durum, áðrenn hann vendir
sær til onnur. Hann átti at
vita, at við oratoriskum før-
leika fylgir ábyrgd og mis-
brúk av professionellum
fjølmiðlaførleika er helst
stórsta hóttanin ímóti okk-
ara aldargamla fólkaræði!
Frá Erasmus Montanus til talibanus
- við lip service ella loysingarskrøggi sum mantra!
C
M
Y
K
11
10