Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SVEINUR TRÓNDARSON Tað var sjófrágreiðing í Klaksvík mánadagin. Van- lukkan umborð á Norborg, tá tann 33 ára gamli Heri Mellemgaard fór fyri borð, skuldi kortleggjast, so frægt sum tilbar. Sjófrágreiðingin vísti, at vildi illa til, so fór ikki bara ein maður, men fýra. Tríggir mans fóru í bjargingarbátin fyri at fáa fatur á Hera, og tann báturin hálvdist. Tíbet- ur vóru teir tríggir í bjarg- ingarvestum og tað bjargaði teimum, sigur sýslumaður- in. Hampuligt veður Norðborg fór av Klaksvík hóskvøldið um níggjutíðina á veg norðeftir. Teir skuldu á sildaveiðu og teir fóru norðurum tí onkur bátur hevði fingið sild norðanfyri. Tað tekur umleið tvey døgn at sigla á leiðina, og fyrrapartin fríggjadagin fór manningin at gera til. Verð- rið var ikki verri enn ilt, einar 14 metur um sekund- ið, og sjógvurin var rímu- liga slættur. - Brádliga stakk eitt eins- amalt brot seg upp aftan tvørs í bakborðið, greiðir sýslumaðurin frá. Og tað var hetta brotið, sum tók Hera við sær yvir borð. Norðborg hevur eina lagd aftanfyri brúnna, og tað var eftir øllum at døma her, sum Heri stóð saman við nøkr- um øðrum monnum. - Teir róptu, at tað kom eitt brot, men tíverri vóru ikki allir, sum náddu at halda sær, sigur sýslumað- urin. — Onkur hevur sæð, at brotið tók beinini undan honum, men síðani mistu teir hann burtur, leggur hann afturat. Bjargingarbáturin hálvdist Hóast Norðborg var á veg á fiskileið, so sigldi hon ikki við fullari ferð. Skipið gongur um 14 míl, men ferðin var niðanfyri 10 míl tá vanlukkan hendi, sigur sýslumaðurin. - Skiparin bakkaði alt fyri eitt, og hóast skipið var komið einar hundrað metrar frá Hera, so gekk skjótt, at fáa hann at liggja í le av skipinum. Men tíverri var einki at gera, sigur sýslu- maðurin. Manningin umborð á Norðborg gjørdi sera skjótt av. Meðan skipið bakkaði, settu teir ein bjargingarbát út í bakborði. Honum skuldu teir so koma yvir til Hera, men tað var heldur ikki heilt vandaleyst. - Tá báturin kom yvir í stýriborð fekk hann ein skvamp og hálvdist. Tíbet- ur, fyri teir tríggjar, sum vóru umborð á bjargingar- bátinum, vóru teir í bjarg- ingarvesti. Annars hevði verið illa statt, greiðir sýsl- umaðurin frá. Tað eydnaðist teimum trimum, at koma upp á kjøl- in á bjargingarbátinum og haðani vórðu teir tiknir um- borð á Norðborg. Men teir vóru kaldir og illa at hold- um komnir, hóast teir høvdu ligið stutta tíð í sjónum, leggur sýslumaðurin afturat. Gjørdu skjótt av Sýslumaðurin sigur, at sjó- frágreiðingin ikki hevur av- dúkað nakað óvanligt um- borð á Norborg í sambandi við óhappi. - Skipari og manning bóru skjótt at, tá óhappið hendi, og ilt er at síggja, hvussu teir kundu havt gjørt nakað øðrvísi. Talan var um eina syndarliga vanlukku, sum bara hendir viðhvørt, uttan at nakar fær vart seg. Sjófrágreiðingin verður nú send til Søfartsstyrelsen, sum hevur serkøn fólk at kanna slíkt, og tað vera teir, sum gera niðurstøðuna, greiðir sýslumaðurin frá. Eftir 33 ára gamla Hera Mellemgaard sita kona og tvey børn, ávikavist tvey og fýra ára gomul. Heri var bú- sitandi í Danmark. Vanlukkan kundi verið nógv verri Bjargingarbáturin, sum varð settur út tá Heri Mellemgaard fór fyri borð á Norðborg, hálvdist, og vóru teir tríggir menninir ikki í bjargingar- vesti, so hevði staðið illa til Bjargingarbáturin hjá Norðborg hálvdist við trimum monnum, tá teir royndu at bjarga manninum, ið fór fyri borð Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo 5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 98 - 24. mai 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 98 - 24. mai 2000 Vælumtókta H-vindeyga í nýggjum búna Nýggja H-vindeyga, ið er klætt við aluminium á útsíðuni, gevur framúr viðlíkahalds fyrimunir, samstundis sum umhvørvi og trivnaður innandura verður gingin á møti við límtræði. Nú kanst tú eisini velja millum topp- ella síðusving vindeygu, ið kunnu snarast runt, so tey eru løtt at vaska. Vindeygað verður liðugt viðgjørt - lakk-sproytað - bæði innan og uttan, síðan verður tað klætt við aluminium í tí liti, tær dámar best. Ring á 33 21 77 og bið om brochuru og legg summarfrítíðina til rættis! Vatnsoyra Vatnsoyra Snikkaravirki pf. H www.h-window.fo 10 ára trygd stephanssons hús Gori ella Gran Canaria? ORÐ OG MYNDIR: EDVARD JOENSEN Heimamissiónin hevði árs- møti í Nesvík nú um dýra- biðidagshalguna. Rættiliga væl av fólki var á møtunum, sigur Tom Skaale, aðal- skrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hann roknar við, at hesar dagar- nar hava umleið 3.000 fólk verið í Nesvík tilsamans. Tað er sunnukvøld, og fólk eru við at rigga av. Ein áhaldandi røð av bilum er á veg niðan á høvuðsvegin, meðan onnur renna millum bilarnar á parkeringsplássi- num. Tað regnar, og fólk tykjast hava skund, tá tey koma útum. Har skjól er, standa fólk og práta. Tað vil so vera, at tú hittir onkran, tú kennir, men ikki hevur sæð eina tíð. Ella kanska bara hevur hitt onkran fyrstu ferð, og so hevur hug at práta eitt sindur eyka. Men innan fyri gongur tað fyri seg. Long borð standa í gongini, og fólk Væl vitjað ársmøti Ársmøtini hjá Heimamissiónini vórðu hildin í Nesvík um dýra- biðidagshalguna. Eini 3.000 fólk løgdu leiðina fram við hesar dagarnar, møtini vóru ganga framvegis til og frá við koppum og tallerkum. Onnur sita í sofum og á stól- um og hugna sær. Í stóru høllini er rættiligt lív. Fólk eru í ferð við at rudda av. Borð og stólar verða tikin niður og sett upp á pláss í teimum goymslurúmum, har tey eiga at vera, til næsta stóra tiltak verður í húsi- num. Vit fáa orð á Tom Skaale, aðalskrivara hjá Heima- missiónini og Torleif Jo- hannesen, sjómanstrúboða, og fáa teir at gevast eina løtu við ruddingini, meðan vit práta eitt sindur. Tað mesta fólkið hevur verið til sjálv møtini seinna- part og um kvøldið, siga teir. Tiltøkini, sum hava ver- ið, serliga fyrrapartarnar, hava verið eitt sindur slakari vitjað. Frágreiðing frá skriv- aranum, og um hvussu húsið verður rikið. Tað fíggjarliga. Tað er líkasum fólk ikki rættiliga eru við, hóast tey fegin vilja gjalda til raksturin. Her koma nógv ymisk fólk til møtini, sigur Torleif Johannesen. Fólk, sum kanska ikki vanliga ganga á møti í tí lokala missións- húsinum. Tað er kanska líkasum eitt sindur lættari at koma higar. Gáttin er lág, og húsið liggur væl fyri, sig- ur hann. Annars hevur aldursbýtið verið rættiliga javnt, siga teir báðir, Tom og Torleif. Væl hevur verið av ungum fólki, og tað fegnast teir um. Eisini var sunnudagsskúli sunnudagin,og tá var nógv fólk. Fríggjakvøldið og sunnukvøldið var so nógv fólk á møti, at tað var verri enn so, at stóri salurin tók. Har sat fólk í gongini eisini. Eingir heimskendir tal- arar ella nakað tílíkt hevur verið, sum hevur drigið fólk til ársmøtini. Fólk koma bara. Tom Skaale, aðalskrivari hjá Heimamissiónini, sigur, at slíkar dagar er saknur í eini eyka høll. Tað er nokk so strævið at arbeiða við bara einari høll, har møtini skulu haldast, eins og allur matur eisini verður server- aður har. Tað verður nógv flyting aftur og fram. Tom Skaale sigur, at ein høll aftrat var við í fyrsta uppskotinum til Leguhúsið, men at hon varð vald frá av fíggjarligum orsøkum. Annars er húsið upptikið at kalla hvørt einasta viku- skifti í árinum, sigur Tom Skaale. Her verða hildnar veitslur, so sum brúdleyp, silvur- og gullbrúdleyp og hvat tað nú kann vera. Og tað eru ikki bara fólk við tilknýti til Heimamissión- ina, sum koma her, sigur hann. Eisini fólk úr øðrum samkomum hava til dømis brúdleyp her. Tað skal álitisfólk til at stýra ferðsluni á parkeringsplássinum, tá so nógv fólk savnast, at kalla hvør við sínum bili Stóra høllin í Leguhúsinum í Nesvík var stúgvandi full, og fólk sótu eisini í gongini, tá kvøldmøtini vóru Tað er nógv at taka hond í í køkinum, tá eini 3.000 fólk savnast eitt vikuskifti. Køksarbeiðið varð býtt millum ymisk lið, og hetta kvøldið vóru tað skálakonur, sum svingaðu grýtur og smyrjiknívar Í hesum døgum verður bókin »Sejr over dæmon- er« borin út við postinum til øll húskir í Havn. Bók- in er ein gáva frá høvund- anum, evangelistinum Christian Hedegaard, sum vitjar Havnina á hvítu- sunnu í samband við eina fýra daga krossferð, sum verður hildin í ítróttar- høllini á Hálsi. Bókin sigur frá, hvussu menniskju, ið eru bundin av andskreftum, kunnu verða loyst. Hetta er m.a. eisini tað, sum Christian Hedegaard væntar fer at henda undir krossferðini. Christian Hedegaard sig- ur í bókini frá, hvussu hann sjálvur varð loystur frá nýggju illum andum, sum høvdu plága hansara lív. Í seinna parti av bókini verður Bíblian nýtt sum grundarlag fyri uppliving- um hansara. Ein einføld gjøgnumgongd av bíb- ilskum hendingum, har víst verður til skriftstøð og egnar upplivingar sum hann hevur havt, tá hann hevur biðji fyri menniskj- um í tænastu síni innan felagsskapin Evangelist, sum er hansara egni miss- iónsfelagsskapur. Kraft Guds í verki Endamálið við »Evange- list« er at halda krossferð- ir eftir sama leisti sum í t.d. teim afrikansku lond- unum, har sjúk verða grødd, bundin verða loyst og menniskju koma til trúgv. Hetta hoyrir ein ofta um í útlondum, men nú er tíðin komin til at tað sama skal henda á okkara leiðum. Á komandi krossferð- ini, sum fleiri lokalar samkomur eru saman um, kunnu vit vænta okkum bæði grøðingar og útfrí- an, lovar Christian Hede- gaard. Ikki tí at hann hev- ur serligar gávur, men tí kraft Guds virkar. Í Afrika síggja vit, hvussu menniskju, sum eru bundin av illum and- um, verða loyst. Tað sær nakað ógvusligt út, tá teir illu andarnir rópa og skríggja. Men hetta er ein partur av evangeliinum. Tá Jesus sendi út teir tólv lærisveinarnar, bað Hann teir um at reka út illar andar. Tað var heilt nátt- úrligt tá, men í okkara rat- ionella heimi, hava vit gjørt tað til nakað undar- ligt. Tey flestu trúgva ikki, at illir andar eru til. Júst tí eru tað mong menn- iskju, sum eru sjúk, bæði likamliga og sálarliga, sigur Christian Hede- gaard. Christian Hedegaard heitir á øll um at lesa bók- ina, innan krossferðin byrjar. Í bókini liggur ein innbjóðing til møtini, har nøvnini á teimum ymisku talarunum standa og har skráin fyri krossferðina er uppsett. Tað verður nevn- iliga ikki bert Christian Hedegaard, ið fer at tala, men eini 6 aðrir kendir persónar. Nevnast kunnu nøvn sum David Hansen úr Aalborg, Jens Garn- feldt úr Keypmannahavn og Enevald Flåten úr Bergen. Á innbjóðingar- seðlinum standa eisini nøvnini á teimum seks samkomunum, sum standa saman um vitjan Christian Hedegaards. Bók um útfrían verður borin út til húski í Havn Sermerkt byrjan til krossferð í Havn Hesin innbóðingarlepin liggur í hvørji bók, sum verður útborin