leygardagur 25. oktober 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 203 - 25. oktober 2003
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2331,
Sp/f Pure Water, 700
Klaksvík.
Viðtøkur broyttar:
22.10.2003.
Kapitalur:
Hækking við kr.
10.000.000,00 til kr.
16.844.000,00
Inngjaldingarháttur: Kr.
10.000.000,00 við
skuldarumskifti til kurs 160.
Skráseting Føroya tann 23.
oktober 2003
Kristin Balle
_______________________
www.sosialurin.fo
Nr. 203 • leygardagur • 25. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Arnhold Vegghamar og ekstrem, psykisk
landsløg, málað við blottaðum nervum
Øssur Johannesen hevur samrøðu við Arnhold Vegghamar
Lesið síðu 4–7
RAKSTUR
Edvard Joensen
Farið er um allan hagan og tað,
sum í haganum gekk, er savnað
saman í eina gongu, sum nú
verður rikin fram við bakkanum
við kós móti rættini. Tey flestu
sleppa út aftur eftir viðgerð við
ymsum heiligvági, men summi
vera tey, sum verða tikin frá og
førd víðari til aðra viðgerð, ið
tey tíbetur enn ikki vita nakað
um.
Heystardagurin er veiðitíð, og
tað er nú, at lagt verður niður
fyri til veturin. Tað liggur í okk-
um at hava sum mest liggjandi á
goymslu, nú veturin nærkast.
Her fara tey so undan okkum
norður við bakkanum. Tey, sum
undan eru sloppin á skurðfjallin-
um. Nú er aftur boð eftir teim-
um, nú klippingin er fyri.
Vit taka saman um í erva og
stoyta so oman heimeftir. Fara
um áirnar, sum eru minkaðar
munandi i góðveðrinum, sum
verið hevur. Í dag er dýrdar-
veður. Mestsum summar, hóast
farið er um veturnætur. Men
ganga hvítklæddir og onkur
stunar undir hitanum. Er fyri-
varin og er farin í føroysk undir-
klæði. Heystardagur er, og langt
frá bygdum eru vit staddir. Men í
dag var tað betur ógjørt, sannar
hann.
Vit koma oman á Barmarnar,
og nú fer at treingjast samanum.
Tað rekur norður við landinum
her beint undir okkum, og sjógv-
urin fossar avstað. Æður og teist-
ar fara við ferð framvið, og har
koma tvær nísur blásandi. Eisini
tær hava skund og tykjast ikki
ansa troðkanini uppi á bakkan-
um.
Gongan er savnað, og ymsar
ær fara so smátt at hyggja sær
eftir møguleikanum fyri at
sleppa burtur úr hesum. Ivaleyst
er onkur fremmand komin fyri
fram við markinum og kennir
seg als ikki aftur her. Vil sleppa
burtur hiðani og ikki verða
kúgað soleiðis at fylgja við teim-
um, sum viljaleyst lata seg reka
av hesum tvíbeintu, ið ganga her
og halda seg eiga allan hagan,
hóast tey hoyra til heilt aðra-
staðni.
Men lombini, sum eftir eru,
hanga afturúr. Royna at vera so
nær mammuni, sum til ber. Og tá
tað onkuntíð endar við, at tey
misfarast, verður ein ævig jarm-
an frá báðum pørtum.
Soleiðis fara vit norðureftir.
Gjøgnum Selgjáarlíð fram við
bakkanum. Eitt sindur av troðkan
er um sjálva gjónna, og onkrum
eydnast at smoyggja sær úr
gonguni fyri bert at verða kúgað
inn aftur í flokkin.
Lítil er vinningurin í einum
stuttum uppreistri móti teimum,
sum valdið hava. Her eru tað vit,
sum ráða og siga, hvussu vera
skal. So er bara at fylgja við.
Líka í rættina, har ein troðkan
uttan líka verður, beint sum
farast skal inn um rættargarðin.
Og so standa tey har og tiva í
hitanum hendan fagra heystar-
dagin. Ivaleyst ein slíkur, Mikkj-
al á Ryggi yrkti um, tá hann
syngur: Heystardagurin heiðurs-
klári, fagrari eingin er um várið.
Vit loypa øði í ein fluguflokk,
nú vit koma turnandi í rættina
við allari gonguni. Sum lunda-
ringur eru tær, og menn hava hug
at taka til onkran bøllutan. Teir
hugsa um krov og maðk og eru
ikki glaðir fyri slíkar gestir hesa
árstíðina.
Og at tær eru staddar nógvar
fjórðingar burtur frá hjallinum,
ger ongan mun. Ein fluga er ein
fluga, og hon er altíð ein hóttan
móti tí, sum krov hevur í hjallin-
um.
Bakkarakstur
Tikið er samanum. Stoytt er, og gongan savnað. Farið verður fram við bakkanum,
og um eina løtu er alt í rættini. Spakuliga fer gongan, sum hon verður rikin. Bara
onkur hendingur er, ið ikki hevur hug at fylga við, sum fyriskipað er
C
M
Y
K
25
24