Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 203 - 25. oktober 2003 Nr. 203 - 25. oktober 2003 19 og hon er skjót at svara sjálv: - Tað verður neyvan reumatologiin. Hon sigur, at í dag er tað soleiðis, at fólk skulu ikki vera innløgd longur. Alt skal ganga fyri seg á einum ambulatorii. - Hetta er eisini í lagi, tí soleiðis verða sjúklingarnir viðgjørdir í framtíðini. Men skal slíkt gerast, er neyðugt at menna ambulatoriið, soleiðis at tað, sum fyrr gekk fyri seg á seingj- ardeildini, má flytast til hesa loysnina, sigur Leila. Eitt eldorado Hon heldur, at tað hevði verið ógvuliga áhugavert, um ungir læknar fingu høvi at granska her hjá okkum. - Føroyar eru eitt eldo- rado at granska í, um bert møguleikar verða skaptir til tess. Skulu fólk koma higar til eitt útjaðaraøki, sum Føroyar eru, má nakað spennandi skapast her. Men, sigur Leila Sol- munde, formaður í Gikta- felag Føroya: - Støðan í dag er hon, at bert 2/3 av tí, sum ein serlækni kostar, er sett av til økið. Tað kunnu vit ikki siga er at skapa møguleikar fyri batum hjá giktsjúkum í Føroyum. - Páll á Reynatúgvu hevur ikki hildið orð. Eg helt nógv av manninum, men nú er álitið munandi skert. At skerja játt- anina til Meginfelag teirra Brekaðu, har Giktafelag Føroya er limur, er ein van- virðing av limafeløg- unum, sum gera eitt stórt og gott arbeiði. Hetta átala vit harð- liga, sigur Leila Solmunde, formaður í Giktafelag Føroya SJÚK OG BREKAÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Giktafelag Føroya er stovnað í 1948 og er so- statt elsta sjúklingafelag í Føroyum. Úr søguni kann nevnast, at føroyska og danska giktafelagið í 1959 góvu Landssjúkra- húsinum meira enn 50.000 krónur til bygn- ingin, sum í dag verður róptur C-bygningurin. Hetta svarar í dagsins peningi til eina miljón krónur! Ætlanin var, at hesin bygningur skuldi nýtast til gikta- og epedimideild. Men líkt er ikki til, at myndugleikarnir eru líka so sárir um tey giktsjúku í Føroyum, sum giktafe- lagið er. Leila Solmunde, for- maður í Giktafelag Før- oya, sigur, at fíggjarlógar- uppskotið, sum fyriliggur, skerjir enn einaferð møguleikarnar hjá feløg- unum, sum eru limir í Meginfelag teirra Brek- aðu, at gera eitt rímiligt arbeiði fyri sínar limir. Feløgini stóra vitan - Eg trúgvi ikki, at politik- ararnir, sum umsita heilsu- og trivnaðarmál, vita, hvussu stóra vitan feløgini hvørt sær hava á sínum øki, og hvussu nógvan pening hesi spara almennu fyrisitingini fyri eitt nú vanliga upplýsing. Leila sigur, at feløgini, sum eru limir í MBF, gera eitt megnar arbeiði fyri einstaka føroyingin, sum ber sjúku ella brek. - Men hetta sæst ikki aftur í teirri játtan, sum fleiri av feløgunum fáa. Politiski myndugleikin játtar bert eftir, hvat tey nú einaferð halda vera rímiligt. Formaðurin í Giktafe- lag Føroya sigur, at nøkur feløg, sum eru limir í MBF, fáa serstaka játtan á fíggjarlógini, og tað unnir hon teimum so hjartaliga. - Hini feløgini, sum eis- ini eru limir í Meginfelag teirra Brekaðu, missa sambært hesum fíggjar- lógaruppskotinum eina hálva millión. Leila sigur, at MBF hevur fingið 900.000 krónur á fíggjarlógini, harav einar 600.000 krón- ur eru farnar til umsiting. Hinar 300.000 krónurnar eru so býttar millum limafeløgini, sum ikki eru á fíggjarlógini. - Hetta býtið er eftir limatalinum, og okkara partur í Giktafelagnum hevur ligið um einar 20.000-25.000 krónur. Tað er ikki nógmikið til frímerkir og telefon. Páll sigur ósatt Men á fíggjarlógini sein- asta ár legði landsstýris- maðurin, Páll á Reyna- túgvu, hálva miljón krón- ur omaná játtanina til MBF, soleiðis at megin- felagið nú fekk 1,4 mil- jónir at ráða yvir. - Hetta var rættiliga munagott, sigur Leila, tí nú fekk Giktafelagið eis- ini væl meira pening at ráða yvir. Hon sigur, at tá ið fe- lagið frammanundan bert fekk millum 20.000 og 25.000 krónur, gjørdu hesar 50.000 krónurnar, sum felagið nú fekk, góð- an mun. - Men í ár hevur Páll á Reynatúgvu, landsstýris- maður, so tikið hesa meirjáttan burtur aftur, og tað eru vit ógvuliga vón- brotin av. Leila tvíheldur um, at Páll sigur ósatt, tá ið hann sigur seg hava sagt, at meirjáttanin í ár væntandi fór at verða tikin avaftur, og at landsstýrið setti meira av til MBF, tí árið í ár er kosið at vera ár teirra brekaðu. - Vit skriva niður á teimum fundum, ið eru, og eg tori at pástanda, at Páll helt fyri, at ein játtan, sum fyrst er komin, verður væntandi ikki tikin burtur aftur. Formaðurin í Giktafe- lagnum sigur, at Páll hevur ikki hildið orð. - Eg havi hildið nógv av manninum, men við teirri atferð, hann og lands- myndugleikarnir annars hava víst í hesum og øðr- um málum, sum viðvíkja giktsjúkum, er álitið nú skert munandi. Hon sigur, at skerda játtanin á fíggjarlógini merkir, at ymisk arbeiðir og tilrættaløgd tiltøk, sum Giktafelagið hevði, nú mugu takast av kránni. - Eg haldi, hetta er ein vanvirðing av feløgunum, sum eru limir í MBF, og hetta átala vit harðliga. Samfelagslig uppgáva Leila leggur dent á, at Giktafelag Føroya fer ongantíð at finna seg í at verða viðfarið á henda hátt. - Okkara felag ger eitt stórt og gott arbeiði, og vit krevja somu viðgerð fíggjarliga sum onnur feløg. Formaðurin sigur, at fe- lagið krevur av politisku myndugleikunum, at fólk, sum líða av gikt, fáa ta viðgerð, tey hava krav um. - Tað er ein samfelags- lig uppgáva at útvega fólki viðgerð á hóskandi støði, sigur Leila Sol- munde, formaður í Gikta- felag Føroya, at enda. Giktafelagið sigur, at tann vitan, sum er bygd upp, nú fer fyri bakka, tí deildin er ikki longur serdeild fyri hendan bólkin av sjúklingum. - Úrslitið verður, at servitanin á økinum fellir burtur - og onnur sergrein tekur yvir, sigur Leila Solmunde, formaður í Giktafelag Føroya GIKTSJÚK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Síðan 1974, tá ið Elin Mørkøre varð sett í starv sum giktalækni, hava gikt- sjúk fólk í Føroyum havt serlækna. Í trý ár - ella síð- an 1971 - hevði Elin tá havt privatpraksis. Fyrstu tíðina eftir setanina av giktalækn- anum, varð hildið, at brúk var einans fyri 10 tímum um vikuna til serlæknavið- gerð. - Men skjótt vísti tørv- urin seg at vera størri, og Reumatologiska deild gjørdist ein veruleiki. Tá ið Elin Mørkøre gavst í 1999/ 2000, var hon í fulltíðar- starvi. Aftrat hesum hevði hon eisini privatpraksis. Eingin serlækni Formaðurin í Giktafelag Føroya, Leila Solmunde, vísir á, at arbeiðsbyrðan hjá serlæknanum var stór, tí hon røkti alla serviðgerð innan giktaøkið einsamøll. - Vitanin hjá Elini Mørk- øre var tískil ógvuliga breið á hesum øki, sigur hon. 10 seingjarpláss vóru sett av á B7 til giktaøkið, men talið varð skorið niður í 8 - og endaði heilt niðri á 6 seingjarplássum. Leila sigur, at í dag er eingin serlækni á Lands- sjúkrahúsinum, tí trot er á serlæknum allastaðni. - Ein konsulentskipan við danskar giktalæknar er einasta tilboðið, vit hava. So, her stendur illa til. Hon sigur, at ein lækni kemur higar og er her í mesta lagi í 5 dagar. Síðan kemur eingin aftur tær næstu 6 vikurnar. - Hesir læknar eru heldur ikki teir somu. Tað eru 5, sum skiftast. Bíðirøðirnar veksa, og pensjónssakir verða ikki avgreiddar. Hetta er støðan, vit sum fe- lag fáa flestar klagur um. Giktsjúk niðurpínd Giktafelagið heldur, at tann vitan, sum er bygd upp á økinum, nú fer fyri bakka, tí deildin er ikki longur ser- deild fyri hendan bólkin av sjúklingum. - Hetta er eitt sera niður- pínt og undirprioriterað økið. Tá ið eitt øki soleiðis verður undirprioriterað, fellir eisini tann servitan, sum er bygd upp, burtur - og onnur sergrein tekur yvir. Leila heldur, at royndir kundu verið gjørdar at fingið serlæknar úr øðrum londum enn Danmark, eitt nú Íslandi, higar til lands at starvast. - Men skulu vit fáa ungar læknar higar, er neyðugt við góðum arbeiðsum- hvørvi. Formaðurin í Giktafelag- num sigur, at reumatologiin er í einum avkróki á Lands- sjúkrahúsinum. - Í bíðistaðnum, sum er í gongini, er gjóstur og kalt. Har er ikki so frægt sum ein rímiligur stólur til fólk at sita á. Nýggi bygningurin Í samrøðuni, fellir prátið eisini á nýggja bygningin hjá Landssjúkrahúsinum. - Hvør sleppur at verða har? spyr Leila Solmunde - Giktsjúk eru vónbrotin: Kenna seg vanvird av landsstýrinum Leila Solmunde, formaður í Giktafelag Føroya, sigur, at skerda játtanin á fíggjarlógini merkir, at ymisk arbeiðir og tilrættaløgd tiltøk, sum Giktafelagið hevði, nú mugu takast av kránni. Hon er vónsvikin av Pálli á Reynatúgvu, landsstýrismanni Giktsjúk eru niðurpínd og undirprioriterað Sagt verður, at 5. hvørt fólk hevur gikt. Gikt er høvuðs- heitið fyri nógvar ymiskar giktasjúkur. Tó eru mest kendu sløgini á okkara leiðum liðagikt, slitgikt og vøddagikt. - Hetta eru sjúkur, sum krevja servið- gerð. Fólk verða skjótt førleikaskerd, og sjúkan gerst pínu- full, um ikki røtt diagonosa og viðgerð fæst so tíðliga sum møguligt, sigur Leila Solmunde, sum sjálv hevur verið sjúk av liðagikt, síðan hon var 18 ára gomul GIKT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Gikt rakar fólk í øllum aldri, bæði børn, ung og eldri. Summar giktsjúkur raka flest kvinnur, og aðrar raka mest menn. Orsøkin er, at so nógv sløg av gikt eru til. Leila Solmunde, for- maður í Giktafelag Før- oya, sigur, at felagið sær eina tilgongd av ungum kvinnum við liðagikt, eins og fleiri børn nú eisini gerast sjúk. - Verða hesi ikki við- gjørd effektivt og rímiliga skjótt, versnar støðan við eitt nú skeivleikum í hond- um og fingrum, og hesi fólk eru ofta illa fyri, sigur hon. Hvat gerst? Leila Solmunde reisir spurningin, hvat er at gera? - Fyrst má ein góður vilji til at hjálpa økinum á eitt støði, har tað hoyrir heima. Tað er møguligt hjá giktsjúkum fólki í hinum norðurlondunum at sam- antvinna eina intensiva viðgerð uttanlands við eini viðgerð og viðlíkahalds- viðgerð í egnum landi. Men her í Føroyum hava vit ongantíð havt henda møguleika, hóast vit eru tey, sum við atliti til veður- lagið og viðgerð annars eru ringast fyri. Leila sigur, at skulu vit hava nakran møguleika at fáa góða viðgerð til okkara giktsjúku, er neyðugt við eini skipan, sum gevur fólki møguleika at fáa viðgerð uttanlands undir heitum og turrum himli og á serligum viðgerðarstaði fyri giktsjúk. Neyðugt verður eisini at finna út av, hvat av sjúkrahúsunum skal hava servitanina inn- an reumatologi. - Hetta er uppgávan hjá sjúkrahúsverkinum. Hon sigur, at ein skipan má gerast fyri viðgerð í Føroyum, bæði hvat við- víkur viðgerðarstaði og starvsfólki, eins og fólk mugu fáa rætt til sjúkra- fráveru í serviðgerðartíð- ini. - Viðlíkahaldsviðgerð og fyribyrgingarviðgerð, eitt nú venjingar í heitum hyli og fimleikavenjingar, eigur at verða ein rættur, sum allar kommunur eiga at bjóða hesum borgarum. Uppgávurnar Leila sigur, at uppgávan hjá heilsuverkinum eigur at vera at finna loysnir fyri viðgerðarmøguleikar til giktasjúklingar. Uppgávan hjá sjúkrahúsverkinum er at siga, hvat vit skulu hava at bjóða - og bjóða tað, sum sagt verður at vera neyðugt. - Uppgávan hjá heilsu- og sjúkrahúsverkinum er eisini at skipa fyri einum veruligum kjaki um heilsustøðið í Føroyum. Hon vísir eisini á, hvør uppgávan hjá almanna- verkinum eigur at vera, nevniliga at tryggja fólki á arbeiðsmarknaðinum møguleika til fráveru fyri viðgerð. - At enda haldi eg, at uppgávan hjá kommunun- um er at útvega fólki møguleikar til viðlíka- halds- og fyribyrgingar- viðgerð, sigur Leila Sol- munde, formaður í Gikta- felag Føroya, at enda. Fleiri kvinnur og børn gerast giktsjúk - Í dag er eingin serlækni í giktsjúkum á Landssjúkrahúsinum, tí trot er á serlæknum allastaðni. Ein konsulentskipan við danskar giktalæknar er einasta tilboðið, vit hava, sigur Leila Solmunde, formaður í Giktafelag Føroya. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 19 18