leygardagur 25. oktober 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 203 - 25. oktober 2003
11
10
Sosialurin Nr. 203 - 25. oktober 2003
ORKESTURSØGA
Frelsunarherurin virkar í 109
londum kring allan heimin.
Allastaðni er hann bygdur upp á
sama hátt og eyðkennini eru
eins. Frelsunarherurin er m.a.
kendur fyri sín lætta tónleik og
ikki minst fyri horntónleikin.
Tann 23. oktober 1924 byrjaði
Frelsunarherurin virksemi sítt í
Tórshavn. Fyrstu árini fevndi
tónleikurin mest um gittara,
mandolin, munnharpu, har-
moniku og concertina; horntón-
leikur hoyrdis fyrstu ferð í
Frelsunarherinum í 1925, tá
Viggo Lydholm, loytnantur var á
vitjan og spældi kornet á
møtunum.
Í 1928 var kommandant
Rasmine Nielsen úr Danmark
sett sum leiðari og heldur
óvanligt fyri føroyingar, spældi
henda 50 ára gamla konan
kornet. Annars vóru um tað
mundið tvey orkestur í Havnini,
tey vóru Havnar Hornorkestur og
harmoniorkestrið GHM - men
har vóru bert mannfólk, sum
spældu.
Í mai 1932 kom Kjartan
Kjærbo aftur úr Íslandi, har hann
hevði verið á leiðaraskúla og
byrjaði at veita tónleikafrálæru.
Fyrstu næmingarnir vóru Ludvig
Breckmann, Ove Carlsen og
Hans Jacob Christiansen.
Í august 1932 vitjar
hornorkestur Frelsurnarhersins úr
Reykjavík. Konsertir vóru hildn-
ar í Klaksvík, Fuglafirði og á
Tvøroyri. Ein heldur skemtilig
hending var í sambandi við kon-
sertina í Klaksvík, tí júst sum
konsertin var byrjað, hoyrdist
"grindaboð", og allir áhoyrar-
arnir lupu á dyr.
Eftir hetta vóru fleiri av
teimum ungu í Frelsunarherinum
í Havn, ið høvdu hug at læra at
spæla horn, og tann 23. oktober
1933 varð hornorkestrið stovnað.
Men ikki fyrr enn 7. mars 1934
sæst í limabókum, at spælarar
verða vígdir.
Orkesturleiðarar
Fyrsti musikkmeistarin var Palle
Christiansen. Hann var settur
sum leiðari tann 7. mars 1934 og
virkaði fram til tann 17. apríl í
1936. Eftir hetta hava fleiri
samkomuleiðarar tikið leiðsluna
av orkestrinum, her ímillum
Nicolai Gundersen (1936-1937),
Håkon Dahlstrøm (1937-1938),
Karsten Anker Solhaug (1938-
1940) og Sverri Jørgensen.
Ikki fyrr enn tann 2. januar
1950 var leiðari formelt settur
fyri hornorkestrið. Tá var Karl
Olsen, vanliga kallaður Kalle,
settur sum musikkmeistari.
Hóast sín unga aldur hevði hann
virkað sum varamusikkmeistari
síðan tann 20. mars 1937. Kalle
legði dirigentstokkin frá sær eftir
drúgva og trúgva tænastu tann
11. november 1992, tá hann varð
tilnevndur heiðursmusikk-
meistari. Leiðari í dag er
Finngerð Djurhuus Olsen.
William Booth, stovnari
Frelsunarhersins er m.a. kendur
fyri orðini: "Mínir bestu her-
menn eru kvinnur" og Frelsunar-
herurin hevur ongantíð gjørt mun
á kvinnum og monnum, men
nevnast kann tó, at Hornorkestur
Frelsunarhersins í Tórshavn er
fyrsta hornorkestrið hjá Frelsun-
arherinum í Norðurlondum, sum
hevur kvinnu í starvi sum
musikkmeistari.
Hesi árini hava verið mangir
hjálparvenjarar, nevnast kunnu
Viclev Whitehead, Gunnar
Mikkelsen, Høgni Højgaard,
Robert Oughton og Ronny
Røsvik.
Virksemið í dag
Hornorkestrið er ein virkin
partur av Frelsunarherinum í
Tórshavn. Spælt verður til møtir,
og annars verður luttikið á flestu
tiltøkum Frelsunarhersins.
Spælararnir hava ymiska bak-
grund, men tað sum bindur
saman, er trúgvin á Jesus
Kristus. Flestu føroyingar munnu
kenna tónarnar, sum verða
spældir av orkestrinum, tá farið
verður í skrúðgongu oman á
Vaglið á Ólavsøku. Endamálið
við horntónleikinum er at veita
áhoyrarunum eina heilsan - at
Gud elskar teg, og frelsa er at
finna gjøgnum Jesu blóð.
Gjøgnum hesi 70 árini hava
mangar framførslur verið á
skránni, og spælt hevur verið til
mong høvi. Tá Frelsunarherurin
ferðast til aðrar bygdir, er vanligt
at hornorkestrið er við. Ein av
føstu táttunum er at spæla
hátíðartónar jóla- og páska-
morgun kl. 9 í garðinum uttan
fyri Landssjúkrahúsið.
Í summar eydnaðist at fáa
nýggj ljóðføri til verandi
spælarar. Pengarnir eru fingnir
til vega við stuðli, og eru
spælararnir sera takksamir fyri
hetta. Nýggju ljóðførini eru
avgerandi fyri framtíðina hjá
orkestrinum.
Frálæra verður eisini veitt,
soleiðis at møguleiki er at fáa
fleiri spælarar til orkestrið.
Vitjan av Erik Silfverberg
Í sambandi við 70 ára dagin, fær
hornorkestrið vitjan av Anne-
Lise og Erik Silfverberg, úr
Danmark.
Erik og Anne-Lise eru júst
pensjonerað. Tey hava verið við í
Frelsunarherinum, síðan tey vóru
ung og eru kend fyri teirra stóru
framleiðslu av kristnum sangum
og tónleiki. Saman hava tey
skrivað meira enn 50 sangir fyri
børn og vaksin, umframt ein
sangleik í sambandi við 100 ára
stovningardag Frelsunarhersins í
Danmark og Noregi. Mangir av
teirra sangum eru umsettir til
onnur mál.
Erik er kendur fyri at skriva
tónleik og útseta tónleik fyri
hornorkestur. Flestu av hansara
verkum eru givin út gjøgnum
Frelsunarherin, men nøkur eru
eisini givin út á øðrum forløgum.
Silfverberg hevur m.a. arranger-
að nøkur kvæðaløg fyri Havnar
Hornorkestur. Fyri nøkrum árum
síðan vann hann fyrstu virðisløn
fyri ein marsj til danska
"Hjemmeværnet's" 50 ára dag,
umframt at hann hevur vunnið
aðrar virðislønir.
Silfverberg hevur eisini verið
instruktørur og gestadirigentur í
øllum norðurlondum, umframt
Onglandi, Týsklandi, Hollandi,
USA, Kanada og Hong Kong.
Erik hevur eisini verið dómari
við donsku meistarakappingarnar
fyri hornorkestur.
Hvørgin teirra hevur tónleika-
útbúgving. Erik er sivilverk-
frøðingur og hevur verið út-
búgvingarleiðari fyri "Den
Grafiske Højskole" í Keyp-
mannahavn. Hann hevur skrivað
fleiri lærubøkur og granskað
innan tilfar og umhvørvi við
atliti til grafiska ídnaðin. Anne-
Lise hevur skrivstovuútbúgving
og hevur í mong ár verið
privatskrivari fyri landsleiðara
Frelsunarhersins í Danmark.
Jubileums tónleikur
Í sambandi við vitjanina hevur
Erik Silfverberg skrivað eina
medley, sum kallast "sange fra
hjertet", samansett av uppruna
føroyskum sangum. Talan er um
kendu løgini "Her glaður eg
ferðist" hjá Poul Færø, "Eg elski
tær bløðandi hendur" hjá
Sunnivu Háberg og "Kristus
frelsir til fulnar" eftir Øssur
Berghamar.
Gjøgnum árini hava eisini
onnur skrivað tónleik til Horn-
orkestrið hjá Frelsunarherinum í
Tórshavn. Nevnast kunnu m.a.
"Addaba-march" og "Vaglið"
eftir Håkon Dahlstrøm, "Jubilée-
march" eftir Jens Guttesen, "Alfa
og Omega" eftir Gunnar
Mikkelsen.
Konsert
Í sambandi við hátíðarhaldið
verður skipað fyri musikkfesti í
Frelsunarherinum sunnudagin
tann 26. oktober kl. 18.00.
Umframt frumframførslur av
omanfyri nevnda stykki verður
ymiskt á skránni, sum orkestrið
hevur spælt hesi 70 árini. Talan
verður mest um lættan tónleik,
umframt at felagssangur er á
skránni.
Í Føroyum eru nógv horn-
orkestur, og fleiri av hesum
kenna helst truplu støðuna við at
finna hóskandi tónleikaúrval við
fáum spælarum. Hetta tónleika-
tiltakið í Frelsunarherinum vil
vísa, at tað saktans letur seg
gera. Tað ræður bert um at møta
til tiltakið og fáa íblástur.
Tiltakið er alment. Høvi verður
eisini at síggja nýggjar og eldri
myndir, tónleikaskráir v.m.
Aftaná eru øll boðin til drekka-
munn og ein køkubita.
Hornorkestur Frelsunarhersins 70 ár
Níggju ár eftir at Frelsunarherurin byrjaði virksemi sítt Havn, bleiv
Hornorkestur Frelsunarhersins stovnað 23. oktober 1933. Í hesum sambandi
verður skipað fyri musikkfest í Frelsunarherinum sunnudagin 26. oktober
Frelsunarherurin uttan fyri H.N. Jacobsens Bókhandil í 80-unum
Á veg oman á Vaglið til útifund í 1958. Á myndini síggjast handilin hjá Hans Joensen og gamla Ebenezer
Hornorkestur Frelsunarhersins 27. juli 2003 í sambandi við vígslu av nýggjum ljóðførum
Anne-Lise og Erik Silfverberg
Frelsunarherurin við hornorkestri á veg niðan eftir N. Finsensgøtu í 1957
C
M
Y
K
35
34