leygardagur 25. oktober 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 203 - 25. oktober 2003
Nr. 203 - 25. oktober 2003
23
hjálpa móti at kalla øllum,
tær kundi hugsast at bila,
smakkaði tað bart út sagt
illa.
Heimferðin
Trupulleikar vóru á veg-
num til Pólands, og teir
vóru ikki av, hóast nøsin
varð vend heimeftur aftur.
Vit vitjaðu ymsik støð
har suðuri móti kekkiska
markinum. Beint við mark-
ið vóru vit og sóu aðrar
undurgerandi keldur. Hað-
ani vóru bara einir 130
kilometrar til Prag, so hað-
ani gera fólk javnan útferð-
ir til kekkiska høvuðsstað-
in, greiddi ferðaleiðari okk-
ara frá. Men vit skuldu
øvugtan veg. Norður eftir
til Wroclaw.
Á vegnum býr ein heldur
sjáldsamur
bóndi,
sum
eigur størsta privata forn-
minnissavnið í Pólandi,
letur hann sjálvur at. Og
hann hevur eftir øllum at
døma tað, vit vanliga nevna
»samlaramani«.
Tað tykist, sum maðurin
hevur sett sær fyri, at nú
skal hann savna eitthvørt,
og so fær hann ikki aftur-
hald. Tað er ikki við mýk-
indum, har er drigið saman.
Okkara egni navnframi
Sámal Mathias kann gott
geva upp. Hansara reka-
rúgvur vóru jú heldur ikki
skipaðar sum hjá hesum
polakkinum, sum hevði
fullar veggir av strúkijørn-
um. Aðrar við hermanna-
búnum. Eini tvey hús við
gomlum motorsúkklum og
hestavognum. Harmonikur.
Grýtur og pannur. Radiotól
og plátuspælarar. Brúðar-
kjólar úr ymsum ættum og
tiðarskeiðum Og so sanni-
liga eisini ein lítlan, pri-
vatan djóragarð uttanfyri.
Men her var ikki at
steðga. Vit skuldu náa flog-
farinum í Wroclaw, og
polsku vertir okkara vildu
sleppa at vísa okkum eitt
vøruhús í útjaðaranum av
býnum, áðrenn farið varð á
fogvøllin.
Skilji, at teir vóru eitt
sindur ernir av hesum
húsinum, sum bókstaviliga
hevði alt at selja. Uttan ta
tiltiknu livandi grindina.
Og prísirnir vóru framvegis
í botni.
Men á flogvøllinum var
einki flogfar, ið skuldi flyta
okkum til Danmarkar. Tað
var seinkað úr Kastrup.
Og aftur stóð eg so í
Kastrup nakrar tímar seinni
og rakk ikki flogfarinum
hjá Atlantsflogi, sum skuldi
flyta meg víðari til Føroya
hendan seinnapartin.
Cimber Air, ið saman við
Rejsehuset & Kurselskabet
í Charlottenlund stóð fyri
ferðini, syrgdi so fyri, at eg
fekk innivist í København
um náttina, og dagin eftir
varð so farið til Føroya við
vanliga rutuflogfarinum.
Men heldur ikki uttan
trupulleikar. Vit vóru ein
túr í Bergen, eftir at hava
verið yvir vøllinum í Vág-
um.
Men tá so at enda varð
lent í Vágum, var alt við-
førið kortini aftur í aftur
komið.
Í Pólandi ber enn til
at fáa rímiliga nógv
fyri pengarnar.
Hvussu verður, tá
landið er vorðið lim-
ur í ES, siga vanligu
pólendingarnir seg
ikki at vita, men teir
vænta ikki tann stóra
munin. Tað, vit vestan
eftir halda vera bíligt
við okkara inntøku,
er eftir teirra tykki
ikki so øgiliga bíligt
kortini. Alt er lagt
hvørt eftir øðrum
FERÐAFRÁSØGN
Orð og myndir
Edvard Joensen
3. partur
Polanica Zdrój: Er talan
um at fara út at ferðast, er
Póland avgjørt eitt áhuga-
vert boð. Í hvussu er so
leingi landið ikki er partur
av ES. Har er rættiliga bí-
ligt eftir okkara viðurskift-
um. Alt, tú hevur brúk fyri,
er at fáa, og gistingarviður-
skiftini fáast, eftir sum
goldið verður fyri. Hotell-
ini standa ikki aftan fyri
tey, tú finnur í øðrum lond-
um.
Vakni við fuglaláti og fari
av songini. Lati vindeygað
upp og hyggi út í parkina
uttanfyri. Tað hevur regnað
í nátt, haldi eg meg síggja
nakað burturi, men her
uttan fyri vindeygað er
mestsum turt, tí trækrúnur-
nar hava tikið tað, sum var.
Her er friðaligt. Nøkur
fólk ganga og spáka í park-
ini. Hetta minnir mest um
hesar romantisku ensku
sjónvarpsrøðirnar.
Hotelrúmið er nýístand-
sett. Her er alt, sum eitt
slíkt krevur. Sjónvarp og
køliskap. Sjónvarpið hevur
týskar og polskar ræsur.
Týkst gekk ann, men av
polskum bar ikki til at
skilja eitt einasta orð. Uttan
»katastrofa«. Men í hvørj-
um sambandi hon varð
nevnd, veit eg enn ikki.
Til rúmið er frálíkt baði-
rúm og skápspláss, sum
skilliga er gjørt út til, at her
skulu fólk helst búleikast
einar tvær-tríggjar vikur,
meðan tey eru á »kuruppi-
haldi« og fáa ymsu við-
gerðirnar. Men songin er í
so bleyt, haldi eg meg
kenna á rygginum, tá eg
vakni. Men soleiðis vil iva-
leyst onkur hava tað.
So nú verður helst ikki so
galið at royna fysiotera-
peutin, sum skal knúlva
mjóryggin eina løtu fyrra-
partin. Havi fingið ein seðil
í hondina, har á stendur,
hvar eg skal møta. Men tað
er ikki bara sum at siga tað
at týða polskt mál. Tað dugi
eg ikki. Men í fleiri um-
førum eydnaðist kortini at
finna onkran, sum dugdi at
siga mær, hvar eg skuldi.
Jú, eg náddi fram til tíðina.
Maturin
Maturin her á hotellinum er
ein søga fyri seg. Men so
skal viðmerkjast, at vit eru
gestir hjá leiðsluni, so iva-
leyst fáa vit serviðgerð við
øllum tí allarbesta, ið yvir-
høvur er at bjóða.
Vit ganga gjøgnum stóru
matarhøllina, har fólk sita
við reyð-, gul- og grøn-
dekkað borð. Lagt verður
merki til, at longri inn vit
koma í rúminum, tess
meira er á borðiskinum. Vit
fara heilt inn á botn og í
annað rúm, har bara vit og
hotelleiðslan sita til há-
borðs.
Spyrji hvat hetta við
litunum merkir. Jú tað er
so, sigur hotelstjórin, at
uppihaldini eru tríbýtt.
Sjúkrakassarnir gjalda eitt
slag. Tryggingar tað næsta.
Og gesturin sjálvur tað
triðja. Og í øvugta rað-
fylgju av tí, nevnt er, kostar
tað mest, so tey, sum gjalda
mest - tað eru tey, sum
gjalda sjálv - fáa eisini ser-
viðgerð við millum annað
matinum.
Men vit, sum gestir eru
uttan at gjalda, vit fáa mat,
sum vil nakað. Tungan,
traditionellan
polskan
bóndamat, sum avgjørt ikki
er ætlaður fólki at klænka
av. Her er eingin vektansari.
Ikki tykjast kaloriutabellir
uppfunnar her. Men her
verður sett tað, húsið for-
már - og viðhvørt høvdu vit
hug at halda, at tað kanska
var yvir evni - fyri hesar
fremmandu gestirnar. Heil
listaverk, sum rættiliga
nógv var gjørt burturúr. Og
so smakkaði tað eisini
óføra væl.
Øðrvísið var tað so-
nevnda kurvatnið, sum
fekst allastaðni og aftur við
øllum. Stóð eisini á kamar-
inum. Hóast tað varð sagt at
Nógv fyri pengarnar
Gistingarumstøðurnar eru frálíkar á
polsku kurhotellunum. Og prísirnir
eru til at skilja
Hevur tú hug at síggja eitt søguligt strúkijarn, er tað at finna á einum bóndagarði
einastaðni sunnanvert Wroclaw í Pólandi
Landslagi suðuri í Sudeterfjøllunum er bæði vakurt og hugtakandi
C
M
Y
K
23
22