Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 25. oktober 2003 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 25. oktober. Crispinus, deyður umleið ár 300. Hann og bróðirin Crispianus flýddu úr Róm undan Diocletiani keisara, og búsettust sum skósmiðir í Soissons í Fraklandi. Men tá kom upp, at teir vóru kristnir menn, og vórðu teir tiknir av døgum. 26. oktober.Amandus. Fleiri halgimenni bera hetta navnið, og allir hava teir verið biskupur, og allir hava sama halgidag. Ikki er gjørligt í dag at gera av, hvønn sipað verður til. Navnið er av latínskum uppruna og merkir: tann sum eigur at verða elskaður. 27. oktober. Sem. Hann var elsti sonur Nóa og var ættarfaðir at semitisku fólkasløgunum. Navnið er hebráiskt og merkir sonur ella arvingi. Sigga Andreassen 70 ár Hósdagin 23. oktober fylti Sigga Andreassen 70 ár. Sigga er dóttir Jó- honnu og Jákup Martin Djurhuus. Í 1955 giftist hin við Ingolvi Andreas- sen, sonur Onnu Tórun, varð nevnd Tóta, og Andreas Andreassen. Sigga og Ingolvur bú- settust við Norðskála og fingu sjey børn, tríggjar døtur og fýra synir. Tey eiga trettan ommu- og abbabørn og eina lang- ommu- og langabba- dóttir. Góða mamma, vermamma, omma og langomma. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við tí stóra degnum. Takk fyri alt sum tú ert fyri okkum, vit elska teg. Harrans signing ynskir øll familjan Í Gekkaspælinum hjá Sjón- varpi Føroya hendan sein- asta mánaðin var høvuðs- vinningurin ein Daewoo Nubira frá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali. Allir seðlar, ið vóru við frá 19. september til 17. ok- tober, vóru við í luta-kast- inum um bilin. Vinnarin av bilinum var Símun Waag Høgnesen, fyrrverandi koyrilærari í Klaksvík. Vinnaraseðilin var frá 26. september og keyptur á posthúsinum í Klaksvík. Mikudagin var bilurin handaður vinnaranum hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali. Rudolf Joensen frá SVF handaði Daewoo bilin til Linu og Símun Waag Høgnesen. Símun, sum í dag er 77 ára gamal, hevur havt koyrikort síðan hann var 18 ár. Hann var ein av teimum fyrstu í Føroyum, sum fekk prógv sum koyrilærari, hetta starv hevur hann røkt síðan 1965, og til hann legði frá sær vegna aldur. Símun hevur tó ikki heilt slept endanum, hann undir- vísir t.d. næmingum sum skulu hava motorsúkklu- koyrikort. Hann er tann ein- asti koyrilærarin í Klaks- vík, sum kann undirvísa til motorsúkklukoyrikort. Símun sigur, at tey høvdu ongar ætlanir um at keypa nakran nýggjan bil, men tað kemur sera væl við kunna koyra í einum nýggj- um bili á gamalsaldrinum. Símun vann bilin í Gekkinum Robert á Lakjuni 75 ár 14. oktober fylti Robert á Lakjuni í Fuglafirði 75 ár. Robert er fuglfirðingur, foreldur hansara vóru Anna Elisabeth og Poul Øre- gaard. Robert gjørdist faðirloysingur 8 ára gamal, tá ið pápin doyði í drukni- vanlukku við Stórubrúgv í Fuglafirði. Robert var heilt ungur, tá ið hann fór til Klaksvíkar at læra til blikksmið. Hann lærdi í blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Fornagørðum. Erling Høgnesen, sum eisini var ættaður úr Fuglafirði, var meistari, og har var nógv fólk í arbeiði. Í Klaksvík hitti Robert Ruth hjá Giddu og Jens Christian Simonsen ella Jens Christiani í Toft, sum hann varð nevndur. Ruth og Robert giftust, og tey eiga fýra børn, tríggjar gentur og ein drong: Marni býr í Runavík, Gidda í Kaldbak, Anna í Porkeri, og Christ- ina býr í Skovlunde í Dan- mark. Ruth og Robert eiga trettan ommu- og abbabørn og tríggjar longommu- og langabbadøtrar. Robert hevur heilt frá ungum av nýtt sína frítíð til kristiligt arbeiði, og við- hvørt hevur hann verið í fulltíðartænastu fyri Harr- an, sum hann hevur vitnað um frá heilt ungum. Í Betesda í Klaksvík høvdu teir í fimmti árunum bátin Sendiboðið, sum teir sigldu bygd úr bygd við og hildu møtir. Tá var Robert ofta við. Tá ið Brynleif Hansen í 1965 og í 1966 stóð fyri barnalegum við Áir, vóru Ruth og Robert millum tey, sum tóku dyggiliga undir við honum og hjálptu til, og tey hava síðani mangan verið í Vatnsoyrum og hjálpt til í Zarepta. Robert hevur ofta tænt í tí stilla, og hann hevur dugað væl at nýtt sítt handverk í kristiligum verki. Tey seinastu nógvu árini hevur Robert ferðast við hjálp úr Føroyum til Eystureuropa. Tey fyrstu árini var tað til Pólland, og tey seinnu árini hevur tað serliga verið í Rumenia, at Robert hevur vitjað við praktiskari hjálp og Guds Orði – bæði við Bíblium og við at luttaka á møtum og samkomum og við at vitja í heimum. Hann hevur verið har eysturi kanska einar 100 ferðir. So væl kendur er hann á hesum leiðum, at ein smádrongur har er uppkallaður eftir honum. Tað eru nógvir føroying- ar, ið hava verið saman við Roberti í Rumenia, við bíblium, klæðum, sjúkra- húsútgerð og øðrum. Tað, sum hevur eyðkent hesar túrarnar, er, at flestu teirra, ið hava verið við, ynskja at fara avstað aftur, og teir eru fleiri, sum saman við Ro- berti hava verið nógvar túrar. Nú um dagarnar hev- ur verið frammi í fjølmiðl- unum, hvussu lítið føroy- ingar hava veitt í menn- ingarhjálp, tá ið borið verð- ur saman við onnur lond. Um virðið av tí, ið Robert og onnur hava flutt og givið úr Føroyum til neyðstødd í Rumenia og aðrastaðni, varð gjørt upp í krónum og oyrum, høvdu vit ikki á nakran hátt staðið til skammar. Robert hevur verið ein sera virkin maður, og tá ið hann og konan hava hildið tað tænt endamálinum at flutt, so hava tey gjørt álvara av tí. Umframt í Klaksvík hava Robert og Ruth, sum altíð hevur stuðlað honum og tað ikki minst í sambandi við hjálpararbeiðið eystureftir, búð í Kollafirði, Tórshavn og í Fuglafirði. Tey hava eisini fleiri skifti verið í Danmark, har tey hava loyst av í Kristnastovu í Keypmannahavn og á Malta í Hirtshals. Rudolf Joensen frá SVF handar her bilin til Linu og Símun Waag Høgnesen Mynd: SvF 23. oktober 2003 bleiv Marjun Eystberg sett sum starvsfólkaleiðari í Føroya Sparikassa. Marjun er 39 ára gomul og úr Vági. Hon er gift við Eiriki Hofgaard og eigur tvey børn, 7 og 15 ára gomul. Marjun er upprunaliga útbúgvin sum bankaassi- stentur í 1983 í Sjóvinnubankanum. Síð- ani hevur hon tikið prógv í Finansiel Vi d e r e u d d a n n e l s e , Merkonomprógv innan fyriskipan og strategi, um- framt at hava lokið tvey ár í løgfrøði við Lærda Há- skúlan í Århus. Starvsroyndirnar í bankayrkinum eru drúgvar. Marjun hevur arbeitt í Sjó- vinnubankanum í 10 ár, eina tíð sum deildarleiðari í Norðoya Banka. Eisini hevur hon arbeitt í donsk- um peningastovnum, fýra ár í Handelsbanken og seks ár í Jyske Bank. Heimkomin úr Danmark í 2001 hevur Marjun m.a. arbeitt sum fulltrúi á privat- lánsdeildini í Føroya Banka. Nýggjur starvsfólkaleiðari í Føroya Sparikassa 15 14 Nr. 203 - 25. oktober 2003 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Føðingar 3. oktober fekk Steffan ein lítlabeiggja. Hann var 51 cm langur og vigaði 3010 gr. Foreldrini eru Bjørg A. Mohr og Julian Johnsson. 13. oktober fingu Tóra við Keldu og Eyðstein Elttør, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 3200 gr. Hon eitur Bjørt. 14. oktober fingu Rakul í Gerðinum og Marni Olsen, Trongisvági, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3900 gr. 17. oktober fingu Tórunn Sjóvará Poulsen og Øssur Joensen, Essalág 4, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3650 gr. 17. oktober fingu Fía Lindenskov og Steingrímur B. Funding, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3560 gr. 18. oktober fingu Jana Nielsen og Birnir Smári Hauksson, Ålborg, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3200 gr. 18. oktober fingu Laila Petersen og René Havmand, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3800 gr. 18. oktober fingu Elsa Gaardbo Lützen og Mogens Lützen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4200 gr. 19. oktober fingu Susan Joensen, Miðvági, og Jólfríður Hansen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3800 gr. 20. oktober fingu Durita og Bárður Jacobsen, Syðrugøtu, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3750 gr. 21. oktober fingu Maiken Slættalíð og Annfinn Dam, Norðskála, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3400 gr. 23. oktober fingu Katrin H. Joensen og Hans Jákup B. Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3000 gr. Tað var sum ein skalvur hevði lagt alla Leyna bygd í oyði, tá ið boðini bórust um, at Jákup Hermansen, Jákup á Fossinum, sum vit øll kendu hann, ikki var ímillum okk- ara longur. Hansara lívsstrongur varð so brádliga kvettur av eini syndarligari arbeiðsvanlukku. Jákup gjørdist bert 57 ára gamal. Tað er tungt og torført at skriva minningarorð um ein so góðan og trúfastan vin sum Jákup, og hvaðna torførari er at lýsa hann við fáum orðum. Jákup var ein sjáldsamur per- sónur. Hann hevði valt eitt lív sum stakur; var ógiftur og átti eingi børn. Men allar tær gávur, honum einaferð vóru falnar í lut, valdi hann at geva øllum teimum, sum vóru rundan um hann. Jákup var stórur og sterkur maður, men eins stórur og sterkur, ið hann var, var hann blíður, fyrikomandi og skemtiligur. Hann visti nógv og hevði eitt stak gott minni. Væl dugdi hann at siga frá, serliga frá tí gamla, og tað var bæði stuttligt og áhugavert at lurta. Hann var altíð hin sami og sást allastaðni í bygd- ini. Var onkur, sum trongdi til eina hjálpandi hond, so var Jákup har í stundini. Altíð drúgvur og áhald- andi. Sum menniskja stakk hann ómetaliga djúpt og fevndi breitt. Jákup var ein hin størsta myndin, bygdin nakrantíð hevur átt; ja, hann var sjálv ímyndin av Leynum. Ungur legðist Jákup á sjógvin, og skjótt vísti hann seg at vera ein av okkara bestu sjómonnum. Hann var kvikur, raskur og dugdi alt handaligt umborð. Eisini var hann ógvuliga hjálpsamur, og hetta hjálpsemi var hansara sereyðkenni alt lívið. Jákup sigldi fleiri ár, men ein skaði forðaði fyri, at hetta skuldi gerast hansara lívsyrki. Hann legðist uppi á landi og fór at starvast hjá Kvívíkar kommunu. Her tænti hann allari sóknini bæði væl og leingi og vann sær stóra virðing ímillum alt sóknarfólkið. Jákup hevði eisini síni ítriv. Væl dámdi honum at flota bát og væl lá fyri. Hann fekk altíð fisk, og at síggja hann hagreiða fiskin var ein sonn fragd. Tað sá so leikandi lætt út, tá ið hann flakti, og knívarnir vóru altíð hárhvassir. Brýnari var hann sum fáur, og tað var mangur maður, sum stakk inn á gólvið at fáa eitthvørt hvest. Var grind, var hann altíð í fremstu røð við sama handalagi. Men hansara størsta ítriv og hansara størsti áhugi var seyðurin. Tað var í hesum sam- bandi, eg kom at kenna Jákup og allar hansara eginleikar og dygdir so serstakliga væl. Jákup kendi væl seyð, hann visti nógv um seyð og var góður við seyðin. Hann dugdi til alt, sum hevði við seyð at gera; frá tí at lombini vórðu lembd og til døgurði og viðskeri stóðu á borðin- um. Í nærum tólv ár var Jákup røkt- ingarmaður. Men hann var ikki bara røktingarmaður, men ein sera góður røktingarmaður og læru- meistari, sum eisini mangan legði nógv fyri, tí seyðurin skuldi altíð hava tað gott. Jákup hevði eitt gerði og átti nógvar veðrar, sum hann gekk høgt upp í at røkta. Nú ið heystfjallið og flettingin nærkað- ust, øktist spenningurin, og prátið gjørdist lívligari. Men tá ið boðini um Jákup frættust, var tøgn og nívandi sorg og saknur. Heystfjallið er gingið og veðr- arnir flettir. Væl royndist, tí seyð- urin var væl røktaður. Veðrið hevði verið gott og gróðurin var nógvur. Men Jákupi untist ikki hesa gleð- ina. Hann hevði gingið sítt seinasta fjall. Stórur saknur er í Jákupi á Foss- inum. Hjá mammuni, bróðurinum Jógvani og systrum hansara. Serliga hjá Jógvani er saknurin stórur, tí brøðurnir báðir hava havt eitt so stórt felagslív ígjøgnum alt lívstíðarskeiðið. Saman og hvør sær hava teir givið okkum øðrum so nógv. Hetta húsið er so sera meint rakt av vanlukkum, men fólkið er sterkt og tolið, og tí ber til at halda fram. Jákup laðaði nógvar varðar av øllum handa slagi, og teir fara at standa sum eitt varandi minni og liva leingi millum manna. At hann var nógv avhildin, sást á stóra skarðanum, ið fylgdi honum tey seinastu sporini. Hann er neyvan sæddur størri í sóknini. Tøkk fyri øll tey ríku og dýr- mettu minnini ! Jákup Hanusson Andlát 16. oktober Kurt Dahl Christiansen,Tórshavn,56 ár 17. oktober Jona Joensen,fødd Niclasen,ættað úr Sørvági búsitandi í Havn vanliga Jona hjá Einari,93 ár 18. oktober Egon Lorentzen, ættaður úr Åbenrå, búsitandi í Sandavági, 73 ár Sverri Djurhuus, ættaður úr Kollafirði búsitandi í Havn, 83 ár 19. oktober Marner Dan Petersen, Klaksvík, ættaður úr Fuglafirði, 49 ár Margit Jensen, fødd Jacobsen úr Vági búsitandi í Keypannahavn, 77 ár 22. oktober Herdis Skaalum, ættað úr Fuglafirði búsitandi í Havn, 79 ár 23. oktober Sanna Vang av Glyvrum, 87 ár Ein bygdarmynd horvin Jákupi á Fossinum í Leynum til minnis C M Y K 14