Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Biðja donsku bisparnar um umbering Meginparturin av prestunum í Føroyum hava sent donskum bispum bræv, har teir siga seg vera keddar av, at nakrir ávísir føroyskir prestar hava sýtt tveimum donskum bispum at prædika í Føroyum JOHN JOHANNESSEN Nógv tann størsti parturin av kirkjufólkunum í Føroy- um høvdu tikið tað sum ein heiður, at ein bispur præd- ikaði í kirkju teirra. Hetta siga fimtan før- oyskir prestar millum annað í skrivi, teir hava sent donskum bispum í sam- bandi við, at prestarnir í Klaksvík og annar av prest- unum í Vesturkirkjuni hava sýtt tveimum donskum prestum at prædika í hesum báðum kirkjunum annan hvítusunnudag. Teir fimtan føroysku prestarnir siga seg harmast um, at tríggir prestar í tveimum av teimum 60 kirkjunum í landinum hava sett seg upp ímóti, at tveir danskir bispar prædika í kirkjum teirra. Prestarnir gera púra greitt, at donsku bisparnir eru væl- komnir at prædika í kirkjum sínum, og teir vísa eisini á, at teir eru takksamir fyri hetta. Brævið til donsku bisp- arnar endar við, at føroysku prestarnir siga seg vóna, at tað, ið hent er, ikki fer at seta skør í hátíðarhaldið í sambandi við túsundára- haldið fyri, at gleðiboðskap- urin varð boðaður í Føroy- um. Markera sam- kynt paraløg Orsøkin til, at donsku bisp- arnir ikki sleppa at prædika í Føroyum er, at teir 28. oktober 1997 skrivaðu undir eitt skriv, sum gevur loyvi til at boða frá samkyndum paralagi í kirkjuni. Bergur Debes Joensen, annar av sóknarprestunum í Vesturkirkjuni, sigur seg kenna seg noyddan at mót- mæla, at Jan Lindhardt prædikar í kirkju síni. Hann sigur, at Jan Lindhardt, sum ovasti myndugleiki fyri kirkjuna, hevur sett prest- arnar og kirkjuna í eina sera ótolandi støðu. Niels Pauli Danielsen, annar av sóknarprestunum í Klaksvík, sigur at kirkju- ráðið í Klaksvík og prestar- nir hava gjørt av at boða bispi frá, at tey ikki ynskja, at Karsten Nissen skal prædika í Klaksvík, fyri at staðfesta, at tey ikki hava somu hugsan sum danski bispurin og hansara líkar. Sóknarpresturin vísir á, at tá Karsten Nissen skrivaði undir skjalið frá oktober 1997, staðfesti hann sína hugsan. Tí heldur hann, at prestarnir í Klaksvík saman við kirjuráðnum nú kunnu staðfesta nakað annað aftur- ímóti. Hesum meiningum tekur Høvuðsstýrið fyri Kirkju- ligu Heimamissiónina undir við. Stýrið átalar í yvirlýs- ing í bløðunum, at norður- lendskir bispar, ið hava góð- kent samkynt paralag, eftir ætlan skulu prædika í kirkj- um okkara annan hvítu- sunnudag. Eisini sjúkrahús- og fongsulspresturin, Sverri Steinholm, sum er hjálpar- prestur í Havnar Kirkju, hevur mótmælt, at danskur bispur skal prædika í Havn- ar Kirkju á hvítusunnu. Men mótmæli hansara varð ikki tikið til eftirtektar. Orsøkin fyri hesum var, at hinir báðir prestarnir í kirkjuni, Bjarni Bæk og Sonja Klein, við- mæltu, at danski bispurin skal prædika í kirkju teirra. Ósamd prestastætt Tað eru fýra føroyskir prest- ar, ið hava mótmælt, at danskir bispar prædika í kirkjum teirra, og hesir fáa stuðul frá Høvuðsstýrinum hjá Kirkjuligu Heimamissi- ónini. Men hetta merkir ikki, at meginparturin av føroysku kirkjuni er ímóti, at donsku bisparnir prædika í Føroy- um. Teir fimtan prestarnir, ið hava skrivað undir um- beringina til donsku prest- arnar, eru nevniliga restin av allari teirri føroysku presta- stættini. Afturat hesum stuðlar Føroya bispur eisini teimum fimtan prestunum. Bispur heldur nevniliga, at tað týdningarmesta er, at Krist- us verður boðaður, og ikki hvør boðar hann. Føroya bispur vísir á, at tað er skeivt av teimum fýra prestunum at tosa um bíbliutrúgvir prestar og ikki. Hann sigur, at tað jú ikki ber til hjá okkum menniskj- um at siga, hvør tulkar bíbli- una rætt, og hvør ikki tulkar hana rætt. Tískil heldur prestur, at tað, summir føroyskir prest- ar gera í løtuni, er at fella dóm áðrenn Kristus er kom- in aftur at døma um, hvør er trúgvur og ikki. Eingin lækna- stjóri á hesum sinni JOHN JOHANNESSEN Bert ein umsókn kom inn til starvið sum læknastjóri á Lands- sjúkrahúsinum. Tí hev- ur starvsfólkadeildin á Almanna- og Heilsu- málastýrinum gjørt av at lata vera við at seta nakran læknastjóra á hesum sinni og í staðin lýsa starvið leyst av nýggjum. At læknastjóri skuldi setast á Landssjúkra- húsinum er ein partur av semjuni, ið varð gjørd millum Serlækn- afelagið, Sjúkrasytra- felagið og Almanna- og Heilsumálastýrið um ein tvístreingjaða leiðslu á Landssjúkra- húsinum. Avtalað var, at sjúkr- ahúsið skuldi stýrast av einum sjúkrarøktar- stjóra við ábyrgd fyri røktini og einum læka- stjóra við ábyrgd fyri tí læknaliga. Fyri stuttum varð Marin Vang sett í starv, sum sjúkrarøktarstjóri á Landssjúkrahúsinum, men enn vantar at seta læknastjóran í starv. Øll tann føroyska prestastættin - teir fýra prestarnir undantiknir - hava sent donsku bispunum bræv við umbering fyri viðferðina, teir hava fingið frá ávísum føroysku prestum 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 98 - 24. mai 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Ein neyðug samskipan Viðmerking: Landsstýrið hevur nú í umbúna at skipa Postverk Føroya sum ein sjálvstøðugan al- mennan stovn. Harafturat skulu Postverkið og Strandferðslan partvíst samskipast. Hetta er høvuðsendamálið í einum uppriti frá Vinn- umálastýrinum, og á fundi mánadagin tók landsstýrið undir við hesi ætlan. At samskipa - ella leggja hesar stovnar sam- an í ein stovn - er heilt nátúrligt. Báðir stovnar hava við flutning at gera. Tað veri seg við fólki, farmi og øðrum at senda. Tað eru óivað mong, sum hava undrast á, at ein fyrrapart kann ein hálvtómur bilur hjá Strandferðsluni, ein hálvtómur postbilur og ein hálvtómur bussur hjá Bygdaleiðum vitja somu bygd. Á hesum stað er áður víst á, at allur hesin flutningur kann og eigur at kunna samskip- ast, um vit skulu hugsa um at rationalisera almennu tænasturnar í Føroyum. Tað kann ikki vera rætt, at tveir og tríggir bilar ella bussar skulu røkja eina tænastu, sum ein ella tveir kunnu røkja. Vit kunnu ikki halda fram at »klippa« hvørjum ørðum. Skulu vit skipa Føroyar sum fullveldisríki er neyðugt at flyta fólk úr almennu tænastuvinnuni yvir í eina framleiðsluvinnu, sum fyrst og fremst virkar vørur at flyta út. Her er ikki talan um dupultar funktiónir, men um trídupultar funk- tiónir. Nú eru hesir stovnar nevndir tænatustovnar. Tað eru teir í prinsippinum, men tey flestu, sum brúka hesar stovnar halda óivað, at tænastustigið kundi verið hægri. Ikki minst innan Postverkið. Eitt er at upplatingartíðirnar eru nógv skerdar. Eitt annað er, at hesin »tænastustovnur« hevur hvørki opið leygar- dag ella út á kvøldið ein dag um vikuna. Heldur ikki verður postur borin út leygardag. Tí kann henda, at postur verður ikki borin út í eina heila viku. Hetta hendi t. d. á páskum í ár, tá flaggdagur var dagin eftir. Hetta kann ikki vera rætt í okkara »samskift- istíðum«. Tað er tí ikki nakað løgið í tí, at Postverkið ikki kann kappast við nýggju og privatu flutningsfeløgini. Postverkið er aftur- útsiglt, m. a. tí tað hevur verið ov nógv terapi og ov lítil tænasta. Harafturat forðar gamla lógin fyri, at Postverkið kann taka kapping upp á økjum, har tað ber til at vinna pening í dag. Tí er eisini neyðugt at hugsa um tæn- astustigið, nú hesir stovnar skulu samskipast partvíst. At samskipa nevndu almennu stovnar er ikki nøkur nýhugsan. Hon er nevnd á hesum stað fleiri ferðir, og gamli stjórin á Strandferðsluni, Tummas Arabo, skrivaði eina panelgrein í hesum blað fyri 25 árum síðani um júst møguleikan at samskipa hesar stovnar sam- an við Telefonverkinum. Tað er tí at fegnast um, at nakað hendir á hesum øki nú. Tey heimleysu á Landssjúkrahúsinum Ja, tað er tíverri nógv her í høvuðsstaðnum ið eru heimleys, tá hugsi eg ser- stakliga um tey, ið búgva á teimum psykiatrisku deild- unum úti á landssjúkrahús- inum, har nógvir av sjúkl- ingunum hava búð í heilt nógv ár. Hetta er teirra heim og verður tað eisini fram- yvir. Ein keðilig søga endur- tekur seg aftur í ár. Tá verða so deildir lukkaðar í nakrar mánaðar í summar, vegna sparingar? Tey fólkini, ið búgva har, eiga sostatt einki heim í summar. Tey verða sostatt koyrd út úr sínum egna heimi, har tey hava eina song, eitt náttborð og eitt klædnaskáp.Tey verða so flutt á aðra psyki- atriska deild úti á lands- sjúkrahúsinum, kanska har at deila kamar við fleiri fólkum, ið tey als ikki kenna, fáa tað til tíðir vána- ligt av hesum og noyðast so eisini at fáa meira heilivág. Hetta er so støðan, ið end- urtekur seg á hvørjum ári á teimum psykiatrisku deild- unum á landssjúkrahúsin- um, heimleysir sjúklingar. Tað hava verið nógv fólk, sum ígjøgnum árini hava roynt at steðga hesu niður- verdigu flytingini, ið fer fram á hvørjum ári, men tað sær út til, at tey ongan góð- an eiga. Elna Nolsøe, pleygari Vit hava ikki klárað at end- urnýggja Strandferðsluna, sum nú má hutla seg ígjøgn- um við avoldaðum ferða- manna- og farmaflutningi. Her skulu hundra-tals milliónir nýtast, fyri at koma á eitt forsvarligt og tíðarhóskandi støði. Vit hava ikki klárað at viðlíkahildið og tíansheldur klára at endurnýggja før- oyska heilsuverkið. Eitt totalt niðurslitið og niðurpínt heilsuverk krevur milliardaíløgu fyri at koma ájavnt við okkara grannar. Skúlaverkið hevur milli- ónaíløgur og rakstrarpening fyri neyðini. Fyri fyrstu ferð í søguni hava vit havt lær- araverkfall í fólkaskúlanum. Fær Postverkið, sum skuldi geva millióna avlop, tá yvirtøkan varð framd fyri 25 árum síðani, ikki annan bygna ella játtan á fíggjar- lógini verður lykilin snar- aður um fyrsta dagin. Okkara sokallaða mod- ernaða samfelag nøktar ikki tørvin hjá teimum gomlu, teimum rørslutarnaðu, teim- um menningartarnaðu. Snøgt sagt eitt samfelag í panikstøðu. Henda álvarsama støða nervar ikki løgmann og var- aløgmann. Okkara landsstýri við fylgi ferðast í pendulfart millum Føroyar og Keyp- mannahavn, har teir í fullum álvara hava sett sær fyri, at loysa Føroyar frá hinum partinum av ríkinum. Trupulleikarnir (ræðu- myndirnar) heima á klettu- num eru lagdir til viks. Nú skal alt ofrast fyri fullveld- issakir. Gud náði okkum, fáa hes- ir evsta vald. Undirritaði hevur tað vón, at ongin føroyingur við sín- ar fullu fimm, kann verða so bláoygdur, at taka løg- mann og varaløgmann fyri fult. Flemming Mikkelsen Eitt samfelag í panikstøðu Fyrst í 70‘unum var felagið FS (Føroyskir Sosialistar) so stórt, at tað hevði deildir bæði í Danmark og í Før- oyum. Hóast vit hildu nakr- ar fáar felagsfundir, var skjótt greitt at gongdin í báðum deildunum gjørdist ymislig og at enda ósam- einilig. Í Danmark umfataði fel- agið fólk við sympatium bæði fyri Javnaðar- og og Tjóðveldisflokkinum (tey trúu enn at hann var sosial- istiskur), og niðri atkvøddu tey eisini rættiliga ymist: SF, VS, DKP og Socialdem- okratiet. Tað flotta var, at hóast hesar munir, so hildu vit saman, og royndu at for- mulera okkara egna poli- tikk, bæði á altjóða økinum og tí føroyska. Í Føroyum bleiv felagið alt meira ekstremistiskt og hevði Mao sum einasta sanna gud. Seinni meini eg at Albania og kanska Pol Pot í Kampuchea vóru stóru fyrimyndirnar. Hetta endaði við einari uratkvøðu fyrst í 70‘unum. Atkvøtt var um tað parolan skuldi vera føroyskt sosial- istiskt tjóðveldi ella sjálv- stýri. Í DK- deildini var stórur meiriluti fyri at siga sjálvstýri, men í Føroyum vildu teir hava tjóðveldi. Hesin munur, saman við nógvum øðrum mótsetning- um, førdi til skilna millum feløgini. Tað í Føroyum varð maoistiskt tjóðveldis- felag. Teir kallaðu seg »floksbyggjandi«, og gingu inn fyri vápnaðari kollvelt- ing. Fundirnir byrjaðu við at formaðurin las ein tekst úr reyðubók hjá Mao, og helt eina stutta prædiku. So, Manni, eg kann siga fyri mín part, at tey seinastu 30 árini hevur mín parola verið: Sosialisma og sjálv- stýri. Tað er hon enn. Og eg meini ikki at hon stríðir í- móti stevnu Javnaðarfloks- ins, sjálvt um tað meira enn so er hent, at eg ikki havi kunnað góðtikið alt frá tí Svar til Manna Persson frá Rolf flokkinum. Eg eri heldur ikki limur í flokkinum. Á jú, eg havi eisini onk- untíð skift hugsan um mangt og hvat. Í Realskúl- anum í Havn høvdu fleiri góðar lærarar, sum vóru fólkafloksmenn, og tí fekk hesin flokkur altíð stóra undirtøku í klassanum, tá »prøvavalg« var uppundir Løgtingsval. Nú spyrt tú okkum, og tað er alt í lagi, Hans Pauli og Bergur munna svara fyri seg. Men spyr teir maoist- arnar, sum skrivaðu »Ar- beiðið«, teir sum vildu hava vápnaða kollvelting osfr. Teir sita nógvir á samfelags- ins toppi í dag, og flestir eru teir tjóðveldismenn og ganga inn fyri fullveldinum. Rolf Guttesen 23.05.00 Gomlu sjúkrabilarnir eiga at endurnýggjast beinanvegin Sjúkrabilarnir eiga at verða tryggir á neyðsynjarferðum. Sum skilst, verður nú løgd ætlan fram, hvussu sjúkrabilarnir eiga at verða skiftir út. Nakrir eru við at náa veteranaldri, og eru lítið skikkaðir at koyra neyð- synjarkoyring, ið sum øllum kunnugt, setir stór krøv til bæði bilførarar og materiel. Enn hevur ongin beinleiðis vanlukka staðist av hesum gomlu sjúkrabilum. Ein aksil og nakrir motarar eru brotnaðir. Men spurningur- in er, nær ein t.d. ein aksil brotnar í einum svingi við nógvari ferð, við tí úrsliti at sjúkrabilur fara bóltandi av vegnum. Tí um aksil og motorar brotna av elli - tá er tíðin komin at skifta allar teir gomlu sjúkrabilarnar út. Mær vitandi, farast akfør skjótari í Føroyum enn í mongum grannalondum or- sakað av okkara veðurlag. Tí er onki skil í at okkara sjúkrabilar 2-3-4 ferðir so gamlir sum í øðrum lond- um. Vit eiga tí at skifta allar okkara gomlu sjúkrabilar út við nýggjar Og síðan at syrgja fyri at hesir verða skiftir út eftir eini skipan, ið ger, at vit alla tíðina hava sjúkrabilar, ið eru at líta á - eisini tá ið neyðsynjarboð eru og skjótt skal koyrast. Tað kostar og so er at gjalda. Marjus Dam, løgtingsmaður