leygardagur 25. oktober 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 203 - 25. oktober 2003
5
4
Sosialurin Nr. 203 - 25. oktober 2003
LIST
Øssur Johannesen
Eg gloymi ongantíð, tá eg sá ein
málning av Arnholdi Vegghamar
í Gallerí Skt. Gertrud í Keyp-
mannahavn einaferð mitt í
90'unum.
Málningurin avmyndaði eitt
grønt fjall, sera einfaldur,
intensur og kraftmikil, ja, hann
hevði eina sterka, upprunaliga
frummegi og ein gandamátt í
sær, sum man sjáldan upplivir.
Tann grøni liturin var ræðandi,
intensur, hann hevði koyrt hann
upp í styrki, so hann var sjálv-
lýsandi, ja, íbygdur.
Myndin var full av ovurvið-
kvæmi, líðing, mystikki og gal-
skapi.
Arnhold Vegghamar er ein
tann mest ekstremi listamaðurin,
vit hava havt í Føroyum. Eingin
málar sum hann. Hann minnir
rættiliga nógv um Van Gogh,
báðir mála við blottaðum nerv-
um og við øgiligum psykiskum
intensiteti. Men meðan Van
Gogh forgjørdi sær á ungum
aldri, so hevur Arnhold Vegg-
hamar megnað at yvirliva.
Arnhold Vegghamar hevur
verið psykiskt sjúkur ein stóran
part av lívi sínum, paranoia og
forfylgilsisvanvid. Mamma hans-
ara, ið eisini var psykiskt sjúk,
forgjørdi sær, leyp av bakkanum
á Viðareiði og hetta hevur sjálv-
andi tikið øgiliga hart uppá
Arnhold, og hansara líðingar
merkjast týðuliga aftur, tá man
sær hansara myndir. Hann er
meira svakur enn aðrir føroyskir
landslagsmálarar. Hetta merkir,
at hansara myndir hava eina
sterkari nerv og somuleiðis eina
kraftiga, andaliga dimensión.
Tær eru psykedeliskar ella til-
vitanarvíðkandi. Ongin føroyskur
listamaður hevur so stóra ávirkan
á mína psyko sum Arnhold
Vegghamar.
Tað er so avgjørt ein fyrimun-
ur at vera sinnissjúkur og svakur,
tá ið man málar, tí myndirnar
blíva meira psykiskar. Hetta er
eitt sereyðkenni fyri stóru listina
hjá Arnholdi Vegghamar. At vera
svakur nýtist ikki at vera nakað
negativt, tað merkir bara, at man
hevur meira ekstremar kenslur
enn fjøldin.
Arnhold Vegghamar býr einsa-
mallur á Viðareiði og høgu og
brøttu fjøllini har við øllum grót-
inum, tann stórfingna náttúran
eru m.a. hansara motivevni.
Hann er eisini ein meistari at
mála brim og sjógv og eg kenni
ongan, sum kann mála grønt sum
Arnhold Vegghamar, ikki ein-
gang S. J. Mikines.
Arnhold er ein stórur kolorist-
ur, litirnir hava íbygdan ganda-
mátt í sær, so teir leypa á og
víðka um sansaverðina hjá
áskoðaranum og festa seg við
stórari kraft. Hann er uttan fyri
elituna í føroyskari list og undir-
mettur er hann, men tað tykist
ikki at nerva hann stórvegis.
Hann verður næstan aldrin
bjóðaður við, tá føroysk list
verður sýnd fram uttanlands, og
tað líkist erlig talt svartasta
ongum.
Listaskálin eigur bert tríggjar
av hansara málningum og eg vil
hervið nýta høvið til at biða
leiðaran í Listasavni Føroya at
fara norður á Hotel Norð á
Viðareiði at ogna sær eina røð av
málningum eftir Arnhold.
Hann hevur eisini fingið eitt
syndaliga lítið pláss í bókini hjá
Bárði Jákupsson um føroyska
list, tvær smáar myndir á eini
hálvari síðu. Tað er ikki til at
skilja. Tróndur Patursson,
Zacharias Heinesen, Amariel
Norðoy, ja, sjálvt Kári Svensson
hava fingið meiri pláss í bókini
hjá Bárði enn Arnhold, og heilt
erliga, eingin av teimum kemur
upp á knøini á Arnholdi.
Málningar hansara eru broyttir
nakað tey seinnu árini. Teir eru
blivnir meira mildir og
niðurdempaðir og hava tíverri
mist nakað av síni upprunaligu
gandamegi, ikki tí, hann ger
framvegis góðar myndir.
Tummas Jákup Thomsen og eg
vóru og vitjaðu hann. Tað var
fantastiskt at møta honum, eg
gav honum eina fløsku av snapsi
og hann bleiv glaður. Tá eg fór
norður aftur at gera samrøðuna
við hann, var hann blíður og
hevði fingið sær kettlingar.
Nær byrjaði tú at mála, hvat var
tað, sum vakti áhugan og hví fórt
tú undir at skapa list?
– Eg byrjaði við akvarel og
farvuladu, eg var 20 ára gamal.
Eg sá myndir í vindeyganum hjá
einum møblaseljara í Klaksvík.
Tað vóru landslagsmyndir og tað
inspireraði. Í 1958 hevði eg tvær
myndir við á ólavsøku og slapp
av við tær.
Eg málaði naturalistiskt,
litirnir vóru sum teir hjá Steffani
Danielsen, okker, blátt og hvítt,
men eg visti onki um hann tá. Eg
gekk bara á Viðareiði og málaði.
Seinni møtti eg honum. Eg sá
myndir av honum hjá Andori
Eirikstoft, tær vóru spesiellar,
sterkar og ítøkiligar. Tær vóru
meira enn tað man vanliga sær.
Hann dugdi væl at mála hús,
hann málaði á bróstinum og
klipti myndirnar úr løriftsrulluni
tá ið hann málaði. Og so møtti
eg honum í Listaskálanum, hann
hevði álvarsom og bangin eygu,
hann prátaði lítið. Bangin eygu
havi eg helst sjálvur havt, leggur
Arnhold afturat.
– Mær dámdi eisini væl mynd-
irnar hjá Jógvani Waagstein. Tað
vóru so fáar framsýningar tá. Eg
visti púrasta onki um list tá,
hevði ikki verið á museum. So
var eg á listaskeiði í 59 hjá
Ingálvi av Reyni, Jack Kamp-
mann og Janusi Kamban, tá fekk
eg meira at vita um list. Vit
málaðu uppstillingar, fruktir og
fløskur og so var eisini
damumodell.
Fortel mær um barnaárini,
hvussi hevði tú tað sum barn og í
skúlanum, og hvussu hetta hevur
ávirkað teg sum listamann og
menniskja.
– Eg hevði tað hampuliga gott,
hevði góðan hug at tekna í
skúlanum, vit lærdu føroyskt og
danskt, rokning, geografi og
søgu, vit lærdu onki annað.
Fortel mær um, hvussu tú
arbeiðir, hvørjum verður tú
inspireraður av og hvat fær teg í
gongd við at mála.
– Eg verði ikki inspireraður av
nøkrum, eg royni bert sjálvur.
Tað verður tosað um at fara til
Fraklands at hyggja seg um. Eg
havi ongastaðni verið, heilsan
hevur ikki verið góð. Eg havi sett
mær fyri at mála, at royna nakað
nýtt, ofta er leti uppií. Men tey
veldigu fjøllini her norðuri
inspirera meg. Eg plagdi at
ganga niðan á Køtlum oman fyri
Árnafjør, har ið vártingið hjá
norðoyingum varð sett. Har eru
nógvir steinir, sum stóðu upp
eftir enda. Mær dámdi so øgiliga
væl har uppi.
Tað er ikki altíð man veit at
byrja við, hvussu ein mynd skal
verða. So roynir man seg fram
við litum. Viðhvørt veit eg hvat
eg skal mála, men ikki altíð.
Man roynir at finna út av tingun-
um og viðhvørt kemur man fram
á nakað tilfeldugt, men viðhvørt
rakar man onkran lit. Summir
brúka bara reinar litir, tað geri eg
ikki, men eg brúki millumlitir, eg
brúki sjáldan svart. Renoiar
brúkti myrkagrønt so tað næstan
var svart. Hann var ein veldigur
málari í litum. Hann var kringur
at mála kvinnur og børn, hann
havi eg sæð upp til sum málari,
og Cezanne, fastur í forminum,
tað sat væl hjá honum. Tað er so
nógv at taka til av málarum, allar
hesar bøkurnar, teir koma úr so
stórum londum. Tað er so stór
fólkamongd og summir blíva til
geni. Kinesisk og japansk list
hevur ikki mín áhuga.
Á múlalandinum norðast á
Borðoynni, har er høgt og
óhugnaligt – havhestabjørg.
Hatta er deyðans landslag, segði
ein vinmaður hjá mær um
Kirkjubøreyn, mær dámdi so væl
har.
Tá eg var til skips í Grønlandi
og Íslandi, landslagið har virkaði
óhugnaligt psykiskt, nakað við
deyðan at gera, tað var so høgt,
kluftir vóru so svartar og djúpar
og alt grótið. Nú dámar mær so
øgiliga væl grót, góð motiv, men
tá virkaði tað so óhugnaligt, so
man kann broytast. Vit hava
ongar skógir, ístaðin hava vit
fjøll og bjørg.
Tummas Arge málaði eisini
grót, men hann hevur inspirerað
meg. Eg havi prátað við hann
stutt á ólavsøkuframsýningini,
tað var bara góðan dag og so ikki
meira. Hann doyði so ungur.
Lomviga- og lundalondini hjá
honum vóru góð.
Hvat er list, hvat skal til fyri at
skapa stóra list, hvat skal stór
list innihalda?
– Ja, hatta er spurningurin,
man skal duga. Tað er langt á
mál. Man skal ikki vera ráðis-
Arnhold Vegghamar og ekstrem, psykisk landsløg,
málað við blottaðum nervum
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
29
28