leygardagur 1. mars 1997síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Skuggar av tonkum
Yrkingar: »Skuggar av
tonkum« eftur Haldur
Suna
»kanska skuldi eg
blakad plaggið
til bert tad nakna
holdið er eftir«
Yrkingasavnid hjá Hald-
ur Suna er merkt av stutt-
um og beinleiðis yrking-
um. Hann yrkir einfalt og
líkatil. Livsvidurskiftini
verða = viðgjørd við
orðum og myndum, sum
eru leikandi og løtt, men
samstundis eisini nakin
og vill. Stilistiskt hava
vit ikki nakra nýskapan
sum so, men tað er einki
kriterium fyri góðsku
Tað er mest nærliggjandi
at skíra hetta
modernistiskt ella — sum
førovingar nokk heldur
vildi sagt — nýmótans
føroysk yrking. Hetta
hevur áður givið okkum
menn sum Steinbjørn B.
Jacobsen, Oddfríð M.
Rasmussen og nú Haldur
Suna. Eg ynski ikki at
draga nakra beinleiðis
linju millum þesar, men
stílunn gevur teimum tað
til felags, at yrkingarnar
spríkja úr sjálvari kjarn-
ini, og telgja sær ræsur
inn í meiningina. Skugg-
ar av tonkum hevur frálík
dømi um hetta (fyri at
nevna nøkur heiti);
»Spinkla liv«, »Einki«,
»Mær tørvar teg«, »Fjart
i ringrås« og og vit
kundu nevnt nógv fleiri
Haldur Sum býtir
savnið upp í tríggjar part-
ar, ið ferðast úr gongdini
gjøgnum kærleikan og
inn í málið. Hesir tríggir
partar eru ikki neyðvend-
igvís bundnir at hverjum
eðrum, men teir hava all-
ir tað til felags, at teir,
hver sær eins væl og
saman, standa sum
grundarlag undir eini
veru (einum eksistensi),
og tískil gerst hetta ein
felagsnevnari fyri øll. Vit
kunnu øll síggja brot av
kenslum hjá okkum
sjálvum í hverjum ein-
stakum parti, og hetta ger
savnið bæði nærverandi
og viðkomandi.
Eg ætli mær ikki at
fara undir at analysera
yrkingarnar, ti at:tað
kann lesarin sjálvur gera
við at ogna sær savnid,
men eg ynski tó at nevna
nøkur ting, sum traðka
fram sum åhugaverdir
træðrir gjøgnum savnið.
Tað, sum nokk gongur
tydiligast gjøgnum savn-
ið, og kanska liggur sum
ein grundhugsan undir
yrkingunum, er lívsjátt-
anin. Hon sæst í øllum
trimum pørtum, og bind-
ur hesi ymisku evni sam-
an í eina hugsan. Í fyrsta
parti gongur hon saman
við filosofiini, har vit
hitta Sisyfos, Nirvana
Askesa, Nietzsche og
aðrar. Hóast vit ferðast
igjøgnum vavdar tankar
og umfatandi spiritualist-
isk tíðarfenomen, so
liggur eisini lívsjáttanin
fremst her. Í hesum fyrsta
parti er hon fyrst og
fremst mest tengd at
eydnuni, sum kanska
kann skyldast filosofiska
útgangssteðinum
»cydnan er bert løta
so skunda tær
og legg tær í geyma
alt annað er einki<
(úr Vinur mín)
Eisini stendur kærleikin
sum grundarsteinurin
undir bæði eydnuni og
lívsjáttanini. Kærleikin
til kvinnu, barn, foreldur,
umhvervið. Í hesum
liggur eisini kærleikin til
lívið sum ein forútsetn
ingur
»uttan kærleikan til
lívið
vil tómleiki verða
skurður tín á jørd«
(úr Vinur mín)
Í hesum ødrum parti
skínur ein setur longsul
fgjøgnum, sum eitt slag
av longsli eftir tí sum er,
og sum yrkjarin longu er
ein partur av og eigur jul
í. Yrkingar sum eitt nú
„Eg elski teg« og »Mia«
eru dómi um henda djúpa
kærleika, og vakra yrk-
ingin »Degningsælid« er
ein framúrskarandi nátt-
úrumynd, sum á eim hátt
er naturalistisk í sínum
nakna andliti, men eisini
rúmar aðrar djúpari liggj-
andi kenslur.
Seinasti parturin fer
inn á málið. Bæði tað,
sum vit hava (ella eiga),
men eisini tað, sum vit
ynskja men ikki altíð fáa
so væl loyvi at hava.
Sum eindømi um henda
triðja part fari eg at an-
befala fólki at:lesa tað
síðsta brotið, sum kanska
heldur er prosa enn
yrking, og sum eisini ber
heitið á savninum,
skuggar av tonkum;
»Orå hava einki at
síga, bert tú skilir. Ofta
haldi eg, at orð verða
misskilt heldur enn skilt
Orð eru bara skuggar av
tonkum, tí tú kanst sjáld-
an seta orð á júst tað tú
hugsar, tað tú sært, hoyr-
ir, smakkar, luktar, ella
tað tú følir«.
Hetta seinasta brotið
stendur sum eitt gott um-
boð fyri savnid, og tað
sum tað kemur fram til
og við. Eg havi ilt við at
síggja nakra meining við
at koma við eini påtikn-
ari pseudo- professio-
nellari vurdering av
hesum savni, men fari at
heita å tey, sum hava
hug, at lesa tað. Tað ber
væl til og er ikki so tor-
ført.
Petur Jensen
Gøta
EINST
lynaur |" reg) 2
VIK
FrBner
+ — —
KROSSORÐAGÁTA
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: BASSARNIR
—
KK ÍK
+
i Í ; | Á
Í Í
0 |-Í
* +
|
+
Hvønn
er krossorðagáta i blaðnum. Drigið verður millum røttu inn-
sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa
av á listanum høgrumegin, hverja tú best kundi hugsað tær)
Fyri at verða við í dråttinum um vinningin, má loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin
verður saman við loystu gåtuni kunngjørdur í blaðnum næsta
leygardagin
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn - og viðmerkið >Krossorðagáta nr. ...< á bjálvan.
Vinnari: Maiken Slættalid,
460 Nordskåla
Loysunar
orðið
Navn
Bústaður
Bygd/býur
Lesið foroyskt — hugsið foroyskt!
Frá
BOKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
Ljósini slókna
Segur úr Port Janua
Bíblian í orðum og myndum
Indiánararnir. Segan um upprunafólkið
í Na gg PP
Mangt er millum himmal og jørd
FOROYA
SKÚLABÓKAGRUNNI:
Samfelagsfrødi 1. Tú og samfelagið
Heimssøga 1
Segan um hini
Lív og gróður
Orðaskyn. Mín fyrsta orðabók
CCCDD
Frå
4.
COLCCOO
Bøkur og annað tilfar
— bæði innan og uttan skúlagátt.