Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nú hava politikarar frítt spæl rítt spæl Henning Jacobsen, fyrrverandi stjóri á Landsverkfrøðingsstovninum, fekk ikki starvið aftur. Hann avvísir ikki, at hann var millum umsøkjararnar, men sigur samstundis, at hann hevði ikki væntað at fingið starvið. Nú tykist, sum er frítt hjá politikarum at blaka embætisfólk út, er ein av niðurstøðum hansara DAGFINN OLSEN Nú er greitt, at starvið sum landsverkfrøðingur er sett og at hann eitur ikki Henn- ing Jacobsen. Sostatt kann Henning Ja- cobsen nú endaliga stað- festa, at hann er fyrrverandi landsverkfrøðingur, sum hann eisini hevur verið tað, síðani hann varð loystur úr starvinum av Finnboga Arge, landsstýrismanni. Hetta hendi, tá ætlanir vóru um at leggja saman Lands- verkfrøðingsstovnin og Strandferðsluna. Væntaði sær ikki starvið Henning Jacobsen avvísir ikki, at hann var millum teir 7, ið søktu starvið sum landsverkfrøðingur. Men hann sigur eisini, at hann hevði ikki væntað at fingið starvið. Henning váttar, at hetta sigur hann útfrá teirri sann- føring, at tað er trupult hjá einum politikara at draga í land og ásanna mistøk, tí hetta í politiska heiminum er tekin um veikleika. Sjálv- ur ivast Henning Jacobsen í, um hetta er rætt. Persónspurningur Ert tú samdur í tí, at um landsstýrismaðurin setti teg aftur í starv, so hevði tað verið tað, ið verður rópt fa- litterklæring ella vesala- váttan? – Hon hendi jú beinan- vegin. Tveir stovnar skuldu leggjast saman, men hetta var eftir øllum at døma ikki hugsað ígjøgnum, so har tapti landsstýrismaðurin beinanvegin uttan størri hóvasták. Hetta hendi inn- anfyri teir fyrstu 14 dagar- nar. Restin var bert ein per- sónspurningur, og tað haldi eg er ikki so áhugavert at koma nærri inn á, heldur Henning Jacobsen. Niðurstøðan Henning Jacobsen er komin til ta niðurstøðu, at nú hava politikarar frítt spæl. – Tað er trupult at koma til eina niðurstøðu, men ein hevur hildið, at tænastu- menn vóru nakað fast, ið skapti stabilitet. Ryggurin í umsitingini. Nakað, ið var loyalt, og flutti seg neyðugt, í mun til politisku saman- setingina. Men eftir hetta letur til, at ein uttan hokus pokus kann blaka tænastu- menn út, uttan at tænastu- verðin sigur frá, so at tað merkist, sigur Henning Ja- cobsen. – Niðurstøðan hjá verandi og komandi landsstýris- monnum má vera, at teir hava frítt at fara. Eingin hóttir teir. Dámar teimum ikki ein, so er bara at blaka út, staðfestir Henning Ja- cobsen. Tað er ikki bara Spurdur um, hvørt lands- stýrismaðurin við setanini av nýggjum landsverkfrøð- ingi, hevur valt best um- søkjaran, sigur Henning Ja- cobsen, at talan er um ein mann, ið vónandi fer at rigga í starvinum, men sum í samanhanginum er ó- – Niðurstøðan hjá verandi og komandi landsstýrismonnum má vera, at teir hava frítt at fara. Eingin hóttir teir. Dámar teimum ikki ein, so er bara at blaka út, staðfestir Henning Jacobsen, fyrrverandi landsverkfrøðingur royndur. – Hóast væntandi royndir, kann ein vera dugnaligur. Men vit hava jú mong dømi seinnu árini, har roynt verð- ur fyrst við einum stjóra, so tí næsta og so framvegis. Tað er jú ikki givið, at ein rakar rætt. Tí tað er jú ikki bara bara , tí tað eru mangir smálutir í slíkum starvi, sig- ur Henning Jacobsen, sum leggur afturat, at tað vísir seg ikki, fyrr enn ein tíð er fráliðin, hvat hepnaðist og hvat ikki hepnaðist og met- ingarnar um hetta kunnu vera ójavnar. Staðið sum klettur – Landsverkfrøðingsstovn- urin hevur altíð staðið sum ein klettur, sum ikki lat seg rista, um landsstýrismenn skiftu og ringar tíðir vóru. Har var einki bøvl í fjøl- miðlum og landsstýrismenn komu ikki í neyð av stovni- num, sigur Henning Jacob- sen. - Um hetta verður øðrvísi í framtíðini, torir hann ikki at meta um, men hann stað- festir, at nógv er at hoyra um aðrar stovnar. – Ein hoyrir í hvussu er nógv frá øðrum stovnum, har ein ikki kann siga tveimum fólkum upp, uttan at landsstýrismaður kemur í neyð. - Tað sigur so mikið, sum at týðiligir munir eru. Í ein- um stað verður farið fram, sum ein má og skal til tíðir, meðan aðrastaðni verður bólturin bert blakaður aftur í politisku skipanina. Um tað broytist, velst um ment- an og verimáta. Tað kann eisini vera, at politikarum dámar betri, at eitt sindur av rumbli er um teir, tí so koma teir oftari í fjølmiðl- arnar. Spies segði, at øll reklama er góð, positiv og negativ, og kanska er nakað um tað. Júst hví ein lands- stýrismaður hevur verið nevndur hvønn dag í fjøl- miðlunum, hava fólk gloymt eftir 4 árum, heldur Henning Jacobsen. Betri við umboðsmanni Greiða niðurstøðan hjá Henningi Jacobsen er, at nú er frítt hjá politikarum at blaka embætismenn til hús, uttan at nakar sigur orð ella eið. Men hinvegin fegnast hann um, at kanska støðan hesum viðvíkjandi fer at broytast, tá vit fáa løgtings- ins umboðsmann. – Eingin skipan er, ið tek- ur slíkt upp. Men nú fáa vit løgtingsins umboðsmann. Kanska fer tað at gera mun. Men sum er, finst eingin skipan, ið t.d. kann hjálpa privatfólki og ein kann ikki rokna við, at tey fara at føra sak í áravís mótvegis lands- ins myndugleikum, heldur Henning Jacobsen. Hann heldur, at, slík skip- an helst kann verða hent, tí so kunnu fólk leggja sína søk fyri óheftan persón ella stovn, sum kann fara víðari við hesum. – Tá skulu fólk bert geva eina frágreiðing og ikki føra eina sak í rættinum, sigur Henning Jacobsen, sum í dag arbeiðir hjá SEV. Nýggjur stjóri fyri landsverk- frøðingsstovnin Nýggjur landsverkfrøðingur er Oyvindur Brimnes Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Finn- bogi Arge, setti mána- dagin Oyvind Brimnes í starv sum stjóra fyri landsverkfrøðingsstovn- in. Fyribils setti stjórin, Hans Biskopstøð, fer nú frá vegna aldur. Oyvindur Brimnes er 36 ára gamal og útbúgv- in sivilverkfrøðingur. Hann hevur arbeiðs- royndir úr Føroyum og Grønlandi, bæði viðvíkj- andi fyrisitingarligum og praktiskum arbeiði. Hann starvast í løtuni hjá Tórshavnar Havn, har hann stendur fyri út- byggingum og viðlíka- haldi. Oyvindur Brimnes tekur við starvinum tann 1. august í ár, sigur Vinnumálastýrið í tíð- indaskrivi. - do - – Landsverkfrøðingsstovnurin hevur altíð staðið sum ein klettur, sum ikki lat seg rista, um landsstýrismenn skiftu og ringar tíðir vóru. Har var einki bøvl í fjølmiðlum og lands- stýrismenn komu ikki í neyð av stovninum« » 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 98 - 24. mai 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 98 - 24. mai 2000 Føroya Handverksmeistarafelag fer í næstum at seta á stovn ein sjálvsstøðugan grunn, iðfær navnið Valahandverk. Endamálið við grunninum er at tryggja, at handverk altíð verður væl úr hondum greitt, eins og endamálið er at geva brúkarunum ein kærumøguleika, um teir ikki eru nøgdir við arbeiðið, ið er gjørt av einum limi. 1. Innbjóðing Lýst verður við hesum til kapping um búmerki til Grunnin. Búmerkið skal nýtast í øllum samskifti, vit fara at hava í sambandi við grunnin. Tað skal vera einfalt og eyðkent á høgum grafiskum stigi. Búmerki skal viðvíkja tí, ið grunnurin fer at takast við. 2. Luttøka Kappingin er opin. Øll, ið halda seg hava eitt hóskandi uppskot, kunnu luttaka í kappingini. 3. Virðisløn Virðislønin fyri valda uppskotið er 10.000 kr. 4. Dómsnevnd Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag verður dómsnevnd. 5. Innlating Uppskot skulu latast inn í A4 stødd og vera í tveimum, annað svart og hvítt og hitt í liti ella í litum. Uppskotini skulu vera dulnevnd við frámerki. Saman við uppskotinum skal latast inn afturlatin brævbjálvi við sama frámerki uttan og við navnaseðli í, sum sigur, hvør ið uppskotið hevur gjørt. 6. Tíðarfreist Uppskot skulu vera Føroya Handverksmeistarafelag í hendi í seinasta lagi 8. juni 2000 kl. 16.00, merkt "Búmerki". Føroya Handverksmeistarafelag Postsmoga 179 R.C. Effersøesgøta 30 110 Tórshavn Tlf. 311864 Fax 317278 e-mail: fag@industry.fo Føroya Handverksmeistarafelag tilskilar sær rætt til ikki at velja nakað av innkomnu uppskotunum. Sosialurin - 311820 –Okkurt má ger- ast, og tað má vera nú. Tí sam- stundis sum út- reiðslurnar hjá skipunum eru nógv hækkaðar, verða møguleik- arnir at fiska al- samt skerdir ÁKI BERTHOLDSEN – Verður onki gjørt nú, kemur Føroyska fiskivinn- an í stórar trupulleikar um fá ár. Hetta er boðskapurin frá Føroya Reiðarafelag eftir aðalfundin um vikuskiftið. Reiðarafelagið sigur, at yvirhøvur ganga øll tølini fyri fiskiflotan tann skeiva vegin í løtuni. Yvirhøvur er fiskiskapur- in versnaður, og tað ber bara takkað verið teimum sera høgu prísunum, at avreið- ingarvirðið er á nøkunlunda sama støði, sum í fjør. –Men hinvegin mugu vit staðfesta, at møguleikarnir at fiska verða meiri og meiri skerdir, samstundis sum út- reiðslurnar hækkað. Tí fer tað at verða trupult at fáa raksturin at bera seg, sigur Reiðarafelagið. Í stórar trupulleikar Felagið vísir á ta sannroynd, at fiskiskapurin eftir ísfiski undir Føroyum er reguler- aður við fiskidøgum. – Men tað er eisini ein sannroynd, at nú mangla bæði partrolarir og línuskip fiskidagar. – Samstundis hevur fiski- málaráðharrin boðað frá, at dagatalið verður skert 10% frá 1. september í ár – Verður hetta gjørt, koma hesir skipabólkar í stórar trupuleikar. Reiðarafelagið vísir eisini á, at hetta seinasta árið eru oljuprísirnir tvífaldaðir –Hetta er ógvuliga tyngj- andi fyri raksturin hjá trol- araflotanum, og tá serstak- liga hjá lemmatrolarunum, tvs, hjá djúpvatnstrolarun- um, rækjutrolarunum, svart- kjaftatrolarunumr, flakatrol- arunum, umframt hjá nóta- skipunum, sigur Jákup Sól- stein, formaður í Reiðara- felagnum. – Hetta saman við mink- andi veiðimøguleikum fer at gera tað trupult at fáa raksturin at bera seg. – Tað verður tí ikki møgu- ligt at skapa møguleikar fyri nýggjum íløgum, ella til nakra endurnýgging av flot- anum, tí hann kastar ikki nóg nógv av sær til at hann megnar at endurnýggja seg, Føroyska fiskivinnan kemur í stórar trupulleikar um fá ár Ljósafellið hevur verið á Flemish Cap og fiska Svartkalva og tað hevur gingið heilt væl. So vítt, vit hava fingið uppspurt, fór hann yvir fyrst í mars mánaða og nú hevur hann fingið uppí. Sostatt hevur hann 420 tons í lastini. Og tað fær hann heilt væl fyri, tí eisini prísurin á svartkalva er stak góður, einar 25 krónur fyri kilo, so teir fáa yvir 10 milliónir fyri lastina. –Áki– Fekk 420 tons av svartkalva Fyribils eru tvey føroysk skip farin í Irmingarhav- ið at royna eftir Konga- fiski har. Tey eru Enniberg og Akraberg. Enniberg fór mánadagin, men Akraberg hevur gjørt ein túr- og hann var góður. Túrurin var nakað lang- ur, tí tað hevur viðrað nak- að illa, men hann hevði 380 tons, nú hann fór inn at av- reiða. Hann fór til Reykja- víkar at avreiða og har var prísurin heilt góður, tí Akraberg fekk 15-16 krónur fyri kilo av skrá- skornum kongafiski. –Áki– Fáa 15-16 krónur fyri kilo Nú er flakatrolarin Sundaberg á veg heim til Føroya. Hann hevur roynt í norskum sjógvi. Men har bleiv tann føroyska kvotan uppi í gjár og tí hevur Sundaberg gjørt av at sigla heim. Fiskiskapurin hevur ikki verið tann stóri. Sundaberg fór heiman í frá 1. apríl og hann hevur eini 240 tons av flaki í lastini, nú hann siglur heim. Men er nøgdin ikki stór, er prísurin hinvegin sera góður, tí Sundaberg fær yvir 40 krónur fyri kilo, so teir fáa útvið 10 milliónir fyri lastina –Áki- Sundaberg er á veg heim burtusæð frá einstøkum skipum, sigur reiðarafelags- formaðurin. Okkurt má gerast nú Reiðarafelagið sigur, at ein- stakir politikarar fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa allan studning til fiski- vinnuna burtur, men sam- stundis bara veksur og veks- ur tann almenna nýtslan. – Fiskivinnan biður ikki um studning, men tað má verða hvørjum manni greitt, at tað verður tørvur á stór- um íløgum til nýggj skip. – Tað er ikki nøktandi at okkara fiskimenn skulu sigla við 30-40 ára gomlum skipum. –Samstundis er væntandi, at fiskivinnan kemur í harða kapping um fólkið, eitt nú við oljuvinnuna. Fólkið fer sjálvsagt har, umstøðurnar eru bestar og tað er so skjótt, at fiskivinnan kann koma at liggja eftir á, um umstøð- urnar ikki batna. – Jákup Sólstein sigur, at um ikki ein ætlan verður gjørd nú, har tað almenna hjálpir til at fáa eina lang- tíðarætlan upp at standa, so kemur føroyska fiskivinnan í stórar trupulleikar um fá ár. Jákup Sólstein leggur aft- urat, at hetta er einki annað enn turr staðfesting. Men, hvussu hetta skal gerast, hevur hann ikki gjørt sær nakrar tanka um. – Nógvir tankar hava ver- ið frammi um, hvussu hetta kundi verðið gjørt. Men politiskt eru teir allir skúgv- aðir av borðinum. Sostatt er neyðugt við nýggjum, polit- iskum tankum fyri at finna MYND AV FISKISKIPUM eina loysn. Og Jákup Sólstein heldur at tað hevur skund, tí tað ganga nógv ár frá tí, at teir fyrstu tankarnir eru farnir at spíra, til verulig gongd er komin á endurnýggingina. Møguleikarnir skerdir Felagið vísir á, at møgu- leikarnir á fjarleiðum verða eisini skerdir í framtíðini. – Á Flemish Cap verður helst kvota sett á rækjurnar um heilt stutta tíð, og tá kunnu vit ikki vænta at fáa meir enn eini 6 - 7.000 tons. – Eisini hevur ES boðað frá, at felagsskapurin vil endurskoða sáttmálan við Føroyar. Men hetta verður ikki til okkara fyrimun - heldur tvørtur ímóti, tí teir fiska bert ein lítlan part av tí, teir kunnu fiska hjá okkum. Her kann rækjuveiðan við Eysturgrønland koma í vanda, sigur Reiðarafelagið. Felagið sigur eisini, at svartkjaftastovnurin skal býtast ímillum londini, og hetta kemur at fáa stóra á- virkan á okkara møguleikar at fáa fiskirættindi aðra- staðni - t.d. Íslandi, Noregi, Russlandi og ES. – Makrelurin er nú býttur ímillum strandalondini, og okkara partur er 30.000 tons. Heildarkvotan fyri 2000 er á einum høgum støði, so tað kann væntast, at henda veiðan kemur at minka í framtíðini. – Um heildarkvotan av sild fera at minka, so verður okkara partur eisini tilsvar- andi minni. – Toskastovnurin í Bar- entshavinum er illa fyri sambært fiskifrøðingum, og hetta sæst eisini á fiskiskap- inum. Kvoturnar koma tí eisini her at lækka munandi kom- andi árini. Reiðarafelagið ásannar tí, at tað samanumtikið ikki sær so gott út fyri møgu- leikunum at fiska í fram- tíðini. Tí er at vóna, at fiska- prísirnir fara at halda sær á einum høgum støði, og at oljuprísirnir fara at lækka munandi, tí annars verður ikki væl vorið hjá stórum parti av føroysku fiskiskip- unum, sigur Reiðarafelagið. –Tá ið prísirnir eru so høgir, sum teir eru, skal lítið til, áðrenn teir verða fyri bakkasti, leggur Jákup Sól- stein afturat og tað kann verða álvarsligt. Afturvaldir Annars hendi ongin broyt- ing í nevndini hjá Reiðara- felagnum á aðalfundinum um vikuskiftið. Tveir nevndarlimir stóðu fyri valið. Tað vóru teir báðir tvøramenninir, Gud- mund Mortensen og Viberg Sørensen, og teir vórðu báð- ir afturvaldir. Hinir nevndarlimirnir eru Eiler Jacobsen og Poul Hansen í Havn, Jónsvein Knudsen í Saltangará, Ólav- ur Petersen í Sørvági, um- framt Jákup Sólstein, sum er formaður. Tiltakslimir eru Eyðálvur Joensen, Johan Christian- sen, Tummas Mortensen, Bogi Mortensen og Jákup Egholm Hansen – Vit biða ikki um studning, men tað má verða hvørjum manni greitt, at tey næstu árini verður tað tørvur á stórum íløgum til nýggj skip. Og tær íløgurnar megnar flotin ikki at gera einsamallur, sigur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum