Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. oktober 2003síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kim Simonsen Kemur tú úr einum heimi við ljóð- føri? Ja fleiri. Orgul, guitar, tvørfloytu og klarinet. Spælir tú nakað ljóðføri? Sjálvur hevði eg ein miseydnaða karrieru uppá nakran mánaðir sum 14 ára gamal við eini trombon, ið eg mest forskrekti seyðin á Strondum við. So nei, men eg eri óluksáligani musikalskur og dugi væl at lurta. Syngur tú undir brúsuni? Sjálvandi, bæði hart og væl. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? Burtursæð frá at tað skorar so mega væl at spæla okkurt og at tað er tí at flestu tónleikarar eru menn og flestu fans og groupies kvinnur. Men nei fór ólukkan. Heldur ikki fótbólts- spælari. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? Eg haldi sum Adorno, at tónleikurin er ein hin størsta listagreinin, men at hon er herviliga álopin av kommer- siellari misnýtslu. Eg eri ein av teim, ið altíð havi havt eina brennandi tráan eftir vitan, list og heimspeki. Ongastaðni fann eg hetta meiri sam- antvinnað enn í bókmentunum og tónleikinum, har vakurleikin, sum sorgin og gleðin, eisini finst. Fyri- munurin við list fram um vitan og vísindi er, at í listini er passión og ørskapur. Í tí vakra finst pínan, sum Bob Dylan. Hvussu nógvar fløgur/plátur/bond eigur tú? Eini tvey ella trý hundrað og eini túsund MP3 løg (orsakað Koda). Veit ikki ordiligt. Hvør er tín yndisfløga? Veit ikki, havi einar tríggjar fýra kandidatar, men eg kann siga hvør fyrsta plátan var, tí fyrsta plátan er sum fyrsti kossurin, fyrsta ástar- ævintýrið. Eg haldi, at hesi bæði komu nøkulunda í senn. Áðrenn hetta hevði eg hoyrt nakað av Dire Straits. Eg minnist, at eg hevði keypt Princesa "Purple Rain" í einum plátuhandli á Strondum, sum ikki er til longur. Eg var eini 13 ára gamal. Eg lærdi allar sangirnir uttanat eftir stutta tíð og dugi teir enn. Tað var okkurt rátt og glamrokkut við Prince. Ein lítil melankolskur sang- ari, ið sjálvandi gjørdist ein heims- stjørna eftir hetta, hvat annað. Eg varð við eitt koppsettur móti coun- try, dansibandstónleiki, gospel og móti hasum kavrotnu orkestrunum, ið spældu í Føroyum tá eg byrjaði at ganga í dans. Í dag kann eg flenna eftir hesum. Dudlebugs, Vikingarna og alt hatta har gjørdi meg heilavill- an. Orkestrini í áttatiárunum livdu í einum tíðarlumma í rockabillytíðini "and a one and a two and rock- around-the-clock". Total The Sha- dows stagnatión. Eingin royndi so frætt at spæla ein Abbasang, eitt Pink Floyd lag, eitt Gasolin lag? Kanska eitt sindur "smoke-on-the- water" vilt og so aftur 3-2 "ump-da- da-ump-da-da" country. "Dededely dam dam" slut. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? Celine Dion, Elis, MC, Frændir, M&M og nærum allar country- og gospel plátur. Hvør sangur skuldi ongantíð verðið skrivaður? Alt hjá Shubidua. Hvør er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? Ein óektað Elvispláta frá Finlandi av Eilif Pilard, ið er vánaligasta Elvis klonið í heiminum. Eg havi mangan grinið meg um koll av henni, tí hon er so totalt kiksað og hann líkist ikki meiri Elvis enn eg geri, kanska minni. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? "Man binder os på hånd og mund" eftir PH, við lagi eftir Kaj Normann Andersen, sum eg kenni hann sung- nan av Livu Weel. Hvør er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? Jassur og klassiskar croonaraplátur. Skal tað verða meiri vilt, so Bowie, Tom Waits, Cohen, Rolling Stones, Neil Young, Pink Floyd ella The Pouges, MEW, REM, Tool, Cold- play, Dave Gahan og nógv annað. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? Klassiskan, og gamlar Edith Piaf plátur. Jass-sangarindur sum Billie Hollyday og Nina Simone, eisini nýggjar sum Eva Cassedy rigga væl. Van Morrison aftur við breyði frá bakarinum og eini trimum sunnu- dagsavísum. Havi eg timburmenn, so er tað "Time out of Mind" plátan hjá Bobbinum og MacDonalds. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? Alt rapp og ghettomusikkur annars. Kremut R&B og boybands. Og tað vanliga sum algoyst kórgospel, senti- mentalur country. Elis og dansi- bandsmusikkur. Alt dansktoppen. Hornorkestur og Iron Maiden. Celine Dion. Shoppingmusikkur. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? Gloria Gaynor "I Will Survive" og feitu disko croonaraløgini hjá Bee Gees. Hvør er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? Eg minnist, at eg og ein vinmaður høvdu sum eini 7-8 ára gamlir sníkt okkum at lurta eftir eini plátu hjá stórusystrini hjá honum. Vit hoyrdu Beatles sangin við niðurlagnum "Eight Days a Week", ið vit einki skiltu av, men vit hildu hetta vera ótrúligt. Tá vit so seinni gjørdu kjallaraorkestur, skrálaðu vit "ey deys aaa wee" "ey deys aaa wee", ið var tað einasta vit dugdu. Hetta eru tey fyrstu minnini um tónleikaáhuga, saman við eini rúgvu av Abba og Boney M, ið systir mín og tey á hennara aldri tá hoyrdu. Og um nakrar eldri dreingir, ið spældu Beatles tónleik í einum neysti. Roykti mín fyrsta gu av eini Prince og mundi kódnað, ið gjørdi at eg ikki roykti aftur fyrr enn eg var eini 16 ár umborð á einum línuskipi í New Foundlandi. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? Ongan og tað er ikki gott. Men eg havi skrivað hópin av yrkingum. Kanska ein dag onkur setur lag til okkurt eg havi skrivað. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? Tað hevur minni at siga. Jarðarferðir eru fyri tey livandi og ikki tey deyðu. Tá eg eri deyður er alt slutt, fyri meg. Tað vita tey sum kenna meg. Eg eri ein helgens ateistur. Og fanst ein himmal var eg ikki við í kórinum av harpum allíkavæl. Eg syndi for illa og dámi ov væl at liva. Eg og Jesus hava kanska ongantíð passað saman haldi eg. Men høvdu tey spælt Addago hjá Albinoni ella Bach hevði tað í minsta lagi verið stílur yvir tí. Hvør er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? Tað má blíva til konsertir. Bob Dylan og Neal Young á Roskilde í 2001. Dagin eftir hjá Nick Cave. Í ár hjá Sigur Rós, Mew og Coldplay. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? Nummar eitt "His Bobness" Bob Dylan, Leonard Cohen og Van Morrison. 12 Sosialurin Nr. 203 - 25. oktober 2003 Hon var tað frægasta umboðið fyri Svøríki úteftir, segði Gøran Persson millum annað í minnistaluni um tann myrda uttanríkismálaráðharran. Tveir dagar áðrenn, nevni- liga 11. september, møtti ein ógvuliga rørdur statsministari heimspressuni og greiddi frá: at klokkan 5:29 i morse har utenrikesminister Anna Lindh avlidet af dom skador, som hun pådrog sig ved gårsdagens attentat... Stutt áðrenn Gøran Persson kom inn í pressurúm- ið, stillaði journalisturin frá Svt seg framman fyri kamera og segði grátandi, at júst nú fekk hon at vita, at Anna Lindh var deyð. Hetta kom sum eitt sjokk, tí at sjálvt um tey flestu í hesu løtu vistu, at Anna Lindh var stungin av knívi inni í stórmagasininum NK í Stokkhólmi dagin fyri, so visti eingin, at støðan var so álvarsom. Seinnapartin 10. september frættist, at uttan- ríkismálaráðharrin var stungin í armin og var førd á sjúkra- hús. Seinni komu upplýsingar um, at hon eisini var stungin í magan og var løgd undir skurð. Hetta vóru meldingar- nar alt kvøldið. Klokkan trý um náttina hildu læknarnir, sum høvdu framt skurðvið- gerðina á Onnu Lindh ein pressufund, har teir greiddu frá, hvat teir høvdu gjørt, og at støðan hjá Onnu var stabil. Men seinni vísti tað seg, at beint eftir pressufundin var hon aftur løgd undir skurð, tí hon misti ov nógv blóð, og hóast at hon allatíðina fekk nýtt blóð meðan læknarnir royndu at tætta lekarnar í livurini, so var lívið hjá henni ikki til at bjarga. Hvør var hon Anna var stemman hjá Svøríki og orsøkin til ta sterku stemmu, sum Svøríki hevur í útlandinum.., segði Jack Straw, bretski uttanríkismálaráðharrin rørdur. Altíð glað, smílandi, foku- serað, væl fyrireikað, skjótt hugsandi, eldhugað, brendi fyri rættvísi, líkarætti, menn- iskjalig, hevði altíð tíð at senda eitt sms, ringja til ein vin, og sjálvt um hon var lítil og spinkul, so var hennara persónur so livandi, at tá hon kom inn í eitt rúm merktist hennara nærvera. Og hóast hon hevði nógv um at vera, so gav hon sær altíð stundir til at tosa við fólk. Hetta er bert eitt útkast av tí, sum tey, sum høvdu møtt Onnu Lindh privat ella í arbeiðsørindum, høvdu at siga um hana eftir álopið. Hon bergtók tey hon møtti, bæði vanlig menniskju og maktfullar politikarar. Tað var fyrst og fremst per- sónurin Anna sum øll sum kendu hana tosaðu um. Hon var eisini mamma til tveir dreingir uppá tólv og seks ár, og sjálvt um hon sat á fundi í ST, so loysti hon trupulleikar fyri synirnar heima í Svøríki yvir fartelefonina. Maður hennara er landshøvdingi við hásæti í Norrköping, og tað var har, tey høvdu sítt heim. Hvønn dag fór Anna við tokin- um uppá umleið ein tíma inn til Stokkhólm inn til sítt ar- beiði í uttanríkismálaráðnum. Hon vildi liva eitt so frítt og vanligt lív, sum gjørligt. Fyrstu ferð eg legði merki til hana var, tá hon fanst at USA fyri at bróta menniskjarættind- ini í sambandi við teirra við- ferð av fangunum á Guantana- mo basanum. Og soleiðis var hon, hon var óimponerað av makt og stórleika, men stóð altíð fram við svenskum demokratiskum og menniskja- ligum sjónarmiðum. Tað gjørdi, at tann svenska stemm- an varð hoyrd í útlandinum. Eg minnist, at eg var stolt av henni og ynskti, at Danmark kundi víst sama dirvi og ikki góðtikið, at demokratisk og menniskjalig virði opinlýst verða komprimitterað av ein- um demokratiskum landi sum USA. Her í Svøríki hevur morðið á Onnu Lindh ført til eitt kjak um, nær politikarar skulu hava lívverjar, og hvør skal gera av nær, tað er neyðugt. Og eftir, at tann misstonkti mordarin vísir seg at vera ein sinnislíð- andi, verður nógv tosað um umstøðurnar hjá teimum sinnislíðandi. Somuleiðis sum í Danmark so hava svenskarar tey seinastu árini skorið niður uppá tilboðini til sinnislíðandi, og tí ganga fleiri av teimum á gøtuni í dag enn fyri nøkrum árum síðani. Svenskar kann- ingar vísa nevniliga, at 25 % av morðum í Svøríki verða framd av sinnislíðandi menniskjum. Tað kennist sum hava vit mist nakað øðiliga vigtigt fyri framtíðina, segði fyrrverandi statsministarin Ingvar Carlson. Sum heild føla fólk eina stóra sorg yvir, at Svøríki hevur mist ein so dugnaligan politikara og ein so heiður- ligan persón, sum øll væntaðu gjørdist tann næsti statsminist- arin. Tað er sum um hon bara var ov góð til at vera verulig. Ærað veri minnið um uttan- ríkismálaráðharran Annu Lindh. PS: Bókin Kronprincessen eftir Hanne Vibeke Holst kastar ljós á lívið hjá Annu Lindh. Svøríki grætur TELDUBRÆVIÐ Frá: Chanette á Lofti, Svøríki, lofti@swipnet.se Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Tað líkist einum sonnum braki hjá monnunum, tá StÍF og VÍF hittast á Skála sunnudagin HONDBÓLTUR Jákup Mørk Hóast bæði strandingar og vestmenningar longu hava mist fyrstu stigini á árinum, so er einki at ivast í, at talan er um stórdyst sunnudagin. Her er talan um tveir av avgjørt heitastu gullfavo- rittunum, og samstundis tykist hetta í fyrstu atløgu vera eitt slag av sveina- roynd, har taparin eina løtu verður settur uttan fyri oddastríðið. Og hetta sein- asta er í øllum førum ikki tað, sum tey bæði liðini vilja. Talan er sum kunnugt um tey bæði liðini, sum hava staðið við flestu steyp- unum seinastu árini, og tað er so heilt avgjørt ein heið- ur, sum tey hava ætlanir um at endurtaka aftur í ár. Í Hoyvíkarhøllini skal Kyndil royna at halda fast í góðu byrjanini, sum liðið hevur fingið. Serliga man sigurin á StÍF seinasta vikuskifti hava givið lið- num eitt stórt skump rætta vegin, og í so máta er ætla- nin uttan iva at fáa tvey stig afturat nú sunnudagin. Seinasti dysturin verður í Høllini á Hálsi, har H71 vitjar hjá Neistanum. Eftir stigatalvuni at døma, so er hetta toppur ímóti botni, og einki er at ivast í, at Neistin er favorittur til uppgerðina. Men teir bláu munnu tó vita alt um, at tað ikki loysir seg at undirmeta hoyvíkingar- nar. Í endaspælinum í vár tók H71 nevnliga alt í til- svarandi dystinum, og tað er ein støða, sum teir bláu fyri alt í verðini ikki vilja endurtaka. Oddurin kann fara avstað Hjá kvinnunum er somu- leiðis talan um tríggjar dystir hetta vikuskiftið. Leygardagin verður tann fyrsti av hesum, tá oddalið- ið úr VB tekur ímóti Kyndli. Einki er at ivast í, at hetta á pappírinum líkist einum avgreiðsluspurningi hjá VB. Einasti spurningur- in í so máta man vera, hvussu nógv tær sjálvar leggja í dystin, og um talan so verður um meira sann- førandi sigur enn tann á Søljuni fyri viku síðani. Kyndil raknaði tó nakað við seinast, og tó at tað ikki rakk til stig, so kunnu leikararnir finna nógv gott í teirri uppgerðini. Um ikki annað, so at stríðsviljin eis- ini kann bera langt, og hes- um verður í øllum førum tørvur á í Vági. Í Havn vitjar Søljan hjá Neistanum, og hetta líkist somuleiðis einum heima- sigri. Neistin hevði frí sein- asta vikuskifti, men undan hesum vundu tær úr grann- unum úr Kyndli, og einki er at ivast í, at tær hava ætlanir um at geva Søljuni somu lagnu. Seinasti dysturin er á Strondum, har VÍF kemur á vitjan. Einki er at ivast í, at skal VÍF halda fast í odda- liðnum úr Vági, so eru trý stig kravið í hesum dystin- um, og við fullari manning er heldur einki at ivast í, at tað er eru, sum mugu átaka sær favorittleiklutin. StÍF hevur tó víst, at tær eisini kunnu bíta frá sær, og eitt nú megnaði liðið í fjør at basa VÍF. Spurningurin er so, hvørt hetta er gjørligt einaferð afturat. Nr. 205 • leygardagur • 25. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 3 3 - 0 - 0 76 50 26 6 2 VÍF 3 2 - 0 - 1 61 61 0 4 3 Stjørnan 3 1 - 1 - 1 71 60 11 3 4 StÍF 2 1 - 1 - 0 43 39 4 3 5 Neistin 2 1 - 0 - 1 54 40 14 2 6 Søljan 2 0 - 0 - 2 28 44 -16 0 7 Kyndil 3 0 - 0 - 3 39 78 -39 0 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 2 1 - 1 - 0 58 56 2 3 2 Neistin 2 1 - 1 - 0 56 54 2 3 3 VÍF 2 1 - 0 - 1 54 48 6 2 4 StÍF 2 1 - 0 - 1 50 48 2 2 5 KÍF 2 1 - 0 - 1 50 52 -2 2 6 H71 2 0 - 0 - 2 50 60 -10 0 Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Meistaradeild kvinnur 25.10 14.00 KÍF-TB 26.10 14.00 ÍF-Mjølnir 26.10 14.00 Fleyr-Dráttur Meistaradeild menn 26.10 16.00 ÍF-Mjølnir 26.10 16.00 Fleyr-SÍ 1. deild kvinnur 25.10 14.20 VB-Kyndil 26.10 14.30 Neistin-Søljan 26.10 14.30 StÍF-VÍF 1. deild menn 26.10 16.00 Neistin-H71 26.10 16.00 KÍF-Kyndil 26.10 16.00 StÍF-VÍF Fyrsta stóra styrkisroyndin VÍF hevur trupla uppgávu, tá teir um vikuskiftið vitja á Skála C M Y K 37 36