leygardagur 25. oktober 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 203 - 25. oktober 2003
Nr. 203 - 25. oktober 2003
21
UTTAN ÚR HEIMI
CIA var ikki uppií
Myndugleikarnir í Venesuela vilja vera við, at am-
erikanska fregnartænastan CIA var uppií, tá andstøðan
herfyri royndi at fella landsins forseta, Hugo Chavez.
Varaforsetin í Venesuela hevur sagt, at CIA hjálpti and-
støðuni, og tað sama søgdu tveir tjóðartingslimir hós-
dagin.
Amerikanski sendiharrin í Venesuela, Charles
Shapiro, hevur víst skuldsetingunum aftur. Hann sigur
tær vera tann bera heilaspuna, og tað sama søgdu tríggir
kongresslimir, sum í vikuni vóru í Caracas og tosaðu
við Hugo Chavez. Ein teirra, demokraturin William
Delhunt, viðgekk, at CIA hevur viðvirkað til at fella
stjórnir í Latínamerika fyrr, men tann tíðin er farin,
segði hann.
Viðurskiftini millum USA og Venesuela hava verið
spent, síðani Hugo Chavez gjørdist forseti í 1998.
Andstøðan hevur fleiri ferðir roynt at fella hann, og nú
roynir hon at fáa eina fólkaatkvøðu um forsetan til várs.
Kanna trygdina hjá
politikarum
Morðið á svenska uttanríkisráðharran, Onnu Lindh,
hevur fingið norsku løgregluna at vísa trygdini hjá
landsins fremstu politikarum nógv størri ans enn
higartil. Tí hevur tann serliga trygdarløgreglan gjørt av
at tosa við hvønn einstakan politikara, men løgreglan
vil ikki siga, hvat hon ætlar.
Formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Jens Stoltenberg,
sigur við norska útvarpið, at svenska løgreglan undir-
metti eftir øllum at døma vandan, sum Anna Lindh var
í upp undir fólkaatkvøðuna um evruna. Hann sigur, at
hetta eigur at geva øðrum politikarum nakað at hugsa
um, tí politikararnir mugu hava álit á metingunum hjá
løgregluni. Tí fegnast hann um stigið hjá trygdar-
løgregluni.
Jens Stoltenberg sigur, at hann hevur onkuntíð kent
seg illa, men at hann hevur ongantíð kent seg hóttan.
Eiga at sleppa til Kuba
Ein meiriluti í amerikanska Senatinum hevur samtykt,
at amerikanarar eiga at sleppa til Kuba at ferðast. Tað
hevur annars verið bannað í meiri enn 40 ár. 59 senat-
orar atkvøddu fyri uppskotinum og 36 ímóti.
Umboðsmannatingið hevur eisini samtykt, at amerik-
anarareiga at sleppa til Kuba at ferðast, hava teir hug til
tess. Republikanski flokkurin hjá George W. Bush, for-
seta hevur meiriluta bæði í Senatinum og í Umboðs-
mannatinginum, og atkvøðugreiðslurnar vísa, at Bush
og floksfelagarnir fraga ikki eina línu í hesum spurn-
inginum. Tí forsetin hevur gjørt greitt, at hann fer at
nýta sýtingarrættin ímóti samtyktini.
Bush hevur tvørturímóti givið myndugleikunum um
at herða eftirlitið við ferðabanninum, og hann hevur
lovað at revsa teir amerikanarar, sum fara til Kuba
kortini. Sambært lógini kunnu fólk fáa upp í tvær
milliónir krónur í bót og upp í tíggju ára fongsul, bróta
tey bannið ímóti at fara til Kuba at ferðast. Men nógvir
amerikanarar velja at fara til grannalondini Kanada ella
Meksiko fyrst og haðani til Kuba.
Amerikanska films-
kvinnan fekk virðis-
løn fyri arbeiði sítt at
vísa heiminum á
trupulleikarnar hjá
flóttafólki.
VIRÐISLØN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Angelina Jolie hevur leingi
virkað fyri at kunna altjóða
samfelagið um arbeiðið hjá
ST-flóttafólkastovninum
UNHCR, og í vikuni fekk
hon ta nýstovnaðu virðis-
lønina "Sergio Vieira de
Mello
Citizen
of
the
World"-virðislønina. Virð-
islønin hevur fingið navn
eftir brasilska diplomatinum
Sergio Vieira de Mello, sum
doyði í einari bumbuatsókn
at ST-skrivstovuni í Bagdad
í august. Hann var leiðari á
skrivstovuni, og 23 av hans-
ara starvsfólkum doyðu eis-
ini í atsóknini.
Í grundgevingunum fyri at
geva Angelinu Jolie virðis-
lønina verður sagt, at hon
hevur víst almenninginum á
trupulleikarnar hjá flótta-
fólki og á tann hátt fingið
heimssamfelagið at hjálpa
teimum.
Sjálv hevur Angelina Jolie
givið UNHCR 100.000 doll-
arar burtur av inntøkunum
frá filminum "Beyond Bor-
ders", sum júst snýr seg um
flóttafólk og neyðhjálpar-
arbeiði. Hon hevur eisini
gjørt av, at UNHCR skal fáa
allar inntøkurnar av einari
bók, sum hon hevur skrivað
um arbeiði sítt við flóttafólki.
Bókin kemur út í næstum.
Tann 28 ára gamla films-
stjørnan, sum hevur ættleitt
ein smádrong úr Kambodja,
hevur júst skrivað nýggjan
tvey ára sáttmála við ST.
Amerikanska rúmd-
arumsitingin NASA
ávarar nú um, at
ísurin við Norðpólin
bráðnar ógvuliga
skjótt. Okkurt má
gerast, siga granskar-
arnir.
UMHVØRVI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Tað er í ferð viðat henda
júst nú, og vit hava ikki
stundir til at bíða longur
eftir tekniskum loysnum,
sigur Savid Rind á gransk-
ingarstøðini, sum NASA
hevur í New York.
Savid Rind sigur, at
fylgisveinamyndirnar
av
økinum við Norðpólin vísa,
at ein broyting er á veg.
Ísøkið er minkað eitt pros-
ent um árið síðani 1980 og
hevur ongantíð verið so
lítiðsum nú.
Amerikonsku granskar-
arnir siga, at broytingin við
Norðpólin kemst uttan iva
av tí veksandi hitanum á
Jørðini, og teir siga seg
vera serliga stúrnar, tí
broytingin í Arktis ger, at
tað verður uppaftur heitari
á Jørðini, og teir tosa tí um
eina ónda ringrás.
– Kavi og havísur virka
sum endurskyn og senda tí
orkuna frá Sólini út aftur í
rúmdina. Tá ísurin minkar,
verður minni sólorka send
útaftur, og tí verður tað
heitari á Jørðini, sigur Jose-
fino Comino, sum er
granskari hjá NASA.
Í september boðaðu am-
erikanskir og kanadiskir
granskarar frá, at tann
størsti jøkulin í Arktis, tann
3000 ára gamli Ward Hunt-
jøkulin úti fyri Ellesmere
Island í ein útnyrðing úr
Grønlandi, er í ferð við at
fara í upploysn. Jøkulin er
longu farin í tvíningar, og
partar av honum eru farnir
út í Beaufort-havið norðan
fyri kanada og Alaska.
Ísurin í Arktis bráðnar
skjótari enn hildið
Angelina Jolie fekk
ST-virðisløn
Tað var Nana Annan (høgrumegin) kona ST-aðalskrivaran, Kofi Annan, sum handaði Angelinu Jolie virðislønina
Sandavágs Ítróttar-
felag skipar sunnu-
dagin fyri stórum
tiltaki á Giljanesi. Á
skránni verður mill-
um annað eydnuhjól,
andlitsmáling, undir-
hald av ymsum slagi
til børn og vaksin,
eins og Angela og
M'as Bluesband fer at
undirhalda
TILTAK
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Sandavági:
Tað árliga Giljanestiltakið
hjá Sandavágs Ítróttarfelag
verður í ítróttarhøllini á
Giljanesi sunnudagin. Byrj-
að verður klokkan 16.00
seinnapartin, sigur SÍF í
tíðindaskrivi.
Tá latið verður upp
klokkan 16.00 fer Angela at
undirhalda fyri børnum í
ítrótarhøllini.
Beint eftir, at Angela er
liðug, verður meira til
børnini. Tá sleppa tey at
mála sær andlitið og flætta
sær perlur í hárið og annað
áhugavert. Her verður eitt
lítið gjald tikið fyri tað til-
farð, brúkt verður til perlur
og tílíkt, sum fer til flætt-
ingina, siga fyrireikararnir.
Annars eru tiltøkini ókeyp-
is, eins og tað er ókeypis at
koma inn í høllina sunnu-
dagin.
Samstundis, sum Angela
undirheldur, byrjar eisini
mattombola, fiskibrunnur
og matsølan, sum vanliga
plagar at vera á slíkum til-
taki, er eisini tá.
Hálvan tíma seinni bryjar
stóra eydnuhjólið í høllini,
eins og talvkapping eisini
verður sett í gongd klokkan
hálvgum fimm.
Men ikki bara tey, sum
telva, sleppa at royna seg í
kapping á Giljanesi sunnu-
dagin. Eisini ein sjavskapp-
ing verður hildin í høllini í
samband við tiltakið.
Ymsar
framsýningar
verða eisini í høllini. Eitt
nú fara fólk at fáa høvið at
síggja ymisk húsdjór, sum
kom at vitja í høllini.
Fjalltíð er, ella við at vera
liðug, og nógvir mans hava
gingið við stavi í haganum
um dagarnar. Nógvir teirra
eru heil meistaraverk, og
ætlanin er sýna fram nakrar
slíkar fjallstavar á Giljanesi
sunnudagin. Onkur er eis-
ini, sum er rættiliga gamal,
siga tey, sum skipa fyri.
Tað ber eisini til at sleppa
at royna styrki á Giljanesi
sunnudagin. Klokkan 17
veður kapping í sumoglím-
ing, og tað skal, eftir sum
sagt verður frá, vera rætti-
liga undirhaldandi. Søgan
sigur tó einki um, hvørt tað
eru
rættiligir
japanskir
sumoglímarar, sum komnir
eru hendanveg at bjóða
vágafólki og føroyingum
annars av.
Klokkan hálvgum átta fer
tað kenda M'as Bluesband
á pallin at undirhalda.
Emma er ættað vestaneftir,
og hon er altið sera vælupp-
løgd, tá hon syngur í Vág-
um, so tað man eisini fara
at verða hesaferð, siga tey í
Sandavágs Ítróttarfelag.
Lutaseðlasøla verður alla
tíðina, meðan tiltakið varar,
og høvuðsvinningurin er
ein vikuskiftisferð fyri tvey
til Danmarkar við Maersk
Air. Drigið verður, tá til-
takið endar.
Stórt tiltak á Giljanesi sunnudagin
Árliga Giljanestiltakið hjá
Sandavágs Ítróttarfelag
verður hildið sunnudagin í
ítrótarhøllini á Giljanesi
Børn í Klaksvík vitja Trøllapætur og ommuna
Fríggjadagin í farnu
viku vóru børn úr
barnagarðinum
Mylnuhúsið í Klaks-
vík á vitjan hjá Trølla-
pæturi og ommuni.
Eitt upplivilsi, sum
tey seint fara at
gloyma, kann sigast
VITJAN
Joan Brockie/Sem Johnsson
starvsnæmingar
Børnini á barnagarðinum,
Mylnuhúsið hava leingi
tosað um at fara til smátt-
una hjá Trøllapæturi og
ommuni. Eftir fleiri mis-
eydnaðar
roundir,
har
hvørgin var inni, eydnaðist
tað teimun loksins seinasta
fríggjadag. Kl. 10:30 var
farið frá barnagarðinum.
Lagið var gott, og børnini
vóru sera spent at vita, um
Trøllapætur og omman
mundu vera inni hesuferð.
Tey komu til smáttuna sum
lá millum tveir stórar
steinar nokk so langt uppi í
haganum. Tá ið tey komu
nærri, sóu tey Trøllapætur
og ommuna koma undan
steinunum. Børnini runnu
ímóti teimum, men nøkur
vóru heldur bilsin. Ein
genta vildi so fegin sleppa
at
syngja
"Trøllapætur
sangin". Og Trøllapætur var
ikki seinur at tríva í, og so
sungu tey øll tann væl-
kenda og vældámda sangin
um Trøllapætur
Óføra stuttligt
Tey sungu, prátaðu og stutt-
leikaðu sær óføra væl. Men
alt fær ein enda.Og eisini
henda vitjan hjá Trøllapæt-
ur og ommuni, so Trølla-
pætur greiddi teimum frá,
at hann og omman máttu
fara at keypa inn. Og tað
var gjørt við stíli í. Onki við
at brúka bil ella motor-
súkklu, sum omman jú so
val dámar. Nei ein tyrla
kom ímóti teimum, sum
skuldi flúgva tey til Havnar.
Øll børnini veittraðu til tey,
tá tey fóru.
6 starvsfólk og 15 børn
fóru á vitjan hjá Trøllapæt-
ur og ommuni. Tey vóru øll
um 3-6 ára aldur. Hetta var
nakað,
sum
tey
seint
munnu fara at gloyma.
Børnini í Mylnuhúsinum í
Klaksvík vóru ein dagin
herfyri og vitjaðu
Trøllapætur og ommuna
C
M
Y
K
21
20