leygardagur 25. oktober 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Meðan eg stóð og bíðaði eftir
grønum ljósi, á veg at avheinta
sjeikin, sum arbeiðir seint -
kom eitt eldri par um hornið.
Veit hvørji tey eru, eru ið
hvussu er so gomul, at tey hava
verið pensionerað í fleiri ár. Og
- tey leiddust! Hond í hond fóru
tey prátandi oman eftir gongu-
breytini. Og eg smíltist upp um
bæði oyru - tí so ber tað veru-
liga til. At vera góð alt lívið. So
er tað ikki bara í dansktopp-
sangum, tað hendir.
Eg hevði hug at renna aftan á
teimum, at spyrja tey, hvussu
tey hava klárað tað. Tí eg trúgvi
ikki, tað var uppátikið. Tá man
er yvir 70, er ikki longur so
týdningarmikið hvat tey, man
hittir á gongubreytini, halda.
Tað var ektað, haldi eg.
Sameind.
Eitt sindur synd - at tað er
nakað, man hvøkkur av. Hví
leiðast ikki øll pør? (Ja, ella
ganga arm í arm, ella haldandi
um hvørt annað, hvat nú passar,
alt eftir hædd og breidd...)
Komi at hugsa um pørini, eg
eygleiddi á ólavsøku. Mammur
og pápar við børnum. Leiðandi
børnini ímillum sín - eins og
smáar sikringar. At tryggja, at
foreldrini høvdu onkran annan
enn hvørt annað at tosa við og
leiðast við.
Høvdu tey 15 ára gomlu í
Kommunuskúlagarðinum hugt
eftir hesum fólkunum, so hevði
ólavsøkudampurin nokk farið
eitt sindur av teimum. Um
Christina Aguilera-genturnar
sóu frustreraðu pørini niðri á
Vaglinum, so hevði tað nokk
ikki verið so umráðandi at
finna ein sjeik.
Eg skilji tað ikki heilt. Hví
er ynskið at vera tætt at hvørj-
um øðrum nakað, ið fer við
tíðini? At hava onkran at nema
við er ein tørvur, havi eg latið
mær fortalt. At royndir eru
gjørdar við djóraungum, rætti-
liga harðhjartaðar royndir, sum
gingu út uppá at nokta teimum
at vera nær øðrum kroppum.
Og - teir doyðu, summir ungar.
Sjálvt um teir fingu mat, hita,
ljós, svøvn. Doyðu av vantandi
neming.
Aftur til ólavsøkupørini. Hesi
fólkini HAVA leiðst fyrr. Tey
hava einaferð viljað sitið lið um
lið til veitslur, hava tosað alla
náttina, klemmast meðan tey
vaskaðu upp.
Hvat hendi so? Oyðiløgdu
børnini alt? Ella byrjaði tað
sum eitt skeldarí, sum aldrin
bleiv viskað nóg mikið út til at
unna hvørjum øðrum eina heita
hond?
Okey, um eg ikki skal vera so
melodramatisk, so KUNDI tað
verið, at fólk bara kenna seg
fjákut at ganga og amast so-
leiðis uppi á hvørjum øðrum.
Tí tað ger man bara fyrstu árini.
Ella mánaðirnar. Tað er okkara
mentan, at vera kaldlig. Hini
verða bara illa við, um man
heldur um hvørt annað meðan
man stendur í bíðirøð í handl-
inum. Ha?
(Hvat ger man so, heilt ítøki-
ligt? Avtalar man at nú er ikki
longur brúk fyri at klemmast og
mussast og leiðast so ofta? Ella
uppfyllist man av einari trongd
til at hava 30 sentimetrar av frí-
rúmi allan vegin runt?)
Eg hopi, at tað er soleiðis
fólk halda uppat at nema. Heilt
pínuleyst. Vóni teirra vegna, at
tey kunnu siga við hvørt annað
"áh sum tað er gott at vit eru
hildin uppat at nema so nógv
við hvørt annað!" Tí so er onki
at vera bangin fyri hjá okkum.
So verða vit ikki kedd, tá vit
fara úr "fasuni".
Bara irriterandi at eg ikki enn
havi hoyrt um eitt par, sum fór
frá hvørjum øðrum, tí tey føldu
at tey vóru um at veksa
SAMAN. Kann bara koma í
tankar um fráskild, sum vuksu
FRÁ hvørjum øðrum.
Tey bæði pensioneraðu
hoyrdu ikki at eg segði "yess!"
inni í bilinum. Men nú vita tey
tað. Og um onkur kona nú situr
og ivast í, um tað var hana og
mannin eg sá ella ikki - so er
tað í lagi. Var tað ikki eg, so var
tað kanska onkur annar, sum
fekk eina hitandi kenslu av at
síggja tykkum.
Sosialurin Nr. 203 - 25. oktober 2003
3
2
Sosialurin Nr. 203 - 25. oktober 2003
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
»Nem-liga sæð«
Katrin Petersen skrivar
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Familjan hjá Eiler Poulsen og
Hallbjørg Hansen livdi eitt púra
vanligt lív. Tey búðu á Kambs-
dali. Hon arbeiddi í Havn og
hann í Fuglafirði. Til ein dagin í
februar 2001. Tá gjørdist Eiler
brádliga álvarsliga sjúkur. Hann
varð fluttur á Landssjúkrahúsið í
stundini og lagdur undir skurð, tí
læknarnir hildu, at tað møguliga
var tarmslyng, sum honum
bagdi. Men tað vísti seg so, at
tað var tað ikki. Eiler var tvær
ferðir undir skurð á Landssjúkra-
húsinum, men so varð gjørt av, at
hann skuldi flytast niður á Ríkis-
sjúkrahúsið.
- Eg fekk ein hálvan tíma at
pakka í, um eg skuldi við. Men
tá helt eg framvegis ikki, at tað
var so álvarsligt. Tað gekk ikki
upp fyri mær, fyrr enn vit vóru
komin niður, greiðir Hallbjørg
frá.
Eiler sigur, at hann veit onki
um hasar dagarnar. Tí hann
minnist einki henda dagin í
februar, tá hann gjørdist sjúkur.
Hann varð lagdur í respirator, og
so veit hann onki aftur fyrr enn
hann vaknaði aftur á ríkissjúkra-
húsinum tríggjar vikur seinni.
Multiorgan svikt
Tað gekk ein tíð, áðrenn sjúkan
var staðfest. Men so var greitt, at
Eiler hevði fingið blóðeitran,
sum var beinleiðis atvoldin til
mulitorgansvikt. Tað vil siga, at
øll organini fara út av lagi í senn.
Tað er sera álvarsamt, og møgu-
leikin fyri at yvirliva tílíkt er
minni enn 10 %. Umframt tað
hevði hann eisini fingið blóð-
propp tætt við hjartað.
Eftir eina langa sjúkralegu, har
hann mátti læra alt umaftur av
nýggjum, var tað greitt, at nýruni
fóru ikki at virka aftur, sum tey
skuldu.
Eiler fekk tó at vita, at tá hann
var komin fyri seg aftur, so
kundi hann nokk fáa nýtt nýra.
Onkum av systkjum hansara
hevði boðið sær at lata honum
nýra. Í apríl mánaði í ár varð
hann so sendur til Ríkissjúkra-
húsið fyri at kanna, um hjartað
var nóg sterkt til eina trans-
plantatión. Hetta bleiv aftur eitt
niðurlag fyri hann, tí boðini
vóru, at hjartað var so veikt, at
man kundi ikki risikera ein
livandi donor.
Tískil má Eiler sláa seg til tols
við at ganga til dialysuviðgerð
restina av lívinum.
Og frá juli 2001 til fyri umleið
einum mánaði síðani hevur hann
so gingið til dialysu á Lands-
sjúkrahúsinum annan hvønn dag.
Hallbjørg greiðir frá, at tað
gekk væl í fyrstuni. Men so fyri
einum ári síðani byrjaði tað aftur
at ganga niður eftir bakka hjá
honum. Og skjótt eisini.
- Eiler hevur verið so ússa-
ligur. Hann hevur ikki orkað at
verið uppi ella nakað, sigur hon
og spyr samstundis, hvat tað er
fyri eitt lív.
- Tað kann ikki vera meiningin
at samfelagið skal hjálpa einum
borgara til at yvirliva og so ikki
bjóða honum ta bestu viðgerð-
ina, sum finst, heldur Hallbjørg.
Tey vóru øll bangin um hann
og bangin fyri, at hann fór at
doyggja. Hallbjørg royndi eitt og
annað, men tað gjørdi tað sama.
Eiler var framhaldandi ússaligur.
Meira dialysu
Í juni í ár lósu Hallbjørg og Eiler
í blaðnum, sum nýrafelagið
gevur út, at royndir eru gjørdar í
Kanada og aðrastaðni við at geva
dialysusjúklingum fleiri viðgerð-
ir við sera góðum úrslitum. Á
summum støðum í Danmark eru
tey eisini farin at bjóða hesi
tilboð.
Hallbjørg setti seg so í sam-
band við dialysusjúkrasystrarnar
á Landssjúkrahúsinum um hetta.
Tær løgdu spurningin fyri yvir-
læknan, men hann segði, at hetta
mátti bíða til nýralæknin kom
aftur til Føroya.
Í september í ár skipaði Nýra-
felagið, har Hallbjørg situr í
nevndini, fyri einum tiltaki í
sambandi við, at tað er ár teirra
brekaðu. Formaðurin, næstfor-
maðurin og ein konsulentur
komu frá danska Nýrafelagnum
at halda fyrilestrar. Og tað var til
hetta tiltakið, at Hallbjørg og
Eiler gjørdust sannførd um, at
nakað kundi gerast við støðuna
hjá dialysusjúklingum í Føroy-
um.
- Tann eini konsulenturin
greiddi frá, at hann var sjálvur
sjúkur, men hann fekk dialysu
hvønn dag. Og hann segði, at tað
hevði gjørt stóran mun fyri hans-
ara lívskvalitet, greiðir Hallbjørg
frá.
Hetta fekk tey at hugsa um, at
Eiler átti at fingið fleiri við-
gerðir. Men tað skal ein læknalig
meting til í hvørjum einstøkum
føri. Og aftur har ger ein trupul-
leiki seg galdandi. Tað er ongin
nýralækni í Føroyum. Ein kemur
vanliga úr Danmark tríggjar
ferðir um árið, men tað verður
hildið at vera alt ov lítið. Men
tað skuldi so ein lækni til, um
Eiler skuldi fáa fleiri viðgerðir.
Nýggjur lækni
Hallbjørg royndi í fleiri mánaðir
at tosa við læknar í Føroyum um
støðuna hjá Eileri, har hon fekk
at vita, at orsøkin til støðuna hjá
Eileri var, at nýruni ikki virkaðu.
Ongin kom tó vð nøkrum tilboði
um at gera nakað við hetta. Til
endan royndi hon so sjálv at seta
seg í samband við danska konsu-
lentin, sum plagdi at koma til
Føroyar. Hetta var í mars mánaði
í ár. Tí vísti tað seg at vera so
óheppið, at læknin var deyður.
Og sostatt mátti annar lækni
setast í hansara stað. Alt hetta
gjørdi, at ongin lækni var í
Føroyum í yvir eitt hálvt ár. Men
Hallbjørg setti seg so í samband
við tann nýggja læknan, og so
gekk alt skjótt.
Tað vísti seg nevniliga so, at
Landssjúkrahúsið hevði tikið
blóðroyndir av Eileri og sent tær
niður til henda læknan. Blóð-
royndirnar staðfestu, at Eiler
fekk ikki meira enn ein triðing
av teimum proteinunum, sum
hann hevði brúk fyri. Og tískil
var hann undirerneraður. Orsøkin
til, at hann var komin í hesa
støðuna, er, at nýrasjúklingar,
sum ikki verða nóg væl reinsaðir
ikki hava nakran matarlyst, hava
kvalma, høvuðpínu og so fram-
vegis. At enda eru teir so niður-
undir komnir av "undirer-
næring", at teir doyggja av
hesum.
Tað gekk bara ein stutt tíð frá
tí, at Hallbjørg hevði tosað við
danska læknan, til Eiler fór í
dialysuviðgerð hvønn dag.
- Vit eru so fegin um tað øll
somul. Vit, sum eru rundan um
hann, síggja broytingina, og hann
merkir hana sjálvur, sigur Hall-
bjørg, sum var farin at missa
mótið.
Hon sigur, at hon ferð eftir
ferð hugsaði við sær sjálvari, at
har var bara onki at gera. Tað var
ræðuligt fyri tey øll bara at
ganga rundan um Eiler og onki
fáa gjørt. Og hartil versnaði og
versnaði hann.
- Tað tyktist rættuliga mein-
ingsleyst bara at halda honum á
lívi, tí hann hvørki megnaði ella
orkaði nakað sum helst sjálvur.
Er tað kanska eitt virðiligt lív
fyri ein mann í bestu árum, spyr
hon. Og leggur afturat, at tey sóu
øll, hvønn veg tað bar hjá
honum. So í dag eru tey øll so
hjartansfegin, tí Eiler nú er uppi
størsta partin av degnum.
- Nú orki eg at vera uppi, at
lesa, eg havi fingið matarlystin
aftur, so nú kann eg hyggja
frameftir aftur, sigur Eiler
Poulsen, sum júst er komin aftur
frá eini dialysuviðgerð.
Betri umstøður
Bæði Eiler og Hallbjørg hava eitt
stórt ynski um, at Heilsuverkið
ella onkur annar myndugleiki fer
í holt við at betra um umstøður-
nar hjá nýrasjúklingum í Føroy-
um.
- Hugsa tær, vit vistu ikki, at
Eiler kundi fáa fleiri viðgerðir,
og hvussu nógv tað kundi betra
um hansara lívsgóðsku, sigur
Hallbjørg.
Hon heldur, at tað ikki kann
vera meiningin, at tey avvarðandi
ella onnur skulu renna runt og
leita eftir møguleikum og upp-
lýsingum.
- Og hvat við teimum, sum
ongan avvarðandi hava at stríðast
fyri seg, spyrja tey.
Sum er, er nýralækni í Føroy-
um tríggjar ferðir um árið, og tað
heldur Hallbjørg fremur ótrygg-
leika. Í løtuni eru seks sjúklingar
í dialysuviðgerð á Landssjúkra-
húsinum, umframt tey sum eru í
posadialysu heima. Viðgerðirnar
eru frá klokkan átta á morgni til
umleið middags. Tað vil siga, at
um viðgerðirnar skulu setast upp
hjá fleiri, at so mugu tær eisini
liggja seinnapartar. Men Eiler
sigur, at tá ein fær oftari viðgerð,
so tekur tað styttri tíð hvørja
ferð. Tað skal sjálvandi ein
læknalig meting til, um einum
tørvar meira enn tað. Øll væta,
sum ein dialysusjúklingur fær
niðurum, skal tappast úr aftur í
dialysumaskinuni.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað
tekur stytri tíð at tappa, tá tað er
styttri millum viðgerðirnar, sigur
hann.
Hallbjørg er sannførd um, at
tað er onkur annar føroyskur
nýrasjúklingur, sum hevur tørv á
fleiri dialysuviðgerðum.
- Kapasiteturin er á sjúkra-
húsinum, so eg haldi so avgjørt,
at tilboðið átti at verðið til
sjúklingar, sum møguliga hava
tørv á fleiri viðgerðum, sigur
Hallbjørg.
Tey halda bæði so avgjørt, at
nýralæknin átti at verið oftari í
Føroyum, tí tað elvir til ótrygg-
leika millum sjúklingar og
avvarðandi, at ongin nýralækni
er í landinum.
- Umstøðurnar eru ikki nóg
góðar, og nýrafelagið hevur sett
sær nøkur mál upp, sum vit
arbeiða við. Men felagið er ikki
nakað stórt felag, so tað kann
vera trupult at gera okkum
sjónlig, sigur Hallbjørg, sum tó
ikki heldur, at tað er nøkur orsøk
til at umstøðurnar ikki skulu
kunna betrast.
- Um vit bara kunnu fáa nøkur
viðurskifti betrað, so eru vit
komin langa leið, sigur Hallbjørg
at enda.
Nú síggi eg frameftir
Fyri nærum
trimum árum
síðani, gjørdist
Eiler Poulsen av
Kambsdali
álvarsliga sjúkur.
Eftir langa
sjúkralegu var
greitt, at nýruni
hjá honum ikki
virkaðu longur, og
hann mátti í
dialysuviðgerð.
Hóast tað so bleiv
lívsvirðið hjá
honum ikki betri,
tí hann fekk ikki
nóg mikið av
viðgerð, men nú
fær hann dialysu
hvønn dag, og nú
gongur betur
Eiler Poulsen hevur verið sera, sera
sjúkur seinastu trý árini, tí nýru
hansara virka ikki longur, sum tey
skulu, orsaka av einum
multiorgansvikti
Mynd: Jens K. Vang
Eiler fekk dialysuviðgerð tríggjar ferðir um vikuna, men tað var bara nóg mikið til at halda lív í honum. Í dag fær
hann seks viðgerðir um vikuna, og hann sigur sjálvur, at tað er stórur munur á, hvussu væl hann er fyri
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
27
26