leygardagur 25. oktober 2003síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 203 - 25. oktober 2003
Nr. 203 - 25. oktober 2003
39
Seinasta Daewoo-umfarið
Fjórða og seinasta umfarið í
Daewoo Marathon kappingini
verður nú leygardagin
RENNING
tíðindaskriv
Leygardagin 25. oktober skipa Treysti og
Roysnið fyri rennikapping á Kambsdali.
Kappingin er samstundis fjórða og seinasta
umfar av Daewoo Marathon Cup 2003.
Kappast verður á ymsum teinum hjá
børnum og vaksnum. Startur og mál eru
við bygningin hjá P/F Esmar Simonsen á
ídnaðarøkinum á Kambsdali.
Byrjað verður sambært hesi skrá:
Kl. 09:30
Avheintan av startnumrum
Kl. 10:00
Vaksin renna 5,595 km
Kl. 10:30
Dreingir-7/Gentur-7
(f. 1996 ella seinni)
renna 359 m
Kl. 10:40
Dreingir-10/Gentur-10
(f. 1993-95)
renna 359 m
Kl. 10:50
Dreingir-13/Gentur-13
(f. 1990-92)
renna 840 m
Kl. 11:00
Dreingir-17/Gentur-17
(f. 1986-89)
renna 840 m
Aftan á verða heiðursmerki handaði á
staðnum.
Seinasta umfar
Kappingin á Kambsdali er seinasta umfar
av Daewoo Marathon Cup 2003. Í fýra
umførum skuldu luttakararnir tilsamans
renna 42.195 metrar ella tað sama sum eitt
heilt marathon.
Vinnarin av Daewoo Marathon Cup
verður tann rennarin, sum samanlagt hevur
brúkt minst tíð til at gjøgnumføra tann
samlaða teinin. Fyri hvørt umfar verða
latin heiðursmerkir til nummar 1, 2 og 3. Í
samlaðu kappingini verða steyp latin til
nummar 1, 2 og 3. Kappast verður eisini í
einum bólki fyri veteranar, t.e. teimum,
sum eru fødd í 1957 ella fyrr.
Undan seinasta umfari er støðan hjá
teimum vaksnu hendan:
Menn:
1 Jonhard Larsen, Treysti
2:18:54
2 Sigurð Justinussen, Bragdið
2:20:28
3 Sam Vang, Bragdið
2:25:33
4 Súni Jacobsen, Bragdið
2:32:05
5 Trygvi Hansen, Bragdið
2:32:34
6 Ólavur Herup Olsen, Bragdið
2:45:00
7 Óla J. Kristoffersen, Bragdið
2:45:21
8 Henning C. Poulsen, Bragdið
2:47:03
9 Flemming Petersen, Roysnið
2:49:31
10 Holger Arnbjerg, Bragdið
3:04:58
11 Hans Birgir Hansen, Bragdið 3:35:41
Veteranar:
1 Ólavur Herup Olsen, Bragdið
2:45:00
2 Henning C. Poulsen, Bragdið
2:47:03
3 Holger Arnbjerg, Bragdið
3:04:58
4 Hans Birgir Hansen, Bragdið
3:35:41
Fyri børn
Barnakappingin leygardagin er eisini
seinasta umfar av Daewoo Mini Marathon
Cup fyri børn. Eins og hjá teimum vaksnu
er kappingin samansett av fýra rennikapp-
ingum, men eru hesar tilsamans 4.219
metrar (ella 1/10 marathon) til longdar hjá
dreingjum og gentum –13 og –17. Hjá
dreingjum og gentum –7 og –10 er samlaði
teinurin 2.109 metrar (ella 1/20 marathon).
Vinnari av Daewoo Mini Marathon Cup
verður so tann rennarin, sum samanlagt
hevur brúkt minst tíð til at gjøgnumføra tann
samlaða teinin. Fyri hvørt umfar verða latin
heiðursmerkir til nummar 1, 2 og 3.
Eisini hjá børnunum verða steyp latin til
nummar 1, 2 og 3 samanlagt, t.e. bert børn,
sum hava gjøgnumført øll fýra umførini,
telja við í samlaða úrslitinum av Daewoo
Mini Marathon Cup.
Hjá børnunum er støðan hendan áðrenn
kappingina leygardagin:
Gentur –7:
1 Durita Skoradal, Roysnið
8:18
2 Bjørk Reynagarð Svabo, Miðvágur 8:48
Dreingir –7:
1 Ólavur Joensen, Bragdið
7:39
2 Steingrímur Hallsson, Bragdið
7:50
3 Beinir Johannesen, Treysti
8:03
4 Bartal Wardum, Tórshavn
8:58
Gentur –10:
1 Katrin S. Wardum, Tórshavn
7:58
Dreingir –10:
1 Jóhan á Plógv Hansen, Bragdið
6:08
2 Øyvind Lützen, Bragdið
6:22
3 John Viljam Johannesen, Treysti
6:48
4 Regin Joensen, Bragdið
6:58
Gentur –13:
1 Jenny Svabo, Bragdið
13:01
2 Christa R. Weihe, Bragdið
14:44
3 Bjørg Seloy, Bragdið
15:46
Dreingir –13:
1 Robin Jønsson, Roysnið
11:46
2 Jan Elmar Sørensen, Treysti
12:20
3 Daniel Djurhuus Rein, Vestmanna12:48
Dreingir –17:
1 Álvur F. Christiansen, Treysti
11:46
Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.at-
hletics.fo innan fríggjakvøldið á midnátt.
Fyrireikararnir úr teimum báðum feløg-
unum leggja dent á, at rennikappingarnar
eru fyri øll, og vóna teir, at luttøkan verður
góð.
Fótbóltur:
Gallaveitslan verður leygarkvøldið
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nú kunnu fótbóltsleikarar
kring landið av álvara taka
saman um fótbóltsárið, ið
fór.
Sum vant, so endar
fótbóltsárið aftur í ár við
gallakvøldi. Annað árið á
rað er tað GÍ, sum hevur
bjóðað seg fram at standa
fyri hesum, og annað árið á
rað verður tað Mentanar-
húsið í Fuglafirði, sum ska
vera karmur um tiltakið.
Undir borðhaldinum er
sjálvt hæddarpunktið kjós-
anin av teimum, sum hava
verið best hetta árið, og
sum vant, so eru tað liðfor-
menninir og venjararnir,
sum hava avgerandi orðið í
hesum.
Eftir borð- og undirhald-
ið verður almennur dansur,
har Terji Rasmussen band
spælir.
Sum skilst, so er hevur
undirtøkan fyri tiltakinum
aftur í ár verið góð, men
eru nøkur, sum enn ikki
hava teknað seg, og sum
kortini hava hug at fara við,
so ber til at senda ein
teldupost
til
galla@gigotu.fo ella á tlf.:
21 79 89
Vinnuøki á
Sandvíkahjalla
Um nóg høgt boð fæst, er eitt vinnuøki á Sand-
víkahjalla til sølu.
Talan er um eitt óbygt grundøki til støddar
4.478 m2.
Sambært byggisamtyktini liggur grundøkið í
umráði B 7, har loyvt er at byggja hús til stór
vinnuvirki, verksmiðjur, goymslur og tílíkt og til
tænastuvirksemi, ið hevur samband við hesi.
Vanligi servitutturin um at byggjast skal innan
eitt ávíst áramál, og at ikki kann seljast víðari
uttan at henda treyt er lokin, er ikki galdandi fyri
hesa ogn.
Nærri fæst at vit við at venda sær til
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
e-mail ojk@advlaw.fo ella
Elin Svínoy
e-mail els@advlaw.fo
Grundøki Yviri við
Strond
Um nóg høgt boð fæst, selja vit eitt grundøki,
sum liggur beint norðanfyri Fiskimálaráðið Yviri
við Strond.
Stykkið er óbygt, men partvíst planerað til
parkeringsøki,hevur heitið matr.nr.620 u og er til
støddar uml. 1.400 m2.
Sambært byggisamtyktini liggur stykkið í 2.
grundumráði, sum er lagt til blandaða bústaðar-
og miðstaðarbygging.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
e-mail ojk@advlaw.fo ella
Elin Svínoy
e-mail els@advlaw.fo
Pedagogur
Til Sambýli á Líknagøtu
Innan Almannaráðið og stovnar undir tí, við fyribils
tænastu á Sambýlunum í Runavík, er eitt pedagog-
starv leyst at søkja til setan 15 nov. 2003 ella eftir
nærri avtalu.
Starvið verður sett sum tænastumannastarv, eftir
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Peda-
gogfelag, lønt stigini 24-31 eftir lønartalvu pr.
01.03.03.
Starvið ið søkt verður eftir, fær til uppgávu at
arbeiða í Sambýlinum á Líknagøtu 1,hjá 3 monnum
við diagnosuni autismu. Hetta arbeiðið krevur at
viðkomandi umsøkjari er kroppsliga og sálarliga
væl fyri, er førur fyri at kunna gera kroppsligt ar-
beiði saman við monnunum, ganga túrar, svimja,
gera fimleik o.a.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, skiftandi vaktir
og annaðhvørt vikuskiftið.
Starvsøkið er allur stovnurin, og tann setti kann
rokna við at fáa aðrar uppgávur aðrastaðni í skipan-
ini, um tørvur gerst á tí.
Nærri fæst at vita um størvini frá Oddfríðu Høj-
gaard, leiðara á tlf. 226121.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu vera stovninum í hendi innan 07 nov. 2003.
Bústovnurin á Rúnarvegi 6
Att: Leiðarin
Fo-620 Runavík
Ellis- & Avlamisheimið
í Vágum
FO-370 Miðvágur
Tlf. 332600 · Fax 333604
Ellis- & Avlamis-
heimið í Vágum
Eitt starv sum hjálparfólk í køkinum er hervið
leyst at søkja at byrja 1. desember 2003.
Starvið er 3/4 tíð og lønt eftir Føroya Arbeiðara-
felag.
Ongin ávís útbúgving krevst, men dentur verður
lagdur á góð samarbeiðsevni, hug og hegni til
vanligt køksarbeiði – og tað at veita brúkaranum
eina góða tænastu.
Nærri at vita um starvið fæst við at venda sær til
heimið persónliga ella at ringja til økonomuna,
tlf. 332604, ella til leiðaran, tlf. 332600.
Skrivlig umsókn við frásøgn um arbeiðsroyndir
v.m. verður at stíla til stýrið og senda til heimið
áðrenn 9. november 2003.
Hús í DK til sølu
Hús, 10 km frá Vejle, 72 fermetrar + útbygningur
á 14 fermetrar, fullur kjallari, dupult garaga.
Grundøkið er 800 fermetrar.
Húsini standa í friðarligum umhvørvi og sera
sentralt.
Tlf. 423177
Frítíðarheimið í
Skrivaragøtu søkir
avloysara fyri
pedagog
í farloyvi frá 1. november 2003
til 31. oktober 2004
at arbeiða 40 um vikuna frá 1.nov.,ella eftir nærri
avtalu. Talan er um skiftandi arbeiðstíðir og í
vikuskiftum.
Setunar- og lønarviðurskifti sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagog-
felag.
Frítíðarheimið er ein samdøgusstovnur,har børn,
ung, vaksin og eldri menningartarnað koma til
umlætting í styttri ella longri tíðarskeið. Talan er
um bæði skipaða umlætting, har teir ávísu
bólkarnir eru til umlætting hvør sær og um van-
liga umlætting, har fleiri aldursbólkar eru um-
boðaðir samstundis. Pláss er fyri 5 fólkum í senn.
Endamálið við arbeiðinum er m.a. at skapa
tryggar karmar hjá brúkarnum og at seta í gongd
og skipa fyri virksemi, sum hevur áhuga fyri teir
einstøku bólkarnar/brúkarnar.
Umráðandi er, at tann sum verður settur kann
arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvs-
evni.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran ella varaleiðaran, tlf. 313353/213353,
millum kl. 8 og 16.
Umsóknarfreistin er 28. okt 2003 og skulu um-
sóknir við prógvi, viðmælum v.m., stílast til:
Stýrið fyri
Frítíðarheimið Skrivaragøtu 5
100 Tórshavn
Føroya Psykiatrifelag
Aðalfundur
Ársaðalfundur verður tann 28. november 2003.
Fundarskrá:
Lógarbroyting - annars samb. lógum felagsins.
Nevndin
C
M
Y
K
39
38