Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 203 - 25. oktober 2003 Nr. 203 - 25. oktober 2003 13 Virgar T. Dalsgaard Longu um tað mundið, táið fullveldismenn høvdu verið sína triðju ferð á Christiansborg og skiftivís trúttað, skiftivís biddað um loysing og suverenitet við eini sonevndari skiftistíð uppá fimtan ár; frættist at okkurt genialt fullveldis- høvd, ja Guð hjálpi okkum í sjálvum embætismanna- liðnum, hevði skrivað eitt klagu- og biddarabræv til ST – allarhelst til sjálvan aðalskrivaran Kofi Annan, har Kofi sjálvur var biðin um beinanvegin at koma eftir Danmark, ella beita onkrum eftir dønum, tí dan- ir vóru so malsjønskir, at teir ikki vildu gjalda rokn- ingina fyri okkara »sjálv- bjargni á høkjum« – hóast øll onnur vildu hildið, at allarfyrsta treytin fyri sjálv- bjargni og fullveldi er, at man rindar alla somlu rokningina sjálvur! Hetta fjaðursára discount-projekt, sum Høgni Hoydal barslaði við, skuldi eitast at vera nýskap- andi sjálvbjargnishugsjón, men var veruliga einki ann- að enn ein eufemisma fyri ússaligt, mannminkandi og óverdugt kraddaralyndi ella óforskammaða snultan, væl camouflerað sum loysing og suverenitetur uppá avbetaling! Men við suver- eniteti er tað sum við graviditeti – tað kann man bara vera heilt og fult ella als ikki! Antin er man uppá vegin ella er man ikki uppá vegin – antin er man suver- enur ella er man tað ikki! Og eingin er suverenur, sum skal hjálpast ella styðj- ast til tað! Men tí Danmark ikki makkaði rætt eftir hoydals- meting yvirfyri hesi ósympatisku pengaavpress- ing, ja, so fara menn hálv- grátandi út í verðina sum lippandi smádreingir at for- klaga fyri ST við bønar- skrivi! Vert er at hava í huga, at størri hjálanda- veldi sum Ongland, Franka- ríki og onnur ikki høvdu so frægt sum hirt at tosa við eitt av teirra hjálondum, um tey komu við so grovt óforskammaðum kravi – teirra medoda var ofta tann, at teir svaraðu aftur við harðskapi, viðhvørt vápn- um yvirfyri nógvar ferðir minni krøvum, enn vit still- aðu Danmark! Men kortini vóru lands- gongumenn so grovir og politiskt óseriøsir, at teir spældu firtnir og fóru og forklagaðu Danmark fyri ST! Hetta er tann skammi- ligasta politiska farca í før- oyskari søgu higartil! Mitt í hesi ábyrgdarleysu farcu spældu og dansaðu ókrit- iskir, servilir og herða- klappandi journalistar ein vitleysan dance macabre! Projektið var deyðføtt og djúpt óseriøsur teenagara- politikkur. Ei dáni í, at aðalblaðstjóri Politiken skrivaði, at »det færøske landsstyre kan ikke tages alvorligt«! Alt vit og skil var koblað út! Miðlamenn gloyptu hvørjum rakstrarrópi í ráum líki – tað var akkurát sum í Sovjetsamveldinum – journalistarnir skrivaðu júst tað, sum makthavararnir vildu og einki annað, óan- sæð hvussu óbúgvið, deyðadømt og óseriøst alt projektið var! Eingin skep- sis, einki forvitni, eingir naskir spurningar, og púra eingin kritikkur! Ja, ofta er veruleikin meira groteskt ótrúligur enn tann mest fantasifulli skaldskapur! Famøsa ST-brævið Men aftur til skrivið við ST- klaguni, har føroyska landsstýrið gremur seg um, at tað ikki fær sín vilja, hvørki við dønum ella við føroyskum veljarum. Fáur maður trúði, at nak- ar embætismaður kundi vera so tápuligur, at hann setti navn sítt undir slíkt skammarskriv og sendi tað avstað. Hvør hevur givið einum meinigum skriv- stovumanni moralskan rætt til at seta so radikal uttan- ríkisbrøv uttan um okkara lóggávuvald? Hvør hevur givið skrivstovumanningini hja útinnandi valdinum rætt til at reka privatan uttan- landspolitikk? Hvaðani hevur ein vanligur embæt- ismaður í landsins stýri fingið mandat til hetta óvanliga stig? Einhvør embætismaður má vita, at hann als einki moralskt mandat kundi hava til tílíkt brævaskifti, uttan at innihaldið í brævin- um fyrst hevði verið við- gjørt í Løgtinginum og eftir góðum diplomatiskum siði áttu løgtingsmenn at havt høvi til at úttala seg í slík- um álvarsmáli! Ella er tað so spinnandi galið, at embætismenn hava verið undir trýsti og vórðu tvingaðir til at fara útum sína náttúrligu kompet- ancu? Er tað veruliga so- leiðis, sum onkur longu hevur insinuerað, at tað er sjálvur varaløgmaður, sum stóð aftanfyri, men bara av feikleika turkaði primeru ábyrgdina upp í brøkurnar hjá einum undirbrotligum embætismanni, ið ikki hevði nóg mikið av courage civile at siga kortanei til at verða misbrúktur sum postillon fatale? Ministarin (orðið merkir tænari) hevur í øllum førum ta sekunderu ábyrgdina, tá ið hansara skrivstovufólk eru farin undir privatan uttanríkispolitikk! Hví fann Løgtingið seg í, at minist- ararnir í útinnandi valdin- um, teir menn, sum skulu vera tænarar hjá lóggávu- valdinum, lata slíka privata uttanríkis-korrespondancu fara við borðinum! Eingin skal jú vera yvir, og eingin skal vera við síðuna av Løgtinginum! Soleiðis er ikki í dag – løgtingið er reducerað til ein ráðgeving- arstovn, sum næstan ikki verður konsulteraður! Átti ein ministari ikki at verið koyrdur, táið hann letur sítt embætisverk fremja týðuligt siðabrot og kanska lógarbrot? Ella er hetta tað fyrsta symptomið uppá tann politistatin, har alt ber til, bara tað er vælsignað úr ráðaríka gehejme-kabinettinum í Tinganesi, úr tjóðveldis- flokksins evsta ráði ella úr London? Sostatt er hetta fyrsta fráboðanin um eina serføroyska komandi totalitera tjóðveldisjura, sum varaløgmaður pønsar uppá at innføra við yvir- tøku av løgregluni. Í sovjettiska Kreml var eisini soleiðis, at tað útinn- andi valdið, Central-kom- itéin avgjørdi alt, meðan tað lóggevandi valdið (Evsta Sovjettin) bara slapp at klappa, bukka og sam- tykkja tað, sum Kreml dikteraði! Hvør stendur aftanfyri? Men hvaðani fáa menn so steinørar tankar sum at fara og føra privatan flokspolit- iskan uttanríkispolitikk av sínum eintingum? Ja, tað er ikki so ilt at gita, tí longu fyri nøkrum árum síðani skrivaði loysingarlærarin hjá varaløgmanni, harra Zacharias Wang fleiri margháttlig brøv til táver- andi aðalskrivara STs, harra Boutros Boutros Ghali um at koma eftir Danmark, tí Danmark ikki vildi geva okkum loysing og plágaði okkum so ræðu- liga illa við pengum! Hetta brævaskiftið millum Z. Wang og Boutros Boutros Ghali gjørdist tó einvegis korrespondanca, tí hann virdi ongantíð Zachariassi nakað svar. Tá umboðaði Zacharias Wang stórt sæð bara seg sjálvan og ikki landsins stýri, so fólka- rættsliga var skaðin og skommin til at liva við! Kverulantiskir figurar sum Zacharias W. finnast í allarflestu samfeløgum og mugu avgjørt hava sítt bræva-skrivifrælsi! Men seinastu fimm árini hava ZWangs-tankar fingið eina renaissancu, síðani hesir løgnu tankar í álvara verða brúktir í sjálvum gehejme-kabinettinum í Tinganesi, og hartil eisini havt vunnið fótafesti í tí fjálga danska tjóðveldis- reiðrinum, sum Tórbjørn Jacobsen hevur bygt sær og sínum inni á Christians- borg. Seinastu tíðindi vilja vera við, at hesir tvangstankar á danska fólkatingi nærmast hava verið epidemiskir, tí tann verbali meginparturin av útnyrðingsbólkinum (teir eru tríggir í alt) gjørdist her í heystfrítíðini so hugtikin og tankagripin av ST-syndrominum, at hann sendi navnframa fólkatingsskrivara sín, Sjúrða Skaale saman við øðrum absolut væl-definer- aðum føroyingum í næstan somu øði við donskum snarflúgvara til New Yorkar á ST-fund fyri, at teir per- sónliga kundu klaga Dan- mark fyri ómenniskjansliga kúging og brot á manna- rættindi, tí tjóðveldisflokk- urin ikki fekk sín vilja! Eru hetta vaksnir menn ella for- kelaðir óvitar? Nú eru ST-menn ikki sentimentalir – teir eru van- ir við so nógvan yvirgang, so ovurhonds nógva kúging og so herviligan skendsil kring allan knøttin, at teir sjálvandi vóru alfúsir at lurta eftir teimum kúgaðu føroysku umboðunum og øllum teimum donsku ræðuleikum, sum føroying- ar vildu gremja seg um, sjálvt um ST menn vóru rættiliga ovfarnir yvir, at hoyra Danmark nevnt sum eitt kúgandi veldi næstan ájavnt við tey brutalu hjá- landaveldini Ongland, Frankaríki, Spaniu og fleiri. Hetta vistu teir lítið og einki um, so tað er eyðsæð, at teir vóru sera forvitnir og stillaðu nógvar nærgang- andi spurningar, men hin vegin hava ST-menn so mikið nógv um at vera, at tað skal ganga skjótt fyri seg undir samráðingum haryviri, t.d. við upprokn- ing av brutalum yvirgangi og miskunnarleysari dansk- ari politiskari forfylging. Teir eru kontantir – alt skal fram í ljósið, alt skal av- dúkast, hvussu sárt tað enn er! Ein kúginga-kanning er ikki retorikkur, men álvars- mál fyri hesar menn, og tí stilla teir sjálvsagt svíðandi harðar og pínligt brutalar spurningar. Hypotetisk avhoyring av okkara monnum í New York Tað fyrsta teir tí ætlandi beinanvegin vildu vita, var, hvussu nógvir føroyskir politiskir fangar sita beint nú í donskum fongslum og verða javnliga seigpíndir fyri sína áskoðanir. Teir fiskaðu helst eisini eftir, hvussu nógvir løg- tingsmenn úr loysingarlið- inum eru kidnappaðir og innibyrgdir av dønum í dagavís. So bóðu teir allarhelst um greið tøl fyri, hvussu nógvir føroyskir loysingar- menn eru rotnaðir upp í donskum fongslum ella føroyskum gegli seinastu hálvtrýss árini. Teir vildu vita gjølla, hvussu nógvir føroyskir loysingarvinir javnliga verða skammbukaðir av donskum politivaldi, tá ið teir rópa rakstrarróp og ókvæmisorð móti dønum. So vildu teir fegnir vita, hvussu nógvar føroyskar patriotar danir hava myrt av politiskum grundum sein- astu øldina, ella bara í ár. Teir kravdu eisini eksakt tøl fyri, hvussu nógvir rel- igiøsir fullveldisføroyingar eru deyðir av hungri sein- astu øld, og hvussu stórur pinkubarnadeyðin millum politiskt frelstar føroyingar er í mun til ófrelst sam- bandsfólk. Síðani spurdu teir um, hvussu nógvir føroyskir loysingarmenn eru torturer- aðir, blóðmeltaðir og andi- liga niðurbrotnir í óhumsk- um donskum fangatippum seinastu tjúgu árini. Eisini vildu teir vita, hvussu nógvar tjóðveldis- kvinnur eru javnliga neyð- tiknar av donskum yvir- gangskroppum tann sein- asta mansaldurin. So fregnaðust teir um, hvussu nógv loysingarfólk í Føroyum eru vorðin heim- leys, tí hús teirra eru brend ella rænd av eirindaleysum dønum. So vildu teir vita, hvussu nógv danir nerva okkum við mentanarligari kúging; hava vit nakað talu- og skrivifrælsi, ella halda danir okkum burtur úr út- og sjónvarpi, bert tí vit ikki halda tað sama, sum teir teir. Endiliga kravdu teir at síggja fotomyndir av øllum teimum massagravum, sum higartil eru funnar við lík- um av nakkaskotnum tjóð- veldismonnum síðani fólkaatkvøðuna í 1946. Hypotetisk framhald av hoyringini um danska kúging Um bert eini 3 til 4 av hesum punktum kundu skjalprógvast, er sanniliga talan um fúla danska kúg- ing! Men táið ST-menn undir avhoyringini av sjálv- bjargnisnevndini ikki kundu fáa nakra dokument- atión fyri eitt einasta av omanfyristandandi punkt- um, settu teir, sum vera man, knyklar í brýr og gjør- dust heldur enn ikki risnir og spurdu, hvat í allari víðu verð hesir heimføðingarnir vildu í New York og fyri at vissa seg um, at tað ikki var okkurt, teir høvdu lopið um ella gloymt, fregnaðust teir altráir eftir fleiri upplýsing- um: Um føroyingar kanska vóru hundsaðir av dønum til serliga langa og drúgva hertænastu (okkara menn hveptu seg við at siga, at vit sleppa heilt undan verju- skyldu) Um føroyingar vórðu ser- liga díktir undir í skatti við øgiligum gjøldum til danska statskassan (okkara menn kvígaðu seg við at siga, at vit heilt sleppa undan statsskatti, men tvørturímóti brandskatta flestu danskar vørur við ovurtolli) Um føroyingar skuldu, eins og í nógvum øðrum londum, lata stórar pen- ingaupphæddir fyri heilsu- hjálp úr Danmark (okkara monnum dámdu lítið at siga, at vit fáa heilsuhjálp ókeypis á donskum sjúkra- húsum, men at vit spæla, at vit betala, tí vit fyrst fáa blokkstuðul úr Danmark til Landsstýrið, sum so um enn ofta treyðugt gevur okkum pening í hondina at betala donskum sjúkrahúsum við. Tað tænir okkara monnum til heiðurs, at teir ikki- plágaðu seriøsar ST-menn við hesum løgna serfør- oyska og bureaukratiska tjóðveldislogikki). Tragikomisk privatisering av uttanríkispolitikki VIÐMERKINGAR Um føroyingar skuldu lata nógvan pening fyri universitetsútbúgving í Danmark (nú vóru okkara menn heilt neyðstaddir – teir fingu seg ikki til at siga, at vit ikki bara fáa út- búgvingina ókeypis, men okkara ungdómur fær danskan lestrarpening afturat, (fleiri túsund kr. um mánaðin) og eigur lut í heimsins bestu SU-skipan, sum okkara ungu eisini kunnu brúka í øðrum londum, har ungfólk sjálvi skulu gjalda fyri alla sína útbúgving). Irriteraðir ST-menn ST-menn ilskaðust meir og meir og gjørdu seg, umenn fólkaliga næstan inn á okkara stakkals kalda- sveittandi diplomatar. Heilt galið mundi verið, tá ið ein ST-maður skjeyt upp, at vit kanska áttu at hildið eina fólkaatkøvðu um málið, og so fregnaðist hann ironiskt um ikki tað hevði verið demokratiskt – (nú kom beinleiðis panikkur á okk- ara fjálturskotnu, nærmast helslignu sendimenn, tí teir vóru nevniliga ikki býttari enn so, at teir vóru nóg realistiskir til at vita, at vildi Danmark ikki geva okkum loysing, so vildi før- oyski veljarin tað hvaðna minni, tí var bara eitt at gera – tað var at lokka, lumpa og lirka málið við harraboðum gjøgnum ST). Men ST-menn lata seg sjáldan lokka og heldur ikki manipulera, so her hava okkara neyðars diploneytar heilt forroknað seg! Tí til allar hesar irriter- andi, besverligu og nasku spurningar máttu teir ótolnu vældefineraðu, men danskt-kúgaðu føroysku sendimenn sjálvandi siga okkurt, teir sluppu ikki undan, hóast teir peiggjaðu ilskliga við Hvítu Bók: »Hjaah, nærmast, ja, fakt- iskt, satt at siga… tjaaah, …vit vita ikki rættiliga nneei, helst einki ella eingin… Men …LÍKA MIKIÐ danir kúga og eyðmýkja okkum hvønn gudsskapta dag við pengum – teir grýta ikki minni enn eina heila milli- ard eftir okkum neyðars 50.000 fólkum um árið, og olju-filosoffurin Kjartan Hoydal sigur, at tað fáa vit hollendska sjúku av (og hann má jú vita, hvussu pínufult tað er, tí hann fær einsamallur meira enn eina hálva millión í høvdið um árið)! Og tessvegna skulu danir, ver so góðir bara halda uppat við fíggjarligu kúgingini, og tað krevja vit, at ST hjálpir okkum við nú, alt fyri eitt í stundini, náhhh«! TÁ var meira enn ovboðið hjá ST-monnum. Nógvum idiotum høvdu teir møtt higartil! Og mong rukka hevði gjøgnum árini spilt teimum tíðina, men hetta var kortini dropin, sum fekk tað gylta ST-bikarið at flóta yvir eina heila blað- síðu av sjálvari Hvítu Bók; – so óseriøsar og forkelaðar vaksnar menn høvdu teir higartil hvørki hitt ella hoyrt um! Hvat skuldu teir annað enn rista við høvd- inum – her koma vælgødd- ir, vældæmdir menn við heimsins bestu fólkarætts- ligu skipan og loyva sær at fílast, meðan meginparturin av heimsins íbúgvum hungra, hava demokratiskt undirskot ella liggja socialt í andleypi. ST er ikki ein sandkassi ST-menn eru nevniliga vanir við at fáast við veru- lig álvarsmál sum hópdráp, fólkamorð, tortur, terror, neyðtøku og annan yvir- gang á Balkan, í Ruanda, í Zaire, í Irak, í Palestina, í Tjetjenia, í Indonesia, á Timor, o.s.fr. – og so koma politiskir óvitar, pubertilir føroyingar og spilla teirra kostbæru tíð við sínum mikroskopisku og láturligu pseudoproblemum! Í omanfyrinevndu londum er nevniliga ikki órímuligt at vera loysingarfólk, men í Føroyum er tað ein vitleys og ábyrgdarleys anakron- isma! Úrslitið var eisini, at útnyrðingslókarnir vóru skúgvaðir avstað aftur sum flongdir hundar og bidnir um sum skjótast fara og syrgja fyri fyrst at fáa eina innanhýsissemju heima hjá sær sjálvum og síðani við Danmark og ikki bera seg at sum illavorðnar óvitar! Men skommina hava loysingarmenninir heim- aftur í viðføri, og hon verð- ur tíverri ikki bara teirra, men rakar alt tað føroyska fólkið! Tað verður seinur dagur, áðrenn tað verður gloymt, at ein føroysk sendinevnd, beitt av lands- stýrisávum fór privata uttanríkisferð til ST við sínum óverdugu og fjákutu luksus-problemum. Hetta er meira álvarsamt, enn tá ið varaløgmaður var í Reykjavík á sinni. Ein óseriøs skemtiferð var camouflerað sum ein beisk Canossa-gongd! Vit ómaka hartarbeiðandi ST-diplom- atar við politiskum óvita- spæli, hóast hesir eru vanir at fáast við kríggj, hungur og hall! Men føroyski skattgjald- arin og fólksins knáu sendi- menn kunnu ugga seg við tí, at flogferðin og vistar- hald føroysku sjálvbjargn- ismanna varð goldin av danska uttanríkismálaráðn- um. Fullveldismenn ferðast nevniliga sum danskir grat- istar, teir fingu ein góðan túr burturúr tí og komu tí persónliga ikki heilt aftur sum av torvheiðum – so er bara eftir at ynskja, at teir ikki fáa hollendska sjúku. Við diplomatiskari kvøðu Virgar Dalsgaard Finnleif Guttesen býráðslimur á Tvøroyri Minnisvarði Tað er ikki óvænta, at landsstýrismaðurin í al- mannamálum vil reisa ein minnisvarða yvir sær sjálvum á ungum árum, sum ein kann reypa sær av, við at blakað barnaverndar- økið út á kommunurnar, uttan fyrilit av fíggjarligum avleiðingum fyri borgarar- nar Fíggjarmálastýrið Tað er undir alt lágmark, at fíggjarmálastýrið sigur, at ein hækking uppá 0,9 í kommunuprosentinum og ein lækking uppá 0,9 í landsskattinum ongar fíggj- arligar avleiðingar hevur fyri einstaka borgaran, tí hetta er ein loddrætt lygn. Skattarokningarnar hækkar hjá øllum borgarum Tingmenn kunnu taka roknimaskinuna fram og rokna seg fram til, at t.d. við eini inntøku á kr. 150.000 har kommunu- skatturin hækkar við 0,9 prosentum, skal landsskatt- urin lækka við umleið 3 (trimum) prosentum, fyri at borgarin ikki skal gjalda meira í skatti. Lygnin Landsskatturin lækkar bert við 0,9 prosentum, so at siga, at hetta uppskot um barnaverndarøkið ikki rakar borgaran er ein lodd- rætt lygn. At ting- og landsstýris- menn í samgonguni kunnu góðtaka hetta, sigur meira um teirra hugburð og líka- sælu enn nakað annað. Reisur minnisvarða við ósannindum Samgongan blakar barnaverndarøkið á kommunurnar við lygnum. C M Y K 13 12