Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 203 - 25. oktober 2003 Allahalgannasunnudag 2. november klokkan 19:30 framførir danska Rialto Leik- húsið "La Bohème" í Norður- landahúsinum. Henda opera er eftir italska Giacomo Puccini við libretto eftir Illica og Giacosa. Talan er um ferðandi fram- førslu við fýra leikarum og ein- um klaverleikara. Framførslan hevur fingið góð ummæli í Norðurlondum, har hon hevur vitjað. Anders Ahnfelt-Rønne Leikstjóri er Anders Ahnfelt- Rønne, sum eisini spælir á klaver. Anders, sum javnan vitjar í Føroyum, hevur síðani 1992 verið stjóri á Rialto Leikhúsinum á Frederiksberg. Millum nýggjastu leikir, sum Anders Ahnfelt-Rønne hevur stjórnað, kunnu nevnast "Den komiske Tragedie" í 1994, "Rejse i natten", um Mikis Theodorakis, í 1996, "En sommerdag" eftir Slawomir Mrozek í 1997, "Savannah Bay" við Ghitu Nørby í 1999 og "La Bohème" í 2001. Eisini hevur Anders Ahnfelt- Rønne sjálvur skrivað og sett upp "Blodets blomst" í 2001. Í 1998 var hann klaversolistur við Klaverkonsert nr. 23 eftir Mozart á konsert hjá Symfoni- orkestrinum á Sælandi. Bohèmelív í París Tá Giacomo Puccini, sum livdi frá 1858 til 1924, í 1896 skrivaði La Bohème, bygdi hann verkið á endurminningar Henri Muggers, sum var studentur í París. Og har, í París, er tað, at søgan "La Bohème" fer fram, miðskeiðis í 1800-talinum. Framførslan hjá Rialto Leik- húsinum er ein intens pallseting, sum varpar ljós á tey bæði pørini Mimí og Rodolfo og Marcello og Musettu. Sungið verður á italskum og programm fæst í Norðurlandahúsinum. Millum kendastu verk Puccinis telist eisini "Madama Butterfly", sum írska Tjóðaroperain fram- førdi á fyrstu Listastevnuni í 2001. Fýra leikarar Leikararnir í "La Bohème" eru fýra. Norska Turi Olin Grimstad, sum er Mimí, var fyrstu ferð á palli sum 18 ára gomul og hevur síðani lisið og verið freelance sangari. Hon hevur luttikið á konsertum í Bretlandi, Týsk- landi, Fraklandi, Eysturríki, Grikkalandi og Slovenia. Turi hevur vunnið tríggjar fyrstu- virðislønir í evropeiskum sangkappingum. Á Kongliga leikhúsinum hevur hon sungið Gianetta í "Ástardrykkinum" hjá Donizetti og tvey skeið hevur hon har sungið Mimí í "La Bohème". Áður hevur Turi ferðast við Det Kgl. Kapel og Symfoniorkestrinum hjá danska útvarpinum. Danski Sune Rémi Hjerrild, sum er Rodolfo, er útbúgvin á kongliga danska Musikkonserva- toriinum og leyk í 2002 útbúgv- ing á Opera Akademinum. Í 1997 var hann við í donskum mentunartiltøkum í Australia, m.a. í operahúsinum í Sidney og í 1999 var hann við í tiltakinum Danish Wave í New York. Árið eftir var hann fyrstu ferð á palli í Kongliga Leikhúsinum í leik- lutinum sum Gastone í "La Traviata" eftir Verdi. Í 2001 varð hann fyrstu ferð Rodolfo í "La Bohème" í eini framførslu á víðagitnu Clonter Opera í Onglandi og fekk seinni sama árið henda leiklutin í London. Anna Kathrina Börjeson, sum er Musetta, sang í 2001 Donna Elvira í "Don Juan" hjá Mozart á Summaroperuni á Frederiksberg í Danmark. Hon hevur verið solistnæmingur á kongliga danska Musikkonservatoriinum og leyk í 1999 prógv á Opera Akademinum. Anna Kathrina hevur veirð solistur á fleiri konsertum og tónleikatiltøkum. Á Den Fynske Opera hevur hon sungið í "Collage for fire Opera- sangere", Dorabella í "Così fan Tutte" eftir Mozart og Polly í "Biddaraoperuni" eftir John Gray. Á kongliga Leikhúsinum hevur hon sungið Karolka í "Jenufa" eftir Janacek, og Drotning Titana í "Holger Danske", sum er opera eftir F.L.A. Kunzen. Joachim Knop, sum er Marcello, er útbúgvin á Opera Akademinum ár 2000. Hann hevur sungið Wilhelm í verkinum "The Black Rider" eftir Tom Waits, sum varð framført á Betty Nansen Leikhúsinum. Á kongliga Leikhúsinum hevur hann sungið Fiddelihut í "Heksemutter Mortensen" eftir Fuzzy. Sum leikari hevur Joachim Knop medvirkað í filmum sum "Drengene fra Sankt Petri" og "Anja og Victor". Skeiðið 2001- 2002 sang hann Askepop í Glassalinum í Tivoli og skeiðið 2002-2003 var hann Almaviva greivi í "Brúdleypi Figaros" í Nyborg. Harafturat er Camilla Bonde servitrisa á Café Momus. Ljós- meistari er Ralf Stenderup- Larsen. "La Bohème" er í fýra pørtum og framførslan, sum varir í hálvanannan tíma, er uttan steðg. Atgongumerki, sum kosta 150 krónur, fáast í Norðurlanda- húsinum. Skipafelagið Føroyar og Dans og Teater i Norden stuðla Føroyaferðini hjá Rialto Leik- húsinum. Opera »La Bohème« Tey bæði Mimí (Turi Olin Grimstad) og Rudolfo (Sune Hjerrild) í "La Bohème" hjá Puccini, sum Rialto Leikhúsið framførir í Høllini í Norðurlandahúsinum 2. november Hitt parið í "La Bohème" er Musetta (Anna Börjeson) og Marcello (Joachim Knop), sum Rialto Leikhúsið framførir í Høllini í Norðurlandahúsinum 2. november Yrkjarin Rodolfo (Sune Hjerrild) og listamálarin Marcello (Joachim Knop) í "La Bohème", sum Rialto Leikhúsið framførir í Høllini í Norðurlandahúsinum 2. november Sosialurin Nr. 203 - 25. oktober 2003 9 Vit binda sloyfu er ein fitt og stuttlig bók við alskyns bondum, lissum og sloyfum. Bókin kann vera ein hjálp hjá børnum, tá ið tey læra seg at binda lissur. Hon er vælegnað til tey 2-4 ára gomlu. Bókin er 12 síður úr haldgóðum pappi og kostar kr. 69. Mirabell er bók eftir kendu Astrid Lindgren. Pija Linden- baum hevur gjørt vøkru tekning- arnar í bókini. Ebba Hentze týddi. Søgan er um Britta-Kajsu, sum fær eitt lítið fræ, sum skínur sum gull. „Set hetta lítla fræið niður í garðin hjá tær og vatna tað væl hvønn dag, so skalt tú bara síggja nakað stuttligt." Upp úr moldini veksur ein dukka, ein sovorðin dukka, sum Britta- Kajsa altíð hevur ynskt sær. Dukkan eitur Mirabell. Mirabell, sum er væl egnað til tey 5-8 ára gomlu, er 28 síður, innbundin við litmyndum og kostar kr. 90. Triðja bókin í røðini um Hugo Kom yvirum, Hugo eftir Rakel Helmsdal er komin. Hugo er so smátt farin at kenna seg heima í teimum nýggju húsunum, sum foreldrini hava keypt í gamla býarpartinum í Port Janua. Enn er hann tó keddur um, at hann nú býr so langt frá besta vinmanni sínum Ravni. Men alt broytist, tá ein brúgv verður bygd, sum bindur býarpartarnar saman. Hátíðardagin, tá ið brúgvin verður tikin í nýtslu, hava Ravnur og Hugo avrátt, at teir skulu verða fyrstir at hittast á miðjari brúgv. Tað ber tó ikki til, tí Hugo sleppur ikki ígjøgnum mannamúgvuna við súkkluni. Hann noyðist at bíða, og tá verð- ur hann vitni til lummastuldur. Lummastuldurin og aðrar hendingar í hesum sambandi laga tað soleiðis, at Hugo og lummatjóvurin gerast vinmenn, og vinalagið hevur við sær, at Hugo er um at koma sær í óføri. Fløkta lívið hjá forsømda Stefani skapar trupulleikar, ið Hugo ikki hevur vitað um fyrr, og dreingir- nir verða drignir upp í gamlar loynidómar, meðan teir royna at fáa rættlag á aftur. Kom yvirum, Hugo er u.l. 180 síður, innbundin. Bókin kostar kr. 140. Fyrsta bókin í røðini Tey kalla meg bara Hugo kom út í broyttari útgávu av nýggjum fyri einum mánaði síðani. Ungdómsbókin hesa ferð er Sangur til ein firvald. Juli Fager- land týddi úr norskum. Bókin er um nøkur ungfólk í 9.B, sum er ein púra vanligur skúlaflokkur, bara óvanliga góður, í Onga- staðni, sum er ein púra vanligur, lítil býur. Í 9.B er ótrúligt samanhald. Men sjálvandi; øll kunnu jú ikki vera eins ágang- andi og Elsa Maria ella eins evnarík og Riina ella eins sjeika- lig og Pepsi - Pepsi, sum fær øll gentuhjørtu at duka harðari. Magdalena gongur eisini í flokk- inum. Ósjónliga Magdalena, tung og grá. Eingin veit, at í hennara hjarta brennur ein eldur, sum er eins bjartur og hjá hinum. Hon vil síggjast. Hon vil hevnast. Hon vil, at tey ongantíð skulu gloyma Sangur til ein firvald er 143 síður, heft við klaffum og kostar kr. 140. Á konsertini 26. oktober fer Føroya Symfoniorkestur at framføra størsta verkið, sum nakrantíð hevur verið á skránni hesi tjúgu árini, orkestrið hevur verið til. Framførd verður Symfoni nr. 5 í e-moll, opus 64 av Pjotr Tschaikowsky. Pjotr Tschaikowsky hevur skrivað 6 symfoniir og verður roknaður sum ein av teim stóru symfonikarunum. Føroya Symfoniorkestur hevur hesa ferð sett sær fyri at framføra 5. symfoni í e-moll, opus 64, av hesum stóra tónaskaldi, og er hetta ivaleyst størsta avbjóðingin, orkestrið higartil hevur sett sær, og er helst eisini størsta symfon- iska verk nakrantíð, framført her á landi. Helst hevur Tschai- kowsky møtt Grieg í Leipzig 1888, tá hann fær hugskotið til hesa symfoni. Hann hevði annars ikki skrivað nakra symfoni seinastu 11 árini, so hann helt, at hann hevði ikki fleiri hugskot og var "úttømdur", sum hann tók til. Men fyrsta hugskotið stavar frá hesi tíðini, tá teir báðir møtast, og Tschaikowsky sigur, at tað finnast leivdir av Grieg í hesi symfoni - tí hann hevur á munni, at "vakrari enn Grieg dugir eingin at syngja". Hóast symfoniin ikki hevði serliga góða móttøku, fyrstu ferð hon varð framførd í St. Pætursborg, so er hon í dag hansara best um- tókta og mest spælda. Symfoniin hevur fýra satsir og byrjar við einum tema í klarinett- ini saman við djúpu strúkarunum. Hetta er tað sonevnda "lagnu- temaið", sum, eins og í Lagnusymfoni Beet- hovens, kennist aftur í øllum satsunum og at enda í seinasta satsi verður broytt úr moll í dur. Eftir inngangin kemur Allegro con anina, eitt synkoperað, eitt sindur dreivandi tema, sum er høvuðstemaið í satsinum. Sum mótsetningur koma aftur nøkur synkoperaði hugarensl í valstakt, men satsurin endar við høvuðstema- num, heldur dartandi ella fjáltruskotið. Annar satsur Andante cantabile er eitt av vakrastu løgunum fyri waldhorn í symfoniska litteraturinum. Her sýnir Tschaikowsky sínar serligu melodi- skapandi gávur; ein kærleikans elegi, sum onkur tónaummælari hevur tikið til. Triði satsur er ein yndisligur valsur, Allegro moderato, sum lutvís byggir á eitt vísulag, sum Tschaikowsky hoyrdi ein 10-12 ára gamlan drong syngja í einari av gøtunum í Firenze í Italiu. Eisini her hoyrtist "lagnutemaið", hóast veikari og ikki so hóttandi, men mest sum ein færri. Fjórði satsur, Inngangur, Andante maestoso, við "lagnutemanum" í dur og umgjørt, so lurtarin hevur eina kenslu av einum russiskum sálmi. Hetta verður brotið av einum Allegro vivace, sum næstan kann nevnast sum ein russiskur fólkadansur. Men tað er hetta broytta lagnutemaið, sum merkist gjøgnum allan satsin, sum endar í triumf ellar sigursælu. Umframt Tschaikowsky, verður eisini framførd Festouvertura og Klaverkonsert nr. 2 av Dimitri Schostakowitsch. Solistur er Jóhannes Andreasen og dirigentur er Bernhard Wilkinson. Verið vælkomin í Norður- landahúsið í Føroyum til eina áhugaverda musikalska uppliving við Føroya Symfoniorkestri sunnudagin 26. oktober klokkan 16:00 2003. Størsta verkið hjá Føroya Symfoniorkestri Pjotr Tschaikowsky Hugo, Mirabell, Petur Kanin og Sangur til ein firvald Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út fýra bøkur, smábarnabókina Vit binda sloyfu eftir Fiona Watt og Stephen Cartwright, myndabókina Mirabell eftir Astrid Lindgren, barnabókina Kom yvirum, Hugo eftir Rakel Helmsdal, og ungdómsbókina Sangur til ein firvald eftir Maria Küchen C M Y K 33 32