Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 203 - 25. oktober 2003 Nr. 203 - 25. oktober 2003 17 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í sambandi við at Rólant Lenvig, fyrrverandi lærari í Kvívík, hevur skrivað bók- ina "Kvívíkar sókn í søgu og søgn" fyri Kvívíkar Kommunu, var móttøka í Glæmuni í Kvívík hós- kvøldið Hóskvøldið 23. oktober var móttøka í Glæmuni í Kvívík í sambandi við at bókin, "Kvívíkar sókn í søgu og søgn", var komin út. Tað er Rólant Lenvig, fyrrverndi lærari í Kvíkvík, sum hevur skrivað bókina fyri Kvívíkar Kommunu. Kvívíkar kommuna er útgevari av bókini og øll húski í Kvívíkar sókn fáa eitt eintak av bókini. Nógv fólk vóru komin saman í Glæmuni hetta kvøldið, har Rólant Lenvig segði frá arbeiðinum við bókini, og vegna Kvívíkar Kommunu takkaði Randi Jacobsen, bygdaráðslimur, Rólanti fyri eitt dygdarar- beiði. Rólant sigur í for- mælinum til bókina m.a. at Kvívíkar sóknarsøga er ikki nakar lættur lestur, tí nógv av tí, sum har stendur, er avskrift úr tingbókum av teimum nógvu og drúgvu sakarmálum, sum prestar- nir høvdu við fólk í Kvívík og aðrastaðni, handskrivað við gotiskari skrift, sum ikki er løtt at lesa, saman- blandað við gomlum donskum máli og einstøk- um føroyskum orðum, við fronskum, latínskum, týsk- um og enskum orðum og vendingum, sum vóru skeivt stavsett; men við góðari viðgerð hevur tað eydnast at fáa greiði á tí mesta, so at bókin sum heild kann sigast at vera álítandi tekstur og at tann, sum gevur sær stundir og gjølliga lesur í bókini, kann fáa hópin av vitan um, hvussu okkara forfedrar hava balst her á landi undan okkum. Rólant er 82 ára gamal, ættaður úr Hesti. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1950, og hann var lærari í Kvívík frá 1951, til hann legði frá sær 1. september 1990. Meðan hann var lærari í Kvívík, búði hann har, men síðan hann fór frá sum lærari, hevur hann búð í Havn. Rólant hevur altíð verið áhugaður í søgu, og síðan hann av fyrstan tíð kom til Kvívíkar, hevur hann sett seg inn í søguna har í sóknini. Kvívíkar sókn fingið søgubók Rólant Lenvig, rithøvundur, hevði úr at gera við at signera bøkur hóskvøldið. Rólant saman við dóttrini, Maluni Mynd: Jens Kristian Vang Fólk stóðu í kø fyri at fáa bøkur signeraðar Mynd: Jens Kristian Vang Randi Jacobsen,bygdaráðslimur, takkaði Rólanti fyri dygdargott arbeiði Mynd: Jens Kristian Vang Kristianna fer kanska einaferð at lesa bókina Mynd: Jens Kristian Vang Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll Hjálparfólk Søkt verður eftir hjálparfólki til Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: • at røkja høllina uttan og innan • at gera umvælingar • at halda reint og ruddiligt innan og uttan um høllina Førleikakrøv Umsøkjarin skal hava handverkaraútbúgving, duga at arbeiða sjálvstøðugt, vera røkin og hava góð samstarvsevnir. Starvs- og setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv við skiftandi arbeiðstíð, og verður at seta skjótast til ber. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dánjal Samuelsen, hallarleiðara, tlf. 311475 - 221475. Umsókn Við upplýsingum um útbúgving, starvsroyndir og møguligum viðmælum skal vera Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuhøll, postboks 1221, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. november 2003. Viðmerkið umsóknina: Hjálparfólk. Søkt verður eftir fólki at passa bingjuplássið á Strondum 10 tímar um vikuna. Tann, ið settur verður, skal byrja 1. januar 2004. Umsóknir vera at senda til Sjóvar kommunu 490 Strendur innan 4. november 2003. Umsjónarfólk til Skálavíkar Kommunu Skálavíkar Kommuna søkir eftir umsjónarfólki, at seta í starv hjá kommununi frá 1. februar 2004. Høvuðsuppgávur: • Eftirlit við bátahylinum. • Vatnverkinum. • Kloakkunum. • Bingjuplássinum. • Røkt av kirkjugørðum. • Røkt av gørðum og veitum. • Viðlíkahald av ognum hjá kommununi. Royndir: • Royndir innan arbeiðsmarknaðin. • Duga væl til handaligt arbeiði. Persónligir eginleikar: • Vera røkin og kunna arbeiða sjálvstøðugt. • Vera fyrikomandi og duga væl at samskifta. • Hava yvirlit og duga væl at skipa fyri. Setanarviðurskifti: • Sambært sáttmála millum Føroya Kommunala arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið • Talan er um fult starv, sum verður lønt eftir lønarflokki 3 í Starvsmannafelagssáttmálan- um. Umsóknirnar skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 15. desember 2003 og verða at senda til Skálavíkar Kommunu FO-220 Skálavík Gr ma-Erasmus Montanus 2/120.pdf VW Taro til sølu Pick up VW Taro 2,4 diesel 4 wd, árg. 91, km ca. 190.000. Tlf. 284004 / 316294 Bilur við skaða til sølu! Fyri P/F Trygd selja vit ein Opel Corsa 1.4 Sport við skaða. Bilurin hevur 3 hurðar,hevur koyrt 83.500 km,er frá sept. 1995 og verður seldur fyri hægsta boð sum hann stendur. P/F Reyni Service Bilasølan Tlf. 353040 -tað loysir seg C M Y K 17 16 L E I K H Ú S I Ð G R Í M A bjóðar tilComediU L U D V I G H O L B E RG : ERASMUS MONTANUS Ella „Rasmus Berg“ Sýningar TÝSDAG TIL FRÍGGJADAG KL. 20.00 LEYGAR- OG SUNNUDAG KL. 18.00 Atgongumerki à kr. 125 fáast í forsølu á Kunningarstovuni ella við dyrnar 1 tíma undan sýning. Bólkar à 10 ella fleiri: Kr. 100 fyri hvønn. N I E L S A R G E G A L Á N